Evnafrøðilig vápn

 

42  Uppskot til  løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 11. desember, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan, og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum

Kapittul 1

Altjóða umsjón

§ 1. Altjóða umsjónarfólk kunnu fremja umsjón her á landi í samsvari við Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum, til tess at kunna tryggja, at sáttmálin verður hildin í Føroyum.
Stk. 2. Eygleiðarar úr londum, ið hava tikið við sáttmálanum, kunnu taka lut í umsjónini samsvarandi sáttmálanum.
Stk. 3. Umsjónarfólkini og eygleiðararnir skulu vera góðkendir av avvarðandi myndugleika samsvarandi sáttmálanum, og skulu vera í fylgi við umboðum landsins, tá ið tey fremja umsjón.

§ 2. Umsjón sambært § 1 kann verða framt uttan rættarúrskurð, men umsjónarfólkini og fylgisneytar teirra, eins og eygleiðarar, skulu í felag hava neyðug samleikaprógv til tess at hava atgongd samsvarandi sáttmálanum:

  1. at skoða eina og hvørja ogn, ein og hvønn bygning ella ein og hvønn part av einum bygningi,
  2. at steðga og eftirkanna farmaflutning frá verklagi, ið er fevnt av skoðanini,
  3. at savna inn og greina royndir í verklagi, ið er fevnt av skoðanini,
  4. at hava við sær og nýta mátitól og aðra tøkniliga útgerð at savna inn og skráseta upplýsingar,
  5. at lata eftir sær mátitól og aðra útgerð á skoðanarstaðnum, og
  6. annars at útvega sær allar upplýsingar, ið hava týdning til tess at útinna umsjón.

Stk. 2. Tá ið skoðað verður, er einans loyvt at kanna mannakropp, heruppií at taka royndir úr honum, um rættarúrskurður er fingin til vega. Rættarmál um slíkt fer fram eftir meginreglunum fyri revsirættargangi.
Stk. 3. Landsmyndugleikin á økinum skal sum skjótast boða tí, ið eigur ella nýtir ogn, ið ætlanin er at skoða, frá hesum, uttan tá ið serlig atlit gera tað neyðugt at tiga um tað. Í slíkum førum, har ið ikki verður fráboðað undan skoðan, verður fráboðan latin aftaná.
Stk. 4. Starvsfólk á verklagi, ið verður skoðað, skulu stuðla uppundir, at skoðanin kann verða útint samsvarandi krøvum sáttmálans.
Stk. 5. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at skoðanin kann verða framd.

§ 3. Um umsjónarfólk ella eygleiðari í starvi teirra her á landi elva til skaða, heftir avvarðandi landsmyndugleiki landskassans vegna eftir teim reglum, ið høvdu verið galdandi, um skaðin varð gjørdur av starvsfólki hjá landsmyndugleikunum.

§ 4. Avvarðandi landsmyndugleiki ásetir nærri reglur til tess at fremja umsjón samsvarandi sáttmálanum.

Kapittul 2

Váttanarveitan og eftirlit landsins

§ 5. Fyritøkur skulu eftir áheitan frá Toll- og skattstovu Føroya lata allar neyðugar upplýsingar, ið verða kravdar til tess at kunna veita váttan samsvarandi ásetingum sáttmálans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri at útvega sær og at veita upplýsingar, sum stk. 1 fevnir um.

§ 6. Toll- og skattstova Føroya kann óboðað fremja eftirlit í fyritøkum til tess at eftirkanna upplýsingar, ið eru latnar myndugleikunum samsvarandi § 5, stk. 1.
Stk. 2. Nevnda eftirlit í stk. 1 heimilar Toll- og skattstovu Føroya og fólki í umboði tess, atgongd til

  1. at koma á og eftirkanna eina og hvørja ogn, bygning ella ein og hvønn part av einum bygningi,
  2. at steðga og eftirkanna farmaflutning frá verklagi, ið er fevnt av eftirlitinum,
  3. at savna inn og greina royndir í verklagi, ið er fevnt av eftirlitinum,
  4. at hava við sær og nýta mátitól og aðra tøkniliga útgerð at savna inn og skráseta upplýsingar,
  5. at lata eftir sær mátitól og aðra útgerð á kanningarstaðnum, og
  6. annars at útvega sær allar upplýsingar, ið hava týdning til tess at útinna ætlaða eftirlitið.

