Fyrispurningur um navnalóg og uppkalling

100-13 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Nær fer landsstýrismaðurin at broyta kunngerðina um uppkalling, so hon lýsir hugtakið, "í ættini" eftir vilja Løgtingsins og samsvarandi føroyskari mentan?
  2. Hvørji málvísindalig fyrilit nýtir navnanevndin, tá ið hon avger, hvørji nøvn koma á tann góðkenda navnalistan? Hví eru t.d. mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf ikki á listanum, tá ið konufólkanavnið, Oluffa, er?

Viðmerkingar til 1:
Í seinastu tingsetu var navnalógin ikki minni enn tvær ferðir til viðgerðar á tingi. Fyrru ferð legði landsstýrismaðurin sjálvur lógina fram, men av tí at Løgtingið ikki hevði somu meining um tingini sum landsstýrismaðurin, tók hann málið aftur. Meirilutin í Rættarnevndini hevði kortini lúrt landsstýrismannin av og legði málið fram av nýggjum í so góðari tíð, at tað kundi viðgerast og samtykkjast, áðrenn tingið fór heim.

Og við tingmáli 86/2001 broytti Løgtingið lógina um fólkanøvn soleiðis, at hon skuldi svara til føroyska mentan og føroyskan navnasið, har foreldur fingu sín sjálvsagda rætt og sítt sjálvsagda persónliga frælsi til uppkalling aftur.

Samtykt varð at seta inn í §2 hesa áseting um at kalla upp í ættini:

Stk. 4: Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um undantøk.

28. juni í ár hevur landsstýrismaðurin í løgmálum lýst kunngerð, ið avmarkar uppkalling sera nógv – uttan iva nógv meira enn Løgtingið hevur ætlað. (Kunngerðin er hjáløgd sum skjal). Eftir hesi kunngerð er nógv, ið ikki er loyvt í sambandi við uppkalling í ættini. Her eru nøkur dømi:

1. dømi:
Langabbin eitur Andreas. Langabbasonurin kann ikki stavrætt verða uppkallaður eftir honum. Men tað kann abbasonurin.

2. dømi:
Langabbin eitur Olaf. Langabbasonurin kann ikki verða uppkallaður eftir honum. Men tað kann abbasonurin.

3. dømi:
Abbin eitur Victor. Abbadóttirin kann ikki eita Victoria. Men abbasonurin kann kallast Victor.

4. dømi:
Doyr ein pápabeiggi, sum t.d. eitur Christian, eftir langa sjúkralegu, kann bróðursonurin ikki uppkallast stavrætt eftir honum, men letur hann lív undir óvanligum umstøðum, fær bróðursonurin ivaleyst loyvi at eita Christian.

Løgtingið má í hesum máli ásanna, at landsstýrismaðurin ikki hevur hildið seg til sína heimild, men hevur avmarkað lógarásetingina ímóti vilja løgtingsins. Tí fyri ein og hvønn, sum er vaksin upp í føroyskari mentan, er " fólk í ættini" eitt nógv breiðari hugtak enn foreldur, ommur og abbar. Bara hugtakið, "familjan", ið er trengri enn "ættin", fevnir víðari enn henda lýsing, og hugtakið "ættin" er eftir føroyskari fatan nógv víðfevndari, enn "ættin" er eftir kunngerðini hjá landsstýrismanninum.

Ein og hvør, ið trúfast vil skilja tingsins vilja, vildi lýst hugtakið bæði víðari, og tikið við langommur/abbar og oldurommur/abbar, og breiðari, við at tikið við systkin hjá øllum teimum nevndu. Og Løgtingið eigur – óheft av hvat tingmenn halda um navnalógina – at vera samt um at átala, at ein landstýrismaður á henda hátt nýtir høvið at broyta lógina, tá ið einasta heimild hansara er at gera nærri reglur um tulking og mannagongdir samsvarandi tingsins vilja og fatan.

Viðmerkingar til 2:
Tá ið hugt verður í tann góðkenda navnalistan, er sera trupult at skilja, hvørji málvísindalig fyrilit navnanevndin tekur, tá ið hon avger, hvørji nøvn verða góðkend.

