Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 14/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 30. mars, kl. 09:15, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-059/2021 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap

    Málið varð viðgjørt saman við LM 81/2021.

  3. LM-077/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger

    Málið varð umrøtt.

  4. LM-079/2021 Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg)

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  5. LM-081/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)

    Michael Boolsen, fúti, kom á fundin kl. 9.30.

    Hann fór av aftur fundinum kl. 9.55.


    Málið varð umrøtt.

  6. LM-095/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)

    Málið varð viðgjørt saman við LM 96/2021.

  7. LM-096/2021 Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)

    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum kom á fundin kl. 10.10 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Pætur á Borg, fulltrúa.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.55.


    Kl. 11.25 var videofundur við Ingmar á Løgmansbø, umboðandi Ringrás og Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag.

    Fundurin vardi til kl. 11.35.


    Málið varð umrøtt.

  8. LM-113/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  9. LM-116/2021 Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  10. LM-117/2021 Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  11. LM-126/2021 Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:45