Stk. 3. Tann, ið eigur fyritøkuna ella hevur ábyrgdina av henni, skal, eins og starvsfólk hjá fyritøkuni, veita Toll- og skattstovu Føroya neyðuga leiðbeining og hjálp til tess, at eftirlitið kann verða framt.
Stk. 4. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at eftirlitið kann verða framt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur til tess at fremja eftirlit samsvarandi sáttmálanum.

Kapittul 3

Ásetanir um revsing

§ 7. Brot á § 2, stk. 4 og § 6, stk. 3 verða revsað við bót.

§ 8. Ásetir onnur lóg ikki harðari revsing, verður tann, sum við vilja ella av grovum ósketni letur frá sær skeivar ella villandi upplýsingar ella dylur upplýsingar sambært § 5, stk. 1, revsaður við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli upp til 2 ár.
Stk. 2. Í reglum, ið verða gjørdar við heimild í hesi lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.

Kapittul 4

Gildiskoma

§ 9. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Almennar viðmerkingar

1. Um sáttmálan

Hin 47. Aðalfundur Sameindu Tjóða samtykti 30. november 1992 eitt uppskot til samtyktar, ið heitti á øll limalond Sameindu Tjóða (ST) um at taka við sáttmálanum um at banna evnafrøðiligum vápnum (hereftir C-vápn). Samtyktin heitti á ST-aðalskrivaran um at lata upp sáttmálan fyri undirritan, og á limalondini um at undirrita og staðfesta hann. 145 lond settu fram uppskotið fyri Aðalfundin, ið samtykti tað í semju, uttan atkvøðugreiðslu.

13. januar 1993 varð sáttmálin lagdur til undirritingar, og á hátíðarhaldi hesum viðvíkjandi í París undirritaðu 130 lond sáttmálan, heruppií Danmark (14. januar). Sáttmálin fær gildi seks mánaðir eftir, at 65 lond hava staðfest hann. Sáttmálin varð settur í gildi sum altjóða lóg hin 29. apríl 1997 samsvarandi grein XXI (1) í sáttmálanum. Støðan í dag er, at 165 lond hava undirritað sáttmálan, og 129 lond hava staðfest hann.

Danmark staðfesti sáttmálan 13. juli 1995. Sáttmálin heimilar ikki, at tikið verður umveldisfyrivarni fyri Føroyum (ella Grønlandi).

Á føroyskum er heiti sáttmálans Sáttmáli sameindu tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum.

2. Sáttmálin í føroyskum løgdømi

Málsøkið eitur, spreingievni, vápn á Lista A, stykki 14 í heimastýrislógini er yvirtikið sum føroyskt sermál. C-vápn eru ikki undantikin yvirtøkuni og eru sostatt fevnd av henni. Viðvíkjandi teim ásetingum í sáttmálanum, ið viðvíkja innflutningi, útflutningi og ídnaðarligari nýtslu av evnafrøðiligum evnum til aðra framleiðslu enn vápn, er hetta eisini yvirtikið øki sambært heimastýrislógini, Lista A, stk. 15 framleiðslumál og vinnumál, og Lista B, stk. 5 eftirlit við inn- og útflutningi. Eingin ivi er um, at talan er um føroyskt sermál. Tað merkir, at myndugleikin at lóggeva á økinum og at fyrisita tað í føroyska løgdøminum er føroyskur.

Altjóða sáttmálagerð er samsvarandi heimastýrislógini felagsmál, og er tað tí danska ríkisstjórnin, ið varðir av sáttmálanum mótvegis altjóðasamfelagnum.

Til tess, at ásetingar í sáttmálanum, ið eru neyðugar fyri at kunna uppihalda honum í føroyska løgdøminum, skulu fáa løgfrøðiligt virkni í Føroyum, mugu tær gerast føroysk lóg. Tað er endamálið við Løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan, og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.