Tað er kanska óheppið at taka ávís nøvn fram í einum slíkum fyrispurningi, men eg fari kortini at biðja landsstýrismannin greiða frá, hvussu navnanevndin kann nokta fyri, at mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf, verða góðkend og sett á navnalistan.

Orsøkin til, at nøvnini Olaf og Oluf ikki eru á tí góðkenda listanum, er ivaleyst, at tann norrøni formurin, Ólafr, á føroyskum er vorðin til Ólavur, og at formarnir, Oluf og Olaf, ígjøgnum danskt eru komnir inn í føroyskt. Hetta verður allarhelst tulkað soleiðis, at hesir formar eru í stríð við føroyskar málreglur, ið sambært §1, stk.3 í løgtingslóg um fólkanøvn er einasta grund fyri ikki at góðkenna eitt navn, um tað annars ikki er fólki til ampa.

Men blaða vit ígjøgnum navnalistan og síggja, hvørji nøvn eru loyvd, so er torført at skilja, hvørji argument skulu vera fyri ikki at góðkenna nøvn sum Olaf og Oluf. Taka vit t.d. tey føroysku nøvnini, Hanus, Janus og Sjúrður, so hava tey á sama hátt sum Ólavur fingið ein danskan/útlendskan form, Hans, Jens og Sigurd, og hesi nøvn eru góðkend.

Nú veit eg ikki, hvussu reglan um at vera í samljóði við føroyskar málreglur verður tulkað, men tá ið nøvn sum Adolf, Amadeus, Gustav, Urbanus og Vilhelm eru á navnalistanum og tískil mugu vera í samljóði við føroyskar málreglur, so er ringt at skilja, hví nøvnini, Olaf og Oluf, ikki skulu vera tað! Her kann verða nevnt, at sambært 14. Sept. nr. 9 í 1992 vóru tað umleið 100 føroyingar, sum annaðhvørt itu Olaf ella Oluf.

Tað, sum allarmest undrar, tá ið tú kagar ígjøgnum navnalistan, er, at konufólkanavnið, Oluffa, er á tí góðkenda listanum. Ikki tí, at tað ikki er eitt gott navn, men her hava vit eitt dømi, sum er fullkomiliga meinlíkt og analogt við Olaf og Oluf. Tann norrøni formurin var Ólof, á føroyskum er tað vorðið Óluva, men vit hava ivaleyst ígjøgnum tað danska Oluf fingið konufólkanavnið, Oluffa. Hví hevur konufólkanavnið rætt í føroyskari navnagávu, men ikki mannfólkanøvnini?

Eisini hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hví t.d. navnið, Paula, er á tí góðkenda navnalistanum, men ikki Paul, og hvussu tað ber til at gera av, um eitt hebraiskt navn skal skrivast við e ella i – t.d. Andrias heldur enn Andreas – serliga tá ið bæði Jóannes og Jóannis eru loyvd.

Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, um semja er ímillum málfrøðingar um hugtakið, føroyskar málreglur, í hesum høpi, ella talan bara er um hugsjónarliga støðutakan (málpolitikk) hjá navnanevndini.

SKJAL: Kunngerð um Uppkalling 

KUNNGERÐ NR. 71 FRÁ 29. JUNI 2002 UM UNDANTAK TIL NAVNAUPPKALLING

   Við heimild í § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn verður ásett:

   § 1. Er navn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í lógini, kann navnanevndin eftir umsókn í sambandi við navnagávu kortini loyva navnið, tá ið tað er beinleiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum ella abbum barnsins. Navnanevndin kann eisini í serligum føri gera undantak til uppkalling av systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum, ið lata lív undir óvanligum umstøðum.

   § 2. Umsókn um undantaksloyvi til uppkalling, sum nevnt í § 1, skal verða send navnanevndini skrivliga.
   Stk. 2. Umsøkjarin skal veita navnanevndini skjalprógv um navnið á viðkomandi ættarfólki og sambandi tess við barnið.

   § 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Løgmálaráðið, 28. juni 2002

Høgni Hoydal, (sign.), landsstýrismaður.

Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. november 2002 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Til spurning 1
Upplýsast kann, at landsstýrismaðurin, sum er, ikki hevur ætlanir um at broyta kunngerð nr. 71 frá 29. juni 2002 um undantak til navnauppkalling.

