Gerðabók: 33. fíggjarnevndarfundur
Fíggjarnevndin
Ár 2026, mánadagin hin 4. mai, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Helgi Abrahamsen
- Bjarni Hammer
- Eyðgunn Samuelsen
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
- Bill Justinussen
- Ruth Vang
- Bjørg Brynhildardóttir Egholm(varalimur)
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-088/2025 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026 (Bíðiløn)
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-090/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg frítøka av bensini og diesel)
Kl. 9.40 komu á fund fyri Føroya Nattúru- og Umhvørvisfelag Jón Kragesten, formaður, og Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna.
Tey fóru av fundi kl. 10.03.
Kl. 10.03 komu á fund fyri felagið fyri súkklarar og aðra ábæra ferðslu Guðrun í Jákupsstovu, forkvinna, og Rói Skarðenni, formaður.
Tey fóru av fundi kl. 10.17.
Kl. 10.22 komu á fund fyri Havnar Arbeiðarafelag Heri Reynheim, formaður, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari.
Tey fóru av fundi kl. 10.40.
Kl. 10.40 komu á fund fyri Landsfelag Pensjonista Beate L. Samuelsen, forkvinna, Maria Olsen, Johild Joensen, Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimir, og Gunnleyg Durhuus, skrivari.
Tær fóru av fundi kl. 11:00
Kl. 11.00 komu á fund fyri Bilasølufelagið Ásfinnur Sigvardsen, formaður, og Marius Thomassen, ráðgevi.
Teir fóru av fundi kl. 11.22.
Kl. 11.22 komu á fund fyri Effo Gunnar Nielsen, stjóri, og Sverri Kallsberg, fíggjarleiðari, og fyri Magn Suni Justinussen, forstjóri, og Regin Mittún, fíggjarstjóri.
Teir fóru av fundi kl. 11.39.
Kl. 11.45 komu á fund fyri Búskaparráðið Johnny í Grótinum, formaður, og Malan á Dunga, skrivari.
Tey fóru av fundi kl. 12.02.
Kl. 12.33 kom á fund landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Djóna Højgaard, fulltrúa, og fyri TAKS Birta Biskopstø, deildarleiðari.
Tey fóru av fundi kl. 13.00.
-
- LM-096/2025 Uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
Kl. 13.00 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Selmu Davidsen, fulltrúa, og Irenu Nolsø, fulltrúa, og fyri Sjúkrahúsverkið Per Busk, virkandi forstjóri, og Jóan Símun Saltá, depilsleiðari á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Tey fóru av fundi kl. 13.32.
-
Fundurin lokin kl. 13:45