1-9 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001
Ár 2001, 23. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
til
eykajáttanarløgtingslóg
fyri mars 2001
Almennar viðmerkingar
*Høvuðsyvirlit
*§7. Útbúgving og gransking o.a.
*§8. Almanna- og heilsumál o.a.
*§20. Inntøkur
*Almennar viðmerkingar
Hjálagt er annað eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2001.
Samlaði kostnaðurin av hesum uppskoti er 40,4 mió. kr.
Eykajáttanirnar kunnu eisini greinast soleiðis:
Íalt . 40.436 tús. kr.
Av Onnur játtan eru 12.250 tús. kr. inntøkur av skatti.
Samlaðu eykajáttanirnar higartil í ár hava verið 20 mió. kr.
Hetta eykajáttanaruppskot er serliga merkt av, at biðið verður um endurjáttanir av løgum og verkætlanum av ónýttari játtan í 2000. Talan er um endurjáttanir upp á 11,7 mió. kr.
Hetta uppskot til eykajáttanarlóg kann greinast soleiðis:
Á § 3 verður biðið um, at Nýggj fíggjarstýring verður hækkað við 370 tús. kr., sum er endurjáttan av ónýttari játtan í 2000. Harafturat verður biðið um, at játtanin til Burðarfarloyvi verður lækkað við 5.717 tús. kr., tí barsilspeningur frá 1. juni 2001 verður goldin av nýggju Barsilsskipanini á § 6.
Á § 6 verður biðið um at upprætta nýggja høvuðskonto til Kanning av djórasjúkum í Føroyum. Til nýggjar landsvegir verður biðið um 4.705 tús. kr., harav 205 tús. kr. eru til vegastubban Oyrareingir-Signabøur, 1.000 tús. kr. eru til rætting av feili hjá fíggjarnevndini og 3.500 tús. kr. til seismiskar forkanningar í Leirvíksfirði. Til havnir verður biðið um 4.200 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til liðugtgerð av ferjulegum í Hesti, Skopun og Gomlu rætt. Til nýggja Barsilsskipan verður biðið um 26.830 tús. kr. til útgjald av barsilspeningi. Henda játtan verður mótsvarað av, at spardar verða 5.717 tús. kr. á játtanini til Burðarfarloyvi á § 3 og 8.667 tús. kr. av Dagpeningaskipanini á § 8 og, at Gjald til barsilsskipan verður kravt inn fyri 12.250 tús. kr. á § 20.
Á § 7 verður til Fólkaskúlan biðið um 1.500 tús. kr. til ráðlegging, flokslæraraarbeiði, skúlaleiðslu og bókasavnsvirksemi. Til Miðnámsútbúgvingar verður biðið um 5.000 tús. kr. til makaskifti viðvíkjandi Tekniska skúla í Havn. Til Føroya Sjómansskúla verður biðið um 944 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til liðugtgerð av nýggjum bygningi. Til Almanna- og heilsuskúla Føroya verður biðið um 1.221 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til innrætting av skúlanum á Tvøroyri. Biðið verður um, at játtanin til Føroya Læraraskúla verður lækkað við 800 tús. kr. sum útreiðsluneutralt tiltak mótvegis játtanunum til Fróðskaparsetur Føroya og Havfrøðiligu royndarstøðina. Til Fróðskaparsetur Føroya verður biðið um 500 tús. kr. til umbygging av "barakkini í Nóatúni" og tillaging av gamla bókasavnsbygninginum. Til Granskingarætlanir verður biðið um 137 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til ætlanir við tilsøgn. Til Havfrøðiligu royndarstøðina verður biðið um 424 tús. kr. til liðugtgerð av hølum, harav 64 tús. kr. er endurjáttan av ónýttari játtan í 2000.
Á § 8 verður til Almanna- og heilsumálastýrið biðið um 3.560 tús. kr., harav 1.000 kr. eru til nýtt Trivnaðar- og heilsuráð og 2.560 tús. kr. eru til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til lønarforskipan. Til Landssjúkrahúsið verður biðið um 612 tús. kr. til húðlækna. Henda hækking er útreiðsluneutral við Serviðgerð uttanlands, sum lækkar við 612 tús. kr. Her verður eisini biðið um heimild til at nýta av játtanini til endurgjald til ein organdonor fyri mista arbeiðsinntøku. Til Landssjúkrahúsið, útbygging verður biðið um 842 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000. Til Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu verður biðið um 2.000 tús. kr. afturat til medisinska tilbúgving í sambandi við oljuvinnu við Føroyar. Til Almannastovuna verður biðið um 1.137 tús. kr. til endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 til edv-skipan. Til Barnaforsorg verður biðið um 4.000 tús. kr., tí útreiðslurnar av fríplássum í dagstovnum ikki verða fluttar til kommunurnar fyrr enn í 2002. Biðið verður um, at játtanin til Dagpeningaskipanina verður lækkað við 8.667 tús. kr., tí nýggj dagpeningalóg ásetur, at dagpeningur í sambandi við barnsburð frá 1. juni 2001 verður goldin av nýggju Barsilsskipanini á § 6. Lógarbroyting hevur við sær, at biðið verður um, at játtanin til Viðbót til ávísar pensjónistar verður hækkað við 4.000 tús. kr., soleiðis at samsvar aftur er millum játtan og lógarfest útgjald.
Á § 20 verður Gjald til barsilsskipan innkravt fyri 12.250 tús. kr., sum er við til at fíggja nýggju Barsilsskipanina á § 6.
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
-5.347 |
-5.347 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
- |
- |
- |
Fíggjarmál o.a.................................... ........................ |
370 |
- |
3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m................................................ ........ |
370 |
- |
Almenn starvsfólk v.m .................................................................. |
-5.717 |
- |
3.18.3. Aðrar starvsfólkaútreiðslur.......................................................... |
-5.717 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m. |
|||
3.15.1.10. Nýggj fíggjarstýring (Rakstrarjáttan) |
J |
1.891 |
- |
EYJ |
370 |
- |
|
3.18.3. Aðrar starvsfólkaútreiðslur |
|||
3.18.3.01. Burðarfarloyvi (Rakstrarjáttan) |
J |
9.800 |
- |
EYJ |
-5.717 |
- |
Viðmerkingar
3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.
3.15.1.10. Nýggj fíggjarstýring (Rakstrarjáttan)
Verkætlanin strekkir seg yvir fleiri ár, og tí er neyðugt at endurjátta tað, sum ikki varð nýtt í fjør, yvir á árið í ár, soleiðis sum arbeitt hevur verið undanfarin ár. Talan er um at endurjátta 370 tús. kr. frá 2000 (játtaðar vórðu 3.760 tús. kr.) til 2001.
Rakstrarjáttanin verður brúkt til at gera nýggjar EDV-skipanir á arbeiðsøkinum hjá Føroya Gjaldstovu, og strekkir verkætlanin seg sum sagt yvir fleiri ár. Farið varð undir verkætlanina longu í 1994. Byrjað verður at taka 3. part av samlaðu verkætlanini felags lønarskipanina - í nýtslu í hesum fíggjarárinum. Felags lønarskipanin verður væntandi liðugt innkoyrd í 2003.