Av tí at C-vápn hvørki verða framleidd ella goymd í føroyskum umveldi, krevur sáttmálaásetta bannið fyri C-vápnum einki av føroyskum myndugleikum tí viðvíkjandi.

Tó krevur sáttmálin, at ávís evnafrøðilig evni, ið kunnu verða nýtt til framleiðslu av C-vápnum, koma undir eftirlit myndugleikanna. Í tí sambandi ásetir sáttmálin, at atgongd skal vera hjá bæði innlendskum og útlendskum umsjónarfólki at fremja eftirlit við virkjum og goymslum í landinum til tess at tryggja, at sáttmálin verður hildin viðvíkjandi slíkum evnum, og um slík evni verða nýtt í framleiðslu í nóg stórum (neyvari ásettum) nøgdum, verður kravt av avvarðandi myndugleikum, at váttan verður veitt viðvíkjandi hesum.

Í Danmark eru ikki C-vápn, og er talan tí meira um at hava eftirlit við, hvussu ídnaðurin nýtir tey evni, ið verða fevnd av sáttmálanum. Av hesi orsøk hava danir valt at lata teirra vinnumálaráð vera Tjóðmyndugleika samsvarandi sáttmálanum. Tað merkir, at danska vinnumálaráðið varðir av sáttmálanum, bæði viðvíkjandi eftirliti í Danmark og at vera bindiliður til Felagsskapin fyri banni fyri evnafrøðiligum vápnum, OPCW (Organization for the Prohibition of Chemical Weapons), sum er felagsskapurin av londum, ið eru partar í sáttmálanum.

Í tann mun, váttanarveitan viðvíkjandi evnafrøðiligum evnum samsvarandi sáttmálanum skal verða veitt av føroyskum myndugleikum, verður tískil helst talan um at veita danska vinnumálaráðnum slíka váttan, ið síðani kann senda hana saman við váttanarveitan Danmarkar (og Grønlands) til OPCW.

Tað er tó sera ivasamt, um tílík evni verða nýtt í nóg stórum nøgdum í Føroyum til, at tað kemur undir ásettu skylduna til váttanarveitan.

Hesin spurningurin hevur verið settur Vinnumálaráðnum, ið hevur víst til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Landsapotekaran sum serkunnleika á økinum. Báðir stovnar hava boðað frá, at teir meta ikki, at evni, sum viðkoma sáttmálanum, verða goymd ella nýtt í týdningarmiklum nøgdum í føroyskum umveldi.

Tað tykist tó greitt, at neyðugt verður at skipa fyri einum betri eftirliti við innflutningi og nýtslu av evnafrøðiligum evnum í Føroyum, bæði til tess at svara skyldunum í sáttmálanum og við atliti at trygdini meira alment.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Tey høvdu ongar viðmerkingar.

Sáttmálin er hjálagdur í bæði enskari og danskari útgávu sum fylgiskjal til hetta lógaruppskot.

3. Avleiðingar av lógaruppskotinum

Lógaruppskotið hevur við sær ávísar umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikarnar. Í høvuðsheitum verður talan um, at skráseting skal fara fram av innflutningi og nýtslu av ávísum evnafrøðiligum evnum, sambært lista, ið danska vinnuframastýrið hevur latið gjørt samsvarandi sáttmálanum. Sum nevnt omanfyri, verður ikki hildið, at viðkomandi evni av týdningi verða nýtt í Føroyum. Nevnast kann til samanberingar, at í Danmark eru sambært upplýsingum frá donskum myndugleikum bert 38 fyritøkur, ið nýta slík evni í munandi nøgdum.

Talan verður um at gera eina reglugerð fyri slíka skráseting. Tá ið slík skipan er fingin at virka, fer hon bert at krevja sera avmarkaða arbeiðsorku, ið verður partur av tí arbeiði, ið starvsfólk hjá Løgmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Toll- og skattstovuni longu gera. Tað verður sostatt ikki neyðugt at seta fólk í starv í hesum sambandi.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið fer at hava fíggjarligar avleiðingar, hvørki fyri landsmyndugleikar ella onnur.

