Vinnuligur fiskiskapur

Skjal 1

2  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

Skipanarnevndin

sambært § 2. Stk. 4 í løgtingslóg um Vinnuligan Fiskiskap frá 10. Mars 1994 við seinni broytingum

 

Frágreiðing og tilmæli
til
landsstýrismannin í fiskivinnumálum
fyri
fiskiárið 1999/2000

  

Latin landsstýrismanninum í fiskivinnumálum 24. juni 1999

 

 

Innihaldsyvirlit

1. Inngangur
2. Samandráttur og tilmæli
3. Heimildir hjá nevndini
   Uppskot um at gera, lógarverkið einfalt, lættfatuligari og eintýðugt
   - Eftirlit við skipanini við fiskidøgum, reiðskapsreguleringum og stongdum leiðum
   - Var útgangsstøðið rætt?
4. Samandráttur av kanningini av fiskidagaskipanini frá John Pope
   - Týdningarmiklar lýsingar
   - Upprunaliga útrokningargrundarlagið
   - Niðurstøður
   - Eru veiðuevnini broytt síðan 1995/1996
   - Kanning av útrokningum hjá ICES
5. Meting av veiðutrýstinum frá ICES
   - Er fiskiveiðueftirlitið nóg neyvt
   - Yvirlit yvir hvørjir fiskidagar kunna lænast, leigast, seljast/keypast
   - Hvussu vera fiskidagarnir nýttir
   - Ivi um hagtøl fyri fiskidagar
   - Líðandi batar í veiðuevnum
   - Hvussu hevur skipanin sett mark fyri, hvussu nógv verður tikið burturúr ymisku stovnunum
6. Livir skipanin upp til endamálið í lógini frá 1994
   - Býtið millum skipabólkarnar
   - Er veiðan lívfrøðiliga burðardygg
7. Fyrivarnisreglan og samanbering við støðuna í Íslandi
   - Íslendska veiðureglan
8. Er veiðan búðskaparliga burðardygg
9. Hvussu fáast allar skipabólkar og fiskastovnar inn undir fiskidagaskipanina?
   - Lemmatrolarar yvir 1000 hestar á djúpum vatni
   - Útrokning av døgum uttan fyri og innan fyri ringin
   - Veiðan eftir gulllaksi
   - Veiðan eftir svartkalva og havtasku
   - Aðrar veiður

 Inngangur

Skipanarnevndin varð upprunaliga sett niður av Føroya Landsstýri 9. november 1995 fyri at finna fram til eina reguleringsskipan fyri fiskiskapin eftir botnfiski á føroysku landleiðunum, sum kundi koma í staðin fyri ta kvotuskipan, sum kom í gildi summarið 1994. Tað uppskot, sum nevndin kom fram til var einmælt og fekk undirtøku frá einmæltari fiskivinnu landsstýri og løgtingi.

Botnfiskiskapurin undir Føroyum hevur sostatt nu brátt í trý ár verið umsitin undir tí skipan við fiskidøgum, sum skipanarnevndin setti fram uppskot um. Eyðkenni fyri hesa skipan er, at roynt verður at áseta eitt veiðutrýst á landleiðunum, sum tryggjar at í miðal verður ikki tikið meira burtur úr toska-, hýsu og upsastovnunum enn tað, sum er lívfrøðiliga burðardygt. Heldur enn á hvørjum ári at áseta eina kvotu í tonsum av fiski fyri hvørt fiskaslag, verður ásett eitt fiskidagatal fyri hvønn bólk av fiskiførum, sum skal tryggja, at heildarveiðutrýstið á teimum trimum týdningamestu botnfiskastovnunum ikki fer upp um ásett mark. Markið er, at veiðan – í tali - ikki fer upp um 33 % av stovninum.

Tað liggur í skipanini, at hon - sum meginregla - ikki skal stillast á hvørjum ári. Er veiðutrýstið rætt roknað út frá byrjan, so er tað rætt um stovnurin er stórur ella lítil. Eru fiskastovnarnir væl fyri verður veiðan góð, eru fiskastovnarnir ikki væl fyri, so minkar veiðan samsvarandi, men parturin, sum verður tikin av stovninum verður hin sami. Verður veiðutrýstið regulerað við veiðunøgdum, heldur enn fiskidøgum, so er neyðugt á hvørjum ári at áseta kvotur fyri hvønn fiskastovn sær. Royndirnar vísa, at tað er torført at áseta kvotur, sum neyvt stilla veiðutrýstið. Orsøkirnar eru m.a., at vit ofta nóg neyvt ikki vita hvør tilgongdin verður, og at tað við teimum arbeiðshættum, sum eru tøkir eru, er ringt at gera stovnsmetingar, sum eru neyvar fyri tey seinastu árini. Við eini fiskidagaskipan slepst eisini undan vansanunum av, at skula raka rætta veiðutrýstið í senn fyri allar fiskastovnar, sum vera fiskaðir saman í ein blandaðum fiskiskapi. Góðar grundir eru tí fyri at halda, at ein skipan við fiskidøgum hevur betrið møguleikar at raka eitt rímiligt veiðutrýst fyri fiskiskapin í einum øki, enn ein skipan við nøgdarkvotum fyri einstakar stovnar. Einasta treytin er, at væl verður fylgt við um veiðuevnini økjast og møguligir effektivtetsbatar vera tiknir inn so hvørt, so veiðutrýstið áhaldandi er burðardygt.

Nevndin gjørdi í upprunatilmælinum vart við vansar og fyrimunir við eini skipan, sum dúvaði upp á fiskidagar og økisfriðingar.

Fyrimunirnir vóru:

Tað verður møguligt at áseta avmarkingar í fiskiskapinum, sum ikki krevja neyvar stovnsmetingar á hvørjum ári.

Um talan er um egnar fiskdagar, sum kunnu keypast og seljast, so er grundarlag fyri tillaging av fiskiflotanum til tilfeingið, og at tær fyritøkur, sum verða best riknar koma at umsita fiskiveiðuna.

Skipanin elvir ikki til, at veiða verður koyrd fyri borð ella gongur uttan um veiðuhagtalsskipanina

Vansarnar vóru:

Tá talan er um fiskiskap eftir fleiri fiskastovnum er torført sat raka á rætta úrtøku hvønn stovn sær.

Veiðuevnini hjá skipunum økjast alla tíðina. Neyðugt kann tí verða at tillaga fiskidagatalið, serliga um stórar tøkniligar broytingar fara fram.

Treytin fyri, at ein skipan við egnum fiskidøgum, sum kunnu keypast og seljast, skal geva búskaparligt úrslit, er, at øll fiskivinnan verður rikin undir marknaðarbúskapi.

Nevndin gjørdi vart við : "…at skipanin ikki er roynd aðarstaðni. Nevndin mælir tí til, at royndirnar av skipanini gjølla verða kannaðar og mettar móti endamálinum…."

Royndirnar av fyrstu trimum árunum undir skipanini hava víst, at hesar metingar hava hildið, og tá vit hava fleiri ár undir skipanini fæst meira vissa fyri, um skipanin – um hon alla tíðina verður verður røkt - kann tryggja lívfrøðiliga burðardyggari veiðu eftir botnfiski undir Føroyum. 