Samanumtikið kann sigast, at kunngerðin er gjørd soleiðis, at gjørligt verður at umsita lógina sambært meginregluni og teimum endamálum, sum lógin um fólkanøvn er bygd á. Sum øll viðgerðin í Løgtinginum og í rættarnevndini, sum leiddi til núgaldandi lóg, vísti á, so er neyðugt, at lógin kann umsitast eftir so greiðum reglum sum gjørligt. Hetta til tess at rættartrygdin hjá borgarunum gerst betri.

Tað er fyrst og fremst hetta, sum landsstýrismaðurin hevur lagt dent á, tá kunngerðin skuldi gerast. Og tað er onki dulsmál fyri tinginum, at tað vóru júst trupulleikarnir við at umsita lógina við einsljóðandi og greiðum reglum fyri øll, sum landsstýrismaðurin ávaraði staðiliga ímóti, tá Løgtingið gjørdi av at broyta upprunaliga uppskot landsstýrisins.

Tá Løgtingið hevur ásett eina undantaksreglu, sum vísir til uppkalling í "ættini", og ikki hevur gjørt greitt, hvussu hetta undantak skal skiljast, so er ógjørligt at umsita lógina, uttan so at ásett verða nøkur objektiv mørk at halda seg til. Annars verður tað bert tilvildin, ið ræður, og tey, sum hava mest orku til at grundgeva fyri undantøkum, kunnu fáa ein fyrimun mótvegis øðrum.

"Ættin" er eitt sera vítt og ógreitt hugtak í lógarmáli, og onki verður sagt frá Løgtinginum um, hvørt tað er beinleiðis ella óbeinleiðis uppkalling, ið talan er um. Er til dømis talan um gentunøvn, sum eru avleidd av mannfólkanavni? Er til dømis talan um ymsar stavsetingar av sama navni – sum eitt nú Mikkjal til Michael?

Tí er kunngerðin gjørd soleiðis, at meginreglan í lógini kann haldast, og at so greiðar og umsitiligar reglur, sum gjørligt, eru viðvíkjandi undantøkum.

§ 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn er soljóðandi: "Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um undantøk."

Í upprunaliga uppskotinum til nýggja navnalóg, løgtingsmál 13/2001, var omanfyri nevnda orðing av § 2, stk. 4 ikki við. Henda orðing kom inn við einum broytingaruppskoti frá einum meiriluta í rættarnevndini, sbr. løgtingsmáli 86/2001.

Ongar serligar viðmerkingar eru til einstøku greinarnar í uppskotinum í løgtingsmáli 86/2001, men uppskotsstillararnir vísa á, at uppskotið er einsljóðandi og uppskotið í løgtingsmáli nr. 13/2001 við teimum broytingum innskrivaðum, sum ein meiriluti í rættarnevndini tá mælti til.

Í sambandi við viðgerðina av løgtingsmáli 86/2001 vísti meirilutin í rættarnevndini somuleiðis til álitið frá meirilutanum í nevndini í sambandi við løgtingsmál 13/2001.

Meirilutin í rættarnevndini segði m.a. í álitinum til løgtingsmál 13/2001:

"Bæði í álitinum um endurskoðan av navnalógini og í viðmerkingunum til § 2 í lógaruppskotinum verður gjørt vart við, at heimildin at gera undantak í sambandi við fornøvn skal brúkast í sambandi við uppkalling. Ein meiriluti í rættarnevndini heldur ikki, at heimildin at gera undantak í sambandi við uppkalling skal vera avmarkað, og setir meirilutin fram broytingaruppskot, sum gevur navnanevndini heimild at gera undantak frá føroyskum málreglum í sambandi við uppkalling.

Í sambandi við hetta broytingaruppskotið hevur meirilutin tikið viðmerkingarnar hjá navnanevndini til eftirtektar um, at navnanevndin skal hava greiðar reglur at miða seg eftir, tá ið navnanevndin skal taka støðu til at geva undantak frá megingregluni um, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur."

Víðari verður sagt í álitinum:

"Til tess at forða fyri, at undantaksreglan verður reglan heldur enn undantakið, og til tess at tryggja, at man ikki flytur seg burtur frá føroyskum málreglum í sambandi við navnagávu, verður mælt til, at navnanevndin 3. hvørt ár gevur landsstýrismanninum eina skrivliga frágreiðing við møguligum uppskotum til broytingar í navnalógini.

