Nýggj heimasíða til Ungdómsting 2022

04.02.2022
Nú ungdómstingið verður mánadagin og týsdagin, 7. og 8. februar, er nýggj heimasíða gjørd, har til ber at fylgja við hesum. Ovast á forsíðuni er møguligt at trýsta á "Ungdómsting", har ein undirsíða vísir til ungdómstingið á sama hátt, sum er galdandi fyri Løgtingið annars. Til ber at fylgja við viðgerðunum á hesari undirsíðuni, at síggja málini, sum ungdómstingið fer at viðgera, og at síggja luttakararnar, og hvørjar tingnevndir, hesir fara at manna. Á hendan hátt ber til hjá øllum at fylgja við arbeiðinum hjá ungdómspolitikarunum hesar báðar dagarnar. Ungdómstingssíðan er ein spegling av vanligu heimasíðuni hjá tinginum, ið virkar á sama hátt, men sum natúrliga er avmarkað til virksemið hjá ungdómstinginum. Tingfundirnar verða eisini sendir í sjónvarpinum hjá KVF og á FM-tingvarpinum, eins og vanligir tingfundir. Løgtingið fegnast um stóru undirtøkuna til ungdómstingið, og ynskir ungu politikarunum góða eydnu við arbeiðinum hesar báðar dagarnar.