Tjóðpallur Føroya

 

93  Uppskot til  løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2003, 4. mars, legði landsstýrismaðurin í mentamálum vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.

§ 1. Heimilað verður landsstýris-manninum at seta á stovn Tjóðpall Føroya.
Stk. 2. Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur.

Leiklistaráðið

§ 2. Landsstýrismaðurin setir eitt leiklistaráð við 7 limum, ið verða tilnevndir soleiðis:

  1. ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  2. ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag áhugaleikara Føroya
  3. ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  4. ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð
  5. ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá starvsfólkunum á Tjóðpalli Føroya
  6. tveir limir verða tilnevndir eftir avgerð landsstýrismansins, og verður annar teirra formaður. Leiklistaráðið velur næstformann.

Stk. 2. Limur í leiklistaráðnum verður settur fyri trý ár í senn. Ráðslimur kann í mesta lagi sita í nevndini í tvey fylgjandi ráðsskeið í senn. Sigur ráðslimur seg frá, verður annar valdur í hansara stað restina av valskeiðnum. Løgtingslimir kunnu ikki verða limir í leiklistaráðnum.

§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.

§ 4. Leiklistaráðið hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd.
Stk. 2. Leiklistaráðið góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans.
Stk. 3. Leiklistaráðið skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum.
Stk. 4. Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist, sbr. §§ 11 og 12.
Stk. 5. Limir í leiklistaráðnum fáa goldið samsýning og ferðaútreiðslur eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri starvskipan, uppgávur og virksemi leiklistaráðsins, herundir førleikakrøv til ráðslimir.

Tjóðpallur Føroya

§ 5. Tjóðpallur Føroya skal:

  1. í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk
  2. geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist – sjónleiki so væl sum aðrari palllist
  3. tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra
  4. skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum
  5. fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.

§ 6. Stjórin skipar fyri virksemi stovnsins og hevur ábyrgdina fyri, at virksemið verður rikið sambært galdandi reglum.
Stk. 2. Stjórin ger skipanarligan bygnað fyri stovnin, og setir í starv og loysir úr starvi leikarar og onnur starvsfólk.

§ 7. Stjórin hevur listaligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki í spurningum um leikskrá.

§ 8. Stjórin ger uppskot um fíggjarætlan fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya fyri komandi fíggjarár, sbr. § 4, stk. 1 og 2. Uppskotið til fíggjarætlan verður sent landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.
Stk. 2. Tjóðpallur Føroya verður fíggjaður við inntøkufíggjaðum virksemi, stuðli og játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 3. Stjórin ger roknskap, og hevur stjórin ábyrgdina av, at fíggjarætlanin verður hildin.
Stk. 4. Stjórin ger ársfrágreiðing um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya.

Stuðul til áhugaleiklist

§ 9. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til áhugaleiklist.
Stk. 2. Stuðulin verður latin um Meginfelag áhugaleikara Føroya.
Stk. 3. Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitur stuðulin. Meginfelag áhugaleikara Føroya letur sambært umsókn feløgum, bólkum og einstaklingum stuðul til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.
Stk. 4. Heimilað er Meginfelag áhugaleikara Føroya at nýta part av stuðlinum til umsiting og skrivstovuhald.

§ 10. Meginfelag áhugaleikara Føroya ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til áhugaleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

Stuðul til yrkisleiklist

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til yrkisleiklist.
Stk. 2. Stuðulin verður játtaður sambært umsókn eftir tilmæli frá leiklistaráðnum.
Stk. 3. Stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

§ 12. Leiklistaráðið ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til yrkisleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

Treytir v.m.

§ 13. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, nær og hvussu stuðul verður játtaður, herundir krav um fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara.
Stk. 2. Tilsøgn um stuðul fellur burtur, um móttakari ikki longur lýkur settar treytir fyri tilsøgn. Stuðul skal rindast aftur, um móttakari ikki megnar at fullføra ætlan innan ásetta tíð. Stuðulsveitarin kann, har umstøður tala fyri hesum, víkja frá hesi áseting.

Gildiskoma o.a.

