Fyrispurningur um tax-free sølu á flogvøllinum í Vágum

100-15 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi tax-free sølu á flogvøllinum í Vágum

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Sverra F. Kass, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Verður arbeitt við at bera soleiðis í bandi, at tollógin gevur møguleikar fyri at farast kann undir at keypa tollfríar vørur á flogvøllinum í Vágum?
  2. Nær metir landstýrismaðurin í fíggjarmálum, at karmarnir eru til staðar soleiðis, at farast kann undir at selja og keypa tollfríavørur á flogvøllinum?
  3. Hvørjir landsbúðskaparligar vansar og fyrimunir sær landstýrismaðurin í vinnumálum í, at farið verður undir eina tílíka sølu.

Viðmerkingar:

Av tí at talan eru um samanfallandi økir innan fíggjamál og vinnumál, verður víst til viðmerkingarnar til fyrispurning nr. 100-14/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi taxfree sølu á flogvøllinum í Vágum.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 31. oktober 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

  1. Í § 8 í tolllógini er heimilað landsstýrismanninum við fíggjarmálum at seta á stovn tollfría sølu á flogvøllinum.
  2. Fíggjarmálstýrið hevur fingið nakrar umsóknir um loyvi til tollfría sølu á flogvøllinum. Umsøkjararnir hava fingið tað svar, at landsstýrið hevur tikið støðu til, at tollfrí søla skal vera á flogvøllinum, men at avgerð ikki er tikin um, hvør ella hvørji, ið fáa loyvi til tollfría sølu. Í svarunum hevur eisini verið víst á, at tað er ein ávísur løgfrøðisligur spurningur, ið má greiðast, áðrenn Fíggjarmálastýrið fer at arbeiða víðari við málinum. Og tað er spurningurin um, hvørt rúsdrekka skal seljast í einari tollfríari sølubúð á flogvøllinum ella ikki. Í dag hevur Rúsdrekkasøla Landsins, sbrt. Ll. nr. 20 frá 10/3-92 um innflutning og sølu av rúsdrekka, einkarrættin til sølu av rúsdrekka í Føroyum. Men, í allarflestu tollfríu sølubúðunum á flogvøllum kring um í heiminum er tað heldur regulin enn undantakið, at rúsdrekka verður selt saman við øðrum nýtsluvørum. Tí meini eg, at støða fyrst má takast til spurningin um einkarsøluna av rúsdrekka, áðrenn ein kunngerð, ið nærri ásetir reglur um tollfría sølu á flogvøllinum, verður gjørd.

  3. Tá ið tað ikki í hesum partinum av fyrispurninginum verður greinað nærri, hvussu ið hugtakið "karmar" skal skiljast, fari eg at loyva mær at skilja tað sum ávikavist teir løgfrøðisligu, umsitingarligu og teir fysisku karmarnir.
  4. Viðvíkjandi teimum løgfrøðisligu karmunum vísi eg til svarið, ið eg havi givið til punkt 1 omanfyri. Og tað merkir, at spurningurin um, nær ið løgfrøðisligu karmarnir eru klárir, er tengdur at, um rúsdrekkalógin verður broytt ella ikki. Verður rúsdrekkalógin ikki broytt, so er ein annar møguleiki at stovnseta tollfría sølu uttan sølu av rúsdrekka. Men hesin spurningurin hevur tó ikki fingið nærri viðgerð í landsstýrinum.

    Teir umsitingarligu karmarnir eru ikki í løtuni kannaðir nærri, við tað, at tað, sum áður nevnt, ikki liggur fast, hvussu ein tollfrí søla á flogvøllinum skal skipast. Tað er annars landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, ið við kunngerð - heimilað í § 8 í tolllógini - ásetir reglur um sjálvt loyvið, hvørjar vørur, ið skulu seljast, eftirlit tollvaldsins, treytir fyri starvsfólki osfr.

    Hvat teimum fysisku karmunum viðvíkur, so hevur leiðslan á flogvøllinum, t.e. Statens Luftfartsvæsen, gjørt uppskot til út- og umbygging av terminalinum fyri uml. 34 mió. kr. Hendan byggingin fevnir um nýggja fráfaringar- og viðførishøll, umbygging av verandi terminali o.a. Við hesi um- og útbygging av flogvøllinum er eisini ætlanin at skapa betri fortreytir fyri handilsvinnu á flogvøllinum, soleiðis at farast kann undir tollfría sølu, soleiðis sum vit kenna hana aðrar staðir frá. Donsku myndugleikarnir hava enn ikki givið tilsøgn um játtan til út- og umbygging av terminalinum, men mett verður, at tollfrí søla - um enn í minni mátistokki enn annars hugsað - kann setast í gongd, um verandi høli verða umbygd.

  5. Roknast má við, at eitt øki við fleiri tollfríum sølubúðum á flogvøllinum alt annað líka fer at økja um tollfríu søluna í mun til í dag. Og tað er ein støða, ið kemur føroysku handils- og framleiðsluvinnuni til góðar. Tað er hinvegin meiri torført at siga, hvørja ávirkan ein tollfrí søla á flogvøllinum fer at fáa á landskassan.

    Eisini skal nevnast, at ein týðandi partur av rakstraryvirskotunum hjá flogfeløgunum, ið flúgva upp á Føroyar, stavar frá tollfríari sølu umborð á flogførunum.

Málið avgreitt.