Fyrispurningur um persónsupplýsingar

100-20 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum

Orðaskifti

Ár 2002, mikudagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi fráKristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørji saklig atlit í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum metir landsstýrismaðurin seg hava, tá hann við nýggjari kunngerð ætlar at stegða Elektron í at samskifta við danskan tænastustovn?
  2. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at lóggávan á teimum økjum, ið snúgva seg um viðgerð av persónsupplýsingum, ger rættarstøðuna hjá persónum verri í Danmark enn í Føroyum?
  3. Hevur landsstýrismaðurin fingið viðmæli frá fyrisitingini til at gera nýggja kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond? og um so er, hvussu eru grundgevingarnar í viðmælinum?
  4. Í hvønn mun forðar handilssáttmálin millum Føroyar op ES, at landsstýrismaðurin tekur atlit til, at føroyskar teldufyritøkur fáa handilsliga serstøðu í mun til ES-fyritøkur, og at EDV-førleiki verður varðveittur í Føroyum?
  5. Hvørjar tankar hevur landsstýrismaðurin gjørt sær, um møguligt rættarmál verður avleiðing av fráboðaðu kunngerðini?
  6. Hvørjar avleiðingar, metir landsstýrismaðurin, at fráboðaða kunngerðin kann hava fyri tær gjaldstænastur, ið føroyingum stendur í boði í dag?

Viðmerkingar
Drúgt orðaskifti hevur verið í fjølmiðlunum, síðan Elektron fyrr í ár søkti Dátueftirlitið um loyvi til at nýta donsku gjaldskipanina PBS, ið føroysku peningastovnarnir eru partaeigarar í, til at veita okkum betri gjaldstænastur. Aftaná fyrst at nokta fyri hesum møguleika, broytti Dátueftirlitið støðu og gav Elektron neyðuga loyvi.

Orðaskifti hevur serliga verið millum teir, ið varða av Elektron øðrumegin og landsstýrismannin í lógamálum hinumegin. Elektron heldur uppá, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum loyvir teirra samstarvsvirksemi við danska tænastustovnin PBS, og at hetta sambært Dátueftirlitinum er loyvt. Landsstýrismaðurin metir ikki, at lógin heimilar slíkum virksemi, og hann hevur í sínari argumentasjón serliga víst til álitið, ið rættarnevndin læt Løgtinginum, tá lógin var til viðgerðar og var samtykt í Løgtinginum á vári 2001. Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at tað er Løgtingsins vilji, at slíkar upplýsingar, ið talan er um, ikki skulu av landinum, og at hann vil gera tað, ið er neyðugt fyri at steðga hesum virkseminum hjá Elektron. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ætlar at koma við nýggjari kunngerð, ið ger hetta púra greitt.

Sum ein av teimun, ið var við til at samtykkja lógina um viðgerð av persónsupplýsingum, vil eg við hesum boða landsstýrismanninum frá, at hann ikki umboðar mín vilja í hesum máli.

Eftir mínum tykki loyvir lógin, at upplýsingar kunnu flytast av landinum, um tað er sannlíkt, at lóggávan, í hesum førinum í Danmark, verjir einstaklingin líka væl sum føroysk lóggáva. Eg eri sannførdur um, at tað neyvan finst ein saklig grundgeving fyri at halda, at donsk lóggáva ikki tryggjar borgaran líka væl ella betur enn okkara egna lóggáva, tá talan er um at tryggja borgaran, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar.

Endamálsorðingin í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum er soljóðandi "§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, soleiðis at persónsupplýsingar verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku."

Høvuðsendamálið við lógini er sostatt, at tryggja persónsvernd hins einstaka, og er hetta tí einasta sakliga atlitið, ið landsstýrismaðurin eigur at taka, tá støða skal takast til, hvat ið sambært lógini er loyvt ella ikki.