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2003.
Stk. 2. Tó koma §§ 9, 10, 11 og 12 í gildi 1. januar 2004.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Í mong ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í álitinum Mentan og menning, sum Løgtingið hevur viðgjørt í aðalorðaskifti, verður staðfest, at nú er tíðin búgvin til at stovna ein føroyskan tjóðpall. Málið við lógini er, at Føroyar fáa egnan tjóðpall, har leiklistafólk hava sítt dagliga virki og bæði klassiskur, nútíðar, føroyskur og týddur dramatikkur verður sýndur.

Leikpallur Føroya varð settur á stovn í mars 1989 sum sjálvsognarstovnur við stuðulsjáttan á løgtingsfíggjarlógini. Sbrt. viðtøkum stovnsins hevur hann til endamáls at fremja yrkis- og áhugaleiklist og áhuga fyri henni í Føroyum við at fáa sýndan fram sjónleik kring landið, at umsita almennan studning til leiklist í Føroyum og á ymiskan hátt at stimbra tað virksemi, ið er á økinum um alt landið við at hjálpa og vegleiða áhugaðum bólkum, feløgum og einstaklingum. Harumframt at skipa fyri útbúgving við skeiðum o.ø., fáa í lag veruliga næmingaútbúgving og at skipa fyri royndum og gransking.

Leikpallur Føroya hevur í roynd og veru tó mest virkað sum ein skipan, ið hevur umsitið almenna stuðulin til yrkisleiklist eins væl og áhugaleiklist. Fyri føroysku leiklistina hevur leikpallurin havt stóran mennandi týdning, men komið er nú á eitt vegamót, har stigið móti tjóðpalli eigur at verða tikið.

Upprunaliga ætlanin við Leikpalli Føroya var, at hann skuldi verða ein stovnur – tjóðpallur – sum skuldi arbeiða við tveimum eindum: áhugaleiki og yrkisleiki til at røkja allar uppgávurnar í endamálsgreinini. Yrkisleikur verður framførdur av yrkislærdum sjónleikarum, ið hava sum starv at framføra sjónleik. Áhugaleikur verður røktur av fólki, ið spæla sjónleik av áhuga og hava annað starv enn sjónleik til lívsins uppihald.

Í Mentan og menning, sum er politisk menningarætlan fyri listaøkið árini 2002-2006, verður staðfest, at leiklistin hevur stóran mentanarligan týdning, eins og hon hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólki. Sjónleikur er kostnaðarkrevjandi list av slíkum slagi, ið ikki kann verða hildin uppi av marknaðinum eina. Øll okkara grannalond hava tí leiklistalóggávu, ið tryggjar borgarunum eitt tilboð av palllist, tað veri seg sjónleik, operu, dans ella songleik. Flestøll lond hava eisini ein tjóðpall, ið røkir serstakar leiklistaligar uppgávur umframt vanligt sjónleika- og operuvirksemi.

Í samgonguskjalinum hevur landsstýrið sett sær fyri at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Ein tjóðpallur er sera týdningarmikil fyri eina tjóð. Tjóðpallurin styrkir um samleikakensluna og er við til at varðveita og at menna móðurmálið. Tjóðpallurin er tí týðandi partur av grundstøðinum fyri varðveitsluni av mentanararvinum hjá einari tjóð – serliga málinum. Tjóðpallurin skal skapa karmar fyri savning og spjaðing undir einum stovni. Hann savnar tilfeingið, sum er, fyri at kunna útinna leiklist og leiklistahandverk á høgum støði, og hann spjaðir sítt tilfeingi við ráðgeving, hjálp, útláni og rundferðum.

Lóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. skal tí skipa og menna leiklistaøkið. Lógin heimilar landsstýrismanninum at seta á stovn Tjóðpall Føroya og skipar almenna stuðulin til leiklist við lóg.

