Flokkarnir á tingi

Seks flokkar eru umboðaðir á tingi í løtuni. Hesir eru: Fólkaflokkurin (A), Framsókn (F), Javnaðarflokkurin (C), Miðflokkurin (H), Sambandsflokkurin (B) og Tjóðveldi (E). Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum: einum tjóðskaparligum í spurninginum millum Føroyar og Danmark og einum hugmyndafrøðiligum frá vinstru til høgru. Føroyska flokkaskipanin hevur sín uppruna í teirri spjaðing sum eftir 1900 kom í føroysku tjóðskaparrøsluna, ið tók seg upp í seinasta fjórðingi av 19. øld.

Flokkarnir í Løgtinginum eru skipaðir á ymsan hátt, men eins fyri allar er, at teir hava eina landsnevnd og ein tingbólk. Limirnir í landsnevndunum hjá flokkunum eru floksins meinigu limir, meðan tingbólkurin er limirnir í flokkinum, sum eru valdir í Løgtingið.

Flokkarnir skipa seg vanliga við einum tingbólkaformanni á tingi. Tingbólkaformaðurin er sambindingarlið millum flokkin og løgtingsformannin soleiðis at skilja, at um formaðurin ynskir t.d. at broyta mannagongdir, so verður hetta gjørt eftir samráð við tingbólkaformenninar, og um tingmaður ella flokkur ynskir broyting ella hevur eitt hvørt at finnast at, eigur hetta at verða fráboðað umvegis tingbólkaformannin.
Hvør flokkur hevur floksskrivstovu og ein ella fleiri floksskrivarar, ið hjálpa tingbólkaformonnunum við dagliga arbeiðinum í tingbólkinum. Flokkurin fær játtan til hetta arbeiðið eftir stødd av flokkum sambært reglugerð hesum viðvíkjandi. Reglugerðin sæst her.

Floksformenn Tingbólkaformenn Floksskrivarar
Beinir Johannesen (A) Beinir Johannesen (A) Rebecca Manuela Behrens (A) 
Hanus Samró (A)

Bárður á Steig Nielsen (B) Helgi Abrahamsen (B)

Reidar Nónfjall (B)
Annfinn Brekkstein (B)

Aksel Vilhelmson Johannesen (C) Eyðgunn Samuelsen (C)

Barbara Gaardlykke Apol (C) 
Fróði Jacobsen (C)
Birita Matras Petersen (C)

Høgni Hoydal (E) Hervør Pálsdóttir (E) Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)
Áki Andreasen (E)
Ruth Vang (F) Sólvit Nolsø (F) Poul Clementsen (F)
Tór Marni Weihe (F)
Jenis av Rana (H) Jenis av Rana (H) Ólavur í Geil Andresen (H)