Limir í Skipanarnevndini eru : Kjartan Hoydal, formaður, Árni Dam, Jónsvein Knudsen, Chris Jan Michelsen, Óli Jacobsen, Elmar Højgaard , Jákup Reinert og Heðin Weihe. Skrivari er Marita V. Rasmussen. Jákup Gøthe hevur verið á einum fundi sum varalimur fyri Óla Jacobsen, Hjalti í Jakupsstovu hevur verið á 2 fundum, sum varamaður fyri Jákup Reinert. Osmund Justinussen hevur verið á 2 fundum, sum varamaður fyri Jónsvein Knudsen og Johan Simonsen hevur verið á 5 fundum sum varamaður fyri Elmar Højgaard.

Samandráttur og tilmæli

Tá skipanin við fiskidøgum og stongdum leiðum varð gjørd, var roynt at meta um avleiðingarnar. Hildið var, at ein tílík skipan - um byrjunarstøðið var rætt ásett - var før fyri at tryggja, at botnfiskaveiðan undir Føroyum kundi rekast lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt. Fyritreytin fyri, at skipanin var búskaparliga burðardygg var tó, at egnu fiskidagakvoturnar kundu handlast rímiliga frítt so ein tillaging av fiskiskipaflotanum til lívfrøðiligarog búskaparligar fyritreytir kundi fara fram. Skipanin umfataði útróðrarflotan, línuskip og partrolarar, men lemmatrolarar yvir 1000 hestar komu ikki við í skipanina frá byrjan. Tann skipanin, sum var endaliga samtykt av løgtinginum, loyvdi ikki stórar møguleikar at ogna sær fiskidagar á ein hátt, so ætlanir kunnu leggjast fyri fleiri ár og fleiri avmarkingar vóru fyri at handla millum ymiskar bólkar. Somuleiðis hevur ásetta fiskidagatalið, saman við teimum veiðumøguleikunum fiskiflotin undir Føroyum annars hevur, inn til nú ikki verið so avmarkandi fyri einstøku førini, at tað hevur verið neyðugt hjá meira virkisførum fiskiførum at keypa sær fiskidagar, ella at tað hevur verið lokkandi hjá fiskiførum við verri rakstrarmøguleikum at selja dagar.

Løgtingið broytti í august 1998 lógina um vinnuligan fiskiskap, so tað gjørdist møguligt at leggja veiðuloyvi saman rættuliga frítt. Eisini var tíðin fiskidagar kundu keypast longd munandi. Eitt yvirlit yvir reglurnar fyri hvussu handil við fiskidøgum og veiðuloyvum kann fara fram er á síðu 12.

Ein av orsøkunum til, at løgtingið hevur avmarkað møguleikarnar at handla dagar og leggja loyvi saman var óttin fyri, at hetta fór at vera til ógagns fyri útroðrarflotan. Í frágreiðing síni í fjør gjørdi Skipanarnevndin vart við hetta og skotið varð upp, at partur av útróðrarflotanum varð hildin heilt uttan fyri tey krøv um búskaparligari tillaging, sum annars eru í skipanini.

Løgtingið hevur nú sett eitt skott millum útróðrarflotan undir 40 tons og restina av fiskiflotanum, tá talan er um at leggja veiðuloyvi saman. Eitt annað skott er millum flotan undir 15 BRT og restina, tá talan er um at læna, leiga og selja/keypa fiskidagar. Nevndin segði í frágreiðingina í fjør hetta: Nevndin hevur tað hugsan, at skal flotin laga seg til tilfeingið og standa mát við krøvini um búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygd eigur tað at bera til at keypa og selja so frítt sum møguligt innan fyri tey mark, sum løgtingið ásetur, tó so at tey minnu útróðrarførini vera hildin uttanfyri. Reglurnar um rættindi í samband við keypi og sølu eiga at vera greiðar og geva skipunum møguleika at leggja ætlanir sum grundarlag fyri rakstri yvir eitt áramál, og innan fyri hesar reglur kunna laga seg til givnar fortreytir.

Eftirlitið við skipanini vísir, at hon higartil hevur hildið tað, sum væntað var. Hon hevur verið før fyri at tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiðu undir teimum fyritreytum, sum vóru settar. Hugsanin hjá nevndini er, at hon við røttu røkt, sum frálíður, kann gerast grundarlag undir eini búskaparligari burðardyggari fiskiveiðu eftir botnfiski undir Føroyum.

Skipanarnevndin hevur kannað tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni, (skjal a) og Stovnsrøktar-nevndini (skjal b). Lítil munur er á metingini um støðuna í teimum ymsum stovnunum, upsin undantikin. Hinvegin eru tilmælini ymisk.

Stovnsrøktarnevndin mælir til, at dagatalið verður óbroytt í 1999/2000.

Fiskirannsóknarstovan mælir til, at fiskidagatalið hjá teimum skipabólkum, sum veiða upsa og tosk, verður lækkað niður á eitt hóskandi støði. Fyri hýsu er eingin orsøk til at broyta fiskidagatalið. Fiskirannsóknarstovnan leggur serliga dent á at verja upsan, tí gýtingarstovnurin eftir seinastu stovnsmeting er uttan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar. Grundarlagið hjá Fiskirannsóknarstovuni fyri hesi meting er fyrivarnisreglan.

Nevndin kannaði í fjør spurningin um skipanarnevndin frá fyrstani tíð roknaði veiðuevnini hjá ymisku skipabólkunum rætt. Í ár gjørdu Fiskimálastýrið, Fiskirannsóknarstovan og nevndin av at fáa ein uttanveltaðan fiskifrøðing at fara gjøgnum alt aftur. Heitt var á John Pope, fiskifrøðing úr Bretlandi. John Pope hevur skrivað eina fakliga frágreiðing á enskum um kanningar sínar, sum er almenn og kann fáast frá Fiskimálastýrinum.

Kanningarnar hansara koma til sama úrslit, sum nevndin kom til í fjør, og er hann yvirhøvur samdur í tí meting nevndin hevur havt um fyrimunir og vansar við eini fiskidagaskipan og hvussu hon skal røkjast. Rætt varð roknað frá byrjan og nevndin nýtti hagtalstilfarið so væl, sum gjørligt var, til at finna fram til miðalveiðuevnini hjá ymisku skipabólkunum eftir toski, hýsu og upsa. Við hesum metir nevndin, at føroyska fiskidagaskipanin hevur fingið prógv frá einum óheftum serfrøðingi og orðaskiftið um møguligar feilir í skipanini er endað.

Einki í tí tilfarinum, sum nevndin hevur havt til taks, bendir á, at veiðan undir Føroyum ikki er lívfrøðiliga burðardygg, tá vanlig mát fyri, hvussu nógv kann vera tikið burtur úr hvørjum fiskastovni verða lagt til grund (t.e. at uml. triðingurin av stovninum í tali á hvørjum ári). Viðvíkjandi kravinum um, at skipanin eisini skal føra til eina búskaparliga burðardygga vinnu, hevur verið ivi um, um vinnan er før fyri at útvega inntøkur, so tað ber til at savna saman fæ til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Støðan er nú, at ein stórur partur av flotanum lítla og onga skuld hevur av skuldini. Samstundis hava skipini gjørt sera nógv við viðlíkahald tey seinastu 3-4 árini, so at flestu skipini eru í góðum standi í dag. Kreppuárini var sera lítið gjørt við viðlíkahald.