Sbrt. uppskotinum verður Tjóðpallur Føroya sjálvstøðugur almennur stovnur við rakstrarjáttan á løgtingsfíggjarlógini. Tað er umráðandi at gera sær greitt, at Tjóðpallur Føroya er listaligur stovnur – eitt yrkisleikhús – av slíkum slag, sum vit ikki hava havt í Føroyum áður. Fyri ein listaligan stovn sum Tjóðpall Føroya er altavgerandi, at hann hevur listaligt frælsi og í størst møguligan mun er óheftur av politiska myndugleikanum. Leiklistaráðið, ið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, er samansett í samsvari við meginregluna um armslongd, sum eitt nú Norðanlond leggja alstóran dent á í teirra mentanarpolitikki. M.a. tilnevnir landsstýrismaðurin bert tveir av sjey limum, meðan hinir limirnir umboða ymisk listalig og mentanarlig áhugamál. Leiklistaráðið verður tí eitt skott ímillum politiska myndugleikan og Tjóðpall Føroya. Tó at tað er leiklistaráðið, ið setir stjóran fyri Tjóðpall Føroya, so er tað stjórin, ið hevur evstu listaligu ábyrgdina. Stjórin eigur tí at vera útbúgvin innan leiklistaryrkið antin sum leikstjóri, sjónleikari, leiklistafrøðingur (dramaturgur) ella líknandi, ella hava drúgvar leiklistaligar royndir.

Tjóðpallur Føroya virkar sum yrkisleikpallur við fastløntum starvsfólki. Roknað verður við, at leikararnir og onnur listalig starvsfólk verða sáttmálasett í tíðaravmarkaðum størvum, eins og vanligt er í okkara grannalondum. Herumframt má roknast við, at Tjóðpallur Føroya í stóran mun verður at sáttmálaseta leikarar frá leiki til leik. Somuleiðis má roknast við, at Tjóðpallur Føroya umframt yrkislærdar leikarar fer at knýta áhugaleikarar til týðandi partar av sínum framførslum.

Stjórin fyri Tjóðpall Føroya leggur fram heildarfíggjarætlan og virksemisætlan fyri leiklistaráðið at góðkenna. Leiklistaráðið skal sostatt fylgja við virkseminum uttan tó at leggja seg út í tað listaliga innihaldið, men heldur vera kjakfólk stjórans, ein hugskotsgrunnur til virksemi stovnsins. Harafturat skal leiklistaráðið verða samstarvsnevnd og sambindingarlið millum Tjóðpall Føroya og áhugaleiklistina, t.e. Meginfelag áhugaleikara Føroya, sum sambært hesum lógaruppskoti skal umsita stuðulsveitingarnar til áhugaleiklist. Fyri leiklistaøkið sum heild er mennandi samstarv millum yrkis- og áhugaleikin av avgerandi týdningi. Tí hevur leiklistaráðið eisini skyldu til at tryggja samstarvið tvørtur um onnur leiklistalig, listalig og mentanarlig áhugamál. Leiklistaráðið verður tí eisini at ráðgeva landssýrismanninum í leiklistaligum spurningum og verður hoyringarpartur.

Í verandi løgtingsfíggjarlóg er játtanin til leiklist savnað í einari kontu, nevniliga sjálvsognarstovnurin Leikpallur Føroya, sum so umsitur og býtur játtanina út til ymsar stuðulsmóttakarar. Sum ein fyrisitingarlig avleiðing av stovnsetingini av Tjóðpalli Føroya verður játtanin býtt sundur í tríggjar kontur: Tjóðpall Føroya (rakstrarkonta), stuðul til áhugaleiklist og stuðul til yrkisleiklist (stuðulskontur). Fyrimunur við hesum uppbýti er, at fíggjarliga ábyrgdarbýtið er greitt og skilnaður verður millum ymiska virksemið. Við leiklistaráðnum verður tó samstundis tryggjað neyðugt samstarv millum ymisku leiklistaligu virksemisøkini (Tjóðpallur Føroya, áhugaleiklist og yrkisleiklist v.m.).

Hóast yrkisleiklistin í høvuðsheitum kemur at verða innan karmarnar av Tjóðpalli Føroya, so verður ivaleyst yrkisleiklistaligt virksemi, sum er óheft av Tjóðpalli Føroya. Hetta er í sjálvum sær mennandi fyri alt leiklistaliga umhvørvið og sera týdningarmikið, og eigur slíkt virksemi sjálvsagt at hava møguleikar at fáa stuðul. Landsstýrismaðurin umsitur henda stuðul tó so, at tað verður leiklistaráðið, sum letur landsstýrismanninum tilmæli um stuðulsveiting.

