Formansskapurin í Løgtinginum hevur havt vitjan av Formansskapinum í Fólkatinginum

23.06.2022

Formansskapurin í Løgtinginum hevur verið vertur fyri vitjan frá Formansskapinum í Fólkatinginum.

Formansskapirnir hittast árliga, aðru hvørja ferð í ávikavist Føroyum og í Danmark.

Í sambandi við vitjanina er fundur, har formansskapirnir umrøða viðurskifti í sambandi við tingarbeiði í báðum londunum. Fundirnir hava verið afturvendandi síðan fyrru helvt av níti árunum, og er hetta 27. ferð, at partarnir hittast at umrøða mál av felags áhuga.

Í sambandi við vitjanina hava formansskapirnir sum vant eisini vitjað ymisk áhugaverd støð. Týsdagin varð vitjað á nýggju løgreglustøðini í Havn, áðrenn leiðin gekk gjøgnum Eysturoyartunnilin til Fuglafjarðar, har vitjað varð hjá Fuglafjarðar kommunu, á Framherja og í nýggja skúlanum í Fuglafirði, har eitt barnakór sang so vakurt fyri gestunum. Eftir fundin í Løgtinginum í gjár varð vitjað á radarstøðini á Sornfelli og í Varðhaldinum í Mjørkadali. Gestirnir fóru aftur til Danmarkar í morgun.