Í hesum sambandi endurtekur nevndin, at ávísir partar av útróðrinum, sum tæna samfelags-búskaparligum endamálum, sum eru ásett í lóg um vinnuligan fiskiskap, ikki koma undir somu búskaparligi krøv, sum hinir partarnir av fiskiflotanum.

Nevndin hevur gjørt eina samanbering millum fiskidagaskipanina undir Føroyum við kvotuskipanina fyri toskastovnin undir Íslandi. Í Íslandi er veiðureglan, at kvotan á toski verður ásett, so at ikki meira enn 25 % í vekt verða tikin úr stovninum (sammett við 33 % í tali, sum er føroyska veiðureglan). Samanberingin vísir, at veiðan av øllum trimum høvuðsstovnum undir Føroyum toski, hýsu og upsa við fiskidagaskipanini liggur um uml. 25 % av stovninum í vekt ella undir tey seinastu árini.

Nevndin hevur í hesari frágreiðing eitt uppskot um at fáa lemmatrolarar yvir 1000 hestar inn í fiskidagaskipanina. Nevndin skjýtur upp at lata hendan bólk fáa tað fiskidagatal, teir søguliga hava havt innan fyri ringin. Hetta gevur bólkinum 203 dagar innan fyri ringin. Hetta avmarkaða talið av døgum fær teir inn í fiskidagaskipanina og kunnu teir síðani leiga ella selja fleiri fiskidagar innan fyri ringin og bøta um rakstrarviðurskifti síni á sama hátt, sum aðrir skipabólkar oman fyri 40 tons.

Nevndin hevur umrøtt, um orsøkir eru fyri at halda, at veiðuevnini hjá bólkunum eru broytt sammett við tey veiðuevni, sum vóru roknað, tá skipanin byrjaði í 1996/1997. Einki veruligt tilfar er tøkt í ár, sum bendir á lop í veiðuevnunum. Nevndin hevur eisini umrøtt sonevndu líðandi batarnar í veiðuevnunum, sum eru væntandi í eini fiskidagaskipan. Kanningar aðrastaðni hava víst, at hesir líðandi batar kunnu vera so nógv sum 5 % um árið.

Skipanarnevndin tekur undir við, at leggjast má upp fyri bæði lopum í veiðuevnum og líðandi batum. Skipananarnevndin ger tó einki uppskot um hetta í ár, tí tað er metingin hjá nevndini, at tann niðurskurður í fiskidagatalinum, sum var í 1997/98 (12,5 %) og í 1998/1999 (5%) hava tikið hædd fyri líðandi batunum í veiðuevnum og einki tilfar er tøkt í ár, sum kann vísa á lop í tøknini.

Niðurstøðan hjá nevndini viðvíkjandi fiskidagatalinum er, at ongar sannførandi lívfrøðiligar grundir eru fyri at broyta heildarfiskidagatalið fyri fiskiárið 1999/2000, tá veiðureglan er, at ikki meira enn 33 % av stovninum skulu veiðast á hvørjum ári. Umboðið frá Fiskirannsókanrstovuni vísir til, at stovnurin hevur mælt til ein niðurskurð í royndini eftir toski og upsa, og kann tí ikki taka undir við, at ongin niðurskurður verður skotin upp fyri komandi fiskiár.

Viðvíkjandi búskaparligum orsøkum til at skjóta upp lækkingar heldur nevndin seg ikki til at gera nakað tilmæli. Spurningurin var umrøddur í frágreiðingini í 1998 og heitt verður á politisku myndugleikarnar um framhaldandi at viðgera spurningin um, hvussu flotin verður búskaparliga sjálvberandi.

Grundað á fyrivarnisregluna hevur Fiskirannsóknarstovan funnið fram til, at eitt veiðutrýst, sum tekur upp í ein triðing av stovninum á hvørjum árið, er ov høgt. Sambært útrokningar, eigur veiðutrýstið fyri fyri teir tríggjar botnfiskastovnarnar, mátað, sum tann prosentpartur, sum verður veiddur í tali av stovninum á hvørjum ári, ikki at vera meira enn tað, sum er sett niðanfyri fyri at veiðan skal vera burðardygg.

 

Stovnur

Toskur Vb1

Hýsa

Upsi

% veitt av stovni

Veiðutrýst tilmælt undir fyrivarnisregluni 1998

24

22

30

Veiðutrýst tilmælt undir fyrivarnisregluni 1999

27

20

22

Veiðutrýst tilmælt av skipanarnevndini 1996 til 1999

33

33

33

 

Heimildir hjá nevndini

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum niðursetur Skipanarnevndina sambært § 2. Stk. 4 í løgtingslóg um Vinnuligan Fiskiskap frá 10. mars 1994 við seinni broytingum. Uppgávan hjá nevndini er ásett í § 22 í somu lóg. Hon skall í arbeiði sínum viðgera tilmæli og stovnsmetingar frá Stovnsrøktarnevndini og Fiskirannsóknarstovuni og skal geva tilmæli um, hvussu fiskikapurin skal skipast komandi ár, herundir møguligar broytingar í fiskidagatalinum fyri hvønn høvuðsbólk.

Landsstýrismaðurin kann harumframt biðja nevndina viðgera aðrar spurningar.

Nevndin hevur verið samd um í viðgerðini at leggja dent á at kanna og gera eitt eftirlit við skipanina við fiskidøgum. Er nakað komið fram, sum vit ikki vistu í 1995 og livur hon upp til tey endamál, sum eru í lóg um vinnuligan fiskiskap?

Í hesum sambandi ger nevndin aftur vart við, at ráðgevingin frá fiskifrøðingum og stovnsrøktarnevndini ikki í øllum førum er lagað til arbeiðið at meta um skipanina. Í báðum tilmælum verður framvegis mest tosa um støðuna í stovnum júst nú. Núverandi skipanin nýtir tvey høvuðsamboð: Kvotur av veiðudøgum (stilling av veiðutrýsti) og stongdar leiðir. Tað er tí av týdningi at fáa tilfar um hesi bæði amboð t.d.: Vera fiskidagarnir nýttir á annan hátt t.d. dyggari? Hvussu ávirkar skipanin við stongdum leiðum veiðuevnini hjá ymisku skipabólkunum eftir ávísum fiskasløgum t.d. við gera veiðuevnini verri?. Teir stovnar, sum geva tilmæli (Stovnsrøktarnevndin, Fiskirannsóknarstovan (ICES)) eiga at fáa spurningar um hesi fyribrigdi serstakt, fyri at geva skipanarnevndinini betri møguleikar at meta um, hvussu skipanin virkar. Skipanarnevndin orðaði í 1999 nakrar spurningar til ráðgevandi stovnarnar hesum viðvíkjandi, men enn er ikki svar komið upp á teir.

Uppskot um at gera lógarverkið einfalt, lættfatiligt og eintýðugt

Nevndin hevur fingið áheitan frá fleiri, um at koma við viðmerkingum til lóg um vinnuligan fiskiskap, so at eitt lógarverk fæst til vega, sum ger karmarnar fyri veiðuni undir Føroyum einfaldar og støðugar og ikki gevur møguleika fyri iva um tulkingar.