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

 Nei

Nei

 Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

Viðmerkingar til einstøku greinirnar í lógaruppskotinum

Til § 1
Greinin heimilar útlendskum umsjónarfólki at fremja umsjón í Føroyum samsvarandi sáttmálanum. Heimildin fevnir eisini um eygleiðarar frá tí sáttmálalandi, ið hevur kravt umsjónina framda.

Sambært sáttmálanum skal land, ið hevur tikið við sáttmálanum, sum í okkara føri er Danmark, tilnevna ein ávísan myndugleika at standa fyri samskipanini og sambandinum mótvegis sáttmálafelagsskapinum OPCW. Danir hava gjørt av, at teirra vinnumálaráðharri er avvarðandi myndugleiki Danmarkar. Ásett verður, at útlendsk umsjónarfólk skulu vera í fylgi við einum ella fleiri umboðum fyri avvarðandi føroyskan landsmyndugleika.

Til § 2
Greinin tryggjar, at umsjónarfólk hava atgongd til tey støð, ið skulu skoðast, og til upplýsingar av týdningi fyri at útinna umsjón, uttan at hava rættarúrskurð frammanundan. Tó krevst rættarúrskurður, um umsjónin skal fevna um at taka royndir úr fólki. Hetta verður kortini bert hildið verið neyðugt, um so er, at illgruni er um, at C-vápn hava verið nýtt.

Í útgangsstøðinum eigur landsmyndugleikin á økinum at boða viðkomandi frá, at umsjón fer at verða framd. Fráboðan kann vera antin munnlig ella skrivlig. Í støðu, har ið slík fráboðan ikki er gjørlig, t.d. av tí at eigarin av verklagnum er burturstaddur av einihvørji orsøk, kann umsjón verða framd, uttan at fráboðað er um tað frammanundan. Eisini kunnu aðrar orsøkir vera til ikki at boða frá áðrenn skoðan á staðnum, t.d. um vandi er fyri, at roynt fer at verða at forða umsjónararbeiðnum. Um neyðugt kann løgreglan verða boðsend at hjálpa til at veita atgongd til at fremja skoðanina.

Løgmaður tekur við støði í hesi lóg støðu til, hvør ið skal verða landsmyndugleiki á økinum.

Til § 3
Greinin ásetir ábyrgd hjá avvarðandi landsmyndugleika, um útinnan av umsjón hevur við sær, at skaði verður gjørdur á ogn.

Til § 4
Greinin ásetir, at avvarðandi landsmyndugleiki ásetir nærri reglur fyri at fremja umsjón samsvarandi sáttmálanum. Til tess, at slík reglugerð samsvarar teim krøvum, ið sáttmálin setir, verður neyðugt hjá hesum landsmyndugleika at ráðføra seg við Løgmansskrivstovuna og Løgmálaráðið.

Til § 5
Greinin áleggur fyritøkum at lata Toll- og skattstovuni upplýsingar, tá ið hon biður um tað. Talan kann bert vera um upplýsingar, ið viðvíkja eftirlitinum hjá landsmyndugleikunum við, at sáttmálin verður hildin.

Ásetingin í stk. 2 merkir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samráði við uttanríkismálsligu fyrisitingina hjá løgmanni og vinnumálsligu fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum ásetir nærri reglur fyri, hvussu upplýsingarnar kunnu verða útvegaðar og latnar triðja parti í samsvari við sáttmálan.

Til § 6
Greinin heimilar Toll- og skattstovuni at fremja eftirlit hjá fyritøku til tess at eftirkanna upplýsingar, ið fyritøka hevur latið henni sambært § 5. Neyðugt er ikki, at Toll- og skattstovan boðar frá slíkum eftirliti frammanundan. Talan er um at fremja stakroyndir á staðnum. Eigarin ella tann, sum hevur ábyrgd av fyritøkuni, skal hjálpa myndugleikunum til tess, at kanning kann verða framd. Um neyðugt, kann løgreglan verða boðsend at hjálpa til at veita atgongd til at fremja kanningina.

Ásetingin í stk. 3 merkir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samráði við uttanríkismálsligu fyrisitingina hjá løgmanni og vinnumálsligu fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum ásetir nærri reglur fyri at fremja eftirlit samsvarandi sáttmálanum.

