Gerðabók: Trivnaðarnevndin, 13. fundur

Fundur 13/2021

Trivnaðarnevndin

Ár 2022, hósdagin hin 7. apríl, kl. 11:35, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-073/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-089/2021 Uppskot til løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-090/2021 Uppskot til løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-091/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-092/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-101/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persóni, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-102/2021 Uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-127/2021 Uppskot til samtyktar um at byggja lestrarbústaðir
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-133/2021 Uppskot til løgtingslóg um rættindi hjá persónum, ið eru rikin úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum

    Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, saman við Turid Arge, aðalstjóra, Rannvá Mohr, fulltrúa, og Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóra, møttu á fundi kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12.00.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 12:30