Nevndin fer ikki undir hetta arbeiðið uttan einari beinleiðis áheitan frá fiskivinnuumsitingini, men er fús at taka spurningin upp seinni í ár, um ynski er um tað.

Eftirlit við skipanini við fiskidøgum, reiðskapsreguleringum og stongdum leiðum.

Nevndin hevur hevur aftur í ár gjøgnumgingið tey ymisku "amboðini" í skipanini, sum skulu tryggja at fiskastovnarnir á landleiðunum eru undir burðardygggari unsiting.

Var útgangsstøðið rætt?

Í frágreiðingini hjá nevndini í 1998 varð greitt frá tí iva, sum var reistur um byrjunarstøðið í skipanini var rætt roknað. Nevndin kannaði sjálv málið og fann einki galið.

Seinni gjørdu Fiskimálastýrið, Fiskirannsóknarstovan og nevndin av at fáa ein uttanveltaðan fiskifrøðing at fara gjøgnum alt aftur. Heitt var á John Pope. John Pope hevur skrivað eina fakliga frágreiðing á enskum um kanningar sínar, sum er almenn og kann fáast frá Fiskimálastýrinum. Niðanfyri verða niðurstøðurnar í frágreiðingini drignar saman.

Samandráttur av kanningini av fiskdagaskipanini hjá John Pope

John Pope er vælkendur fiskifrøðingur úr Bretlandi. Hansara serkunnleiki er talviðgerð, hagfrøði, burtur úr eini talrúgvu at finna samanhang og seta hann so upp, at niðurstøður kunnu gerast burtur úr.

Týdningarmiklar lýsingar.

John Pope nýtir tað matematiska málið, sum fiskifrøðingar vanliga nýta. Hann leggur serliga dent á hesi hugtøk:

Upprunaliga útrokningargrundarlagið

John Pope hevur nýtt sama tilfar, sum Skipanarnevndin 1995/96 og hevur gjøgnumgingið útrokningarnar, sum tær vóru gjørdar tá. Hann hevur nakrar niðurstøður og nakrar tankar um hvussu skipanin kann virka.

Niðurstøður

Almennar hugleiðingar um fiskidagaskipanini og hvussu hon virkar:

Eru veiðuevnini broytt síðan 1995/96

Royndir aðrastaðni benda á, at veiðuevni vanliga batna við 2-3 % um árið. Ein skipan við fiskidøgum hevur væntandi við sær. At hetta tal verður hægrið, so tað er neyvan av leið at meta, at veiðuevnini tá batna við uml. 5 % hvørt ár.

Ein hagtalsanalysa av tilfarinum undan Føroyum vísir, at effektiviteturin er vaksin eftir toski og hýsu, men ringt er at siga um hetta kemst av, at meira hevur verið lagt eftir at royna eftir hesum báðum sløgum. Roknistykki verður eisini ivasamt, tí enn er ivi um røttu hagtølini fyri fiskidagar aftur í tíðina.

Pope hevur síðani roynt at finna fram til, um tað ber til at rokna okkum fram til broytingar í veiðuevnum hjá ymiskum skipabólkum fram í tíðina.

Kanning av útrokningunum hjá ICES

John Pope hevur eisini hugt at arbeiðinum hjá ICES. Talgrundarlagið er hitt sama sum hjá Skipanarnevndini. Okkurt bendir á, at útrokningarnar av fiskideyðatalinum hjá ICES eru rættuliga óvissar fyri tað seinasta árið í øllum trimum stovnum.

Hagfrøðilig analysa av úrslitunum hjá ICES sýnir, at útrokningarnar av sannlíkindinunum fyri hvussu ásetta dagatalið ávirkar fiskideyðatalið, førir til yvirmeting av fiskideyðatalinum.

John Pope finnir einki, sum forðar fiskidagaskipanini at tryggja burðardygga umsiting av fiskastovnunum undir Føroyum. Treytin er tó, at ansað verður væl eftir, at veiðuorkan ikki fer uppeftir. Hann metir eisini, at skipanin kundi verið enn tryggari og ivaleyst skapa betri búskaparlig úrslit, um fiskiflotin var heldur minni enn hann er í dag.  

Metingar av veiðtrýstinum frá ICES

Ár Upsi Hýsa Toskur

 

Fiskideyðatal

Veitt í tali í % av stovni

Fiskideyðatal

Veitt í tali í % av stovni

Fiskideyðatal

Veitt í tali í % av stovni

1989

0,371

28

0,232

19

0,789

50

1990

0,567

40

0,227

18

0,647

44

1991

0,704

46

0,211

17

0,476

34

1992

0,522

37

0,149

13

0,369

28

1993

0,45

33

0,127

11

0,221

18

1994

0,48

35

0,131

11

0,19

16

1995

0,429

32

0,137

12

0,296

23

1996

0,338

26

0,179

15

0,614

42

1997

0,338

26

0,172

14

0,545

38

1998

0,415

31

0,21

17

0,353

27

Fiskideyðatalið 0,45 merkir at 33 % av stovninum í tali verður veitt

Av royndum vita vit, at tølini fyri tey seinastu árini eru meira óviss enn tey fyri fyrru árini, men vera bestu metingarnar hjá fiskifrøðingunum nýttar, so síggja vit, at fyri 1996, 1997 og 1998, tá fiskidagaskipanin er farin at virka, víkja tølini fyri tað, sum verður tikið burtur úr stovninum, ikki munandi frá ætlanini um, at í miðal skal ikki meira enn triðingurin av hvørjum stovni fiskast á hvørjum ári. Tá fiskidagaskipanin hevur verið í gildi í fleiri ár, ber til við størri vissu at síggja samanhangin millum fiskidagatalið og hvussu nógv verður tikið úr stovnunum.

Er fiskiveiðieftirlitið nóg neyvt

Ein avgerandi fyritreyt fyri, at skipanin virkar er, at eftirlitið er dygt. Eftirlitið við fiskidøgunum liggur hjá Fiskiveiðeftirlitinum.

Trupulleikar vóru í fyrstani við at fáa eftirlitið at virka. Fráboðanir frá skipum vóru ikki nóg neyvar. Kotu- og aðrir feilir vóru vanligir. Fiskiveiðueftirlitið hevur nú fulla nyttu av dagbókaskipanini. Enn hava skipini hjá Fiskiveiðueftirlitinum ikki møguleikar at kanna fráboðanirnar, tá tey eru á feltinum.

Fyri 1998/98 metir Fiskiveiðueftirlitið sjálvt, at hagtøl teirra yvir nýttar fiskidagar eru so neyv, sum tey á nakran hátt fáast. 

