Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 1/2022

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 28. september, kl. 10:11, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-003/2022 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum hjá føroyingum at ganga í haga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-007/2022 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2021

    Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður, kom á fundin kl. 10.10 saman við Heina Petersen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.40.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-008/2022 Uppskot til samtyktar um at leggja allar almennar bygningar um frá olju til varandi orkuskipanir
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:45