Meirilutin er samdur við landsstýrismannin og við arbeiðsbólkin um, at endamálið eigur at vera, at vit varðveita og menna føroyskan navnasið, og at miðað eigur at verða eftir, at føroyskar málreglur eru galdandi fyri nøvn eins væl og fyri málið í sínari heild. Tað eigur eisini at verða hildið fast um at verja børn móti nøvnum, ið kunnu haldast at verða teimum til ampa."

Avleiðingin av viðgerðini í rættarnevndini varð sum kunnugt, at uppskot varð sett fram um at broyta § 2, stk. 4 soleiðis, at viðgjørdi navnanevndin umsókn um undantak frá málfrøðiliga kravinum, skuldi avmarkingin ella treytin, at navnið ikki mátti finnast í føroyskum sniði frammanundan, ikki galda í førum, tá ið uppkallað varð eftir fólki í ættini.

Hóast meirilutin í rættarnevndini í álitinum sigur seg hava tikið viðmerkingarnar hjá navnanevndini til eftirtektar – at navnanevndin skal hava greiðar reglur at miða seg eftir, tá nevndin skal taka støðu til undantøk frá meginregluni, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur – sæst einki í hesum álitinum, sum kann geva eina ábending um, hvussu orðingin "í ættini" skal skiljast í lógarinnar høpi. Hinvegin verður, sum nevnt í álitinum, m.a. víst á týdningin av at varðveita og menna føroyskan navnasið, og at miðað eigur at verða eftir, at føroyskar málreglur eru galdandi fyri nøvn eins væl og fyri málið í sínari heild.

Verður hugt at løgtingsmáli 86/2001, sæst heldur einki í hvørki uppskotinum til lógartekst, viðmerkingunum, broytingaruppskotinum frá rættarnevndini til § 2, stk. 4 ella í áliti rættarnevndarinnar, ið kann siga nakað um, hvussu hugtakið "uppkalling í ættini" skal skiljast.

Løgtingið sæst tí ikki hava tikið støðu til, hvat ættarlið mark skal setast við, men hevur hinvegin latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum sum fyrisitingarligan myndugleika í kunngerð at áseta nærri reglur um undantøk.

Tá hvørki viðmerkingar ella viðgerðin í tinginum geva nakra ítøkiliga ábending um, hvar markið fyri uppkalling í ættini skal vera, men landsstýrismaðurin hinvegin hevur fingið eina alment orðaða heimild til at áseta nærri reglur um viðurskiftini, ber ikki til við vissu at siga, hvar markið gongur.

Hóast orðið "ætt" er eitt breitt hugtak, sum alment sipar til skyldfólk, er neyvan ivi um, at tað ikki eru øll hesi, ið skulu skiljast sum ætt, ið kallast kann upp eftir sambært lógini.

Í kunngerð nr. 71 frá 29. juni 2002 um undantak til navnauppkalling er markið sett við beinleiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum ella abbum barnsins og í serligum føri uppkalling av systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum. Orsøkin til, at kunngerðin setir mark við ommur og abbar er fyrst og fremst atlitið til meginregluna í § 2, stk. 2 í lógini, orsakað av, at heimildarreglan í § 2, stk. 4 ikki kann verða tulkað leyst av nevndu meginreglu. Hevði tað í kunngerðini verið ásett, at loyvi kundi verið givið til at kalla upp longri úti í ættini enn ommur og abbar, kann spurnartekin eisini verða sett við, um kunngerðin ikki hevði máað støðið undan meginregluni í lógini um, at fornøvn skulu vera í samljóði við føroyskar málreglur.

Verður undantakið strekt enn longur út í ættina, og kravið í kunngerðini um beinleiðis uppkalling slept soleiðis, at loyvi verður givið til at uppkalla upp á tvørs av kynum, eins og í dømi 3 hjá spyrjaranum, ber ikki longur til á greiðan hátt at kanna eftir, um tað snýr seg um uppkalling. Avleiðingin hevði verið, at nærum ongin regulering var eftir á økinum, og tá vildi undantak blivið meginregla, og kunngerðin hevði eisini ligið uttan fyri heimildarásetingina, tá henda má haldast saman við meginregluni í lógini.