Landsstýrismaðurin hevur higartil játtað stuðul til leiklist umvegis Leikpall Føroya við støði í játtanini á løgtingsfíggjarlógini. Landsgrannskoðarin hevur áður víst á, at landsstýrismaðurin útyvir játtanina ikki hevur havt neyðugu lógarheimildina at játta stuðul. Við hesi lóg fær landsstýrismaðurin neyðugu lógarheimildina at játta stuðul til leiklist.

Við viðtøkum, góðkendum av landsstýrinum og løgtingsins fíggjarnevnd, er Leikpallur Føroya skipaður sum sjálvsognarstovnur við stýri. Sbrt. hesum lógaruppskoti dettur leikpallurin burtur, og kemur Tjóðpallur Føroya í staðin. Til tess at avtaka Leikpall Føroya skal stýrið broyta viðtøkurnar soleiðis, at stýrið verður niðurlagt og ognir stovnsins fluttar til Tjóðpall Føroya. Broyttu viðtøkurnar fáa sbrt. § 6, stk. 2 í viðtøkunum gildi, tá ið landsstýrið og fíggjarnevnd hava góðkent hesar.

Tjóðleikhús
Mett verður ikki, at stovnsetingin av Tjóðpalli Føroya krevur, at nýtt tjóðleikhús verður bygt í bræði. Virksemi hjá Tjóðpalli Føroya kemur ta fyrstu tíðina at halda áfram, sum yrkisleikurin ger nú, men eyðsæð er, at arbeiðast eigur fram ímóti, at Tjóðpallur Føroya húsast í egnum tjóðleikhúsi. Arbeitt verður við at finna Tjóðpalli Føroya hóskandi høli í høvuðsstaðnum. Tjóðpallur Føroya verður tó í tann mun, tað letur seg gera, at ferðast um landið við leikum og øðrum virksemi.

Fíggjarligar fortreytir
Til tess at røkka endamálunum við lógini og at tryggja leiklistini í Føroyum mennandi karmar um leiklistaliga virksemið er neyðugt, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini, hækkar komandi árini.

Samandráttur
Við lógaruppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at seta á stovn Tjóðpall Føroya sum sjálvstøðugan almennan stovn, ið kemur at virka sum yrkisleikpallur. Harumframt verður stuðul til leiklist skipaður við lóg. Leiklistaliga virksemið verður býtt í trý høvuðsøki, nevniliga Tjóðpallur Føroya, áhugaleiklist og yrkisleiklist. Landsstýrismaðurin setir eitt leiklistaráð, ið m.a. setir stjóra fyri Tjóðpall Føroya og hevur sum uppgávu at menna samstarvið millum ymsu leiklistaligu økini. Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitur allan stuðulin til áhugaleiklist, meðan leiklistaráðið gevur landsstýrismanninum tilmæli um býti av stuðli til yrkisleiklist uttanfyri Tjóðpall Føroya. Stjórin hevur listaligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki í spurningum um leikskránna hjá Tjóðpalli Føroya.

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyring hjá stýrinum fyri Leikpall Føroya, nevndini fyri Listafólkasamband Føroya, og hjá leiklistaliga leiðaranum, fyrisitingarliga leiðaranum hjá Grímu/Leikarafelag Føroya. Yvirhøvur fegnast fakligu hoyringarpartarnir um uppskotið. Somuleiðis hevur Fíggjarmálaráðið havt uppskotið til hoyring. Viðmerkingar og broytingaruppskot frá hoyringarpørtunum eru í høvuðsheitum innarbeiddar í uppskotið.

