Evnisskráir

 

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, 3. desember, legði Høgni Hoydal , landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum við seinni broytingum verður í § 9, stk. 2, eftir orðini "Sjúkrahúsverk Føroya" sum síðsta punktum sett: "Bileftirlit Føroya kann skráseta og nýta persónnummar í síni umsiting av vektavgjaldi eftir løgtingslóg um vektavgjald av akførum v.m. og í samskiftinum við Toll- og Skattstovu Føroya og Føroya Gjaldstovu."

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 Viðmerkingar

Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið hava sett fram ynski um, at persónnummar kann verða nýtt í sambandi við umsitingina av løgtingslógini um vektavgjald (vektgjald og útjavningargjald) av akførum v.m., og at Bileftirlitið fær hesa heimildina, við tað at umsitingin av vektavgjaldinum, sum í dag partvíst er á Føroya Gjaldstovu og parvíst hjá Bileftirlitinum, skal flytast til ein stovn, Bileftirlitið.

Høvuðsreglan um skráseting og nýtslu av persónnummari er ásett í § 9, stk. 2, 3. pkt., í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Ásetingin er soljóðandi:

"Persónnummar hava bert onnur enn fólkayvirlitini loyvi at skráseta og nýta, um hetta er neyðugt til at kunna røkja sínar skyldur mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya, sum eisini er tann einasti, ið kann nýta samkoyring".

Við lógarbroytingum er í fleiri førum gjørt undantak frá høvuðsregluni, men høvuðsreglan er framvegis, at almennir myndugleikar bert kunnu skráseta og nýta persónummar í skattaviðurskiftum, har hetta er neyðugt fyri at kunna røkja sínar skyldur mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya.

Fyrisitingin av løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektavgjald av motorakførum v.m. hevur við skattaviðurskifti at gera, og allir aðrir skattir verða annars kravdir inn við persónnummari sum grundarlagi. Mett verður neyðugt eisini at kunna nýta persónnummar í sambandi við innkrevjing av vektavgjaldi (vegskatti) eftir løgtingslógini um vektavgjald av akførum v.m., tí uttan eintýdda sannan av, hvør eigarin av akfarinum er, kann ikki tryggjast, at innkrevjingin fer rætt fram, umframt óneyðugan meirkostnað av umsitingini.

Fleiri ynski hava verið frammi um at kunna nýta persónnummar í førum, sum einki hava við skattaviðurskifti at gera, t.d. hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið ynskt at kunna nýta persónnummar í sambandi við innkrevjing av útvarps- og sjónvarpsgjaldi.

Tað er ein óheppin gongd, at spurningurin um at nýta persónummar verður loystur við broytingum í lógini, so hvørt sum spurningurin stingur seg upp í einstøkum førum. Hesin spurningurin og aðrir spurningar viðvíkjandi skráseting og nýtslu av upplýsingum um persónar eiga tí at verða tiknir upp í sambandi við endurskoðan av løgtingslógini um privatar skráir og løgtingslógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum. Landsstýrismaðurin ætlar at seta nevnd at endurskoða lóggávuna. Hetta uppskotið er tí at skilja sum ein fyribils loysn.


Fíggjarligar avleiðingar

Broytingin, sum her er skotin upp, hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan ella kommunukassarnar. Fyri at kunna flyta umsitingina av vegskattinum, skulu broytingar eisini gerast í løgtingslógini um vektavgjald av motorakførum v.m. Fíggjarmálastýrið leggur fram uppskot um hetta fyri Løgtingið, og fíggjarligu avleiðingarnar av flytingini koma fram í viðmerkingunum til tað uppskotið, og verður har roknað við, at umleggingin av umstingini hevur við sær, at sparast kann uml. 0,5 ársverk á Gjaldstovuni, sum verður flutt til Bileftirlitið.

Flytingin hevur í aðrar mátar ikki við sær broytingar á játtanunum á fíggjarlógini. Víst verður annars til viðmerkingarnar til uppskotið um broytingar í løgtingslógini um vektavgjald av motorakførum v.m.

Viðmerkingar til § 1

Eftir ásetingini kann Bileftirlitið ikki skráseta og nýta persónnummar í síni umsting yvirhøvur, men bert í sambandi við umsitingina av vektavgjaldi og í tí samskiftinum við Toll- og Skattstovu Føroya og Føroya Gjaldstovu, sum hevur við vektavgjald at gera.

1. viðgerð 8. december 1999. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 18. januar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 1999, og eftir 1. viðgerð tann 8. desember 1999 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. desember 1999, 6. januar og 13. januar 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, deildarstjóra, og Sørin Pram Sørensen, fultrúa, og hevur móttikið upplýsandi tilfar frá Bileftirlitinum, Føroya Gjaldstovu og Løgdeildini.

Nevndin er ikki í grundregluni ímóti, at Bileftirlitið fær loyvi til at brúka p-talið, men heldur, at tíðin er komin, at endurskoðan av lógunum um evnisskráir verður framd.

Nevndin tekur ikki undir við at gera fleiri undantøk í lógunum og vil á tann hátt verða við til at framskunda eina endurskoðan av løgtingslógunum um almennar- og privatar evnisskráir.

Ein samd nevnd mælir sostatt Løgtinginum frá at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 20. januar 2000. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tók málið aftur. Málið avgreitt.

J.nr. 342-27/99