Bindandi avtala er gjørd við veitara, og eins og vanligt er í tílíkum verkætlanum, so fella útreiðslurnar alt eftir gongdini, og nær tær ymsu partskipanirnar verða settar í verk.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
1.891 |
370 |
2.261 |
Útreiðslur |
1.891 |
370 |
2.261 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
1.891 |
370 |
2.261 |
Útreiðslur |
1.891 |
370 |
2.261 |
11. Lønir v.m. |
650 |
- |
650 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
1.241 |
370 |
1.611 |
Yvirlit yvir endurskoðaðu verkætlanina
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
A: Høvuðsendamál |
1.891 |
370 |
2.261 |
DEMM-verkætl. |
- |
- |
- |
FSL-verkætl. |
- |
- |
- |
Løn-verkætl. |
1.891 |
370 |
2.261 |
Búskaparskipanir landsins |
- |
- |
- |
3.18.3. Aðrar starvsfólkaútreiðslur
3.18.3.01. Burðarfarloyvi (Rakstrarjáttan)
Lóg um barsilsskipan er løgd fyri tingið. Ætlanin er, at henda skipan skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og tískil verður henda høvuðskonto, sum bert fevnir um almenna arbeiðsmarknaðin, niðurløgd. Játtanin verður flutt til § 6 at fíggja nýggju barsilsskipanina á høvuðskonto 6.39.4.01. Barsilsskipan. Játtanin til Burðarfarloyvi er 9,8 mió. kr. árliga, men av tí, at lógin um barsilsskipan ætlandi fær gildi frá 1. juni 2001, so verður talan um eina flyting upp á 5.717 tús. kr. í 2001.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
9.800 |
-5.717 |
4.083 |
Útreiðslur |
10.100 |
-5.892 |
4.208 |
Inntøkur |
300 |
-175 |
125 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
9.800 |
-5.717 |
4.083 |
Útreiðslur |
10.100 |
-5.892 |
4.208 |
11. Lønir v.m. |
8.000 |
-4.667 |
3.333 |
72. Flyting til kommunur |
2.100 |
-1.225 |
875 |
Inntøkur |
300 |
-175 |
125 |
77. Flyting frá kommunum |
300 |
-175 |
125 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
33.330 |
33.330 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
8.905 |
8.905 |
- |
Landbúnaður........................................................... ..... . |
4.500 |
- |
6.33.1. Djóralæknatænastur.................................................... ............. |
4.500 |
- |
Samferðsla og samskifti........................................................................ |
8.905 |
- |
6.38.1. Vegir og havnir........................................................................... |
8.905 |
- |
Arbeiðsmarknaður......................................................... ........... |
28.830 |
- |
6.39.4. Arbeiðsmarknaðartænastur.......................................................... |
28.830 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
6.33.1. Djóralæknatænastur |
|||
6.33.1.07. Kanning av djórasjúkum í Føroyum (Rakstrarj.) |
J |
- |
- |
(Nýggj høvuðskonto) |
EYJ |
4.500 |
- |
6.38.1. Vegir og havnir |
|||
6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan) |
J |
45.100 |
- |
EYJ |
4.705 |
- |
|
6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan) |
J |
13.100 |
- |
EYJ |
4.200 |
- |
|
6.39.4. Arbeiðsmarknaðartænastur |
|||
6.39.4.01. Barsilsskipan (Lógarbundin játtan) |
J |
- |
- |
(Nýggj høvuðskonto) |
EYJ |
26.830 |
- |
6.39.1.04. Umsiting av barsilsskipan (Rakstrarjáttan) |
J |
- |
- |
(Nýggj høvuðskonto) |
EYJ |
2.000 |
- |
Viðmerkingar
6.33.1.07. Kanning av djórasjúkum í Føroyum (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto)
Í løtuni er ongin kanning til taks, sum staðfestir títtleikan av týðandi, smittandi djórasjúkum hjá føroyskum djórum. Hesin tørvur er aktuellur, nú veteriner avtala er fingin í lag við ES.
Í álitinum frá vinnunevndini í sambandi við uppskot til djórasjúkulóg verður stórur dentur lagdur á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skjótast gjørligt tekur stig til at skráseta títtleikan av smittandi sjúkum hjá djórum, og er ætlanin at fara undir eina landsumfatandi kanning av seyði, neytum og rossum í hesum sambandi. Kanningin verður framd í ár og næsta ár, í tøttum samstarvi millum Veterinerdeildina hjá Vinnumálastýrinum og djóradeildina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum verður skipað. Ætlanin fevnir um djóralæknakanningar og blóðroyndir fyri at meta um generellu heilsustøðuna.
Blóðroyndirnar verða kannaðar av Statens Veterinære Serumslaboratorium í Danmark. Úrslitini skulu nýtast til framtíðar eftirlit við og basan av djórasjúkum (heilsuskipan), sum eisini verður grundarlag fyri teimum heilsukrøvum, ið sett verða til innflutning av livandi djórum og mati av djórum til Føroyar.
Verkætlanin verður mett at kosta umleið 8,5 mió. kr. og verður biðið um eina eykajáttan upp á 4,5 mió. kr. í hesum fíggjarárinum til endamálið.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
- |
4.500 |
4.500 |
Útreiðslur |
- |
4.500 |
4.500 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
- |
4.500 |
4.500 |
Útreiðslur |
- |
4.500 |
4.500 |
11. Lønir v.m. |
- |
540 |
540 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
- |
3.660 |
3.660 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
- |
300 |
300 |
Stutt fyri ársskiftið gjørdi Landsverkfrøðingsstovnurin Vinnumálastýrinum greitt, at stovnurin av ymsum ávum ikki hevur nýtt tvær løgujáttanir til fulnar í 2000, og at neyðugt tí verður at endurjátta ein part av játtanunum. Tá Vinnumálastýrið fekk kunnleika til hesi mál, var so mikið útliðið, at ov seint var at broyta fíggjarlógaruppskotið fyri 2001.
Verkætlanirnar, talan er um, eru a) ábøtur á vegabugan um oyruna á Oyrareingjum (sí høvuðskonto 6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)), og b) tillaging av ferjuleguni í Hesti, soleiðis at nýggja Sandoyarferjan Teistin kann nýta ferjuleguna, og aðrar smávegis ábøtur á Gomlurætt og í Skopun (sí høvuðskonto 6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)).
6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)
Oyrareingir Signabøur (endurjáttan)
Ætlanin er at umbyggja vegabugan á landsvegnum á Oyrareingjum fyri ein samlaðan
kostnað upp á 1,9 mió. kr., tí ábøtur eru sera átrokandi. Ætlanin var at fremja
verkætlanina yvir tvey fíggjarár, í 2000 og 2001. Í fjør (2000) vóru 400 tús. kr.
játtaðar til endamálið, og restin, 1,5 mió. kr., er játtað í ár (2001).
Lendisspurningurin tók so drúgva tíð í 2000, at ikki vóru stundir til at fara undir sjálva vegagerðina. Keyp av lendi kostaði 195 tús. kr., og vóru sostatt 205 tús. kr. ikki nýttar av játtanini. Verður ónýtta upphæddin endurjáttað í ár, verður møguligt at liðugtgera nevndu verkætlan. Søkt verður tí um eina eykajáttan upp á 205 tús. kr. til høvuðskonto 6.38.1.07. Nýggjar landsvegir (Løgujáttan), soleiðis at játtanin til høvuðsendamálið verður 1,7 mió. kr., og møguleiki verður fyri at liðugtgera vegabugan á landsvegnum á Oyrareingjum í ár.
Fíggjarnevnd Løgtingsins
Landsstýrismaðurin í vinnumálum varnaðist fyri kortum, at samsvar ikki var millum
lógartekstin til nýggjar landsvegir og viðmerkingar fíggjarnevndarinnar til
fíggjarlógina soleiðis, at fíggjarnevndin mælti til at hækka játtanina við 2,9
mió. kr., meðan broytingarnar, sum fíggjarnevndin sjálv skjýtur upp, merkja eina
meirútreiðslu upp á tilsamans 3,9 mió. kr., ella 1 mió. kr. afturat.
Fíggjarnevndin hevur síðan tikið undir við tilmæli landsstýrismansins um, at feilurin verður rættaður, og játtanin til nýggjar landsvegir verður hækkað við 1,0 mió. kr., og verður tí søkt um eina eykajáttan upp á 1,0 mió. kr. til endamálið.
Seismiskar forkanningar í Leirvíksfirði
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 varð skotið upp at játta 2,5 mió. kr til
seismiskar kanningar í Leirvíksfirði. Somuleiðis varð skotið upp at játta 2,5 mió.
kr í 2002, ella tilsaman 5,0 mió. kr. Fíggjarnevndin broytti
upphæddina fyri 2001 til 1,5 mió. kr., sum Løgtingið tók undir við. Arbeiðið undir
Vestmannasundi gongur so mikið væl, at mælt verður til at gera seismisku
forkanningarnar í Leirvíksfirði 2001, so at møguligt verður (er politisk undirtøka
fyri tí) at bjóða tunnilsarbeiðið um Leirvíksfjørð út, tá skotið er ígjøgnum
undir Vestmannasundi.
Norski tunnilsmarknaðurin er framvegis svangur, og ávirkar hetta prísin niðureftir. Harumframt verður tað møguligt hjá verandi arbeiðstakara um Vestmannasund at geva eitt lægri tilboð upp á Leirvíkstunnilin. Torført er at meta um virðið av hesum, men nevnast kann, at tilriggingin hjá arbeiðstakarunum í sambandi við Vágatunnilin í tilboðnum varð sett at verða 15 mió. kr. Hetta fer væntandi eisini at ávirka tilboðini hjá øðrum áhugaðum arbeiðstakarum.