Leikpallur Føroya vísir á, at tað er sera umráðandi at tryggja listaliga frælsið og korini hjá leikarunum. Tað má vera greitt, hvør myndugleikin hjá leiklistaráðnum ávikavist stjóranum er. Spurnartekin verður settur við, um Tórshavnar Býráð eigur at verða limur. Líka so sjálvsagt tað er, at Tórshavn hevur umboð í ráðnum vísandi til tann stuðul, ið Tórshavnar Býráð veitir bæði áhuga- og yrkisleiklistini, so ræður um at fáa allar kommunur at taka ábyrgd av leiklistini. Tað er alneyðugt hjá MáF at hava eitt fólk á skrivstovuni at ráðgeva og hjálpa áhugasjónleikarafeløgunum, og er gleðiligt, at partur av stuðulinum framhaldandi kann verða nýttur til hetta arbeiðið. Spurt verður, um ikki leiklistaráðið kemur at hava størri ávirkan á yrkisleik enn áhugaleik vísandi til, at tað er leiklistaráðið heldur enn Leikarafelagið, ið mælir landsstýrismanninum til býtið av stuðli til yrkisleiklist.

Listafólkasamband Føroya skírir Tjóðpall Føroya fyri flaggskip, ið nú fer av bakkastokki. Leiklistin sameinir nógvar listagreinir, og er tað samstarv, ið er millum áhuga- og yrkisleiklistina, ein fyrimynd fyri restina av listaøkinum. Víst verður á, at leiklistaráðið átti at havt onkrar skiftisreglur, so ikki allir ráðslimirnir fara frá í einum til tess at tryggja kontinuitet.

Leiklistaligi leiðarin og fyrisitingarligi leiðarin vísa á, at talan er um at byggja upp ein stovn – ein listaligan stovn, sum vit ongatíð hava havt. Tí er skipanin umráðandi. Stovnsetanin av Tjóðpalli Føroya nú og eitt framtíðar Tjóðleikhús er hvør sítt, tí yrkisleiklistaliga virksemið kemur at halda áfram sum nú. Leiklistaráðið má hava greiðar funktiónir, og førleikakrøv setast limunum. Leiklistaráðið er stuðulsorgan hjá stjóranum, men skal ikki diktera tað listaliga. Umráðandi er at gera greitt, at talan ikki er um nakað stórt bureaukrati. Stjórin hevur listaligt frælsi, og má tí vera leiklistafólk. Stjórin hevur tó eisini tað fíggjarligu ábyrgdina. Skipanin í uppskotinum er einastandandi í Norðanlondum og fyrimyndarlig, við tað at leiklistaráðið sameinir alt økið. Tí er heldur einki í vegin fyri, at tað er leiklistaráðið, sum mælir landsstýrismanninum til býtið av stuðli til yrkisleiklist og ikki Leikarafelagið. Viðv. keypi av útbúnaði bæði til áhuga- og yrkisleik er umráðandi, at t.d. tekniski leiðarin á Tjóðpalli Føroya fyrisitur og samskipar allan útbúnað – verandi sum komandi.

Fíggjarmálaráðið tekur undir við, at játtanin verður býtt sundur í tríggjar høvuðskontur, men mælir til, at Tjóðpallur Føroya verður skipaður sum vanligur landsstovnur við rakstrarjáttan. Neyðugt er tí ikki við ásetingum um tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og líknandi. Fíggjarmálaráðið metir heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki viðvíkjandi neyðuga óhefti stovnsins, at stovnurin hevur rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Vísandi til viðmerkingar í uppskotinum um, at tað er umráðandi við fremmandari fígging til Tjóðpall Føroya og at hesin peningur ikki fellur í landskassan, metir Fíggjarmálaráðið hetta verða ongan trupulleika við verandi játtanarskipan. Fremmanda fíggingin verður bókað á kontu í Føroya Gjaldstovu og verður síðan flutt verkætlanini so hvørt, peningur verður brúktur í sambandi við verkætlanina. Fíggjarmálaráðið tekur til eftirtektar, at talan er um eina rammulóg, har kostnaðurin árini frameftir verður ásettur sambært politiskari raðfesting í komandi fíggjarlógum.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar. Tó er ætlanin, sum frálíður, at fáa hækka játtanina komandi árini.