Er grundgevingin hjá landsstýrismanninum, at verja Elektron og harvið føroysk arbeiðspláss og føroyska vitan, eru hetta ósaklig atlit, ið hann tekur, ið einki hava við persónsvernd hins einstaka at gera. Tað margháttliga í hesum málið er, at Elektron metir seg kunna nýta avmarkaðu arbeiðsorku sína til aðrar átrokandi uppgávur enn hesa gjaldskipan, ið teir kunnu útvega sær úr Danmark, og at stovnurin frábiðir sær hesa, eftir mínum tykki, politisku uppíblanding frá landsstýrismanninum.

Einasta atlitið, ið tykist vera hjá landsstýrismanninum, er tað partapolitiska, og er hetta sum kunnugt ikki eitt sakligt atlit at taka og ikki í tráð við endamálsorðingina í lógini. Embætisførslan hjá landsstýrismanninum minnir ikki sørt um tað, sum við einum donskum orði verður nevnt "magtfordrejning", og tað eigur Løgtingið ikki at kunna liva við.

Viðlagt fyrispurninginum er skriv frá P/F Elektron, sum stóð í Dimmalætting undir teiginum "Meining" mikudagin tann 30. oktober 2002 undir yvirskriftini "GjaldSkipanin lýkur øll krøv í verandi lóggávu".

Tí verða spurningarnir settir.

Á tingfundi 8. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. desember 2002 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Samanumtikið
Flestu spurningarnir hjá Kristiani Magnussen finna sítt svar í lógini og í viðmerkingunum og viðgerðini hjá Løgtinginum av lógini um viðgerð av persónsupplýsingum, sum varð samtykt í apríl 2001.

Í stuttum kann sigast, at viljin hjá Løgtinginum greitt kemur fram í álitinum hjá Rættarnevndini, sum verður endurgivið her:

"Lógaruppskotið um viðgerð av persónsupplýsingum snýr seg eisini um reglur í sambandi við flutningi av persónsupplýsingum til útlond. Rættarnevndin hevur viðgjørt spurningin og er samd við landsstýrismannin, at meginreglan eigur at verða, at persónsupplýsingar og edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, eiga at goymast og viðgerast í Føroyum.

Tó er Rættarnevndin av teirri áskoðan, at grein 17, stk. 4, er í andsøgn við bæði endamálsgrein lógarinnar og við greinirnar 16 og 17. Løgfrøðingar, ið Rættarnevndin hevur kunnað seg við, eru av somu áskoðan.

Rættarnevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4, er sett í lógina til tess at tryggja, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til við heimild i grein 17, stk. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.

Harumframt skjýtur rættarnevndin upp, at grein 16, stk 1, verður herd soleiðis, at tað í henni beinleiðis verður ásett, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum".

Við hesum broytingum heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin."

Álitið frá Rættarnevndini vísir til, at í upprunauppskotinum hjá landsstýrinum vórðu reglurnar um flutning til útlond settar beinleiðis í lógina. Men Rættarnevndin ynskti, at hesar reglur í staðin vóru settar í kunngerð.

Og tað er tað, sum undirritaði hevur gjørt sambært greiðu boðunum frá tinginum.

Hóast kunngerð er gjørd, so kann Løgmálaráðið staðfesta, at loyvi kortini er givið til, at heilar skipanir hjá peningastovnunum verða fluttar av landinum.

Tí hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at ein nýggj kunngerð verður gjørd, sum skal tryggja, at viljin hjá tinginum verður fylgdur.

Rættarstøðan á økinum
Áður vóru tvær lógir galdandi á økinum. Onnur var lóg um almennar edv-skráir og hin var lógin um privatar edv-skráir. Tær bygdu á, at loyvi skuldi fáast til nærum allar skráir, og undantøk skuldu gerast í lógini, um eitt nú p-talið skuldi brúkast.