 

Sammetingar 1996/97 og 1997/98 og 1998/99 Landleiðirnar
1996/97 1 sept. – 31. aug 1997/98 alt fiskiárið 1998/99 fram til 10. jumi
Skipabólkur Fiski- Fiskidagar Skipabólkur Fiski- Fiskidagar Fiski- Fiskidagar
1996/97 loyvi tillutaðir nýttir 1997/98 loyvi tillutaðir nýttir loyvi tillutaðir Nýttir
1 Lemmatrolarar 14 13 13
2 Partrolarar 34 8.225 5.098 34 7.199 6.415 34 6.839 4.184
3 Línuskip yv. 110 BRT 19 3.040 2.137 19 2.660 2.988 19 2.527 1.933
4A Útró.bátar 20-40 BRT 2.300 1.526 15- 40 BRT 56 4.696 2.587 56 4.461 1.769
4B Útró.bátar 40-60 BRT 17 1.650 2.528 Yv. 40 BRT 45 4.632 4.113 45 4.400 2.652
4D Útró.bátar yv 60 BRT 30 1.430 167
5 Trolbátar undir 85 BRT 1.170 125
6A Útró.bátar u.20 BRT fu. ri. 211 2.000 16.240 u. 15 BRT 191 23.625 16.464 404 22.444 9.231
6B Útró.bátar u.20 BRT ik.fu. ri. 1098 13.000 686 863

Núverandi fiskiskapur hevur í fleiri førum verið nevndur "fríur" fiskiskapur, at sammeta við støðuna, áðrenn lóg um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í mars 1994. Hagtølini vísa, at hetta ikki er so. Talið av aktivum veiðuloyvum er minkað og miðaldagtalið fyri hvørt fiskifar er við núverandi ásetingum lægri enn fyrr.

Yvirlit yvir hvussu fiskidagar kunnu lænast, leigast og seljast/keypast

Fiskiárið gongur frá 1/9 til 31/8. Fiskidagarnir kunnu handlast frítt í upp til 10 ár í senn, innan fyri hvønn skipabólk sær, alt árið. Tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum kunnu bólkarnir leiga fiskidagar sínamillum. Í bólki 4 er hesin møguleiki avmarkaður soleiðis, at fiskidagar ikki kunnu latast frá húki til trol.

 

       

Keyp/søla frá øðrum bólkum

Bólkar

1/9 til 31/11

1/12 til 28/2

1/3 til 31/5

1/6 til 31/8

1. Lemmatrol.

   

2. Partrol.

Innan fyri bólkin frítt alt árið

3, 4 (bara trolbátum)

3. Línuskip

Innan fyri bólkin frítt alt árið

2, 4

4. Útróður y. 15 tons

Innan fyri bólkin frítt alt árið ikki frá húki til trol

2, 3 ikki frá húki til trol

5. Útróður u. 15 tons

 

eingin

Veiðuloyvi kunnu leggjast saman millum allar bólkar oman fyri 40 tons.

Hesir møguleikar eru treytaðir av, at landsstýrismaðurin hevur ásett nærri reglur í kunngerð um fiskiorku og umrokningarfaktorar fyri fiskidagar, alt eftir hvørt fiskifar talan er um.

Bólkur 1, lemmatrolarar > 1000 HK, er uttanfyri fiskidagaskipanina.

Eingin keyp/søla leiga er ímillum bólk 5 og hinar bólkarnar.

Hvussu vera fiskidagarnir nýttir

Veiðuloyvi

Dagar 1998/99

Dagar nýttir 10/6

Dagar/ veiðuloyvi

Nýtt fram-roknað

%

Partrolarar

34

6.839

4.184

201

5.396

79

Línuskip

19

2.527

1.933

133

2.493

99

Útróðrarbátaryvir 40 BRT

45

4.400

2.652

98

3.420

78

Útróðrabátar 15-40 BRT

56

4.461

1.769

80

2.282

51

Útróðrarbátar u. 15 tons

22.444

Fiskidagar nýttir –avroknaðir - eru gjørdir upp til 10. juni. Tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu nýtslan sær út 31. august, tá fiskiárið endar, men fyri at fáa okkurt at meta seg eftir er nýtslan framroknað við at býta nýtta dagatalið við døgunum frá 1. september 1998 til 10. juni 1999 og falda hetta tal við 365.

Henda framrokning gevur tað úrslitið, at línuskipini at kalla brúka allar sínar dagar, hjá partrolarunum og útróðrarbátum yvir 40 BRT leypa góð 20 % av og hjá útróðrarbátum millum 15 og 40 BRT leypir helvtin av. Fyri teir tríggjar ovastu bólkarnar oman fyri 40 BRT er dagatalið ásett, sambært upprunaliga uppskotið hjá Skipanarnevndini og síðani eru 17,5 % av døgunum tikin av aftur í 1997 og 1998.

Fyri bólkin undir 40 BRT er dagatalið ásett á annan hátt, og her tykist vera stórt yvirskot í veiðudøgum.

Ein nærri kanning av nýtsluni av døgum vísir, hvussu hetta hongur saman. Dagar nýttir eru teir dagarnir, sum verða avroknaðir av fiskidagakvotuni hjá hvørjum einstakum fari. Veruliga fiskidagatalið er vanliga hægri, tí allir bólkarnir hava møguleika at drýggja sær fiskidagar á ymiskan hátt og flestu hava aðrar møguleikar at royna uttan fyri tað fiskidagaskipan, sum er á landgrunninum.

Hyggja vit at nýtsluni hvørt fiskifar sær, í teimum ymisku bólkunum, sær myndin soleiðis út:

Hvíta strikan vísir hvat skipini havt til taks fram til 10. juni (dagatal *283/365). Fremri stabbin vísir fiskidagarnar, sum avroknað verður eftir, hin vísir veruliga talið, tá veiða uttan fyri ringin er tald við (3 dagar verða avroknaðir sum ein). Vit síggja at 11 av 19 línuskipum renna seg í kvotuloftið og fyri hesi før er dagatalið sostatt avmarkandi. Heilt fá línuskip hava drýggjað sær dagarnar við at fiska uttan fyri ringin og einki av línuskipunum hevur keypt dagar. Hettar kemst fyrst og fremst av, sum myndin omanfyri vísir, at eingir dagar eru til avlops í bólkinum, og ikki hevur borið til at keypt ella leiga dagar í hesum fiskiári frá nøkrum øðrum bólki, tí kungerðin fyri umrokningarfaktorar enn ikki er gjørd. Hinvegin hevur tað borið til hjá línuskipunum at drýggja sær dagar, tí tey eiga 2-3 túrar í Íslandi og 30 dagar á Føroyabanka i part. Dagarnir á Føroyabanka hjá línuskipunum eru so gott sum allir brúktir.

Hjá partrolarunum vísa hagtølini, at 8 av 34 loyvum renna seg í fiskidagakvotuloftið. Hyggja vit at veruligum fiskidøgum, so síggja vit, at flestu av trolarunum hava drýggjað sær dagarnar við at fiska uttan fyri ringin (munurin á hvítu og svørtu stabbunum). Umframt hetta eru 804 dagar tøkir frá ónýttum veiðuloyvum. 6 av teimum effektivastu partrolarunum hava havt gulllaksaloyvi og á tann hátt vunnið sær millum 4 og 5 mánaðir eyka fiskidagar. Innan bólkin eru keyptir og seldir 251 dagar men at keypa ella leiga dagar uttan fyri bólkin, hevur ikki verið møguligt í hesum fiskiári.

