Tingfundurin 21. juni er avlýstur

20.06.2021
“Nú semja er gjørd millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, er grundarlag ikki longur fyri at viðgera løgtingsmál nr. 143/2020. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur boðað frá, at hann ynskir at taka málið aftur. Tingfundurin, sum varð lýstur at vera mánadagin 21. juni, kl. 16, er tí avlýstur. Jógvan á Lakjuni Løgtingsformaður”