Umsitingin

Uppgávurnar hjá umsiting tingsins eru lýstar í Tingskipanini
Við ábyrgd mótvegis løgtingsformanninum eru uppgávurnar í stuttum:

  • At vera skrivari í tinginum og í nevndum tingsins
  • At vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá Formansskapinum, flokkunum og tingmonnum.
  • At ansa eftir at tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt.
  • At taka sær av rakstur- og tænastuuppgávum tingsins.

Umsitingin húsast á 3 hædd í Tinghúsbygninginum. Í umsitingini starvast 14 starvsfólk, stjóri, 4 nevndarskrivarar, 6 skrivstovufólk av teimum eru 3 tingskrivarar, ein húsavørður og 2 starvsfólk sum arbeiða í kantinuni og við reingerð.

Nevndarskrivarar
Hvør nevnd hevur ein skrivara, sum hevur sum uppgávu at ráðgeva og hjálpa nevndini í sambandi við viðgerðina av løgtingsmálum v.m. Skrivararnir eru starvsettir í umsiting tingsins og eru útbúnir løgfrøðingar ella hava aðra hægri útbúgving. Allir skrivarnir eru skrivarar í fleiri nevdum.
Av ítøkiligum uppgávum hjá nevndarskrivarunum kunnu nevndast at skriva uppskot til álit, tilevna broytingaruppskot til løgtingsmál, leggja ætlan fyri nevndararbeiðið saman við formanninum, finna fram tilfar og upplýsingar til nevndina v.m. Skrivarin arbeiðir fyri allar limirnar í nevndini.

Nevndarrøklar
Hvør nevnd hevur ein nevndarrøkil, sum hjálpir nevndarskrivaranum við fyrireikingunum til nevndarfundir og tekur sær av nevndarskjølum. Harumframt er nevndarrøkilin kontaktpersónur hjá nevndini, tá nevndarskrivarin ikki er tøkur.