Søkt verður um eina eykajáttan upp á 3,5 mió. kr. til forkanningar og aðrar fyrireikandi kanningar í hesum sambandi. Slíkar kanningar fevna serliga um:
Seinni í ár verður neyðugt politiskt at taka støðu til fígging, prosjektering, útbjóðing og bygging av verkætlanini, um ætlanin er at leggja uppskot til løgulóg í komandi tingsetu. Ætlandi verður sami leistur nýttur til Leirvíkstunnilin, sum varð nýttur í sambandi við Vágatunnilin.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
45.100 |
4.705 |
49.805 |
10. Nýgerð av landsvegum |
|||
Útreiðslur |
45.100 |
4.705 |
49.805 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
45.100 |
4.705 |
49.805 |
Virksemisyvirlit
J |
EYJ |
J+EYJ |
|
A: Høvuðsendamál (1.000 kr.) |
46.100 |
3.705 |
49.805 |
Leiðsla og hjálparfunktiónir |
2.500 |
- |
2.500 |
Vági-Lopra-Akrar-Sumba (og Øravík Hov í 2000) |
1.500 |
- |
1.500 |
Øravík Hov |
4.000 |
- |
4.000 |
Bø-Gásadalur |
7.500 |
- |
7.500 |
Gamlarætt-Tórshavn |
6.000 |
- |
6.000 |
Hvítanesvegurin |
- |
- |
- |
Kollafirði-Hósvík |
- |
- |
- |
Oyrareingir-Signabø |
1.500 |
205 |
1.705 |
Tjørnuvík |
400 |
- |
400 |
Skálafirði Gøtueiði |
5.000 |
- |
5.000 |
Skálafirði-Strendur |
6.000 |
- |
6.000 |
Vegagerð í Kalsoy |
1.300 |
- |
1.300 |
Klaksvík-Norðoyri |
1.000 |
- |
1.000 |
Vágatunnilin |
- |
- |
- |
Trygging av Norðskálatunlinum |
4.000 |
- |
4.000 |
Kanningar berghol ml. Kambsdal/ml. Fjarða |
500 |
- |
500 |
Seismiskar kanningar av Leirvíksfirði |
1.500 |
3.500 |
5.000 |
Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til |
3.400 |
- |
3.400 |
6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)
Søkt verður um eina eykajáttan upp á 4,2 mió. kr. til høvuðskonto 6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan), sum er endurjáttan av ónýttari játtan í 2000 soleiðis, at umbygging og tillagingarnar av ferjulegunum kunnu gerast lidnar á Gomlurætt, í Hesti og í Skopun.
Tá avgjørt varð at byggja nýggju Sandoyarferjuna, var greitt, at neyðugt varð at umbyggja og tillaga ferjulegurnar í Skopun, á Gomlurætt og í Hesti soleiðis, at skipið kundi nýta ferjulegurnar og røkja siglingina millum Streymoy, Sandoy og Hest.
Verkætlanirnar vórðu mettar at kosta umleið 16 mió. kr., og skuldu tær fremjast yvir tvey ár, í 1999 og 2000, soleiðis at Teistin kundi fara undir siglingina í januar 2001. Byggingin av Teistanum varð tó seinkað nakað, men verður skipið ætlandi liðugt í vár.
Nýtslan til ferjulegurnar var 1,3 mió. kr. í 1999, og 10,5 mió. kr. í 2000, ella tilsamans 11,8 mió. kr. Í 2000 vórðu 14,7 mió. kr. játtaðar til endamálið, sum merkir, at 4,2 mió. kr. ikki vórðu nýttar av játtanini.
Nýtsla í 1999: |
1,3 mió. kr. |
Nýtsla í 2000: |
10,5 mió. kr. |
Samanlagt: |
11,8 mió. kr. |
Mettur kostnaður: |
16,0 mió. kr. |
Neyðug endurjáttan, umleið: |
4,2 mió. kr. |
Landsverkfrøðingsstovnurin upplýsir, at tillagingarnar av ferjulegunum á Gomlurætt og í Skopun vóru so gott sum lidnar í 2000 og, at tað er liðugt at dýpa í Hesti. Tað, sum eftir er at gera, er í høvuðsheitum atløgusíðan í Hesti og endalig liðugtgerð av hinum báðum ferjulegunum, sum tó eru smávegis arbeiði.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
13.100 |
4.200 |
17.300 |
10. Nýgerð av havnum |
|||
Útreiðslur |
13.100 |
4.200 |
17.300 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
13.100 |
4.200 |
17.300 |
Virksemisyvirlit
J |
EYJ |
J+EYJ |
|
A: Høvuðsendamál (1.000 kr.) |
13.100 |
4.700 |
17.800 |
1. Skopunar havn |
9.500 |
- |
9.500 |
2. Skopun/Gamla Rætt/Hest |
- |
4.700 |
4.700 |
7. Leirvík |
- |
- |
- |
8. Samferðsluhavn í Suðuroy |
500 |
- |
500 |
9. Kalsoy (Syðradali) |
3.100 |
3.100 |
|
6.39.4. Arbeiðsmarknaðartænastur
6.39.4.01. Barsilsskipan (Lógarbundin játtan)(Nýggj høvuðskonto)
Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan varð lagt fyri Løgtingið 21. desember ár 2000, og fær lógin ætlandi gildi frá 1. juni 2001.
Nýggja skipanin er soleiðis háttað, at hon verður mett at vera eitt arbeiðsmarknaðarmál. Eftir lógaruppskotinum skal nýggj barsilsskipan setast í verk, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin, og verður barsilspeningur veittur í sambandi við viðgongu, barnsburð og ættleiðing. Barsilspeningurin endurrindar tapið hjá løntakaranum 100%, tó við einum útgjaldsmarki upp á 35.000 kr. ALS skal umsita skipanina.
Barsilsskipanin avloysir tær almennu skipanirnar sum galda í dag, t.e. skipanin eftir dagpeningalógini um dagpening í sambandi við barnsburð og ættleiðing, og skipanina fyri fólk í almennum starvi. Galdandi almennu skipanirnar kosta umleið 25,0 mió. kr. árliga.
Endamálið við lógaruppskotinum er:
Samlað árligt útgjald til barsilspening verður mett at kosta 46,0 mió. kr. Sum nevnt ber landskassin útreiðslurnar til barsilspening.
Til partvísa fígging gjalda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar 0,25% av móttiknum og rindaðum lønum. Inngjaldið til skipanina verður mett til 21,0 mió. kr. árliga. Tað merkir eina nettoútreiðslu upp á umleið 25,0 mió. kr. árliga, sum er tað sama sum kostnaðurin er av verandi skipanum.
Á fíggjarlógini fyri 2001 eru 9.800 tús. kr. játtaðar á høvuðskonto 3.18.3.01. Burðarfarloyvi, sum fer til at gjalda løn til starvsfólk, sum eru avloysarar fyri kvinnur á almennum stovnum, sum eru í barsilsfarloyvi. Henda høvuðskonto verður niðurløgd, tá nýggja barsilsskipanin kemur í gildi.
Á høvuðskonto 8.21.4.01. Dagpeningaskipanin eru játtaðar 51.156.000 kr. í 2001, sum m.a. er dagpeningur til kvinnur í barsilsfarloyvi. Í 1999 vórðu 15,7 mió. kr. nýttar til endamálið. Eftir uppskoti til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. fer dagpeningaskipanin ikki at umfata stuðul til kvinnur í barsilsfarloyvi, tí nýggja barsilsskipanin verður sett í gildi. Játtanin á høvuðskonto 8.21.4.01. Dagpeningaskipanin verður tískil lækkað við 15,2 mió. kr.
Av tí, at lógin um barsilsskipan væntandi fær gildi 1. juni 2001, verður samlað útgjald í 2001 til barsilspening mett at verða 26.830 tús. kr.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
- |
26.830 |
26.830 |
01. Barsilsskipan |
|||
Útreiðslur |
- |
26.830 |
26.830 |
52. Stuðul til einstaklingar |
- |
26.830 |
26.830 |
6.39.4.04. Umsiting av barsilsskipan (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto)
ALS skal eftir ætlan umsita barsilsskipanina, tí skipanin í stóran mun kemur at líkjast arbeiðsloysisskipanini á umsitingarliga økinum, og verður peningur játtaður stovninum til henda rakstur.
Tað verður møguligt at nýta skipanir á ALS við smærri útbyggingum, bæði tá talan er um málsviðgerð og í sambandi við útgjald av farloyvisstuðli, og tá talan er um inngjøld frá arbeiðsgevarum og lønmóttakarum. Loysnin verður samskipað við Búskaparskipan landsins sambært roknskaparkunngerðini.
