Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 13/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mánadagin hin 28. mars, kl. 09:31, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-059/2021 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap

    Kl. 9.45 komu Guðrun Maria Mortensen, fulltrúi í Heilsumálaráðnum, og Katrina Lindenskov, sálarfrøðingur og limur í Fólkaheilsuráðnum á fundin. Tær fóru av fundi kl. 10.


    Umboðandi Kvinnuhúsið komu Barbara Eyðunsdóttir, nevndarlimur, og Frida J. Dam, námsfrøðingur, og Ruth Apol Mortensen, sosialrágevi, á fundin kl. 10. Tær fóru av fundi kl. 10.25.


    Umboðandi Amnesty International Føroyar komu Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari, og Katrin Dam á Neystabø, fyrrverandi aðalskrivari, á fundin kl. 10.25. Tær fóru av fundi kl. 10.50.


    Umboðandi Fróðskaparsetur Føroya komu Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, og Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, á fundin kl. 10.55. Tær fóru av fundi kl. 11.20.


    Umboðandi Almannamálaráðið og Sig frá! verkætlanina komu Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, og Anna Katrin Matras, fulltrúi, á fundin kl. 11.25. Tey fóru av fundi kl. 11.40.

  3. LM-077/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-079/2021 Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-081/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-095/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-096/2021 Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-113/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-116/2021 Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap
    Málið varð ikki viðgjørt.
  10. LM-117/2021 Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir
    Málið varð ikki viðgjørt.
  11. LM-126/2021 Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:50