Fundur millum tingformenn í Norðurlondum

23.03.2023

Á Norðurlandadegnum hevur fundur í dag verið ímillum leiðararnar í parlamentunum í Norðurlondum. Bjørt Samuelsen, løgtingsformaður, luttók á talgilda fundinum við norðurlendsku starvsfelagar sínar, har virksemið í tingunum og ymisk viðkomandi mál vórðu umrødd. Millum hesi mál vóru kríggið í Ukraina, inflasjóns- og príshækkingar, sum raka familjur, og grøna orkuskiftið, sum eru mál, ið fylla nógv í norðurlendsku lóggávutingunum í hesum døgum. Eisini greiddu Svøríki og Finnland frá støðuni, nú tey hava tikið avgerð um at gerast limir í NATO.

Fundurin var liður í eini røð av tiltøkum, sum londini skipa fyri, nú tey hátíðarhalda Norðurlandadagin, við at seta fokus á samstarvið og tøttu bondini millum Norðurlond.

Norðurlendsku tingformennirnir hittast aftur á fundi seinast í oktobur í Oslo, har norðurlandaráðsfundur verður.