Landsstýrismaðurin metir seg tí hvørki hava avmarkað ella broytt lógina, eins og spyrjarin tekur til, men hinvegin at hava ásett lógarheimilaðar reglur um undantak, sum kunnu umsitast á ein skilagóðan hátt – uttan at farið verður út um heimildarásetingina í lógini.

Til tey fýra dømini, sum spyrjarin nevnir, er annars at viðmerkja, at dømini 1-3 eru rættskild í mun til kunngerðina. Orðingin í § 1, 2. pkt. í kunngerðini um, at navnanevndin eisini í serligum føri kann gera undantak til uppkalling av systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum, ið lata lív undir óvanligum umstøðum, skal tó ikki skiljast so bókstaviliga, sum spyrjarin leggur upp til. Viðvíkjandi dømi 4 er tí at viðmerkja, at tað ongan týdning hevur, hvussu tann, ið uppkallast skal, er deyður, ella um sjúkralegan hevur verið styttri ella longri. Ásetingin í kunngerðini er hinvegin ætlað at taka hædd fyri teim førum, tá vanligt er at uppkalla fólk í nevnda bólki, og er hetta serliga, tá fólk doyggja í góðum árum.

Til spurning 2
Spurningur 2 viðvíkur beinleiðis virksemi navnanevndarinnar sambært § 21, stk. 1, sbr. § 2, stk. 3 og 4 í navnalógini. Løgmálaráðið hevur tí biðið navnanevndina um ummæli í hesum sambandi. Navnanevndin hevur tann 3. oktober 2002 sent Løgmálaráðnum skriv, ið er soljóðandi:

"Viðvíkjandi fyrispurningi um navnalógina
Navnanevndin er sambært skrivi úr landsstýrinum dagfestum 25.09.2002 biðin um at svara einum spurningi, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Spurningurin er hesin: "Hvørji málvísindalig fyrilit nýtir navnanevndin, tá ið hon avger, hvørji nøvn koma á tann góðkenda navnalistan? Hví eru t.d. mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf ikki á listanum, tá ið konufólkanavnið, Oluffa, er?"

Í § 2 stk. 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn stendur, at "Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru fornøvn, og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa". Og í stk. 2 í somu lógargrein stendur: "Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur". Harafturat stendur í § 21, 1. stk. m.a.: "Navnanevndin ger leiðbeinandi lista við fornøvnum og endurskoðar hann javnan". Navnanevndin nýtir hesar ásetingar, tá ið hon ger av, um eitt navn skal á listan ella ikki.

Tann skriftbúni, ið V.U. Hammershaimb skapaði máli okkara í 1846, men sum seinni varð broyttur nakað, byggir sum kunnugt á ta upprunafrøðiligu meginregluna. So at siga allir teir, ið frammanundan skrivaðu upp kvæði o.a., nýttu, við J.C. Svabo sum fyrimynd, eina ljóðbundna stavseting. Men Hammershaimb sá, at skuldi føroyskt vera eitt mál fyri alt landið og virt av øðrum norðurlandatjóðum, var hetta eingin gongd leið. Einasta gongda leiðin var at nýta ta upprunafrøðiligu meginregluna, t.e. leita eftir upphavssniðinum aftan fyri framburðin og nýta tað sum støðið undir stavsetingini. Og tað er hesa reglu, sum navnanevndin nýtir. Øll nøvn eru somuleiðis skrivað við bókstøvunum í tí føroyska stavraðnum.

