Útnorðurráðið á evnisráðstevnu í Qaqortoq

16.06.2022

Útnorðurráðið er í hesum døgum á árligu evnisráðstevnuni hjá ráðnum, sum hesa ferð verður hildin í suðurgrønlendska býnum Qaqortoq. Evnið á ráðstevnuni er “Framtíðarvánirnar hjá ungum í útnorðri”. Í hesum sambandi serliga umhvørvi, samfelag og samleiki og útbúgving og flytføri hjá ungum í útnorðri. At umrøða evnið eru komin leik- og vísindafólk úr Íslandi, Grønlandi, Noregi, Finnlandi, Danmark og Føroyum.

Á túrinum hevur Útnorðurráðið eisini fingið høvi at vitja støð á siðaarvslistanum hjá UNESCO í Suðurgrønlandi, millum annað gamla biskupssæti hjá norðbúgvum í Igaliku (á Gørðum) og part av búsetingini hjá Eiriki Reyða í Qassiarsuk (Brattahlíð), ið Útnorðurráðið var stigtakari til at fáa endurbygt um aldarskifti.