Gerðabók: 35. fíggjarnevndarfundur

Fundur 35/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2026, mikudagin hin 13. mai, kl. 13:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-088/2025 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026 (Bíðiløn)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-091/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð (Áseting um eina árliga konjunkturfrágreiðing og eina árliga temafrágreiðing)

    Kl. 13.13 kom á fund fyri Búskaparráðið Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum.

    Hon fór av fundi kl. 13.25.


    Kl. 14.20 kom á fund landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra.

    Teir fóru av fundi kl. 14.32.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

  3. LM-092/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks (Føroya Rættur fær heimild at senda og kunnuggera talgilt umvegis Mínboks)

    Kl. 13.29 kom á fund Sorinskrivarin, Henrik Møller.

    Hann fór av fundi kl. 13.48.


    Kl. 13.50 kom á fund landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Marjun Jacobsen, fulltrúa, og fyri Talgildu Føroyar Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri, fyri Talgildu Føroyar.

    Tey fóru av fundi kl. 14.03.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

  4. LM-097/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (CRS og CARF –globalir standardar fyri umbýti av fíggjarligum upplýsingum millum skattamyndugleikar )

    Kl. 14.04 kom á fund landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðiligum ráðgeva, og fyri TAKS Rani Reginsson Johansen, ráðgevi.

    Tey fóru av fundi kl. 14.20.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

  5. LM-107/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrra byggistig í verkætlan um at byggja tvey sambýlir í Miðvági til fólk við ávikavist menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu, og til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum

    Kl. 14.54 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá, saman við Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, og Lív Patursson, fulltrúa, og fyri Almannaverkið Asta Marjunardóttir, trivnaðarstjóri, og fyri Landsverk Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, Sámal Ímundarson, verkætlanarleiðari, og Helena Hentze Johannessen, verkætlanarfulltrúi.

    Tey fóru av fundi kl. 15.26.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

  6. LM-108/2025 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026 (Flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýti)

    Innkallingar vórðu umrøddar.

  7. LM-109/2025 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2024

    Innkallingar vórðu umrøddar.

Fundurin lokin kl. 15:45