Í sambandi við ætlanirnar hjá bankunum um at leggja alt sítt edv-samskifti til Danmarkar, samtykti Løgtingið í 1994 hetta uppískoytið til lógirnar:

Edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu bara goymast og viðgerast í edv-kervum, sum eru í Føroyum uttan so, at landsstýrið gevur undantaksloyvi. Stk. 2. Edv-skráir, ið nú verða goymdar og viðgjørdar í edv-kervum uttan fyri Føroyar, skulu innan eina freist, sum landsstýrið ásetir, flytast til edv-kervi, sum eru í Føroyum ella niðurleggjast."

Við at hyggja at teimum undantøkum, ið vórðu givin sambært hesi lóg, kann skjótt staðfestast, at umsitingin hevur verið so sum so. Onkur undantaksloyvi eru til skjals, men summi sigast at hava verið givin munnliga síðani 1994.

Nýggja lógin – eitt framstig og ikki ein forðing
Upprunin til nýggju lógina var eitt greitt ynski hjá landsstýrismannninum um at fáa ruddað upp og at gera eitt nútímans lógarverk á hesum øki, ið gerst alt týdningarmiklari í nútímans kunningarsamfelagnum.

Tá landsstýrismaðurin í mai 2000 setti eina nevnd at endurskoða lógirnar varð gjørt greitt, at nýggja lógin skuldi vera løtt at umsita og greið at nýta, gera tað lættari at nýta p-talið og at samskifta við umheimin. Prinsippið skuldi vera, at ábyrgdin at halda persónsverndarreglurnar og trygdarreglurnar í lógini, liggur hjá tí, sum skrásetir.

Men samstundis varð gjørt greitt, at rættarstøðan frá 1994 varð varðveidd, har lógin tryggjaði, at týdningarmiklar edv-skipanir við persónsupplýsingum hjá føroyingum ikki vórðu fluttar av landinum.

Og hesum tók eitt samt Løgting sum kunnugt undir við.

Hetta fingu eisini allir teir partar – harundir peningastovnarnir- sum vórðu hoyrdir í málinum, greitt at vita.

Álitið sigur einki um, hví upplýsingarnar hjá peningastovnunum ikki skulu flytast av landinum, t.v.s. ein tulking má til fyri at meta um, hvørji atlit liggja aftan fyri tað, sum rættarnevndin mælir til. At rættarstøðan frá 1994 er flutt við yvir í nýggju lógina merkir, at tey atlit, sum vóru í gomlu lógini, eisini skulu takast í nýggju lógini, og eru tað sostatt eisini onnur atlit enn trygdaratlit, ið skulu takast í persónsupplýsingarlógini.

Tað merkir í stuttum, at lógin gevur góðar møguleikar at samskifta við útlond, men samstundis skulu vit, sambært álitinum hjá rættarnevndini, í longdini kunna tryggja við lóg, at tær týdningarmestu skipanirnar verða í Føroyum undir føroyskum løgræði.

Til spurning 1.
Hvørji saklig atlit í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum metir landsstýrismaðurin seg hava, tá hann við nýggjari kunngerð ætlar at stegða Elektron í at samskifta við danskan tænastustovn?

Í fyrsta lagi skal verða sligið fast, at spurningurin byggir á eina misskiljing. Landsstýrismaðurin ætlar ikki at steðga Elektron ella nøkrum øðrum í at samskifta við danskan tænastustovn.

Tað er ongin forðing í lógini ella kunngerð fyri at hava eitt nútímans samskifti tvørturum landamørk. Tað er heldur ongin forðing fyri at flyta út forrit ella annað hjá føroyskum teldufyritøkum. Tað er heldur ongin forðing fyri at keypa viðgerðarskipanir úr útlondum og seta tær upp í Føroyum. Tað er heldur ongin lóggáva til frama fyri ávísa fyritøku í Føroyum.

Ætlanin er, at lógin og øll tey sakligu atlitini, ið liggja til grund fyri lógini, verða fylgd. Tað eru tey ikki í løtuni, tí týdningarmiklar skipanir í edv-samskiftinum hjá peningastovnunum verða nú lagdar uttan fyri Føroyar.