Sum leitorð í eini føroyskari orðabók standa navnorðini í hvørfalli, og tað gera leitnøvnini á navnalistanum eisini, í hvørfalli við tilskilaðum bendingum í teimum bendu føllunum. Nøvnini Olaf og Oluf hava ikki hvørfalsending, men hvønnfalsending, og tí eru tey ikki komin við á listan, men harafturímóti tað regluliga navnasniðið Ólavur. Um navnið Oluffa, sum stendur á listanum, er tað at siga, at tað helst er umgerð av navninum Óluva, íkomið á prenti í 1846, tá ið Hammershaimb prentaði kvæðið Óluvu kvæðið í Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie við danskari týðing nevndari Olufas kvad. Spurt verður, hví hetta navn stendur á listanum. Svarið er, at mállæruliga er tað í lagi, við tað at tað hevur kvennkynsendingina –a og hevur tískil regluliga bending. Í navnanevndini sita ymisk fólk við ymiskum fortreytum og ymiskum meiningum, og tí kann tað henda, at eitt tílíkt navn verður sett á listan, men fyri at koma á listan, skal tað lúka ta mállæruligu treytina. Navnalistin er sambært § 21 leiðbeinandi, og tí kann ein nevnd seta nøvn á listan, sum ein onnur nevnd kann taka av aftur listanum, tí avgerðin er eisini sjálvlig.

Í viðmerkingunum nevnir spyrjarin tey donsku/útlendsku navnasniðini Hans og Jens í mun til tey føroysku Hanus og Janus. Hetta eru bíbliunøvn. Tey nøvn, sum komu inn við kristindóminum, eru fyrst og fremst av hebráiskum og grikskum uppruna, men tey koma inn í norrønt í latínskum sniði, stundum gjøgnum enskt. Fleiri av teimum vanligastu nøvnunum fáa beinanvegin eitt snið, ið samljóðar betur við norrøna málskipan enn tað latínska, t.d. Jón fyri Johannes, Páll fyri Paulus. Onnur nøvn verða, í hvussu er í fyrstuni, nýtt í einum allatínskum sniði ella sum liggur tí latínska navnasniðinum ógvuliga nær, t.d. Gregorius og Philippus og eisini Amadeus og Urbanus, sum nevnt verður í viðmerkingunum. Hanus og Janus eru myndað á føroyskari grund, men tá ið tví- og fleirnevnissiðurin í Føroyum kom í, komu ofta útlendsk nøvn at troka burtur samsvarandi føroysk, tí tey útlendsku fullu betur at hesum nýggja fremmanda nevningarlagnum, t.d. Hans Petur, Jens Petur og Óli Mikal í staðin fyri Hanus Pætur, Janus Pætur og Óli Mikkjal. Men navnasnið sum Jens, Hans, Niels o.s.fr. eru í samsvari við føroyskar málreglur og standa tí á listanum. Í sama tekstbroti verður nevnt navnið Adolf í mun til Olaf og Oluf. Eins og longu nevnt eru Olaf og Oluf av norrønum uppruna og verða tískil stavsett teirri upprunafrøðiligu stavsetingini. Adolf er navn av týskum uppruna, og einki samsvarandi norrønt navnasnið er skriftfest – var tað til, hevði tað verið Aðalúlvur – tí er tað tikið við á listan í tí altýska sniðinum eins og tey latínsku omanfyri.

Spyrjarin sigur eisini, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hví t.d. navnið Paula er á tí góðkenda navnalistanum, men ikki Paul. Konufólkanavnið Paula er myndað til mannfólkanavnið Pauli, sum upprunaliga er hvørsfall av Paulus. Navnasniðini Pól og Poul eru eisini runnin úr Paulusi. At navnasniðið Paul ikki stendur á listanum er tí, at eingin nakrantíð hevur søkt um hetta navnasnið, og tí hevur navnanevndin ongantíð havt høvi til at taka støðu til tað. T.d. er bíbliunavnið Set ikki á listanum, men fyri stuttum varð søkt um hetta navn, og tí verður tað ivaleyst sett á listan, tá ið hann verður endurskoðaður. Í sama viðfangi verður eisini spurningur settur við, hví Andrias stendur á listanum og ikki Andreas, tá ið bæði Jóannes og Jóannis standa. Andrias hevur havt og hevur herðing á øðrum stavilsi, tí hevur framburðurin verið við einum týðiligum i’i, eins og kemur til sjóndar, tá ið navnið verður stytt til Dia ella Dias. Navnasniðið Andreas hevur ongantíð livað á føroyskari tungu. Jóannes og Jóannis hava herðing á fyrsta stavilsi, og tí eru i og e í endastavilsunum so veik, at lítil og eingin munur hoyrist teirra millum, sbr. t.d. Antines og Antinis.