Árligi rakstrarkostnaðurin verður mettur til umleið 1,8 mió. kr. Neyðugt verður tó at játta eina upphædd upp á 2,0 mió. kr. til endamálið í ár. Vanligur rakstur kostar umleið 1,0 mió. kr., roknað fyri 7 mánaðir av árinum. Harumframt verður neyðugt at játta 1 mió. kr. til stovningarútreiðslur til m.a. keyp av útbúnaði og til menning av skipanum.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
- |
2.000 |
2.000 |
Útreiðslur |
- |
2.000 |
2.000 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
- |
2.000 |
2.000 |
Útreiðslur |
- |
2.000 |
2.000 |
11. Lønir v.m. |
- |
500 |
500 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
- |
1.300 |
1.300 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
- |
200 |
200 |
§7. Útbúgving og gransking o.a.
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
7.858 |
7.858 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
1.068 |
1.068 |
- |
Útbúgving og gransking........................................................................ |
8.926 |
- |
7.23.2. Fólkaskúlin o.a................................................ ........................ |
1.500 |
- |
7.23.3. Miðnámsútbúgvingar.................................................................. |
5.000 |
- |
7.23.6. Hægri útbúgving og gransking.................................................... |
2.426 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
7.23.2. Fólkaskúlin o.a. |
|||
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan) |
J |
174.106 |
- |
EYJ |
1.500 |
- |
|
7.23.3. Miðnámsútbúgvingar |
|||
7.23.3.05. Miðnámsútbúgvingar (Rakstrarjáttan) |
J |
99.635 |
- |
EYJ |
5.000 |
- |
|
7.23.6. Hægri útbúgving og gransking |
|||
7.23.6.02. Føroya sjómansskúli (Løgujáttan) |
J |
- |
- |
EYJ |
944 |
- |
|
7.23.6.11. Almanna- og heilsuskúli Føroya (Rakstrarjáttan) |
J |
15.249 |
- |
EYJ |
1.221 |
- |
|
7.23.6.14. Føroya Læraraskúli (Løgujáttan) |
J |
800 |
- |
EYJ |
-800 |
- |
|
7.23.6.15. Fróðskaparsetur Føroya (Løgujáttan) |
J |
800 |
- |
EYJ |
500 |
- |
|
7.23.6.19. Granskingarætlanir |
J |
3.180 |
- |
EYJ |
137 |
- |
|
7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin (Løgujáttan) |
J |
- |
- |
EYJ |
424 |
- |
Viðmerkingar
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)
Semjan millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag frá 30. apríl 2000 hevur við sær ávíst nýtt virksemi í fólkaskúlanum. Hetta snýr seg um nýggjar og øktar uppgávur í sambandi við ráðlegging av undirvísingini, flokslæraraarbeiði, skúlaleiðslu og skúlabókasavnsvirksemi. Til hetta virksemi verður biðið um eykajáttan á 1,5 mió. kr.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
174.106 |
1.500 |
175.606 |
Útreiðslur |
174.106 |
1.500 |
175.606 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
167.274 |
1.500 |
168.774 |
Útreiðslur |
167.274 |
1.500 |
168.774 |
11. Lønir v.m. |
166.953 |
1.500 |
168.453 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
321 |
- |
321 |
21. Eftirlønir til sáttmálasettar lærarar |
|||
Nettoútreiðsla |
6.832 |
- |
6.832 |
Útreiðslur |
6.832 |
- |
6.832 |
11. Lønir v.m |
6.832 |
- |
6.832 |
7.23.3.05. Miðnámsútbúgvingar (Rakstrarjáttan)
Í sambandi við, at Mentamálastýrið hevur heitt á Tekniska skúla um at fáa framt makaskifti við Tórshavnar Býráð til fulla og endaliga semju, verður søkt um eykajáttan á 5 mió. kr. til útreiðslur í sambandi við makaskiftið.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
99.635 |
5.000 |
104.635 |
Útreiðslur |
106.790 |
5.000 |
111.790 |
Inntøkur |
7.155 |
- |
7.155 |
20. Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy |
|||
Nettoútreiðsla |
11.946 |
- |
11.946 |
Útreiðslur |
11.958 |
- |
11.958 |
11. Lønir v.m |
11.075 |
- |
11.075 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
635 |
- |
635 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
130 |
- |
130 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
118 |
- |
118 |
Inntøkur |
12 |
- |
12 |
21. Søla av vørum og tænastum |
12 |
- |
12 |
21. Føroya Studentaskúli og HF-skeið |
|||
Nettoútreiðslur |
25.791 |
- |
25.791 |
Útreiðslur |
27.115 |
- |
27.115 |
11. Lønir v.m |
24.075 |
- |
24.075 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
2.576 |
- |
2.576 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
204 |
- |
204 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
260 |
- |
260 |
Inntøkur |
1.324 |
- |
1.324 |
21. Søla av vørum og tænastum |
1.324 |
- |
1.324 |
22. Klaksvíkar HF-skeið |
|||
Nettoútreiðsla |
3.417 |
- |
3.417 |
Útreiðslur |
3.417 |
- |
3.417 |
11. Lønir v.m |
3.184 |
- |
3.184 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
184 |
- |
184 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
23 |
- |
23 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
26 |
- |
26 |
23. Studentaskúladeildin í Suðuroy |
|||
Nettoútreiðsla |
6.671 |
- |
6.671 |
Útreiðslur |
6.686 |
- |
6.686 |
11. Lønir v.m |
5.868 |
- |
5.868 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
541 |
- |
541 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
51 |
- |
51 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
226 |
- |
226 |
Inntøkur |
15 |
- |
15 |
21. Søla av vørum og tænastum |
15 |
- |
15 |
24. Føroya Handilsskúli |
|||
Nettoútreiðsla |
21.479 |
- |
21.479 |
Útreiðslur |
21.979 |
- |
21.979 |
11. Lønir v.m. |
18.724 |
- |
18.724 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
1.350 |
- |
1.350 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
92 |
- |
92 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir |
163 |
- |
163 |
55. Íløgustuðul o.a. |
1.048 |
- |
1.048 |
57. Rentuútreiðalur o.a. |
602 |
- |
602 |
Inntøkur |
500 |
- |
500 |
21. Søla av vørum og tænastum |
500 |
- |
500 |
25. Tekniski Skúlin í Tórshavn |
|||
Nettoútreiðsla |
16.274 |
5.000 |
21.274 |
Útreiðslur |
20.681 |
5.000 |
25.681 |
11. Lønir v.m. |
14.303 |
- |
14.303 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
3.600 |
- |
3.600 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
678 |
- |
678 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir |
1.652 |
- |
1.652 |
55. Íløgustuðul o.a. |
448 |
5.000 |
5.448 |
Inntøkur |
4.407 |
- |
4.407 |
21. Søla av vørum og tænastum |
2.163 |
- |
2.163 |
77. Flyting frá kommunum |
2.244 |
- |
2.244 |
26. Tekniski Skúlin í Klaksvík |
|||
Nettoútreiðsla |
10.980 |
- |
10.980 |
Útreiðslur |
11.582 |
- |
11.582 |
11. Lønir v.m. |
7.771 |
- |
7.771 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
2.225 |
- |
2.225 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
250 |
- |
250 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir |
245 |
- |
245 |
55. Íløgustuðul o.a. |
1.091 |
- |
1.091 |
Inntøkur |
602 |
- |
602 |
21. Søla av vørum og tænastum |
602 |
- |
602 |
27. Fiskivinnuskúlin |
|||
Nettoútreiðsla |
3.077 |
- |
3.077 |
Útreiðslur |
3.077 |
- |
3.077 |
11. Lønir v.m. |
2.659 |
- |
2.659 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
332 |
- |
332 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
5 |
- |
5 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir |
81 |
- |
81 |
40. Inntøkufíggjað virksemi, Fiskivinnuskúlin |
|||
Nettoútreiðsla |
0 |
- |
0 |
Útreiðslur |
350 |
- |
350 |
11. Lønir v.m |
150 |
- |
150 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
200 |
- |
200 |
Inntøkur |
350 |
- |
350 |
21. Søla av vørum og tænastum |
350 |
- |
350 |
7.23.6. Hægri útbúgving og gransking
7.23.6.02. Føroya Sjómansskúli (Løgujáttan)
Føroya Sjómansskúli er útbygdur. Útbyggingin fevnir um matar- og samkomurúm, skúlastovu, bókasavn og lærarastovu, uml. 750 fermetrar, simulatorrúm og frálæruhøli í kjallarahæddini í uppíbygninginum, umframt umbygging av tveimun teimum ovastu hæddunum í torninum.
