35 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð
Ár 2000, 12. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri
avreiðingar og lønir v.m., við seinni broytingum, verður § 7, stk. 1, 3. pkt.,
orðað soleiðis:
"Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini,
ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2.
pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við
seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í
Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í
løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Bareboat-skip uttan fyri FAS:
Við hesi broytingini (sum eisini verður gjørd í lóg um
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn) er ætlanin at frítaka føroysk feløg, ið reka
bareboat-leigaði skip uttan fyri føroysku altjóða skipaskránna (FAS) - sum
arbeiðsgevarar - at rinda í nevndu grunnar. Lógirnar um grunnarnar vórðu broyttar í
1995 soleiðis, at arbeiðsgevarar ikki skuldu rinda gjald fyri løn hjá útlendingum
við skipum í FAS-skipanini. Av eini ella aðrari orsøk vórðu bareboat-skipini uttan
fyri FAS-skipanina ikki fevnd av broytingunum, hóast hesi skipini annars í allar
(aðrar) mátar eru at líkna við bareboat-skipini í FAS-skipanini og fáa somu
afturbering (28% av hýrunum) sambært reglunum um skip skrásett í FAS. Broytingin í
skattalógini, sum førdi við sær, at bareboat-skip uttan fyri FAS skuldu líknast við
bareboat-skip í FAS, varð gjørd áðrenn broytingarnar í grunnunum, og tað talar
fyri, at talan má hava verið um eitt mistak, at bareboat-skipini uttan fyri FAS ikki
vórðu tikin við, tá ið reglurnar um grunnarnar vórðu broyttar. Nevnast kann eisini,
at útlendingar, ið sigla við nevndu skipum, sjálvir eru frítiknir fyri at gjalda til
TG og AMG. Tvs. tað er bara arbeiðsgevarin sjálvur, ið eftir núverandi reglum
vegna manningina - skal gjalda til TG og AMG. Men við tað, at manningarnar ikki
gjalda til grunnarnar, so fáa teir heldur ongan rætt til gjald úr grunnunum.
Innkrevjing av almennari skuld:
Av tí at innkrevjingin av almennari skuld í 1999 varð flutt frá Føroya Gjaldstovu
til Toll- og Skattstovu Føroya, er neyðugt við konsekvensbroytingum í hesi lóg.
Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum
Mett verður, at uppskotið ikki hevur nakrar fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunurnar ella vinnuna. Væntandi verða góðar 40 tkr. minni goldnar inn í trydgargrunnin.
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam-felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Sosialar avleiðingar |
|
nei |
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
1. viðgerð 16. januar 2001. Tingmálini nr. 35 og 36 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. februar 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið legði málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin segði nevndini frá, at ein feilur er komin í viðmerkingarnar í málinum, har sagt verður, at manningar, sum ikki gjalda inn til grunnin, fáa ongan rætt til útgjald úr grunninum, so er hetta ikki rætt. Øll, sum lúka treytirnar fyri útgjaldi, fáa úr grunninum. Landsstýrismaðurin upplýsti, at arbeitt verður við at broyta treytirnar fyri útgjaldi úr trygdargrunninum, og er nevndin kunnað um hesar broytingar. Broytingarnar, ið landsstýrið ætlar at gera, víkja ov nógv frá uppskotinum til, at nevndin kann seta tær fram sum broytingaruppskot til fyriliggjandi uppskot. Nevndin heitir tí á landsstýrismannin um at leggja hesar broytingar fyri tingið í nýggjum lógaruppskoti.
Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 13. februar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 15. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr. 521-0022/2000
Ll. nr. 15 frá 16.02.2001