Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 12/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 23. mars, kl. 09:01, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-059/2021 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð

    Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelag Føroya og Linda A. Jacobsen, næstforkvinna í Heilsurøkrarafelagnum komu á fundin kl. 9.20.

    Tey fóru av fundi kl. 9.40.


    Anita Fulgø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kom á fundin kl. 9.40 saman við Binu Reginsdóttir, fulltrúa.

    Tær fóru av fundi kl. 10.10.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kom á fundin kl. 10.35. saman við Pól Egholm, deildarstjóra og Jónleivi Joensen, fulltrúa.

    Embætisfólkini fóru av fundinum kl. 10.45.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-062/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)

    Allan Skaalum, virkandi stjóri í Bústøðum, kom á fundin kl. 10.10 saman við Marjun W. Thomasen, fíggjarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.


    Hilmar Høgenni, deildarstjóri og Høgni Iversen, fulltrúi og Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðari á Matrikul deildini á Umhvørvisstovuni og Heðin Mortensen, borgarstjóri saman við Marius Muller, deildarleiðara komu á fundin.

    Landsstýrismaðurin og borgarstjórin fóru av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 11.00.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  4. LM-077/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-079/2021 Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-113/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-116/2021 Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-117/2021 Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-126/2021 Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.
  10. LM-095/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)

    Málið varð umrøtt.

  11. LM-096/2021 Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)

    Málið varð umrøtt.

  12. LM-081/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  13. LM-082/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven)

    Málið varð umrøtt. Nevndin skrivaði álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:06