Søkt verður um, at ónýtt játtan í 2000, sum er kr. 944.000, verður endurjáttað.
Játtanin skal nýtast til liðugtgerð av ymiskum arbeiði, sum ikki kundi fremjast í heyst (urtagarðsarbeiði, gerð og uppseting av rekkverki á takinum til at festa antennur á og annað), til innrætting av lærarastovuni, til dyr við inngongd móti eystri og til útgjald av afturhildnum peningi.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
- |
944 |
944 |
10. Sjómansskúlin |
|||
Útreiðslur |
- |
944 |
944 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
- |
944 |
944 |
7.23.6.11. Almanna- og heilsuskúli Føroya (Rakstrarjáttan)
Tann parturin av skúlanum, ið skal vera á Tvøroyri, byrjar ikki sítt virksemi fyrr enn í ár m.a. tí, at hølið, ið skúlin skal húsast í, ikki verður tøkt fyrr enn í mars í ár, og tí kom eitt ávíst avlop at vera á hesi játtan í 2000, ið m.a. var ætlað til keyp av innbúgvi til almanna- og heilsuskúladeildina á Tvøroyri. Biðið verður um at fáa hetta avlop endurjáttað í ár.
Kommunan innrættar hús til skúlan á Tvøroyri, og tí ber til at keypa innbúgv nú, so skúlin er klárur at taka ímóti teimum fyrstu næmingunum seinri í vár.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
15.249 |
1.221 |
16.470 |
Útreiðslur |
15.249 |
1.221 |
16.470 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
15.249 |
1.221 |
16.470 |
Útreiðslur |
15.249 |
1.221 |
16.470 |
11. Lønir v.m. |
14.362 |
- |
14.362 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
505 |
- |
505 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
20 |
1.221 |
1.241 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir |
331 |
- |
331 |
19. Ymsar rakstarútreiðslur |
31 |
- |
31 |
7.23.6.14. Føroya Læraraskúli (Løgujáttan)
Biðið verður um, at játtanin til Føroya Læraraskúla verður lækkað við 800 tús. kr. sum útreiðsluneutralt tiltak mótvegis játtanini til Føroya Sjómansskúla.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
800 |
-800 |
0 |
10. Føroya Læraraskúli |
|||
Útreiðslur |
800 |
-800 |
0 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
800 |
-800 |
0 |
7.23.6.15. Fróðskaparsetur Føroya (Løgujáttan)
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 er játtan, ætlað til umbygging av "barakkini í Nóatúni" til telduhús hjá Fróðskaparsetrinum, tillaging av gomlu bókasavnshúsunum til umsiting hjá Fróðskaparsetrinum og til ymiskt felags virksemi hjá landsbókasavninum, landsskjalasavninum og øðrum stovnum á Debesartrøð. Eisini til keyp av ymiskari útgerð og til flyting av virksemi í nevndu hús. Síðani játtanin varð sett á fíggjarlógina, hevur tað víst seg, at verkætlanin er nakað dýrari enn upprunaliga mett. Tí verður biðið um, at játtanin verður hækkað við kr. 500.000, fyri at umbyggingin kann fremjast í ár. Upplýsast kann, at talið av lesandi økist skjótt. Í 2000/01 eru 159 innskrivað lesandi, meðan hetta tal í 1998/99 var 91 lesandi.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
800 |
500 |
1.300 |
10. Fróðskaparsetur Føroya |
|||
Útreiðslur |
800 |
500 |
1.300 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
800 |
500 |
1.300 |
Játtanin er hækkað við ónýttari játtan frá 2000, sum er kr. 137.000, ið verður endurjáttað. Hetta var avsett sum játtan í 2000 til granskingarverkætlanir, har verkætlanirnar ganga yvir tvey fíggjarár.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
3.180 |
137 |
3.317 |
01. Stuðul |
|||
Útreiðslur |
3.180 |
137 |
3.317 |
11. Lønir v.m |
3.180 |
137 |
3.317 |
7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin Biofar (Løgujáttan)
Byrjað varð at gera hølini klár til havfrøðiligu royndarstøðina í Kaldbak seinasta heyst fyri at nøkta krøvini hjá Arbeiðseftirlitinum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, og tí er neyðugt at endurjátta kr. 64.000 av ónýttari játtan í 2000 til liðugtgerð av hølunum.
Undir umbyggingararbeiðinum er staðfest, at takið í nýggjaru høllini er so mikið illa farið, at neyðugt er at gera bráðneyðugar ábøtur fyri at tryggja tað, sum inni er. Hetta arbeiðið er mett at kosta kr. 360.000, so samlaði tørvurin verður kr. 424.000.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
- |
424 |
424 |
10. Havfrøðilig royndarstøð |
|||
Útreiðslur |
- |
424 |
424 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
- |
424 |
424 |
§8. Almanna- og heilsumál o.a.
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
6.030 |
6.030 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
842 |
842 |
- |
Felagsútreiðslur..................................................................................... |
3.560 |
- |
8.11.1. Fyrisiting......................................................... ......... |
3.560 |
- |
Heilsumál............................................................................................... |
2.842 |
- |
8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m................................................................... |
2.842 |
- |
Almannnamál........................................................................................ |
470 |
- |
8.21.1. Fyrisiting............................................................... .............. |
1.137 |
- |
8.21.3. Barnastuðul................................................................................. |
4.000 |
- |
8.21.4. Dagpeningur..................................................................... ... |
-8.867 |
- |
8.21.8. Sosialar pensjónir........................................................................ |
4.000 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
8.11.1. Fyrisiting |
|||
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan) |
J |
18.565 |
- |
EYJ |
3.560 |
- |
|
8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. |
|||
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan) |
J |
233.165 |
- |
EYJ |
612 |
- |
|
8.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan) |
J |
35.000 |
- |
EYJ |
842 |
- |
|
8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) |
J |
59.403 |
- |
EYJ |
-612 |
- |
|
8.20.3.30. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu |
J |
1.596 |
- |
(Rakstrarjáttan) |
EYJ |
2.000 |
- |
8.21.1. Fyrisiting |
|||
8.21.1.04. Almannastovan (Rakstrarjáttan) |
J |
24.782 |
- |
EYJ |
1.137 |
- |
|
8.21.3. Barnastuðul |
|||
8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan) |
J |
30.692 |
- |
EYJ |
4.000 |
- |
|
8.21.4. Dagpeningur |
|||
8.21.4.01. Dagpeningaskipanin (Lógarbundin játtan) |
J |
51.156 |
1.402 |
EYJ |
-8.667 |
- |
|
8.21.8. Sosialar pensjónir |
|||
8.21.8.13. Viðbót til ávísar pensjónistar |
J |
12.578 |
- |
(Lógarbundin játtan) |
EYJ |
4.000 |
- |
Viðmerkingar
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)
Tann 23. januar 2001 samtykti Løgtingið løgtingslóg um eitt Trivnaðar- og heilsuráð. Sambært viðmerkingunum verða útreiðslurnar til hetta ráð 2 mió. kr. Lagt er ikki upp fyri hesi avgerð Løgtingsins á fíggjarlógini, og tí má eykajáttan fáast tilvega. Á landsstýrisfundi varð avgjørt at søkja um eykajáttan upp á 1 mió. kr., sum mett verður er nóg mikið til eitt slíkt ráð.
15. desember 2000 varð sáttmáli undirskrivaður við veitaran av lønarforskipanini. Sambært sáttmálanum verða partar av gjaldinum fyri skipanina at fella í 2001.
Játtan fyri 2000: var 4.600 tús. kr.
Nýtsla fyri 2000: var 2.040 tús. kr.