Umsitingingarliga verður tann høvuðsbroyting, at játtan til leiklist, sum í dag er savnað í einari kontu, verður býtt sundur í tríggjar ymsar kontur, tvs. Tjóðpall Føroya, áhugaleiklist (Meginfelag áhugaleikara Føroya) og yrkisleiklist. Landsstýrismaðurin í mentamálum fær tó umsitingina av stuðlinum til yrkisleiklist tó so, at tað verður leiklistaráðið, ið viðgerð umsóknirnar og letur tilmæli til landsstýrismannin. Mett verður ikki, at hetta kemur at geva landsstýrismanninum eyka umsiting, ið verd er at nevna.

Stovnsetanin av Tjóðpalli Føroya verður at geva yrkisleiklistafólki trygg og støðug virkiskor í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið.

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar
Avleiðingar

Nei

Nei

Nei 

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei 

Nei 

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei 

Nei

Nei 

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Ætlanin er, at Tjóðpallur Føroya alment verður settur á stovn 1. januar 2004. Tjóðpallur Føroya verður sjálvstøðugur almennur stovnur – ein landsstovnur, sum í listaliga virki sínum er óheftur av politiska myndugleikanum.

Til § 2.
Yvirskipað umboðar leiklistaráðið ymisk leiklistalig og onnur listalig og mentanarlig áhugamál. Leikarafelag Føroya umboðar yrkisleiklistina, Meginfelag áhugaleikara Føroya áhugaleiklistina og Listafólkasamband Føroya ymsa yrkislist so sum tónlist, bókmentir, myndlist og listhandverk v.m., ið hevur tætt samband við leiklistaliga virksemið. Harumframt verður, sum vanligt er í grannalondunum, eitt umboð fyri starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya limur í ráðnum. Vegna starvssetanarskipanina við tíðaravmarkaðum sáttmálasettum leikarum verður starvsfólkaumboðið tilnevnt fyri tvey ára skeið í senn, og kann í mesta lagi sita tvey ráðsskeið í senn.

Tjóðpallur Føroya er stovnur fyri alt landið, men ætlandi kemur eitt komandi Tjóðleikhús at hava bústað í høvuðsstaðnum. Tórshavnar Býráð, sum altíð hevur sýnt mentanarlívinum og serstakliga leiklistini í býnum og landinum yvirhøvur stóran ans, eigur tí at hava ein lim í leiklistaráðnum.

Landsstýrismaðurin tilnevnir tvey umboð, har annar verður formaður. Landsstýrismaðurin eigur at síggja til, at annað av hansara umboðum í ráðnum er fíggjar- og roknskaparkønur, hetta til tess at tryggja leiklistaráðnum fakligt innlit í fíggjarviðurskifti stovnsins. Eisini verður við førleikakrøv sbrt. § 4, stk. 6 roknað við, at landsstýrismaðurin í kunngerð tryggjar, at ráðslimirnir hava vitan um og innlit í leiklist og leiklistaviðurskifti.

Samansetingin av leiklistaráðnum er í samsvar við meginregluna um armslongd soleiðis, at umboð landsstýrismansins eru tveir av sjey. Meirlutin verður tilnevndur eftir tilmæli, ið eru bindandi. Samansetingin tryggjar somuleiðis listaliga og mentanarliga spjaðing.

Fer limur úr ráðnum, verður nýggjur limur tilnevndur fyri tað, ið eftir er av ráðsskeiðnum.

Til § 3.
Leiklistaráðið hevur myndugleikan at seta stjóran fyri Tjóðpall Føroya og eisini at siga stjóran úr starvi. Stjóraskeiðið er í mesta lagi 5 ár í senn. Stjóri skal hava útbúgving innan leiklistaliga yrkið, eitt nú leikstjóri, sjónleikari, leiklistafrøðingur ella líknandi, ella hava drúgvar royndir innan leiklist. Við myndugleikanum at seta stjóran fyri Tjóðpall Føroya verður leiklistaráðið í samsvar við meginregluna um armslongd eitt lið ímillum politiska myndugleikan og stjóran, og tryggjar hetta somuleiðis skipanini neyðuga listaliga frælsið.