Tað varð dúgliga viðgjørt bæði í álitinum frá nevndini, ið gjørdi uppskot til nýggja lóg, og í samskiftinum við rættarnevndina, at tað fór at taka tíð at fáa nýggju lógina lagda í trygga, umsitingarliga legu við kunngerðum og siðvenjum.

Og til tess at umsita lógina er neyðugt at hyggja at øllum teimum sakligu atlitum, sum liggja til grund.

Lógin er ikki bert at skilja sum sjálvur lógarteksturin, men viðmerkingarnar til lógina og álitið frá rættarnevndini skulu eisini tulkast og harvið skiljast sum ein partur av lógini.

Sambært ásetingini, sum í 1994 varð sett inn í skrásetingarlógirnar, kundu edv-skráir bert goymast og viðgerast í edv-kervum í Føroyum, uttan so at landsstýrið hevði givið undantaksloyvi. Í lógaruppskotinum, sum fór niðan í tingið, varð henda áseting varðveitt sum § 17, stk. 4 í nýggja lógaruppskotinum.

Uppskotið varð sett fram í løgtinginum 3. mars 2001, og varð eftir 1. viðgerð beint í rættarnevndina, sum 20. apríl 2001 legði fram álit við broytingaruppskoti.

Í álitinum frá rættarnevndini verður mælt til at strika § 17, stk. 4 úr uppruna lógaruppskotinum, tí greinin er í andsøgn við endamálsgrein lógarinnar og við greinarnar 16 og 17. Rættarnevndin ynskti at varðveita innihaldið í greinini, og varð tí ein partur av hesari reglu í staðin settur í kunngerð, meðan hin parturin av regluni varð førdur yvir í meginregluna í § 16, sum varð herd.

Grundgevingin fyri at Rættarnevndin metti, at § 17 stk. 4 er í andsøgn vi𠧧16 og 17 í lógaruppskotinum, kann síggjast í nevndarskjali D, frá 25. februar 2001 hjá rættarnevndini, frá Turið Debes Hentze, advokati. Advokaturin sigur, at man í nýggju lógini er farin burtur frá skrá-hugtakinum, sum var nýtt í gomlu lógunum, og at hetta hugtak er avloyst av orðingini "viðgerð av persónsupplýsingum". Advokaturin sigur, at við tí elektronisku viðgerð, sum lógin fyrst og fremst er ætlað til, er viðgerðin ofta ein liður í einari skrá, og rættast er tí at fara burtur frá skráhugtakinum.

Lógin er gjørd við fyrimynd í lógum í grannalondum okkara, har høvuðsdentur er lagdur á, at neyðugt er at samskifta við onnur lond. Tí verður í lógini dentur lagdur á, at hetta samskifti kann fara fram á tryggan hátt.

Upprunaliga var í lógaruppskotinum bert skilt ímillum lond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av persónsupplýsingum sbrt. § 16, og lond, sum metast at vera ótrygg at flyta persónsupplýsingar til sbrt. § 17.

Eftir viðgerðini í Løgtinginum, við herðing av meginregluni í § 16 og einum tilmæli til at gera eina kunngerð um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna, kann eingin ivi verða um, at lógin varð herd, tá talan er um at flyta persónsupplýsingar av landinum.

Sambært tilmælinum frá rættarnevndini varð kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2002 um flutning av persónsupplýsingum til útlond gjørd. Endamálið var júst tað, sum varð álagt landsstýrismanninum av løgtinginum, nevniliga at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.

Í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum er Dátueftirlitið umsitingarmyndugleiki, og fyri at kunna flyta persónsupplýsingar til útlond, krevst loyvi frá Dátueftirlitinum sbrt. § 35, stk. 6 í lógini.