Sostatt skulu 2.560 tús. kr., ið er ónýtt játtan í 2000, endurjáttast í 2001.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
18.565 |
3.560 |
22.125 |
Útreiðslur |
18.565 |
3.560 |
22.125 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
15.101 |
1.000 |
16.101 |
Útreiðslur |
15.101 |
1.000 |
16.101 |
11. Lønir v.m. |
11.875 |
500 |
12.375 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
3.181 |
500 |
3.681 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
45 |
- |
45 |
22. Ráð og nevndir |
|||
Nettoútreiðsla |
292 |
- |
292 |
Útreiðslur |
292 |
- |
292 |
11. Lønir v.m. |
292 |
- |
292 |
23. Granskingarætlanir |
|||
Nettoútreiðsla |
414 |
- |
414 |
Útreiðslur |
414 |
- |
414 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
414 |
- |
414 |
24. Lønarskipan |
|||
Nettoútreiðsla |
1.758 |
2.560 |
4.318 |
Útreiðslur |
1.758 |
2.560 |
4.318 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
758 |
500 |
1.258 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
1.000 |
2.060 |
3.060 |
26. Verkætlan rørslubólkur |
|||
Nettoútreiðsla |
1.000 |
- |
1.000 |
Útreiðslur |
1.000 |
- |
1.000 |
11. Lønir v.m. |
1.000 |
- |
1.000 |
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)
Landssjúkrahúsið hevur havt eina húðlæknatænastu frá Bispebjerg Hospital. Í 2000 boðaði Bisbebjerg frá, at teir fóru at seta gjaldið munandi upp. Her var talan um, at íroknað ferðaútreiðslur koma samlaðu útreiðslurnar uppá sama støði, sum ein yvirlækni settur við sjúkrahúsverkið kostaði. Avgjørt varð tí at søkja eftir einum, og tað hevur eydnast at fáa sett ein húðlækna við Landssjúkrahúsið. Orsøkin til hesa eykajáttan er, at tað var neyðugt at tryggja sær, at lækni varð settur, áðrenn peningurin verður fluttur.
Húðlæknatænastan hevur higartil verið goldin av játtanini til høvuðskonto 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands, har játtan sostatt verður flutt frá.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
233.165 |
612 |
233.777 |
Útreiðslur |
248.941 |
612 |
249.553 |
Inntøkur |
15.774 |
- |
15.774 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
233.243 |
612 |
233.855 |
Útreiðslur |
244.874 |
612 |
245.486 |
11. Lønir v.m. |
189.187 |
612 |
189.799 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
47.344 |
- |
47.344 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
6.111 |
- |
6.111 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
1.401 |
- |
1.401 |
19. Ymsar rakstrarútreiðslur |
804 |
- |
804 |
54. Stuðul til annað virksemi |
27 |
- |
27 |
Inntøkur |
11.631 |
- |
11.631 |
21. Søla av vørum og tænastum |
7.785 |
- |
7.785 |
29. Ymsar rakstrarinntøkur |
163 |
- |
163 |
76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. |
3.683 |
- |
3.683 |
40. Inntøkufíggjað virksemi (Vaskarí) |
|||
Nettoútreiðsla |
-78 |
- |
-78 |
Útreiðslur |
4.065 |
- |
4.065 |
11. Lønir v.m. |
2.713 |
- |
2.713 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
728 |
- |
728 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
416 |
- |
416 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
208 |
- |
208 |
Inntøkur |
4.143 |
- |
4.143 |
21. Søla av vørum og tænastum |
4.143 |
- |
4.143 |
8.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)
Í samband við útbyggingina av Landssjúkrahúsinum verður biðið um eykajáttan á 842 tús. kr., sum er endurjáttan av ónýttari játtan í 2000.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
35.000 |
842 |
35.842 |
10. Landssjúkrahúsið |
|||
Útreiðslur |
35.000 |
842 |
35.842 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
35.000 |
842 |
35.842 |
8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)
Landssjúkrahúsið hevur havt eina húðlæknatænastu frá Bispebjerg Hospital, sum higartil hevur verið goldin av játtanini til sjúkrahústænastur uttanlands. Í 2000 boðaði Bisbebjerg frá, at teir fóru at seta gjaldið munandi upp. Her var talan um, at íroknað ferðaútreiðslur koma samlaðu útreiðslurnar uppá sama støði, sum ein yvirlækni settur við sjúkrahúsverkið kostaði. Avgjørt varð tí at søkja eftir einum, og tað hevur eydnast at fáa sett ein húðlækna við Landssjúkrahúsið.
Sostatt verða 612 tús. kr. fluttar av játtanini til Serviðgerð uttanlands til játtanina hjá Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsverkið hevur nú aftur fingið umsókn frá einum donori, sum er búsitandi í Danmark, og sum hevur váttað at lata eitt nýra til ein føroying, sum er búsitandi í Føroyum. Heilsuverkið biður um heimild til at nýta játtanina til serviðgerð uttanlands til at fevna um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sambært teimum reglum sum eru galdandi í Danmark, til henda donorin.
Talan er um endurgjald, sum hvørki er fevnt av føroyskari ella danskari lóggávu.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
59.403 |
-612 |
58.791 |
Útreiðslur |
59.403 |
-612 |
58.791 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
40.533 |
-612 |
39.921 |
Útreiðslur |
40.533 |
-612 |
39.921 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
40.533 |
-612 |
39.921 |
22. Flutningur og uppihald |
|||
Nettoútreiðsla |
9.680 |
- |
9.680 |
Útreiðslur |
9.680 |
- |
9.680 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
9.680 |
- |
9.680 |
23. Sjúklingahotellið Tórshavn |
|||
Nettoútreiðsla |
9.190 |
- |
9.190 |
Útreiðslur |
9.190 |
- |
9.190 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
9.190 |
- |
9.190 |
8.20.3.30. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu (Rakstrarjáttan)
Niðurstøðan í januar 2001 hjá tilbúgvingarætlanini var, at tað er ábyrgdin hjá heilsuverkinum at taka sær av tilbúgving fyri medisinska økið. Umframt Sjúkrahústilbúgving fevnir medisinska tilbúgvingin um:
Landsstýrismaðurin hevur lagt henda partin av heilsutilbúgvingini til ábyrdarøkið hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Orsøkin til, at hesin partur av tilbúgvingini er lagdur til Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu er, at Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at tað metir ikki, at hetta skal vera ein partur av teirra ábyrgdarøki.
Ad. 1:
Viðvíkjandi skipanini av præhospitalviðgerðini ella tí viðgerð, sum skal fara
fram í tíðarskeiðinum, til sjúklingurin er komin á sjúkrahús, verður skipanin í
Vágum løgd til grund fyri framtíðarskipanini í Føroyum. Grundarlagið undir henni
er, at Føroyar verða býttar upp í 5 øki:
Øki 1: Streymoy, Eysturoy, Nólsoy, Koltur, Hestur
Øki 2: Norðuroyggjar
Øki 3: Vágar, Mykines
Øki 4: Sandoy, Skúvoy
Øki 5: Stóra Dímun og Suðuroyggin
Grundtankin í skipanini er at brúka fólk, sum vanliga starva á staðnum. Tað eru:
Heilsuverksstarvsfólk sum kommunulæknar, tannlæknar, sjúkrasystrar og bjargingarfeløgini. Við umfatandi skeiðvirksemi í fyrstuhjálp og í skaðastaðsskipan og við venjingum ber til at fáa vælvirkandi præhospitala virksemið at virka væl, hevur royndarverkætlanin í Vágum sýnt.
Skeiðparturin fer at kosta kr. 800.000 sambært metingini hjá tilbúgvingarverkætlanini.
Ad. 2:
Skipan av veiting av præhospitalari hjálp verður um alarmsentralin. Tríggir
paramedisinarar verða settir í samdøgurvakt til tess at ráðgeva alarmsentralinum hjá
politinum í øllum ivamálum.
Ad. 3:
Eitt uppskot um krepputilbúgving fyri Føroyar er gjørt. Hendan ætlan er sett í
verk fyri Vágar, miðstaðarøkið og Norðoyggjar.
Ad. 4:
Her verður mælt til, at læknavakt til tyrlutilbúgvingina ella SÁR tænastuna
verður skipað í trimum løgum, sum er ein heild, fevnandi um:
Ein almennmedisinara í vakt frá 8-16 til tess at veita læknaliga ráðgeving til heilsustarvsfólkið á boripallum. Hetta er vanlig læknatænasta, men eisini akuttmedisinsk ráðgeving.
Ein serlækni við útbúgving innan akuttmedisinska ráðgeving, stuðlað av telemedisinskum útbúnað í vakt frá kl. 16-08.
Tríggir paramedisinarar í samdøgursvakt, sum hava til uppgávu at fara við tyrlu í SÁR uppgávum, men eisini til at veita medisinsku ráðgevingina til alarmsentralin.
Krøvini til øll hesi eru, at tey neyvt kenna møguleikarnar hjá føroyska heilsuverkinum, samstarvsfelagarnar innan- og uttanlands og vita til fulnar, hvussu viðgerðarmøguleikarnir eru á eitt nú boripallum.
Mettur kostnaður er 2,5 mió. kr. árliga fyri henda partin.
Hetta hevur skund, tí umboð fyri boripallarnar hava longu nú spurt seg fyri til tess at vita, hvør í Føroyum vil lata hesa tænastu, sum skal byrja 1. juni 2001.