At enda verður spurt, um landsstýrismaðurin kann greiða Løgtinginum frá, um semja er ímillum málfrøðingar um hugtakið føroyskar málreglur í hesum høpi, ella tað bara er um hugsjónarliga støðutakan (málpolitikk) hjá navnanevndini. Navnanevndin kann í stuttum svara, at okkum vitandi eru føroyskir málfrøðingar samdir um at nýta føroyskar málreglur í sambandi við stavseting og bending av bæði føroyskum orðum og nøvnum, og verða teir spurdir til ráðs, er svar teirra altíð grundað á hesa meginreglu. Nøvnini verða skrivað við tí føroyska stavraðnum, og tí verður ikki loyvi givið til skriftsnið sum Alex, Zakarias, Victor og William, tí á listanum standa hesi nøvn stavað í samsvari við tað føroyska stavraðið: Aleks, Sakarias, Viktor og Villiam. Mannfólkanavnið Gunnar er sett saman av tí norrøna orðinum gunnr, sum merkir ’stríð, bardagi’ og eftirfestinum –ar. Okkum vitandi hevur hetta navn altíð verið skrivað soleiðis, t.e. við tveimum n’um. T.d. hava nógv altíð skrivað konufólkanøvnini "Gunhild" og "Gunvør" við einum n’i, men málsliga er tað ikki rætt, og tí standa Gunnhild og Gunnvør á listanum, sbr. Gunnar. Nú eru nógv nøvn á listanum eisini vanlig orð í málinum, t.d. nøvn á trøum og blómum sum Bjørk, Eik, Lilja, Rósa og Sólja. Um navnanevndin fekk umsókn um gentunavn av hesum slagi, stavsett „Makja", hevði hon sum altíð hildið fund um tað. Varð tað játtað, so hevði tað verið í teirri upprunafrøðiligu stavsetingini Mækja, sum er tann eisini rætti stavingarháttur av hesum orði/navni.

Í § 20 stendur, hvør skal koma við tilmæli til landsstýrismannin um limir í navnanevndina. Núverandi limir hava ikki biðið um at koma í nevndina, men hava fingið áheitan frá tí stovni/felagi, sum nevnd eru í § 20. Vit royna samvitskufult at gera okkara besta til at útinna okkara arbeiðssetning, sum navnalógin, samtykt á Føroya løgtingi, áleggur okkum at gera, og tí harmar tað okkum almikið, at Jógvan á Lakjuni løgtingsmaður sáar iva um arbeiði okkara eins og tað kemur til sjóndar í viðmerkingum hansara. Tílíkt eggjar ikki fólki til at lata seg velja í lógarkravdar nevndir."

Hetta er svarið hjá navnanevndini, ið landsstýrismaðurin vil vísa til sum svar upp á spurning 2. Svarskrivið er lagt við sum skjal 1.

Í sambandi við, at spyrjarin m.a. spyr til ávís nøvn, sum ikki eru komin við á navnalistan, verður í viðmerkingunum til spurning 2 harumframt spurt, "Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, um semja er ímillum málfrøðingar um hugtakið, føroyskar málreglur, í hesum høpi….."

Landsstýrismaðurin hevur í hesum sambandi heitt á Mentamálaráðið/málnevndina um at gera viðmerkingar til spurningin.

Málnevndin hevur í skrivi frá 10. oktober 2002 sent landsstýrismannin skriv, har m.a verður sagt:

"Spurningurin um hvørjar reglur eru galdandi í einstøkum málum, og eisini hvørjar reglur alment galda fyri mál, verður framhaldandi viðgjørdur í vísindaligum greinum og ritgerðum. Tað er neyvan møguligt hjá einstøkum málfrøðingi at svara fyri allar aðrar málfrøðingar um hetta sera umfatandi evni. Og havt eigur at vera í huga, at limirnir í Málnevndini umboða ymiskar stovnar og felagsskapir, og at teir bert lutvíst hava málvísindaliga útbúgving. Málnevndin heldur seg tí ikki vera føra fyri at svara spurninginum."

Viðvíkjandi viðmerkingini um málfrøðingar og hugtakið føroyskar málreglur skal landsstýrismaðurin tí í síni heild vísa til omanfyri nevnda skriv frá málnevndini, sum er lagt við sum skjal 2.

Málið avgreitt.