Til § 4.
Mett verður, at fundur hvønn ársfjórðing kemur at verða nøktandi fyri tær uppgávur, leiklistaráðnum verða álagdar. Hetta forðar tó ikki fyri, at fleiri fundir verða hildnir, tá tørvur er á tí. Uppgávurnar verða ásettar nærri í kunngerð.

Leiklistaráðið skal saman við stjóranum fyri Tjóðpall Føroya umrøða fíggjarviðurskifti og virksemi stovnsins. Stjórin ger uppskot til fíggjarætlan komandi fíggjarár, sum leiklistaráðið skal góðkenna, og verður hetta latið landsstýrismanninum. Leiklistaráðið skal staðfesta virksemi stovnsins tó soleiðis, at leiklistaráðið ikki leggur seg útí listaliga innihaldið, sbr. § 7.

Leiklistaráðið hevur, umframt at seta stjóran fyri Tjóðpall Føroya, til uppgávu at vera kjakfólk hjá stjóranum og at vera samstarvsnevnd fyri alt leiklistaliga økið. Umráðandi er, at allir tættir í føroysku leiklistini verða røktir og mentir til fulnar. Sum samstarvsnevnd skal leiklistaráðið tí arbeiða fyri góðum og gróðrarríkum samstarvi tvørtur um leiklistalig mørk, yrkis- og áhugaleik og onnur lista- og mentanaráhugamál. Í hesum sambandi skal leiklistaráðið eisini ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum. Leiklistaráðið hevur somuleiðis uppgávuna at gera tilmæli um stuðulsveitingar til yrkisleiklist, ið liggur uttanfyri vanliga virksemi hjá Tjóðpalli Føroya, sbr. §§ 11 og 12.

Stjórin fyri Tjóðpall Føroya er avgreiðslustjóri hjá leiklistaráðnum og tekur lut á ráðsins fundum.

Landsstýrismaðurin hevur heimild at áseta í kunngerð nærri reglur fyri leiklistaráðið.

Til § 5.
Henda grein er áseting um endamál, uppgávur og virksemi hjá Tjóðpalli Føroya og er í stóran mun tær somu, sum viðtøkurnar fyri Leikpall Føroya (sí almennu viðmerkingarnar). Kjarnuvirksemið er framførslur av føroyskum og altjóða leikum og verkum á høgum listaligum støði. Í hesum sambandi eigur Tjóðpallur Føroya at eggja til, at nýggir føroyskir leikir og verk av ymsum slag – tað veri seg sjónleikur, sangleikur ella dansur – verða skapaðir og spældir.

Yvirskipað skal Tjóðpallur Føroya kveikja og menna alt tað leiklistaliga umhvørvið, herundir verða við til at eggja børnini og tey ungu til at taka lut í leiklistini bæði sum leikarar og áskoðaðar. Fyri føroyska leiklistaumhvørvið skal Tjóðpallur Føroya somuleiðis fremja og menna alneyðuga samstarvið millum yrkisleikin og áhugaleikin.

Tó at orkan tey næstu árini neyvan røkkur til at seta í verk veruliga leiklistaligar útbúgvingar, so er hetta eitt mál, ið arbeiðast eigur fram ímóti. Tjóðpallur Føroya eigur at kunna taka lesandi inn í sambandi við hægri leiklistaligar útbúgvingar. Hetta eigur at verða framt í samstarvi við eitt nú Fróðskaparsetur Føroya ella útlendsk leikhús.

Til § 6.
Stjórin skipar fyri virkseminum og hevur ábyrgdina av, at galdandi reglur verða hildnar. Stjórin hevur somuleiðis myndugleikan at seta og loysa úr starvi starvsfólk á Tjóðpalli Føroya, tvs. bæði um sáttmálasettar leikarar og onnur leikhússtarvsfólk. Væntast kann ikki, at stovnurin tey fyrstu mongu árini kemur at hava nakra umfatandi fyrisiting, men er ábyrgd stjórans at skipa bygnaðin.