Hjá útróðrarbátum yvir 40 tons hava12 fiskifør av 45 rent seg í fiskidagaloftið. Her eru nógvir møguleikar at drýggja sær dagarnar. Fiskidagarnir eru línudagar. Verður lagt um til snellu fæst dupulta dagatalið burtur úr og verður fiskað uttan fyri ringin fáast 3 dagar burtur úr einum. Bátur nr. 43 er avroknaður fyri 27 dagar, men hevur í veruleikanum fiskað 162 dagar við snellu uttan fyri ringin.

Hesin bólkur hevur eisini møguleikar á Føroya Banka (780 dagar) og undir Íslandi. Í hesum bólki hava bátar roynt at keypa 100 dagar ( 2 trolbátar) úr bólkinum millum 15 og 40 BRT, 15 dagar eru seldir í bólkinum og eitt veiðuloyvi úr bólki 15-40 BRT er lagt saman við loyvi í bólkinum yvir 40 tons (70 % av 80 døgum).

Bátar í bólkinum millum 15 – 40 hava somu møguleikar at drýggja sær dagarnar, sum bólkurin oman fyri 40 tons og hann eigur 680 dagar á Føroya Banka. Hjá bólkinum undir 15 tons er dagatalið so ríviligt, at lítil møguleiki er fyri at nýta allar hesar dagar

Ivi um hagtøl fyri fiskidagar

Nevndin ger vart við, at ivin um veruliga fiskidagatalið fyri teir ymisku skipabólkarnar aftur í tíðina ikki er burtur. Nevndin bað í fjør um eina gjølliga kanning. Hendan er ikki liðug enn, men verður væntandi tøk næsta ár.

Líðandi batar í veiðuevnum

Í frágreiðing síni um fiskdagaskipanina vísir John Pope á týdningin av at fylgja væl við í broytingum í veiðuevnunum hjá flotanum. Hann vísir á ymisk viðurskifti, ið ávirka veiðuevnini uppeftir ella niðureftir (sí samandráttin síðu 5)

Umframt tey tøkniligu lopini, sum standast av nýggjum reiðskapi ella leitingartólum, so er alla tíðina ein líðandi øking í veiðuevnum.

Kanningar aðrastaðni hava sýnt, at líðandi batar í veiðuevnunum eru 2-3% um árið. Undir ein fiskidagaskipan má roknast við, at meira verður lagt eftir at nýta fiskidagarnar munadygt og tí kunnu batarnar í veiðuevnum kanska koma upp á 5% um árið. Hinvegin virkar skipanin við stongdum leiðum øvugt og ger veiðuevnini verri.

Skipanarnevndin er samd í, at leggjast má upp fyri batum í veiðuevnum og hevur sóknast eftir tilfari, sum kann lýsa hesar. Einki tilfar var tøkt í ár, men Fiskirannsóknarstovan arbeiðir við spurninginum og vónandi fæst eitt svar næsta ár.

Viðvíkjandi líðandi batum í veiðuevnum tekur Skipanarnevndin eisini undir við, at leggjast má upp fyri teimum. Skipananarnevndin ger tó einki uppskot um hetta í ár, tí tað er metingin hjá nevndini (sí fyrivarni hjá FRS á s. 7), at teir niðurskurður í fiskidagatalinum, sum var í 1997/98 (12,5 %) og í 1998/1999 (5%) hava tikið hædd fyri líðandi batunum í veiðuevnum.

Tá úrslitini frá kanningunum hjá Fiskrannsóknarstovuni eru tøk fer nevndin at taka spurningin upp av nýggjum í tí vón, at neyv tøl kunnu setast á bæði tøknilig lop og líðandi batar.

Hvussu hevur skipanin sett mark fyri, hvussu nógv verður tikið burtur úr ymisku stovnunum

Skipanin miðar ímóti, at í miðal verður ikki tikið meira burtur úr hvørjum stovni ár um ár enn tað, sum er lívfrøðiliga burðardygt, júst á sama hátt sum ein kvotuskipan. Hugsað var um, tá fyrsta uppskotið varð gjørt í 1995/96, at í miðal skuldi ikki meira enn triðingur takast úr hvørjum stovni við hesi skipan. Sonevnda fyrivarnisreglan verður nógv umrødd í løtuni, og kemur helst at vera kravd at verða nýtt, um ávísur fiskiskapur skal fáa heitið burðardyggur. Hetta kann merkja, at tað ikki longur verður mett at vera burðardygt, at ein triðingur verður veiddur burtur úr hvørjum stovni.

Fyri at meta um skipanina, er neyðugt at kanna veiðutrýstið t.d. hvussu stórur prosentpartur veiðan er av stovninum á hvørjum ári og í miðal yvir fleiri ár. Her hava vit tann trupulleika, at tær metingar vit fáa frá fiskifrøðingunum um stovnsstødd, og hvussu stórur partur veiðan er á hvørjum ári eru rættuliga óvissar fyri tey seinastu árini og fyri framskrivingarnar. Tølini frá Fiskirannsóknarstovuni og ICES eru hesi fyri í ár.

Livir skipanin upp til endamálið við lógini frá 1994

Býtið millum skipabólkarnar

Í lóg um vinnuligan fiskiskap er veiðubýti millum høvuðsbólkar av fiskiførum ásett. Talvurnar niðanfyri vísa ásetta veiðubýtið og úrslit fyrsta ársfjórðing 1999 og fyri 1997 og 1998. 

 

Sammeting millum vegleiðandi veiðibýtið ásett í lóg um vinnuligan fiskiskap og úrslit

 

 

 

 Er veiðan lívfrøðiliga burðardygg

Einki bendir á, at núverandi skipanin ikki kann tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiðu undir Føroyum, ella at hon ikki hevur livað upp til síni endamál. Minkandi talið av veiðuloyvum, talið av fiskidøgum og tær stongdu leiðirnar eiga at kunna halda veiðutrýstið á øllum trimum botnfiskastovnum innan rímilig mark.

Fyri at kanna, um teir tankar sum eru frammi um at tryggja burðardyggari veiðu við sonevndu fyrivarnisregluni, hevur nevndin samanborið úrslitini av fiskidagaskipanini undir Føroyum við skipanina fyri toskaveiðu undir Íslandi.

Fyrivarnisreglan og samanbering við støðuna í Íslandi

Tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni er aftur í ár bygt á fyrivarnisregluna. Bygt á grundgevingar um ávís metingarvirði fyri deyðatøl og stødd av gýtingarstovni, kemur FRS til, at tað er ov nógv at taka 33 % av stovninum í tali á hvørjum ári.

Grundgevingarnar eru ikki enn lagdar fram í einum formi, sum ger tað møguligt hjá nevndini at taka dagar millum, hvat er rætt at velja og hvønn váða vit seta fiskastovnarnar í, við at velja ymisk tøl tøl fyri hvat kann veiðast av hvørjum stovni.

Nevndin kann gera sínar egnu útrokningar og kann eisini seta spurningar til tilmælandi stovnarnar og myndugleikarnar um, hvat miðast skal í móti. Til annað er avgjørt heldur nevndin seg til ein triðing av hvørjum stovni, sum landsstýrið hevur boðað nevndini frá er hitt rættað.

Í orðaskiftinum um fyrvarnisregluna, sum grundarlag fyri burðardyggari veiðu, verður vanliga kravt, at fyri hvønn fiskiskap skal vera ein veiðuregla ("harvest control law" ella "catch rule"), og at reglur skulu vera fyri hvat skal gerast, um veiðureglurnar ikki halda. Í ICES hevur verið tosað um, at hetta er komið so stutt á leið, at t.d. ES ikki roknar við at kunna fáa hesar skipanir at virka hjá sær fyrstu 5-10 árini.