Til § 7
Greinin ásetir, at brot á § 2, stk. 4 og § 6, stk. 3 verða revsað við bót.

Tað merkir, at starvsfólk á verklagi, ið er fyri altjóða eftirliti, verður revsað við bót, um viðkomandi sýtir fyri at hjálpa til, tá ið eftirlitið verður framt. Eisini fevnir ásetingin um revsing við bót fyri eigara av fyritøku ella fyri tann, sum hevur ábyrgd av henni, um hesin sýtir fyri at veita myndugleikunum neyðuga hjálp, tá ið eftirlit verður framt.

Til § 8
Greinin ásetir revsing fyri at veita órætta ella villandi upplýsing og fyri at dylja upplýsingar sambært § 5, stk. 1.

Ásett verður í stk. 2, at avvarðandi myndugleikar kunnu áseta revsing við bót fyri at bróta ásetingar í reglugerð, sum myndugleikin hevur gjørt hesum viðvíkjandi við støði í lógini. Í stk. 3 er ásett, at eisini feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, landsmyndugleikar, kommunur og onnur slík somuleiðis kunnu verða revsað við bót.

Til § 9
Greinin ásetir, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skjal 1: Forslag til Lov om inspektioner, erklæringsafgivelse og kontrol i medfør af De Forende Nationers konvention om forbud mod kemiske våben.

Skjal 2: Sáttmáli Sameindu Tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum.

1. viðgerð 13. desember 2002. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 4. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. desember 2002, 14. og 21. januar, 11. februar og 4. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin kannað, hvønn týdning málið hevur fyri vápnalógina og møguliga aðra lóggávu. Frá Løgmálaráðnum hevur nevndin fingið upplýst, at teir í løtuni saman við Føroya Landfúta eru í holt við at endurskoða vápnalógina, og at tað í hesum sambandi verða neyðug atlit tikin til tess at tryggja, at ásetingarnar í Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum verða loknar. Løgmansskrivstovan metir ikki, at onnur lóggáva krevur broyting orsakað av uppskotinum.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður upplýst, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landsapotekarin ikki meta, at evni, sum viðkoma sáttmálanum, verða goymd ella nýtt í týdningarmiklum nøgdum í føroyskum umveldi.

Uttanlandsnevndin hevur spurt Vinnumálaráðið, hvat finst av slíkum evnum í Føroyum, eisini í minni nøgdum, og hvar, t.e. hvørjar fyritøkur, talan er um.

Vinnumálaráðið upplýsir, at tað ikki hevur møguleika at svara uppá, hvørji yvirlit finnast av viðkomandi evnafrøðiligum evnum í Føroyum, og heldur ikki kann endaliga skjalprógva, um evni til impregnering av nótum í alibrúkum og heilivágur, ið verður nýttur í alibrúkum, stendur fyri størstu nøgdunum av slíkum evnum í Føroyum. Vinnumálaráðið førir fram, at um tað er avgerandi fyri uttanlandsnevndina at fáa skjalprógv uppá, hvørji evnafrøðilig evni finnast, er neyðugt, at ein kanning verður gjørd í samráð við vinnuna.

Vinnumálaráðið vísir annars á, at lógin ikki leggur upp til at banna slíkum evnum í Føroyum, men heldur at lógin leggur upp til, at møguleikar skulu vera fyri at fáa neyðugt taltilfar yvir nýtsluna av slíkum evnum í vinnuni. Og hetta dugir Vinnumálaráðið ikki at síggja er annað enn eitt natúrligt krav, sum tað almenna kann setas vinnuni, um hetta er neyðugt.

Uttanlandsnevndin hevur síðani biðið løgmann um at upplýsa fyri nevndini í hvønn mun evni, sum viðkoma sáttmálanum, eru at finna í Føroyum.

Uttanríkisdeildin hjá løgmanni hevur í hesum sambandi upplýst, at Toll- og Skattstova Føroya er farin undir at gera yvirlit yvir innflutningin av evnavørum.

Uttanlandsnevndin undrar seg stórliga yvir, at eingin skráseting er av í hvønn mun evni, sum viðkoma sáttmálanum, eru at finna í Føroyum. Verður fyriliggjandi lógaruppskot samtykt, verður tað tó eitt krav, at slík yvirlit verða gjørd.

