84 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð
Ár 2001, 3. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 4, stk. 2, verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Treytin fyri útgjalding er, at kravið er gjaldkomið, og at
arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda tað í § 7, stk. 1, nevnda gjald."
Í § 7, stk. 3, verður "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin ".
§ 7a verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Broyting viðvíkjandi, hvør ið hevur rætt til útgjald úr trygdargrunninum
Mælt verður í hesum lógaruppskotinum til at gera eina broyting í lógini um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., ið hevur við sær, at útlendingar (t.e. í hesum sambandinum avmarkað skattskyldugir persónar) umborð á bareboat-chartraðum skipum og FAS-skipum ikki skulu hava rætt til gjald úr trygdargrunninum.
Áður í hesi tingsetuni er gjørd ein broyting í lógini um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir, ið hevði við sær, at føroysk reiðarí, sum hava bareboat-chartrað útlendsk skip, ikki skulu rinda gjald í trygdargrunnin fyri løn hjá útlendingum, ið sigla við hesum skipum. Broytingin varð gjørd við løgtingsmáli nr. 35/2000, sum varð endaliga samtykt 15. februar í ár, og vórðu reiðarí við bareboat-chartraðum skipum tá javnstillað við reiðarí við FAS-skipum, hvat gjaldi til trygdargrunnin umræður. Broytingin viðvíkjandi FAS-skipunum kom inn í lógina við løgtingslóg nr. 70 frá 13. juni 1995.
Tá løgtingsmál nr. 35/2000 eftir fyrstu viðgerð var fyri í figgjarnevndini, vísti nevndin á, at øll, sum lúka treytirnar fyri at fáa pening út trygdargrunninum, hava rætt til at fáa pening úr grunninum. Treytin fyri at fáa pening úr grunninum er, at man hevur eitt lønarkrav ella krav um frítíðarløn mótvegis arbeiðsgevara, sum hesin ikki kann rinda.
Eftir galdandi lóg ber tað tí til hjá útlendingum við bareboat- ella FAS-skipum at gera lønarkrøv galdandi ímóti grunninum, hóast arbeiðsgevari teirra ikki hevur goldið inn í grunnin fyri løn hjá útlendingunum. Og tí heitti fíggjarnevndin á landsstýrismannin við fíggjarmálum um at leggja lógaruppskot fyri tingið, ið broytir treytirnar fyri gjaldi úr trygdargrunninum soleiðis, at hesir útlendingarnir ikki skulu hava rætt til gjald úr grunninum.
Striking av heimild hjá landsstýrinum til at veðhalda fyri rakstrarláni til grunnin
Landsstýrinum var eftir galdandi lóg heimilað vegna landskassan at veðhalda fyri rakstrarláni upp til 1,5 mió. kr. til trygdargrunin. Í lógini varð tó ásett, at hetta veðhaldið var í gildi frá 1. januar 1990 til 1. apríl 1991. Skotið verður tí upp at strika hesa heimildina.
Fylgibroytingar í sambandi við nýggju Toll- og skattafyrisitingarlógina
Hinar lógarbroytingarnar, sum mæltar verða til í hesum lógaruppskotinum, eru fylgibroytingar í sambandi við Toll- og skattafyrisitingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 1998.
Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
Lógaruppskotið verður ikki mett at hava við sær umsitingarligar avleiðingar.
Tað er torført at meta neyvt um fíggjarligu avleiðingarnar fyri trygdargrunnin av hesum lógaruppskotinum. Men við tað, at skarin av løntakarum, ið kann gera rætt sín galdandi til gjald úr grunninum, verður nakað minni, verður grunnurin tað betur fyri.
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna | |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
(ja) |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Sosialar avleiðingar |
|
nei |
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Broytingin í § 4, stk. 2, er ein avleiðing av tveimum broytingum (í 1995 og 2000), ið vórðu gjørdar í lógini um trygdargrunn, og sum høvdu við sær, at arbeiðsgevarar ikki skulu rinda gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS-skipanini ella fyri løn hjá útlendingum umborð á bareboat-chartraðum skipum.
Um hendan broytingin, sum nú verður skotin upp, ikki verður samtykt, merkir tað, at útlendingar (avmarkað skattskyldugir persónar) umborð á bareboat-chartaðum skipum og FAS-skipum kunnu gera sín rætt til gjald úr trygdargrunninum galdandi, hóast arbeiðsgevari teirra ikki hevur goldið inn í grunnin "teirra vegna". Treytin fyri at fáa gjald úr grunninum er annars, at man hevur eitt lønarkrav ella krav um frítíðarløn mótvegis arbeiðsgevara, sum hesin ikki kann rinda.
Dagføring av ásetingini, sum flytur heimildir frá landsstýrinum, til landsstýrimannin í skattamálum.
1. viðgerð 13. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. mars legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 14. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.
Nevndin vísir á álitið í løgtingsmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., har sagt varð, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at arbeitt verður við at broyta treytirnar fyri útgjaldi úr trygdargrunninum, og nevndin heitti tá á landsstýrismannin um at leggja hesar broytingar fyri tingið í nýggjum lógaruppskoti, og sum landsstýrismaðurin nú hevur gjørt í fyriliggjandi lógaruppskoti.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 20. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.
viðgerð.
3. viðgerð 22. mars 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 44 frá 30.03.2001
J.nr. 521-0022/2000