Fyrispurningur um aliloyvi į Sands vįg

100-26 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi aliloyvi į Sands vįg

A. Oršaskifti

Įr 2000, tżsdagin 24. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Eyšun Viderų, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Er mųguleiki fyri, at landsstżrismašurin gongur umsóknini um aliloyvi į Sands vįg į mųti?
  2. Um so er, nęr veršur loyviš giviš?
  3. Um ikki, kann Lųgtingiš so fįa nįgreiniligar grundgevingar fyri stųšutakanini?

Višmerkingar
Įvķs fyritųka ķ Sandoynni hevur sųkt landsstżriš um aliloyvi į Sands vįg, men hevur landsstżriš óbeinleišis giviš noktandi svar.

Ķ nevnda svari veršur vķst į, at Vinnumįlastżriš saman viš Landsverkfrųšinginum arbeišir viš at tekna upp verandi aliųki av nżggjum, at Heilsufrųšiliga Starvsstovan viš stųši ķ hesum uppmįtingum skal gera kemiskar oig biologiskar kanningar, og ķ hesum sambandi fįa til vega buršardygdina į ųkjunum.

Vķst veršur į, at Vinnumįlastżriš, grundaš į mųguligan umhvųrvisvanda, er sinnaš at halda aftur ķ vųkstrinum av framleišsluni av alifiski ķ Fųroyum.

Soimuleišis veršur vķst į Lķvfiskastųšina ķ Skopun, at umhugsaš hevur veriš ikki at loyva ašrari aling ķ Sandoynni.

Sum kunnugt hevur alivinnan stóran vinnuligan tżdning ķ Fųroyum. Vanliga fiskivinnan og virksemi į flakavirkjunum eru sera óstųšug, tķ hesi til eina og hvųrja tķš eru treytaš av fiskatilfeingi, vešri v.m., og tķ er inntųkan į landi ręttiliga óstųšug.

Tį talan er um inntųku av alivinnuni, so er ųšrvķsi, her er mųguligt at leggja framleišslu og arbeišsgongd neyvt tilręttis, og er inntųkan og arbeišsgongdin ręttiliga stųšug.

Hųvušsvinnuliga innatųkan ķ Sandoynni kemur frį fiskivinnuni, og tķ er hetta mįl sera viškomandi. Ķ lųtuni eru tvey flakavirki virkin ķ samarbeiši um rįfiskin, iš kemur til Sandoynna, og samstudis er nżtt virki sett ķ gongd viš hųvušsmįli at fįa meiri góšskaš virši burtur śr rįvųruni. Her er talan um ymiskar ręttir til tann kręsna marknašin, og ķ hesum samabandi hųvdu veriš upplagdir mųguleikar at meirvišgjųrt śrdrįttir śr sķli og laksi. Hetta hevši eisini styrkt vinnumųguleikarnar ķ Sandoynni.

Tį vķst veršur til dįlkingarvandan ķ samabandi viš Lķvfiskastųšina, so er kunnugt, at stųšin hevur beinleišis samband viš aliringar hjį sama ķ Hesti, eins og aliringar eru ķ havnini viš Gomlurętt. Millum Skopun og hesi stųš er regluligt feršasamband, so taš er ilt at skilja, at stųšin veršur śtsett fyri serligum smittuvanda av aliringum į Sands vįg.

Taš er stórt spell, at stóru mųguleikarnir innan alivinnunan skulu verša foršašir ķ Sandoynni, tķ ein lķvfiskastųš er lųgd ķ oynni, tķ sum kunnugt er taš ręttiliga avmarkaš, hvat henda stųš kastar av sęr ķ umsetningi og lųnum ķ oynni. Skal talan harafturķmóti verša um, at Sandoyggin skal gerast mišdepil fyri lķvfisk, so eiga nógv meiri vķšfevnandi śtbygggingar at verša gjųrdar, og harviš hevši oyggin so fingiš sķn part av inntųkuni av alivinnuni.