Nevndin hevur gjørt Løgmansskrivstovuna varuga við, at danir hava gjørt broytingar í síni annars samsvarandi lóg, og hevur nevndin í hesum sambandi spurt Løgmansskrivstovuna, um hon heldur, at tørvur er fyri, at vit eisini taka hædd fyri somu atlitum, sum broytingarnar í Danmark hvíla á.

Løgmansskrivstovan upplýsir, at danska lógin er nýtt sum fyrimynd fyri fyriliggjandi uppskoti, og greiðir frá, at nýggju ásetingarnar skulu heimila stjórnini at áseta nærri reglur viðvíkjandi flutningi av ávísum evnavørum (kemikalium), sum eru nevnd á listunum í avvarðandi ST-sáttmála, til og úr øðrum londum. Endamálið er at forða fyri, at lond, ið ikki eru bundin av sáttmálanum, ogna sær evni, ið kunnu nýtast til at framleiða evnafrøðilig vápn.

Løgmansskrivstovan heldur hetta hava týdning fyri at kunna uppihalda sáttmálanum eisini í Føroyum, og í samráð við løgmann hevur Løgmansskrivstovan tí heitt á uttanlandsnevndina um at broyta uppskotið. Løgmansskrivstovan kemur eisini við uppskoti til broytta orðing og hevur í tí sambandi hesar almennu viðmerkingarnar:

"Sáttmálin inniheldur listar við evnafrøðiligum evnum, ella evnavørum (kemikaluum), ið umframt lógliga nýtslu eisini kunnu verða nýtt í framleiðslu av evnafrøðilugum vápnum, og sum tískil koma undir ávísar avmarkingar og eftirlitstiltøk.

Listi 2 fevnir um evnavørur, sum, týðandi vandi er fyri, kunna hótta endamálið við sáttmálanum, av tí at tær eru sera eitrandi, ella eru serliga væl hóskandi at vera partur í grundarlagnum undir framleiðsluni av evnafrøðiligum vápnum. Hesar evnavørur verða ikki framleiddar í stórum nøgdum til loyvd handilslig endamál.

Listi 3 fevnir um evnavørur, sum kunnu vera til vanda fyri endamál sáttmálans, men sum kunnu verða framleiddar í stórum handilsligum nøgdum til loyvd endamál."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

1) § 6 verður orðað soleiðis: "§ 6. Avvarðandi landsmyndugleiki ásetir í samráð við løgmann nærri reglur fyri flutningi av evnavørum, ið koma undir eftirlit samsvarandi evnavørulistum sáttmálans, til og úr londum, ið ikki eru bundin av sáttmálanum." og §§ 6-9 verða hereftir §§ 7-10.

Viðmerkingar til broytingina:
Nýggja greinin hevur við sær, at avvarðandi landsmyndugleiki, sí viðmerkingarnar til § 2, fær heimild at áseta reglur í samráð við løgmann, sum situr fyri uttanríkismálum landsstýrisins, um flutning av evnavørum, ið eru á listunum í sáttmálanum. Høvuðsendamálið er at hava eftirlit, ið tryggjar, at evnavørur, ið eru á lista 2 í sáttmálanum, einans verða fluttar til og úr londum, ið eru bundin av sáttmálanum. Eisini kunnu í framtíðini ávísar evnavørur á lista 3, eftir samtykt av luttakandi londunum, koma undir líknandi avmarkingar viðvíkjandi flutningi millum lond.

2. viðgerð 6. mars 2003. Broytingaruppskot frá samdari uttanlandsnevnd til § 6 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. mars 2003.
Av tí at telduskipanin ikki var tøk, vórðu allar atkvøðugreislurnar sambært § 76 í tingskipanini. Atkvøtt varð við navnakalli. Formaðurin heitti á tingmenninar Heðin Mortensen og Jógvan á Lakjuni um at telja atkvøðurnar.
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð:
Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
Eingin atkvøddi nei.
Eingin atkvøddi blankt.
Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Henrik Old, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
Uppskotið endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 34 frá 18.03.2003.