Fyrsta uppgávan er at finna fólkini, útbúgva tey, bæði teoretiskt og í praktiskum verki, m.a. við vitjan á pallum.
Ad. 5:
Mælt verður til, at heilsuviðurskiftini, tá stórar vanlukkur henda í
frálandavinnuni, verða fyriskipað av organisatiónini, nevnd undir pkt. 4. Hetta merkir
ítøkiliga, at tað verður tann læknaligi vakthavandi í hesari organisatión, sum
gevur sínar metingar um, hvar tey, sum eru komin til skaða, skulu verða flutt, t.d. um
tey skulu flúgvast beinleiðis til Aberdeen ella koma hendanvegin. Hetta sjónarmiðið
er grundað á, at ein grundførleiki hjá einum vakthavandi her er at kenna
viðurskiftini á pallum.
Samlað verður mett útreiðslur fyri einar 3,5 mió. kr., tvs. ein meirútreiðsla upp á 2,9 mió. kr., tí 0,6 mió. kr. vórðu játtaðar í sambandi við fíggjarlógina. Á landsstýrisfundi er avgjørt at søkja um 2 mió. kr. í eykajáttan, sum mett verður er nóg mikið í 2001.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
1.596 |
2.000 |
3.596 |
Útreiðslur |
1.621 |
2.000 |
3.621 |
Inntøkur |
25 |
- |
25 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
1.596 |
2.000 |
3.596 |
Útreiðslur |
1.621 |
2.000 |
3.621 |
11. Lønir v.m. |
884 |
500 |
1.384 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
716 |
1.500 |
2.216 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
21 |
- |
21 |
Inntøkur |
25 |
- |
25 |
76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. |
25 |
- |
25 |
8.21.1.04. Almannastovan (Rakstrarjáttan)
Landsgrannskoðarin hevur gjørt eina meting av edv-skipanini á Almannastovuni og gjørt ymsar viðmerkingar til hana.
Almannastovan upplýsir, at nakrar deildir á Almannastovuni enn ikki eru komnar uppá skipanina, og at tørvur er á ávísum ábótum og tillagingum, m.a. viðvíkjandi brúkaramarkamóti og samskiftið við Landsfólkayvirlitið, Tjaldurs Apotek og Fíggjarskipan Landsins.
Almannastovan hevur ætlan um at gera eina nágreiniliga støðumeting og kravfesting fyri edv-skipan Almannastovunnar. Biðið verður tí um at fáa eykajáttan upp á 1,2 mió. kr., sum er endurjáttan av ónýttari játtan í 2000.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
24.782 |
1.200 |
25.982 |
Útreiðslur |
25.614 |
1.200 |
26.814 |
Inntøkur |
832 |
- |
832 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
24.782 |
- |
24.782 |
Útreiðslur |
25.614 |
- |
25.614 |
11. Lønir v.m. |
19.752 |
- |
19.752 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
3.636 |
- |
3.636 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
710 |
- |
710 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
1.516 |
- |
1.516 |
Inntøkur |
832 |
- |
832 |
77. Flyting frá kommunum |
832 |
- |
832 |
21. Nýgerð av EDV |
|||
Nettoútreiðsla |
- |
1.200 |
1.200 |
Útreiðslur |
- |
1.200 |
1.200 |
11. Lønir v.m. |
- |
400 |
400 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
- |
800 |
800 |
8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)
Á fíggjarlógini fyri 2001 er ásett ein sparing upp á 4 mió. kr. við at leggja frípláss til dagstovnar til kommunurnar at umsita. Eitt lógaruppskot varð lagt fyri tingið fyri at fáa heimild til nevndu sparing. Samtykt varð tó, at frípláss ikki skulu leggjast til kommunurnar fyrr enn í 2002.
Hetta viðførir, at eykajáttan má fáast til vega, sum svarar til ætlaðu sparingina upp á 4 mió. kr.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
30.692 |
4.000 |
34.692 |
01. Frípláss |
|||
Útreiðslur |
910 |
4.000 |
4.910 |
52. Tilskot til einstaklingar |
910 |
4.000 |
4.910 |
02. Tilmæli frá barnaverndarnevndum v.m. |
|||
Útreiðslur |
29.581 |
- |
29.581 |
11. Lønir v.m. |
2.702 |
- |
2.702 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
7 |
- |
7 |
19. Ymsar rakstrarútreiðslur |
29 |
- |
29 |
52. Tilskot til einstaklingar |
26.843 |
- |
26.843 |
03. Tilnevndi løgfrøðingurin |
|||
Útreiðslur |
201 |
- |
201 |
11. Lønir v.m. |
201 |
- |
201 |
8.21.4.01. Dagpeningaskipanin (Lógarbundin játtan)
Nýggj lóg um dagpening er løgd fyri tingið. Ætlanin er, at henda lógin ikki longur skal fevna um dagpengar í sambandi við barnsburð, tí hetta verður fevnt av nýggju barsilsskipanini. Um lógin verður samtykt í Løgtinginum í tí líki, sum hon er framløgd, fer hetta at viðføra eina sparing upp á 15,2 mió. kr. um árið. Av tí, at lógin ætlandi fær gildi frá 1. juni 2001, so verður talan um eina sparing upp á 8.667 tús. kr. í 2001.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
51.156 |
-8.667 |
42.489 |
Inntøkujáttan |
1.402 |
- |
1.402 |
01. Løntakarar |
|||
Útreiðslur |
47.305 |
-8.667 |
38.638 |
52. Tilskot til einstaklingar |
47.305 |
-8.667 |
38.638 |
02. Sjálvstøðug og húsarhaldsfólk |
|||
Útreiðslur |
3.288 |
- |
3.288 |
52. Tilskot til einstaklingar |
3.288 |
- |
3.288 |
Inntøkur |
1.402 |
- |
1.402 |
63. Vanligar flytingarinntøkur |
1.402 |
- |
1.402 |
03. Ættleiðingarhvíld |
|||
Útreiðslur |
67 |
- |
67 |
52. Tilskot til einstaklingar |
67 |
- |
67 |
04. Gjald fyri læknaváttanir |
|||
Útreiðslur |
496 |
- |
496 |
52. Tilskot til einstaklingar |
496 |
- |
496 |
8.21.8- Sosialar pensjónir
8.21.8.13. Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin játtan)
Í samtyktari broyting til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingunum varð upphæddin til viðbót fyri ávísar pensjónistar sett til 4.400 kr. Hetta er ein hækking upp á 1.016 kr. fyri hvønn pensjónist, og merkir henda hækking eina meirútreiðslu upp á umleið 4 milliónir kr. Tað er á fíggjarlógini ikki lagt upp fyri hesi avgerð Løgtingsins, og tí má eykajáttan fáast tilvega.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
12.578 |
4.000 |
16.578 |
01. Viðbót |
|||
Útreiðslur |
12.578 |
4.000 |
16.578 |
52. Tilskot til einstaklingar |
12.578 |
4.000 |
16.578 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
- |
- |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
-12.250 |
- |
12.250 |
Løguætlan |
- |
- |
- |
Skattir og avgjøld.................................................................................. |
- |
12.250 |
20.52.1. Skattainntøkur ................................................................ |
- |
12.250 |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
20.52.1. Skattainntøkur |
|||
20.52.1.28. Gjald til barsilsskipan |
J |
- |
- |
EYJ |
- |
12.250 |
Viðmerkingar
20.52.1.28. Gjald til barsilsskipan
Gjald verður innkravt á 0,25% av A-inntøku frá bæði arbeiðstakara og arbeiðsgevara, sum skal nýtast til at fíggja nýggju barsilsskipanina á høvuðskonto 6.39.4.01. Barsilsskipan. Gjaldi verður kravt inn á sama hátt sum ALS-gjaldið. Árliga verður mett, at innkravdi gjaldið verður 21 mió. kr., men av tí, at lógin um barsilsskipan ætlandi fær gildi 1. juni 2001, verður upphæddin mett til 12.250 tús. kr. í 2001.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Inntøkujáttan |
- |
12.250 |
12.250 |
01. Gjald til barsilsskipan |
|||
Inntøkur |
- |
12.250 |
12.250 |
61. Skattur og avgjøld |
- |
12.250 |
12.250 |
1. viðgerð 27. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. apríl 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 27. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars, 11. og 23. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum og Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Við landsstýrismonnunum vóru umboð fyri avvarðandi aðalstýri.
