100-5 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi játtan og nýtslu á § 2 fyri ár 2003

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2003, mikudagin 17. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann løgmaður geva Løgtinginum eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 2 á fíggjarlógini (Løgmansfyrisitingin) fyri ár 2003 á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið, sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvørja høvuðskonto sær.
  2. Um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?

Viðmerkingar
Fyrispurningurin er settur fyri at fáa neyvari meting av nýtsluni á ávísum játtanum á fíggjarlógini fyri ár 2003. Verandi játtanir á fíggjarlógini eru ásettar síðsta heyst, tá fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2003 varð lagt fyri tingið og seinni samtykt í Løgtinginum við ávísum broytingum.

Væntandi hevur landsstýrismaðurin nýtslutøl tøk fyri teir fyrstu 8 til 9 mánaðirnar í ár, tá spurningurin eigur at verða svaraður, og harvið betri møguleika at meta um røttu nýtsluna fyri árið.

Á tingfundi 17. september 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 15. oktober 2003 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Undirritaði hevur fingið tveir fyrispurning frá Jóannes Eidesgaard løgtingsmanni um játtan og nýtslu hjá løgmansfyrisitingini fyri hetta ári.

Spurningur 1: Spurt verður um løgmaður kann geva Løgtinginum eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 2 á fíggjarlógini (Løgmansfyrisitingin) fyri ár 2003 á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið, sæð í mun til játtina á fíggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvørja høvuðskonto sær?

Svar: Allar høvuðskonti innan § 2 eru gjøgnumgingnar, og eg kann gera hesar viðmerkingar til støðuna, sum hon sær út í dag:

Á høvuðskontu 2.11.1.21, sum er til umbygging í Tinganesi - ein Løgujáttan - er staðfest ein meirnýtslu. Talan er um umbygging av hølum til Løgmálaráðið at húsast í, og smávegis arbeiði, svarandi til umleið 50.000 kr., er eftir at gera, áðrenn Løgmálaráðið kann taka hølini í nýtslu.

Fyri formliga at staðfesta meirnýtsluna og fyri at gera hølini so mikið liðug, at tey kunnu takast í nýtslu, er søkt um eykajáttan upp á 700 tús. kr. Hendan eykajáttan verður mótsvarað við samsvarandi sparingum á høvuðskontu 2.11.1.02 Løgmansskrivstovan og høvuðskontu 2.11.1.12, sum er til viðlíkahald.

Sí eisini viðsenda fylgiskjal: Rakstrarfrágreiðing fyri § 2 Løgmansfyrisiting v.m. á fíggjarlóg 2003, sum er við í eykajáttanini fyri september, og sum er til viðgerðar í Løgtinginum.

Spurningur 2: Um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?

Svar: Tann 10. september 2003 varð staðfest, at játtanin fór ikki at halda til áðurnevndu umbygging. Heitt var tí sama dag á Landsverkfrøðingin (byggiumsitingina) og privat arkitektavirki, um at greiða frá støðuni. Landsverkfrøðingurin hevur gjørt avtalu við eitt privat arkitektavirki um at veita ráðgeving og hava eftirlit viðvíkjandi umbyggingini. Fundur varð hildin dagin eftir.

Grundað á upplýsingarnar, sum byggifakligi sakkunnleikin legði fram á hesum fundi um rokningar, sum ikki vóru latnar løgmansfyrisitingini, og sum vóru fyri longu gjørt arbeiði og keypt tilfar, varð avgerð tikin um, alt fyri eitt, at steðga øllum arbeiði viðvíkjandi nevndu høvuðskontu.

Ásannast má, at fíggjarstýringin viðvíkjandi byggimálum undir § 2 hevur ikki verið nóg neyv í 2003.

Farið er tí undir at endurskoða samstarvið millum myndugleikarnar fyri at tryggja, at meirnýtsla í mun til játtan ikki kemur fyri í framtíðini.

Annars kann sigast, at samlaða játtanin til § 2 kemur at halda fyri fíggjarárið 2003.

Málið avgreitt.