Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 2/2022

Rættarnevndin

Ár 2022, fríggjadagin hin 30. september, kl. 09:11, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-003/2022 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum hjá føroyingum at ganga í haga

    Jógvan Páll Lassen, advokatur, kom á fundin kl. 9.15. Hann fór av fundi kl. 9.40.


    Óluva Zachariassen, Guðrun Zachariassen og Ingrid Henriksen, nevndarlimir í Hagafelag Føroya, komu á fundin kl. 9.40. Tær fóru av fundi kl. 10.00.


    Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya, kom á fundin kl. 10.05. Hann fór av fundi kl. 10.35.


    Umboðandi Føroya Óðalsfelag komu Niels Pedersen, Annfinnur Heinesen og Jónfinn Thomsen á fundin kl. 10.40. Teir fóru av fundi kl. 11.00.


    Gurið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands kom á fundin kl 11.05 saman við Jóhan Paula Helgason, menningarleiðara. Tey fóru av fundi kl. 11.30.


    Tummas Rubeksen, bóndi, kom á fundin kl. 11.30. Hann fór av fundi aftur kl. 11.45.


    Ólavur Reinert, bóndi, kom á fundin kl. 11.45. Hann fór av fundi kl. 12.10.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kom á fundin kl. 12.10 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Hilmari Høgenni, deildarstjóra, Jóannu Djurhuus, ráðgeva og Pætur á Borg, fulltrúa. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi kl. 12.30.

  2. LM-007/2022 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2021
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-008/2022 Uppskot til samtyktar um at leggja allar almennar bygningar um frá olju til varandi orkuskipanir
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:30