Undir viðgerðini hevur nevndin fingið skrivligar upplýsingar frá landsstýrismanninum í vinnumálum viðvíkjandi seismiskum forkanningum í Leirvíksfirði. Hesi skjøl eru løgd við málinum sum skjøl A, B og C. Eisini hevur nevndin fingið skrivligar upplýsingar frá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum viðvíkjandi eykajáttanum til grein 7. Hesi skjøl eru løgd við málinum sum skjal D.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti fyri nevndini, at upphæddirnar til eykajáttanir, sum tey ymisku stýrini hava biðið um, vóru hægri, enn tær eru í uppskotinum, tí landsstýrið hevur samtykt, at eykajáttanir til rakstur skulu finnast innan karmarnar í galdandi fíggjarlóg.
Viðvíkjandi 6.33.1.07 Kanning av djórasjúkum í Føroyum (Rakstrarjáttan).
Í sundurgreinaðu ætlanini eru á undirkonto 11. Lønir v.m. settar 540 tús. kr,, og á undirkonto 14. Keyp av vørum og tænastum 3.660 tús. kr. Landsstýrismaðurin mælti í nevndini til, at hækka upphæddina á undirkonto 11. við 540 tús. kr., tí ynskiligt er at fáa størri djóralæknaekspertisu. Undirkonto 14 verður samstundis lækkað við 540 tús. kr. Fíggjarnevndini tekur undir við tilmæli landsstýrismansins soleiðis, at undirkonto 11. Lønir v.m. verður sett til 1.080 tús. kr., og undirkonto 14. Keyp av vørum og tænastum verður sett til 3.120 tús. kr.
Viðvíkjandi 6.38.1.14 Havnir (Løgujáttan)
Søkt verður um eykajáttan upp á 4.200 tús. kr, men undir virksemisyvirlitinum A: Høvuðsendamál, og 2. Skopun/Gamla Rætt/Hest er eykajáttanin sett til 4.700 tús. kr. Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at her er komin ein villa í. Rætta talið er 4.200 tús. kr., og skal sostatt undir virksemisyvirlitinum A: Høvuðsendamál, og 2. Skopun/Gamla Rætt/Hest standa 4.200 tús. kr., og játtan + eykajáttan skal broytast frá 17.800 tús. kr. til 17.300 tús. kr.
Viðvíkjandi 7.23.6.14. Føroya Læraraskúli (Løgujáttan)
Í viðmerkingunum verður sagt, at játtanin til Føroya Læraraskúla verður lækkað við 800 tús. kr, sum útreiðsluneutralt tiltak mótvegis játtanini til Føroya Sjómansskúla. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði fíggjarnevndini frá, at her er villa komin í. Rætta er, at lækkaða játtanin til Føroya Læraraskúla er útreiðsluneutral mótvegis játtanini til Fróðskaparsetur Føroya og Havfrøðiligu royndarstøðina, soleiðis sum tað eisini stendur í almennu viðmerkingunum.
Við hesum viðmerkingum mælir ein samd fíggjarnevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen vísa tó á, at fíggjarnevndin undir viðgerðini hevur fingið upplýst, at játtanin til tær ymsu greinarnar er munandi skerd í mun til umsóknirnar frá stýrunum, t.d. á grein 7 Útbúgving og gransking o.a. Minnilutin er tí sannførdur um, at landsstýrið í hesum fíggjarári fer at koma við fleiri kostnarmiklum eykajáttanaruppskotum afturat út frá teimum upplýsingum og grundgevingum, sum nevndin hevur fingið frá avvarðandi landsstýrismonnum.
Henrik Old hevur hesa viðmerking: Hóast nýggja leistin í fullveldisætlan landsstýrisins, verður róð uppundir, at nú skal skjøtil setast á stóra verkætlan um undirsjóvartunnil um Lerrvíksfjørð. Landsstýrið biður um 3,5 mió. kr. til seismiskar kanningar í ár, uttan iva tí at landsstýrið metir málið hava skund, ella tí málið skal brúkast í komandi valstríði til løgtingsvalið.
Fullveldisætlan landsstýrisins, sum inniber, at ríkisstuðulin longu frá komandi ári minkar við 400 mió. kr. og síðan verður heilt burtur eftir ávísum áramáli, hevur sambært framskrivingum, sum landsstýrið hevur latið tinginum, sum avgjørda fyritreyt, at útreiðslurnar (t.e. rakstur og íløgur) ikki økjast komandi 6 árini, t.v.s. 0% vøkstur og síðan bara við 1% um árið. Útreiðsluøkingin hjá sama landsstýri hevur seinastu trý árini verið um 600 mió. kr. ella áleið 6 til 7% pr. ár.
Samstundis borðreiðir landsstýrið við ætlanum um íløgur í milliardaklassanum til undirsjóvartunnil, nýggjan Smyril, nýggja samferðsluhavn, nýtt Landssjúkrahús umframt eina røð av øðrum íløgum. Við einari íløgukvotu upp á uml. 190 mió. kr um árið og við avgjørdu fortreytini hjá búskaparfrøðingum um, at stórt sæð eingin vøkstur má vera í íløgunum, so er tað greitt, at her hongur ikki saman millum ætlanir og hvat, ið ber til. Við hesum búskaparligu fortreytunum, sum landsstýrið sjálvt setir seg í, fer als ikki at bera til at fremja hesar ætlanir.
Annars undrar tað eisini minnilutan, at sama Løgting, sum ikki vildi játta pening til kanningar av bergholi til Tjørnuvíkar og til Dals, nú í óðum verkum skal játta 3,5 mió. kr. til ein undirsjóvartunnil, sum enn bara hevur verið leysliga frammi í vanliga politiska kjakinum.
Í viðmerkingunum til eykajáttanaruppskotið verður víst til semjuna frá 30. apríl 2000 millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag og nýggju og øktu uppgávurnar í sambandi við ráðlegging av undirvísing, flokslæraraarbeiði, skúlaleiðslu og skúlabókasavnsvirksemi. Til hetta verður biðið um 1,5 mió. kr.
Við tí fyri eyga ikki at vevja alt upp í ein ellibita býtti Føroya Lærarafelag samráðingarmálini sundur soleiðis:
Undir viðgerðini í fíggjarnevndini hevur Mentamálastýrið upplýst, at samlaði tørvurin er 6,8 mió. kr., umframt tær 1,5 mió. kr., sum skotið er upp.
Út frá hesum má ásannast, at Fíggjarmálastýrið, við vælsignilsi frá Mentamálastýrinum, longu nú er lopið frá avtaluni frá 30. apríl 2000 og ikki er sinnað at halda sínar skyldur, uttan at virksemið í fólkaskúlanum komandi skúlaár 2001/2002 verður munandi skert á øðrum økjum. Javnaðarflokkurin átalar harðliga hesa niðurpíning av fólkaskúlanum, sum fer at hava so mikið álvarsligar avleiðingar, at skúlin møguliga fer at mangla eina 800 tímar.
Somuleiðis verður átalað, at stuðul til uppihaldspening, ið er lógarbundin játtan, er 100% undirmett. Roknskapurin fyri 2000 vísir eina nýtslu upp á 5,186 mió. kr., men settar eru bert 2,433 mió. kr. á fíggjarlóginia fyri 2001. Av tí, at landsstýrið er vitandi um hesa undirmeting, tí endurgjalds prosentið er óbroytt, átti landsstýrið eisini at havt tikið hædd fyri hesum í uppskotinum.
2. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskot frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 9-7-15. Uppskot landsstýrisins samtykt 25-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Á tingfundi 30. apríl 2001 løgdu tingmenninir Jógvan Durhuus, Heini O. Heinsen, Finnbogi Arge og Kári P. Højgaard fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð§ 7. Útbúgving og gransking
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. | Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan | 3.000 |
3.000 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) | - |
- |
- |
Løguætlan | - |
- |
- |
Útbúgving og gransking.................................................................... | 3.000 |
- |
7.23.2. Fólkaskúlin o.a.................................................. | 3.000 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
7.23.2. Fólkaskúlin o.a. | |||
7.23.2.01. Fólkaskúlin (rakstrarjáttan) | U |
175.606 |
- |
Hjá Jógvan Durhuus o.fl. | BU |
3.000 |
- |
Viðmerkingar
Av tí at rakstrarjáttanin til fólkaskúlan ikki røkkur, verður mælt til at
hækka játtanina við 3 mió. kr. Um neyðugt verður við meira peningi til rakstur av
fólkaskúlanum í hesum fíggjarári, eigur hesin at verða funnin innan karmarnar í
galdandi fíggjarlóg.
3. viðgerð 30. apríl 2001. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jógvan Durhuus, Heina O. Heinsen, Finnboga Arge og Kára P. Højgaard samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 68 frá 02.05.2001