Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 11/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 16. mars, kl. 09:25, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-059/2021 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  2. LM-062/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  3. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-071/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.)

    Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, kom á fund kl. 9.25 saman við Mariu Húsgarð, ráðgeva.

    Tær fóru av fundi kl 9.35.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kom kl. 9.35 á fund saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Jóannu Djurhuus, ráðgeva.

    Tey fóru av fundi kl. 9.45.


    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  5. LM-079/2021 Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-113/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-116/2021 Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-117/2021 Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-126/2021 Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 09:52