Gerðabók: Trivnaðarnevndin, 11. fundur

Fundur 11/2021

Trivnaðarnevndin

Ár 2022, týsdagin hin 29. mars, kl. 10:01, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-073/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg)

    Avgjørt varð at gera innkallingar. Málið verður viðgjørt saman við LM-127/2021

  2. LM-089/2021 Uppskot til løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð

    Avgjørt varð at gera innkallingar

  3. LM-090/2021 Uppskot til løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið

    Avgjørt varð at gera innkallingar.

  4. LM-091/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur)

    Avgjørt varð at gera innkallingar

  5. LM-092/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)

    Avgjørt varð at gera innkallingar

  6. LM-101/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persóni, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)

    Avgjørt varð at gera innkallingar

  7. LM-102/2021 Uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)

    Málið varð viðgjørt.

  8. LM-127/2021 Uppskot til samtyktar um at byggja lestrarbústaðir

    Avgjørt varð at gera innkallingar. Málið verður viðgjørt saman við LM073/2021

Fundurin lokin kl. 12:03