Dátueftirlitið hevur í givnum loyvum tulkað kunngerðina og er komið fram til, at kunngerðin m.a. er óheppin orðað. Serliga hevur orðið "viðgerðarskipan" verið fyri atfinningum. Dátueftirlitið kom fram til, at partar av einari viðgerðarskipan kunnu flytast av landinum, og kom somuleiðis fram til at orðið "flutningur av persónsupplýsingum" er ein endalig flytan av upplýsingum frá einum staði til eitt annað, hóast tað í viðmerkingunum til § 16 í lógini stendur, at "orðingin flytast fevnir um alla yvirførslu av upplýsingum og er sostatt eitt felags heiti fyri alla nýtslu ella viðgerð".

Sostatt kann staðfestast, at umsitingin av kunngerðini ikki samsvarar við ætlanina við lógini og kunngerðini. Dátueftirlitið er umsitingarmyndugleiki og hevur avgerðandi orðið sum fyrisitingarmyndugleiki í tulkingarspurningum eftir lóg og kunngerð, og hesum má landsstýrismaðurin rætta seg eftir við at gera nýggja kunngerð, sum er greiðari orðað.

Sakliga atlitið er sostatt lógin, tilmælið frá rættarnevndini, viðgerðin í tinginum og royndirnar av tí, sum síðani er hent viðvíkjandi umsiting av lógini. Um landsstýrismaðurin skal fylgja tingsins vilja – sum er skorin út í papp - er neyðugt at gera nýggja kunngerð, sum eftirlíkar tilmælinum frá rættarnevndini, men fyri at kunna eftirlíka viljanum hjá Løgtinginum, er tað ein fyritreyt, at Dátueftirlitið og landsstýrismaðurin hava somu fatan av kunngerðini. Er tað ikki gjørligt at fáa eina felags fatan, kann tað verða neyðugt hjá Landsstýrismanninum at umhugsa aðrar loysnir.

Til spurning 2.
Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at lóggávan á teimum økjum, ið snúgva seg um viðgerð av persónsupplýsingum, ger rættarstøðuna hjá persónum verri í Danmark enn í Føroyum?

Landsstýrismaðurin metir, at lóggávan í Danmark er ikki verri enn í Føroyum á hesum øki.

Men skal lógin og sakligu atlitini í henni fylgjast, so er uppgávan hjá landsstýrismanninum at tryggja tað, sum er sett upp í lógina um flutning til útlond – nevniliga, at meginreglan er, at persónsupplýsingar skulu goymast í Føroyum, og at týdningarmiklastu skipanirnar eru í Føroyum.

Sum áður nevnt, eru tað ikki bert trygdaratlit, ið skulu takast í sambandi við umsiting av lógini.

Til spurning 3.
Hevur landsstýrismaðurin fingið viðmæli frá fyrisitingini til at gera nýggja kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond? og um so er, hvussu eru grundgevingarnar í viðmælinum?

Landsstýrismaðurin hevur fingið fleiri upprit frá umsitingini um hetta málið. Har verður staðfest, at umsitingin av kunngerðini ikki er í samsvari við tær ætlanir, sum vóru við kunngerðini. Harafturat hevur landsstýrismaðurin havt fundir við Dátueftirlitið, har tey hava greitt frá, hvussu tey umsita kunngerðina. Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at ein nýggj kunngerð, sum er greiðari orðað, verður gjørd.

Í sambandi við henda fyrispurning er tað hóskandi at lýsa, hvussu fyrisitingin ì Løgmálaráðnum metir, at meginreglan í § 16 í lógini skal tulkast. "Meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum".

Meginreglan varð av rættarnevndini sett inn fyri at herða § 16, sum snýr seg um flutning til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingum(trygg lond). Henda regla varð, saman við tilmælinum frá Rættarnevndini um at gera kunngerð, sett inn ístaðin fyri § 17, stk. 4 í upprunauppskotinum. Innihaldið í § 17, stk. 4, er sostatt ikki tikið burtur av Rættarnevndini, men er ístaðin sett inn í meginregluna og í heimildarásetingina til kunngerð í § 17, stk. 3.

