Gerðabók: Trivnaðarnevndin, 10. fundur

Fundur 10/2021

Trivnaðarnevndin

Ár 2022, týsdagin hin 22. mars, kl. 09:31, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-060/2021 Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini

    Fyri Starvsfelagið møttu Súni Selfoss, formaður, Dánjal Højgaard, løgfrøðingur, og Beinta Simonsen Aveleira, samskiftisfólk, á fundi kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.00.


    Fyri Samverk møtti Pætur Niclasen, formaður, á fundi kl. 10.00. Fór av fundi kl. 10.20.


    Fyri Vinnuhúsið møttu Jórun Gardar, ráðgevi, og Birita Biskopstø, ráðgevi, á fundi kl. 10.20. Fóru av fundi kl. 10.40.


    Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, saman við Hera Petersen, virkandi deildarstjóra, og Palla Mortensen og Hanus Toftheyggj frá Almannaverkinum, møttu á fundi kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 11.00


    Avgjørt varð at skriva álit í málinum.

  2. LM-073/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-101/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persóni, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 10:53