Gerðabók: 4. Rættarnevndin

Fundur 4/2022

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 14. februar, kl. 09:04, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-043/2022 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at boðsenda løgmanni á fund við nevndina.

  2. LM-044/2022 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at boðsenda løgmanni á fund við nevndina.

  3. LM-045/2022 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at boðsenda løgmanni á fund við nevndina.

Fundurin lokin kl. 10:17