Niðanfyri verður sagt frá íslendsku veiðuregluni fyri tosk og verður hetta sammett við støðuna undir Føroyum.

Íslendska veiðureglan

Ísland hevur fingið viðurkent í ICES, at um teir veiða 25 % í vekt av stovninum av 4 ára gomlum fiski og eldri (B4+) so er veiðan hjá teimum burðardygg, og neyðug fyrivarni eru tikin.

Á fylgjandi myndum er roynt at seta upp sama roknistykki fyri Føroyar. B4+ tøl vóru ikki tøk, men hesi tøl vóru tøk fyri tey trý høvuðsfiskasløgini:

Toskur Gýtingarstovnur í vekt stovnurin í vekt av 2 ára gomlum fiski og eldri
Hýsa Gýtingarstovnur í vekt stovnurin í vekt av 2 ára gomlum fiski og eldri
Upsi Gýtingar stovnur í vekt stovnurin í vekt av 3 ára gomlum fiski og eldri  

 

 

 

Sum tað sæst fara kurvarnar upp og niður gjøgnum árini. Verður gýtingarstovnurin nýttur, er fyri tosk og upsa veiðan í vekt næstan øll árini oman fyri 25 %, men verður vektin av stovninum av fiski eldri enn 2 ella 3 ár, so er tað á góðara leið at siga, at fiskiskapurin liggur um 25 % í vekt í miðal. Hýsan uppfyllir veiðuregluna sama hvørja vekt tú brúkar.

Eftirlitsreglan hjá Skipanarnevndin kundi tá t.d. verið, at er veiðan av einum fiskaslag 3 ár á rað meira enn 5 % omanfyri 25 % í vekt, mugu tiltøk setast í verk fyri at avmarka veiðuna. Er veiðan av øllum trimum fiskasløgum 2 ár á rað, yvir 25 % í vekt, so má fiskdagatalið yvirhøvur eftirroknast.

Hvønn part av stovninum ber ikki til at avgera nú, men ein leið kundi verið at spurt tilmælandi stovnarnar um henda spurning:

Um veiðureglan verður at fiskidagar og stongdar leiðir vera ásettar so, at veiðan ikki fer upp um 25% av stovnsvektini av fiski omanfyri x ára aldur, hvørji eru so sannlíkindini fyri at veiðan er burðardygg.

Er veiðan búskaparliga burðardygg

Raksturin hjá fiskiflotanum batnaði nógv í 1998 og fyrstu 5 mánaðirnir í 1999 eru ikki nógv lakari. Um búskapurin verður lagdur til grund, so má fiskidagaskipanin føra til at skip, við vánaligum úrsliti, detta burtur úr flotanum og tey, við góðum úrsliti fáa meira í part. Vinnuumboðini í nevndini leggja dent á, at skipanin eigur at fáa tíð at virka áðrenn farið verður undir harðligar broytingar t.d. knappliga at gera skipanina trongari. Umboðini hava álit á, at undir meira vanligum viðurskiftum bæði til fiskiskap og prísir fer skipanin at fáa tær avleiðingar, sum búskaparfrøðingarnir sóknast eftir. Serliga fer hetta at henda, um hugsast skal um at byggja nýggj skip og búskaparliga grundarlag fyri nýggjum fiskiførum skal fáast til vega.

Skipanarnevndin reisir bert búskaparligu spurningarnar nú, men ger einki tilmæli. Innan núverandi karm kann ein tillaging fara fram, sum ger fiskiveiðuna meira búskaparliga burðardygga. Meðan hetta fer fram ber til at fáa eina mynd av um búskaparligir orsøkir eru til at gera broytingar í skipanini við fiskidøgum.

Nevndin vísir á, at somu búskaparligu krøv ikki kunnu umfata útróðurin hjá smærri bátum. Hesin skal tryggja onnur samfelagslig endamál í fyrstu syftu, enn búskaparligan effektivitet.

Tað er vert at leggja til merkis, at alt bendir á at um skipanin er búskaparlig burðardygg er lívfrøðilig burðardygd samstundis tryggjað.

Hvussu fáast allar skipabólkar og fiskastovnar inn undir fiskidagaskipanina ?

Á fundi við landsstýrismannin í fiskivinnumálum í vetur varð avtalað, at Skipanarnevndina skuldi royna at gera eitt uppskot um, hvussu fiskidagaskipanin kemur at umfata alla fiskiveiðu undir Føroyum. Serliga verður hugsað um djúpvatnstrolararnar og garnaskipini, sum royna eftir havtasku og svartkalva og veiðuna eftir gulllaksi.

Fiskidagaskipan hevur tvey endamál í tráð við endamálsorðingar í lóg um vinnuligan fiski. At tryggja at veiðan undir Føroyum er lívfrøðiliga burðardygg, og at fiskiskipaflotin fær møguleika at laga seg til búskaparliga, so veiðuflotin í vavi ikki er størri enn tað, sum er búskaparliga forsvarligt. Tillagingin kann henda við at leiga ella keypa sær fiskidagar ella leggja veiðuloyvi saman. Ferðin í búskaparliga tillagingin hongur uppi í støðuni í fiskastovnunum og fiskaprísunum. Er støðan í stovnunum góð og fiskaprísirnir góðir er lítil ferð á tillagingini og hinvegin um viðurskiftini eru verri.

Teir partar av fiskiflotanum undir Føroyum, sum eru uttan fyri fiskidagaskipanini, hava ikki møguleikar at tillaga seg og fyri teir fiskastovnar, sum eru uttanfyri, er umsitingin ikki burðardygg.

Lemmatrolarar yvir 1000 hestar á djúpum vatni.

Nevndin bað John Pope hyggja at spurninginum um, hvussu djúpvatnstrolararnir kunnu koma inn í skipanina og hevur hann gjørt eina frágreiðing til nevndina um hendan spurning, sum nevndin hevur viðgjørt.

Ein skipan fyri djúpvatnstrolararnar skal røkka tveimum endamálum. Tað skal fáa henda skipabólk inn í fiskidagaskipanina og geva teimum somu møguleikar at tillaga seg sum restina av flotanum og fiskastovnarnir á djúpum vatni skulu fáa somu verju, sum stovnarnir á grynri vatni. Hagtøl sýna, at ein munandi tillagin er farin fram innan partrolararnar, meðan talið av trolarum á djupum vatni at kalla ikki er broytt seinastu 10 árini. Alt bendir á, at royndin á djúpum vatni er ov stór, miðalveiðan upp á skipið av kongafiski, blálongu og svartkalva er farin niður í helvt, hvønn fiskidag, frá 1991 til til 1995 og 1996.

Nevndin hevur eisini tikið við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur latið hesum bólki 100 tons av toski og 100 tons av hýsu, sum hjáveiðukvotu á innaru leiðini ( innan fyri ringin)

Ein skipan fyri hendan bólk má sostatt geva hesum bólki atgongumerki til leiðirnar innan fyri ringin og samstundis áseta eitt dagatal fyri leiðirnar uttan fyri ringin, sum avmarkar royndina so hon verður burðardygg.

