Løgtingið opið aftur 1. mars 2022

23.02.2022

Formansskapurin í Løgtinginum hevur á fundi í gjár gjørt av, at koronaavmarkingarnar í tinginum verða strikaðar 1. mars í ár.

Hetta merkir, at tingfundir aftur vera almennir, so at áhoyrarar hava atgongd til tingsalin, tá tingfundir eru.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður