Gerðabók:

Fundur 5/2019

Ár 2019, fríggjadagin hin 15. november, kl. 09:00, var fundur í .

Stað: Fundarhøli 3

HM/ód

Gerðabók hjá Fíggjarnevndini

5. fundur
Ár 2019, fríggjadagin hin 15. november, kl. 9.00, var fundur í Fíggjarnevndini.
 
Á fundi vóru:
Magnus Rasmussen, formaður
Aksel V. Johannesen, næstformaður
Jákup Mikkelsen
Bill Justinussen
Terje B. Vestergaard
Sirið Stenberg (f. Kristinu Háfoss)
Bjarni K. Petersen (f. Karlot Hergeirsson)

Skrivari:
Hallur Markná

Til viðgerðar:

1.      Gerðabók

Gerðabøkurnar frá 3. og 4. fundi vórðu lisnar upp og góðkendar.

2.     Løgtingsmál nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020
   Málið varð umrøtt.

3.    Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt  (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
  Avgjørt varð at gera innkallingar og at senda skrivligar spurningar til ávikavist Búskaparráðið og Landsbankan.

4.    Løgtingsmál nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir  makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

5.    Løgtingsmál nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
 Avgjørt varð at gera innkallingar.

6.    Løgtingsmál nr. 19/2019: Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirvirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)
 Avgjørt varð at gera innkallingar.

7.    Løgtingsmál nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

8.    Løgtingsmál nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)
 Avgjørt varð at gera innkallingar.

9.    Løgtingsmál nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)
 Avgjørt varð at gera innkallingar.

10.  Løgtingsmál nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019
  Avgjørt varð at gera innkallingar.

11.   Løgtingsmál nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2
  Avgjørt varð at gera innkallingar.

12.   Løgtingsmál nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3
  Avgjørt varð at gera innkallingar.

Næsti fundur:
Formaðurin ásetti næsta fund at verða hósdagin, 21. november, kl. 9.00, við hesi skrá:

1.   Gerðabók

2.   Løgtingsmál nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020

3.   Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

4.   Løgtingsmál nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

5.   Løgtingsmál nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

6.   Løgtingsmál nr. 19/2019: Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirvirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

7.   Løgtingsmál nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

8.   Løgtingsmál nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

9.   Løgtingsmál nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)

10.  Løgtingsmál nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

11.  Løgtingsmál nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2

12.  Løgtingsmál nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3

Innkallingar til komandi fund:

Kl. 9.15: Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni (lm. nr. 29/2019)

Kl. 9.30: Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, saman við Fólkaheilsuráðnum (lm. nr. 31/2019)

Kl. 9.50: Kommunufelagið (lm. nr. 12/2019)

Kl. 10.10: IRF (lm. nr. 30/2019)

Kl. 10.30: Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, saman við Umhvørvisstovuni (lm. nr. 19/2019, 27/2019)

Kl. 10.50: Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen (lm. nr. 30/2019)

Kl. 11.10: Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (lm. nr. 24/2019)

Kl. 11.30: Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (lm. nr. 17/2019)

Kl. 13.00: Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (lm. nr. 12/2019, 17/2019, 18/2019, 19/2019, 20/2019, 24/2019, 27/2019)

Fundur lokin kl. 9.55

Hallur Markná
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00