Gerðabók: 5. Rættarnevndin

Fundur 5/2022

Rættarnevndin

Ár 2023, fríggjadagin hin 17. februar, kl. 09:19, var fundur í Rættarnevndin .

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-043/2022 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)

    Løgmaður kom á fundin kl. 9.20 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra, Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa og Anju Hovgaard, stjóra á Føroya Kærustovni.

    Anja Hovgaard fór av fundinum kl. 9.25.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-044/2022 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)

    Løgtingsmál nr. 44/2022 og 45/2022 vórðu viðgjørd undir einum.

    Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 9.50.

    Málini vórðu umrødd, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málunum.

  3. LM-045/2022 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19)

    Sí viðmerking til løgtingmál nr. 44/2022.

Fundurin lokin kl. 10:00