Fyrisitingin í Løgmálaráðnum metir, at tað í sambandi við umsiting av meginregluni skal ein serlig orsøk til, um persónsupplýsingar skulu kunna flytast av landinum, eisini tá talan er um at flyta upplýsingar til "trygg" lond. Orsøkin til hetta er, at føroyska persónsupplýsingarlógin er ein lóg um persónsupplýsingar og harumframt er ein serføroysk áseting um at avmarka ella steðga útflutningi av persónsupplýsingum sett inn. Meðan persónsupplýsingarlóggávan í grannalondum okkara vanliga bert skilir millum trygg og ótrygg lond, er í føroysku lógini sostatt eitt annað atlit at taka afturat teimum vanligu trygdaratlitunum.

Til spurning 4.
Í hvønn mun forðar handilssáttmálin millum Føroyar og ES, at landsstýrismaðurin tekur atlit til, at føroyskar teldufyritøkur fáa handilsliga serstøðu í mun til ES-fyritøkur, og at EDV-førleiki verður varðveittur í Føroyum?

Evropiski Felagsskapurin (EF) eins og Evropiska Búskaparliga Samstarvsøkið (EBS) fevna um tey fýra frælsini, sum eru:

1. Vørur
2. Tænastur
3. Kapitalur
4. Persónar

Í Føroyum hava vit bert ein sáttmála, sáttmálin frá 6. december 1996 millum Evropeiska Felagsskapin øðrumegin og Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin, sum er lýstur í Føroyum við kunngerð nr. 31 frá 9. apríl 1997, og sum bert fevnir um vørufrælsi.

Edv-uppgávur eru tænastur, sum ikki eru fevndar av sáttmálanum, og sáttmálin forðar sostatt ikki fyri, at edv-førleiki verður varðveittur í Føroyum, soleiðis at føroyskar teldufyritøkur fáa eina serstøðu í mun til ES-fyritøkur, tá talan er um tænastuveitingar.

Til spurning 5.
Hvørjar tankar hevur landsstýrismaðurin gjørt sær, um møguligt rættarmál verður avleiðing av fráboðaðu kunngerðini?

Landsstýrismaðurin hevur gjørt eina kunngerð, sum hann av Løgtinginum varð álagdur at gera, sambært álitinum hjá Rættarnevndini:

"Rættarnevndin mælir landsstýrismanninum til við heimild í grein 17. stk. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna. Við hesum broytingum heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin."

Landsstýrismaðurin metir, at tann avleiðing, sum umsitingin av kunngerðini fekk, ikki avspeglar tingsins vilja, og hann fer tí at gera eina nýggja kunngerð, við tí innihaldinum, sum honum var álagt at gera.

Tá landsstýrismaðurin hevur fingið álagt nakrar skyldur frá Løgtinginum, er fremsta uppgávan hjá landsstýrismanninum at syrgja fyri, at landsins lógir verða hildnar.

Um eitt møguligt rættarmál verður avleiðing av fráboðaðu kunngerðini, má støða takast til hetta í øðrum lagi.

Til spurning 6.
Hvørjar avleiðingar, metir landsstýrismaðurin, at fráboðaða kunngerðin kann hava fyri tær gjaldstænastur, ið føroyingum stendur í boði í dag?

Tað hevur ongantíð verið ætlanin at steðga øllum tí samskifti og samstarvi, sum vit í dag hava við umheimin. Í einari nýggjari kunngerð verða ymiskar tænastur beinleiðis undantiknar forboðnum um ikki at flyta persónsupplýsingar av landinum.

Ætlanin hevur heldur ikki verið at skapa nakra órógv um tær skipanir, ið áðrenn nýggja lógin kom í gildi, høvdu fingið loyvir. Tí verður eitt nú FR/VISA kortið og ymisk onnur útlendsk gjalds- ella kreditkort undantikin í kunngerðini.

Fyri aðrar gjaldsskipanir verður reglan, at til ber at gera skipanir, har til dømis útlendskar rokningar verða goldnar, meðan flytingar millum persónar innanhýsis í Føroyum eiga at fara fram í skipanum, sum eru í Føroyum.

Málið avgreitt.