Aðrar nevndir

Løgtingið kann seta aðrar nevndir at geva Løgtinginum tilmæli í ávísum málum, vanliga kallaðar §25-nevndir. Serligar reglur eru um framferðarháttin í sambandi við setan av § 25-nevndum.
Løgtingið velur harumframt limir í Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið, nevningagrundlistanevndina, eins og Løgtingið velur løgtingsgrannskoðarar. 

Skipan av nevdini og nevndarformaðurin
Fyrst valdi nevndarlimurin kallar inn til fyrsta fundin innan 3 løgtingsfundardagar eftir, at nevndin er vald, har nevndin velur formann og næstformann eftir lutfalsvalháttinum sbrt. løgtingsvallógini.
Nevndarformaðurin boðar nevndarlimunum til fundar, stýrir nevndarfundunum og stílar fyri, at álit verða skrivað. Tað áliggur formanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávur formansins.
Við atliti til bæði nevndarlimir og tey, ið verða boðsend á fund við nevndirnar, verður miðað eftir at gera ætlan fyri nevndararbeiðið í góðari tíð og so langt fram sum gjørligt.

Farloyvi og varamenn
Um nevndarlimur ikki fær møtt á fundi, og hann ynskir, at varalimur skal møta, áliggur tað honum at siga varaliminum frá.
Fer tingmaður í farloyvi, tekur varamaðurin, sum fær sæti á tingi fyri tingmannin, við teimum nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í. Serligar reglur galda fyri Uttanlandsnevndina og Landsstýrismálnevndina. Har tekur varalimurin í nevndini sæti í nevndini.

Nevndarferðir
Møguleiki er hjá nevndunum at kunna seg við viðurskifti, sum viðvíkja arbeiðsøkinum hjá nevndini, herímillum at ferðast uttanlands annaðhvørt ár í hesum sambandi. Ferðin verður løgd til rættis í samráð við umsitingina og skal góðkennast av løgtingsformanninum, samsvarandi serligari mannagongd í reglugerð, ið er galdandi fyri nevndarferðir.