90 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Mælt verður til at gera tríggjar lógarbroytingar í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan. Lógarbroytingarnar eru óheftar av hvørjari aðrari, og tær verða tí viðgjørdar hvør sær.
Viðvíkjandi nr. 1. Stuðul til útlendingar
Endamálið við lógarbroytingini er at laga føroysku lóggávuna til avtalur millum norðurlond og lógir í norðurlondum.
Eftir núgaldandi lóg kann ein útlendskur ríkisborgari fáa stuðul frá Stuðulsstovninum, um hann hevur búð í Føroyum í tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgvingina, lýkur ávís formlig krøv og ikki kann fáa stuðul úr heimlandinum.
Av tí at norðurlendskir ríkisborgarar hava møguleika at fáa stuðul úr heimlandinum, eftir at teir hava búð uttanlands í tvey ár, kann føroyskur stuðul ikki veitast teimum, meðan ríkisborgarar aðrastaðni frá kunnu fáa stuðulin.
Orðið "stuðul" verður í føroysku lóggávuni nýtt um bæði studning og lán. Til dømis fær ein íslendskur ríkisborgari, sum hevur búð tvey ár í Føroyum og annars lýkur formligu krøvini, ikki stuðul, tí hann hevur møguleika, at fáa lán úr Íslandi. Hetta merkir, at núverandi skipan í ein ávísan mun "diskriminerar" íslendingar.
Í øðrum norðurlondum hevur tann lesandi norðurlendingurin, ið hevur búð í tvey ár undan lestrinum í øðrum norðurlandi enn sínum egna, møguleika at velja millum stuðulin heimanífrá ella frá lestrarlandinum. Lógarbroytingin gevur lesandi útlendingum í Føroyum møguleika at velja stuðulsland. Hetta er í samsvari við lóggávuna í hinum norðurlondum.
Viðvíkjandi nr. 2. Annar almennur stuðul
Tann føroyska útbúgvingarstuðulsskipanin veitir øllum lesandi, ið eru 18 ár og eldri, stuðul eftir ávísum reglum. Bert ein bólkur av lesandi í føroyska samfelagnum fær ongan útbúgvingarstuðul. Tað eru tey, sum fáa almannahjálp til livikostnað; talan er oftast um lesandi, sum eru undir endurbúgving. Landsstýrismaðurin heldur, at øll lesandi fyrst og fremst eiga at koma undir lógina um útbúgvingarstuðul, eisini tey, sum eru viðskiftafólk hjá Almannastovuni.
Lógarbroytingin hevur onga ávirkan á útgjaldið hjá teimum lesandi. Veitingin frá Almannastovuni verður útroknað við grundarlagi í tørvinum hjá viðkomandi. Hjá lesandi, sum fáa almannaveiting, verður studningsupphæddin mótroknað í veitingini soleiðis, at samanlagda upphæddin frá Stuðulsstovninum og Almannastovuni verður tann sama, sum áðrenn lógarbroytingina.
Lógarbroytingin gevur teimum lesandi, sum fáa almannaveiting, rætt til ferðastuðul og verkætlanarstuðul. Hetta er ein lógarásettur rættur hjá lesandi, sum lúka treytirnar fyri at fáa útbúgvingarstuðul.
Viðvíkjandi nr. 3. Javning av lánsupphæddunum
Tað er ikki ásett í galdandi lóg, at lánsupphæddirnar skulu javnast við meðalprístalinum, hóast studningurin verður javnaður. Havandi í huga gongdina hjá prístalinum, hevur hetta ta óhepnu avleiðing, at virðið av lánsupphæddini minkar alsamt, sum árini líða. Landsstýrismaðurin setur tí fram uppskot um, at lánsupphæddirnar eisini verða javnaðar á sama hátt sum studningurin.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
a. Fíggjarligar avleiðingar
Viðvíkjandi nr. 1.
Stuðulsstovnurin veit bert um tvey lesandi, sum hava rætt til stuðul frá stovninum, um
lógin verður broytt. Talan er í báðum førum um íslendingar, ið hava búð í
Føroyum longri enn tvey ár. Hesir eru lesandi á Fróskaparsetri Føroya. Studningurin
er kr. 34.683 fyri hvønn næming um árið, so talan er um eina meirútreiðslu, sum er
umleið kr. 70.000 um árið. Tað er ikki møguligt at áseta onnur framtíðartøl fyri
henda bólkin.
