Tingmenn

Tá tú atkvøður til løgtingsval, ert tú við at gera av, hvørjir 33 persónar skulu sita í Løgtinginum næstu fýra árini. Sambært § 3 í Stýrisskipanarlógini kunnu øll, ið hava fylt 18 ár, og sum hava danskan heimarætt og eru heimahoyrandi í Føroyum, uttan so at tey eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, gerast løgtingsmenn, um viðkomandi ikki er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi. Tó verður tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, ikki óverdugur til tingsess, uttan so at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi. Allir løgtingsmenn eru valdir fyri ein flokk.

Tingmannaarbeiði
At vera løgtingsmaður er ikki eitt vanligt starv; arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Starvið hjá einum tingmanni umfatar millum annað nevndararbeiði, floksarbeiði, tingfundir, nevndarferðir, samband við veljarar og fjølmiðlar. Allir tingmenn – uttan løgtingsformaðurin – eru limir í eini nevnd. Ein stórur partur av eini málsviðgerð í Løgtinginum fer fram í nevndunum, tí mugu tingmenn seta seg inn í fleiri ymisk mál og taka støðu til hesi. Tingmenn mugu lesa nógv skjøl, gera viðmerkingar og fylgja við í tí, sum hendir á starvsøkinum sum heild. Um innkallingar eru í samband við nevndarviðgerð, mugu hesar fyrireikast. Fyri hvørt mál, sum nevndin fær til viðgerðar, verður ein framsøgumaður valdur, ið skal lýsa málið í Løgtinginum. Tá ein nevnd er liðug at viðgera eitt tingmál og álit er skrivað, skal málið aftur til viðgerðar í Løgtinginum. Nevndir hava eisini møguleika at fara á nevndarferð uttanlands annaðhvørt ár fyri at kunna seg við viðurskifti, sum viðvíkja starvsøkinum hjá nevndini. Í samband við nevndararbeiði mugu tingmenn eisini ráðføra seg við egnan flokk. Flokkarnir hava javnan fundir, har tingmenn úr sama flokki fáa kunnleika til mál í ymiskum nevndum. Málini verða umrødd og áskoðanin hjá flokkinum verður ásett. Tingmenn fáa eisini nógvar áheitanir frá fólki uttanífrá, sum vilja kunna og ávirka tingmannin. Nógvir fyrispurningar, sum verða settir í Løgtinginum, hava uppruna í hesum áheitanum. Harumframt fáa tingmenn fáa eisini javnan áheitanir frá fjølmiðlum at gera viðmerkingar til ymisk mál og rák, sum røra seg í samfelagnum.