Nevndin metir, at hetta best verður rokkið við at broyta hjáveiðukvotuna hjá lemmatrolarunum omanfyri 1000 hestar til eitt dagatal innan fyri ringin, og samstundis at áseta eitt dagatal fyri leiðirnar uttan fyri ringin á djúpum vatni í roynd eftir kongafiski, blálongu, svartkalva. Hesir dagar eru hvørt sítt og tað eigur ikki at vera loyvt at býta dagar uttan fyri og inna fyri ringin um. Atgongumerki til tosk og hýsu gevur samstundis djúpvatnstrolarunum møguleika at útvega sær fleiri fiskidagar innan fyri ringin við keyp ella leigu.

Við ásetingini av døgum á djúpum vatni má havast í huga, at kongafiskur og svartkalvi eru stovnar vit umsita í felag við Ísland og Grønland. Í løtuni eru samráðingar um hetta millum Føroyar, Ísland og Grønland. Í teimum samráðingunum kemur eisini støða at vera tikin til, hvussu stóran part av stovninum Føroyar eiga.

Útrokning av døgum uttan fyri og innan fyri ringin

John Pope nýtti hagtøl fyri fiskidagarnar hjá lemmatrolarum oman fyri 1000 hestar til at meta um hvat dagatal talan kundi vera um.

Heildarfiskadagatal fyri lemmatrolarar yvir 1000 hestar

á føroysku landleiðini

1989

1990

1991

1992

1993

1994

1995

1996

Miðal

Fiskidagar

4939

4020

4005

4174

3577

3825

4317

3780

4080

Tal av skipum

15

15

15

15

15

15

15

14

14,9

Dagar/skip

329

268

267

278

238

255

288

270

274

Dagatalið hjá lemmatrolarum hevur sostatt ligið um 280 dagar.

Fyri 1995 og 1996 hevur Fiskirannsóknarstovan eitt stórt sýnið av dagbókatølum fyri lemmatrolarar >1000HK, sum kunnu vera grundarlag fyri at rokna út dagar innan fyri og uttan fyri ringin.

Út frá hesum fáast hesi tøl.

Útrokning av dagatalið innan og uttan fyri ringin

Lemmatrolarar yvir 1000 hestar

1995

1996

Miðaltal

Fyri 13 veiðuloyvi

Fyri 13 veiðuloyvi

Heild fiskidagar/veiðuloyvi

287,8

270

279

Dagar innan fyri – 17,5 %

Innan fyri ringin

22

15

19

247

203

Uttan fyri ringin

265

255

260

3380

3380

Heild landleiðirnar

288

270

279

3627

3583

Um vit sammeta hetta tal við tey 100 tonsini av ávísavist toski og hýsu hesin bólkur hevur fingið í hjáveiðukvotu, so fáa hesir trolarar 20 dagar at veiða hetta í innan fyri ringin, restina mugu teir so veiða uttan fyri ringin, t.d. á rygginum.

Um hesir trolarar skulu hava sama niðurskurð, sum aðrir t.d. partrolararnir, so skal talið 19 minkast við 17,5 % og verður talið sostatt 16. Í nýtslu eru 13 veiðuloyvi, so verður hetta tilsamans 203 dagar innan fyri ringin aftrat teimum døgum, sum línuskip, partrolarar og útróðrarbátar hava.

Skipnanarnevndin skjýtur sostatt upp, at fyri at fáa lemmatrolararnar inn í skipanina fáa teir tilsamans 203 dagar innan fyri ringin og í fiskiárinum 1999/2000. Samstundis fáa teir sama rætt til at leiga dagar innan fyri ringin 3 seinastu mánaðirnar í árinum, sum teir bólkar, sum eru í skipanini.

Viðvíkjandi dagatali fyri veiðuna á djúpum vatni heldur nevndin tað ikki vera rætt at áseta nakað dagatal fyrr enn ein avtala er gjørd millum Grønland, Ísland og Føroyar um umsiting av stovnunum á djúpum vatni, og um býtið millum londini.

Veiðan eftir gullaksi

Nevndin hevur umrøtt hendan spurning fleiri ferðir. Sum er liggja loyvini til at veiða gulllaks heilt uttan fyri skipanina, men gevur ávísum pørum møguleikan at fáa nakað aftrat tí sum teir hava í fiskidagaskipanini. Einki lívfrøðiligt grundarlag er fyri at rokna út eitt dagatal fyri gullaksaveiðuna fyri seg.

Ein avleiðing av hesum eykadøgum er, at tørvurin hjá partrolarum at keypa sær fiskidagar minkar samsvarandi.

Nevndin hevur onga støðu til, hvussu hesi loyvi vera býtt millum skipini, tað er ein avgerð landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur.

Nevndin ger tí einki uppskot viðvíkjandi gullaksi og tekur ikki hendan spurning upp aftur uttan so, at tørvur verður á at seta reglur fyri gullaksi, sum verja stovnin.

Veiðan eftir svartkalva og havtasku

Svartkalvi hevur verið íkast hjá lemmatrolarunum yvir 1000 hestar. Havtaska fekst fyrr mest í trolingini innan fyri 12 fj. um summarið.

Seinastu árini hava nøkur skip havt royndarloyvið til at veiða havtasku og svartkalva við gørnum. Hetta hevur ført við sær ávísa kapping millum serliga lemmatrolarnarnar yvir 1000 hestar og garnaskipini.

Skipanarnevndin heldur seg ikki kunna leggja seg út í hendan spurning so leingi talan eru royndarveiðu og so leingi eingin avtala er gjørd millum Ísland, Grønland og Føroyar um svartkalvan. Kappingin millum trol og gørn eigur at skipast við neyvum ásetingum av leiðum.

Í veiðuhagtølunum sæst, at garnaskipini í 1998 høvdu eina hjáveiðu upp á 10 % av toski. Økini fyri garnaveiðu eiga at leggjast so, at hjáveiðan verður so lítil sum møguligt.

Ein avleiðing av, at summi línuskip hava garnaloyvi aftrat vanligu fiskidøgunum, er at tørvurin hjá hesum skipum at útvega sær eykafiskidagar minkar samsvarandi.

Aðrar veiður

Nevndin er gjørd var við, at teir útróðrarbátar, sum hava hummaraloyvi, mugu rokna dagarnar í hummaraveiðu av fiskidøgum sínum. Einki í fiskidagaskipanini styðjar hesum. Hummaraveiðan er ikki partur av skipanini og hevur einki árin á teir stovnar, sum fiskidagaskipanin regulerar. Hummaraveiðan er frammanundan regulerað bæði við tonsum og leiðum. Út frá tí sum er sagt omanfyri um gulllaksa og svartkalvaveiðuna tykjast ásetingarnar um hummarveiðu og fiskidagar ikki at vera rímiligar. Tað einasta, sum kann tala fyri hesum er, at heildartalið av fiskidøgum hjá hesum bólki er ríkiligt.

Skjøl

  1. Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni
  2. Tilmæli frá Stovnsrøktarnevndini
  3. Fundur í Ráðgevandi Nevndini, ACFM hjá Altjóða Ráðnum fyri Havrannsóknir (ICES) í mai 1999.