Viðvíkjandi nr. 2.
Eftir upplýsingum frá Almannastovuni eru tað 66 næmingar undir endurbúgving á teimum
útbúgvingunum, ið Stuðulsstovnurin veitir stuðul til. Hesi hava rætt til
útbúgvingarstuðul, um lógin verður broytt. Mett verður, at meginparturin av hesum
næmingunum hava egnan bústað, og tí fáa tann hægra útbúgvingarstuðulin. Talan er
sostatt um eina útreiðslu, sum er umleið kr. 2,3 mió. (66 x kr. 34.683). Havast má í
huga, at talan er ikki um eina meirútreiðslu fyri landkassan, tí tey, sum eru undir
endurbúgving, fáa frammanundan útreiðslurnar goldnar av Almannastovuni. Í
veruleikanum verður ein útreiðsla flutt frá Almannastovuni til Stuðulsstovnin.
Viðvíkjandi nr. 3.
Stuðulsstovnurin lænir uml. 5 mió. krónir út árliga. Prístalið, ið stuðulin
varð javnaður við í fjør, var 5,1%. Um so var, at lánsupphæddin varð javnað í
fjør, so hevði tann einstaki lesandi havt møguleika at lánt kr. 23.122, ístaðin fyri
sum nú kr. 22.000. Verður samlaða lánsupphæddin upp á 5 mió. kr. javnað eftir
prístalinum, verður talan um kr. 255.000 í meirútreiðslu fyri landskassan, men havast
má í huga, at talan er um lán, ið verða inngoldin seinni.
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri kommunurnar
b. Umsitingarligar avleiðingar
Stuðulsstovnurin fær uml. 70 umsóknir fleiri at viðgera árliga, men í mun til samlaða talið av umsóknum, er hetta talið so lítið, at tað ikki hevur við sær, at fleiri starvsfólk verða sett í starv.
c. Avleiðingar fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
d. Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.
e. Avleiðingar fyri serstøk øki
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.
f. sosialar avleiðingar
Lógarbroyting nr. 2 hevur við sær, at fólk, sum eru undir endurbúgving, koma undir lógina um útbúgvingarstuðul. Hetta má metast sum ein broyting, sum kann ávirka hugburðin hjá og mótvegis hesum bólki.
g. Altjóða sáttmálar
Lógarbroyting nr. 1 ger, at føroyska lógin um útbúgvingarstuðul er í samsvari við norðurlendskar og altjóða reglur á hesum økinum.
h. Avleiðingar í talvu:
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
ja |
nei |
nei |
ja |
nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
ja |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | ja |
nei |
nei |
nei |
nei |
Sosialar avleiðingar |
|
ja |
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Ad. § 1
Viðvíkjandi nr. 1. Útlendskir ríkisborgarar í Føroyum hava bert
rætt til stuðul eftir føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini, um so er, at teir ikki
fáa stuðul úr heimlandinum.
Viðvíkjandi nr. 2. Lesandi, sum fáa almannaveitingar, hava nú sama rætt til stuðul,
sum onnur lesandi.
Viðvíkjandi nr. 3. Lánsupphæddirnar verða javnaðar eftir prístalinum eftir somu
reglum sum vanligi studningurin.
Ad. § 2
Lógin fær gildi frá 1. august 2001. Broytingin fær sostatt gildi í sambandi við, at farið verður undir eitt nýtt stuðulsár.
1. viðgerð 20. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2001 er málið beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. mars og 4. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, og Terja á Lakjuni, stjóra á Stuðulsstovninum. Eisini hevur nevndin biðið Altjóða Skrivstovuna um eitt skrivligt ummæli av uppskotinum, og verður víst á, at uppskotið javnsetir lesandi í norðurlondum.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 6. apríl 2001. §§ 1 og 2 samtyktar28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 18. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt30-0-0. Málið avgreitt.
J.nr. 523-0043/2001
Ll.nr. 60 frá 27.04.2001