Aksel V. Johannesen tilnevndur samráðingarleiðari

12.12.2022

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður hevur í dag loyst Bárð á Steig Nielsen, løgmann úr embæti og álagt honum at virka sum starvandi løgmaður, til nýggjur løgmaður er valdur.

Aftaná at hava tosað við allar floksformenninar, hevur Jógvan á Lakjuni tilnevnt Aksel V. Johannesen til samráðingarleiðara at standa fyri samráðingunum at finna nýtt løgmansevni. Uppskot um nýtt løgmansevni skal í seinasta lagi 3. januar 2023 leggjast fyri Løgtingið. Hetta er samsvarandi § 28, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at hetta skal gerast innan 10 yrkadagar eftir fyrsta fundin hjá nývalda tinginum.

Nýggja løgtingið kemur sambært § 9 í stýrisskipanarlógini saman til fundar hósdagin 22. desembur, kl. 10 at góðkenna valið og velja løgtingsformann og formansskap.