![]() |
Tjóðveldi |
Fødd: 26. juni 1975
Foreldur: John P. Danielsen og Anna Helena Danielsen (fødd Zachariassen)
Hjúnafelagi: Ronnie Háfoss
Børn: Hildur (f. 2001), Hákun (f. 2004), Erlendur (f. 2006) og Halla Háfoss (f. 2009)
Útbúgving: Búskapur (cand.polit), Løgfrøði (cand.jur) og Leiðsla (CBA)
Yrki: 2011- í dag Ráðgevi - Tryggingarfelagið Føroyar.
2007-2011 Deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón og TF Holding.
2006 Prosjektleiðari og íløguráðgevi í Føroya Banka.
2002-2005 Búskaparfrøðingur í Landsbanka Føroya.
Landsstýriskvinna 2008 í útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum.
Løgtingskvinna: Fyrstu ferð vald á ting fyri Tjóðveldi 30. apríl 2002. Afturvald á ting við valið 29. oktober 2011. Í tíðarskeiðum í 2005 og 2006 í nøkrum umførum verið á tingi sum varalimur. 2011- í dag: Næstforkvinna í Fíggjarnevnd Løgtingsins. 2014- í dag: Næstforkvinna í § 19 nevnd. 2002-2004 Forkvinna í Lokalnevndini, nevndarlimur í Fíggjarnevndini og Grundlógarnevndini.
2011- í dag: Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis
2011-2013 Nevndarlimur í P/F TF íløgur og nevndarlimur í P/F TF ognir
2011 Nevndarlimur í P/F Smyril Line.
2008-2011 Umsjónarráðslimur í Landsbanka Føroya.
2005-2006 Forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF).
2004-2005 Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis.
2001-2002 Næstforkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
1998-2000 Ráðslimur og forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta.
Heimstaður: FO-100 Tórshavn
Fartelefon: 21 00 36
Heimasíða: www.kristinahafoss.fo
Email: kristinah@logting.fo