Til § 7.
Umframt, at leiklistráðið setir stjóran, verður listaliga frælsið eisini tryggjað á tann hátt, at stjórin sum listaligur leiðari hevur evstu fakligu ábyrgdina av øllum leiklistaliga virkseminum í Tjóðpalli Føroya. Vísandi til § 4 skal stjórin tó umrøða m.a. leikskránna við leiklistaráðið, men hevur leiklistaráðið ikki myndugleika at leggja seg útí listaliga innihaldið.

Til § 8.
Leiklistaráðið skal góðkenna uppskot stjórans til fíggjarætlan fyri virksemið komandi fíggjarár, og verður góðkenda fíggjarætlanin send landsstýrismanninum. Fyri stovn sum Tjóðpall Føroya er sera umráðandi, at stovnurin hevur møguleika at hava aðrar inntøkur enn játtanina á løgtingsfíggjarlógini. Her verður serliga hugsað um sponsorering av ymsum slag til ávís tiltøk, kommunalan stuðul, atgongugjøld, sølu v.m.

Stjórin hevur ábyrgd av roknskaparhaldinum og gevur út á hvørjum ári frágreiðing um virksemið. Reglurnar um almenna roknskaparhaldið eru galdandi bæði í sambandi við játtanina á løgtingsfíggjarlógini og fyri møguliga fremmanda fígging og stuðul v.m.

Til § 9.
Stuðulin til áhugaleiklist verður latin umvegis Meginfelag áhugaleikara Føroya, sum sambært umsókn játtar stuðul til tey í stk. 3 nevndu móttakarar og endamál. Higartil hevur Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitið stuðulin til áhugaleiklist leikpallsins vegna. Henda skipan hevur virkað væl og verður í ávísan mun at halda áfram tó so, at Meginfelag áhugleikara Føroya nú beinleiðis fær játtanina á løgtingsfíggjarlógini at umsita. Meginfelag áhugaleikara Føroya kann nýta part av játtanini til útreiðslur í sambandi við umsiting og skrivstovuhald. Landsstýrismaðurin ásetir sbrt. § 13 nærri treytir fyri viðgerð av umsóknum og játtan av stuðlinum v.m., ið Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitur.

Til § 10.
Meginfelag áhugaleikara Føroya ger út frá mettum virksemi innan áhugaleik uppskot til fíggjarætlan at lata landsstýrismanninum.

Til § 11.
Landsstýrismaðurin veitir stuðul til yrkisleiklist, sum ikki er innan vanligu karmarnar hjá Tjóðpalli Føroya. Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um játtan av stuðli. Stuðulin verður játtaður sbrt. umsókn til tey í stk. 3 nevndu móttakarar og endamál.

Til § 12.
Leiklistaráðið letur landsstýrismanninum uppskot til fíggjarætlan um metta stuðulstørvin og komandi virksemið á yrkisleiklistaliga økinum, ið ikki er innan karmarnar á Tjóðpalli Føroya.

Til § 13.
Til tess at lúka vanlig krøv til stuðulsmóttakara og stuðulsveiting og góðan stuðulslóggávusið annars verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um hesi viðurskifti.

Serligar umstøður kunnu gera, at stuðulsveitari kann víkja frá kravinum um afturrindan av útgoldnum stuðli, t.d. sjúka ella annað, ið hevur forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina.

Til § 14.
Lógin kemur í gildi 1. november 2003, tá leiklistaráðið ætlandi verður tilnevnt soleiðis, at Tjóðpallur Føroya kann byrja virksemi sítt 1. januar 2004. Hetta merkir, at leiklistaráðið helst áðrenn 1. januar 2004 skal hava sett stjóra fyri stovnin. Ásetingin um stuðul til áhugaleiklist og yrkisleiklist, §§ 9, 10, 11 og 12, koma tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2004, so at nýggja stuðulsskipanin byrjar í nýggjum fíggjarári.

1. viðgerð 14. mars 2003. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 8. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2003 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann18. mars og 1. og 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Leikarafelag Føroya/Grímu, Meginfelag áhugaleikara Føroya, Leikpall Føroya og Listasamband Føroya. Eisini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum, Høgna Hoydal.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 10. apríl 2003. §§ 1 - 14 samtyktar 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2203. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 68 frá 02.05.2003