Lųgtingsmenninir fyri Sandoynna hava bęši saman og hvųr sęr fleriri feršir havt samband viš skiftandi landsstżrismenn viš fyrispurningi um hetta loyviš, men hvųrja ferš er svaraš, at endaligar kanningar og tilmęli ikki eru greiš enn fyri at kunna geva endaligt svar.

Tķ veršur hesin fyrispurningur settur landsstżrismanninum.

Į tingfundi 25. oktober 2000 var uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 23. november svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar: 

Spurningarnir verša svarašir ķ einum:

Farnu įrini er tųkan/framleišslan av aldum laksi (og sķlum) ųkt munandi – frį um 17.000 tonsum ķ 1996 til 39.000 tons ķ 1999. Ķ 2000 veršur tųkan um 36.000 tons. Henda minking ķ mun til ķ fjųr er orsakaš av einum lutfalsliga minni biomassa enn upprunaliga ętlaš, grundaš į, at hųgi prķsurin, sum hevur veriš - serliga fyrra partin av hesum įrinum - hevur havt viš sęr, at alifiskurin er tikin skjótari enn vanligt (er ikki sloppin at vaksa upp til ta vanligu slįturvektina). Framskrivingarnar frį vinnuni til 2004 vķsa annars eina samlaša framleišslu upp į um 100.000 tons.

Henda sera positiva gongd ķ alivinnuni tryggjar samfelagnum samsvarandi munandi vųkstur ķ śtflutningsviršinum, og er alivinnan tķ um at gerast stųrsta inntųkukelda okkara.

Vandi er tó ķ hvųrjari vęlferš. Alivinnan bindur ķ dag um 500 mió. kr., og halda framskrivingarnar hjį alivinnuni, so verša helst yvir 1.000 mió. kr. bundnar ķ vinnuni 2004. Viš atliti at sjśku og ųšrum mųguligum trupulleikum ķ vinnuni, ger henda likviditetsbinding alivinnuna sera viškvęma, eins og stųšan fyri samfelagsbśskapin kann gerast sera ivasom, veršur vinnan rakt av įlvarsligum bakkųstum.

Vųksturin ķ śtflutningsnųgdini er ķ verandi alibrśkum, t.v.s. at framskrivingin hevur ikki stųši ķ, at fleiri aliloyvi verša givin. Framskrivingin tekur heldur ikki til fulnar fyrilit fyri mųguligari umhvųrvisforšing. Taš er tó nógv, iš bendir į, at skal ętlaši vųksturin nįast, so er neyšugt at fara longri frį landi viš alingini.

Ķ sambandi viš umsóknina um aliloyvi į Sands vįg hevur Vinnumįlastżriš fyrr m.a. bošaš frį, at umhugsaš hevur veriš ikki at loyva ašrari aling į Sandoynni, enn aling, sum hevur viš lķvfiskavirksemi at gera.

Ķ fyrispurninginum veršur vķst į, at stųšin hevur beinleišis samband viš aliringar ķ Hesti, eins og aliringar eru ķ havnini viš Gomlurętt, og at taš er regluligt feršasamband millum hesi stųš.

Landsstżrismašurin metir taš var óheppiš, at aliloyvi ķ sķnari tķš varš giviš viš Gomlurętt, og at taš loyviš ikki eigur at vera vegleišandi fyri veitan av ųšrum aliloyvum. Fjarstųšan millum Gomlurętt og Skopun er umleiš 9 km.

Alingin ķ Hesti er ein reservi (trygd) hjį Lķvfiskastųšini ķ Skopun, soleišis at skilja, at um eitt óhapp skuldi hent ķ Skopun, og fiskurin fór fyri skeyti har, so er lķvfiskur tųkur av somu kynbótafamiljum, sum svimja ķ Lķvfiskastųšini ķ Skopun. Talan er annars ikki um vanliga aliframleišslu śti ķ Hesti – har svimja ķ lųtuni umleiš 15.000 laksar og umleiš taš sama av sķlum, og harviš eru nųgdirnar munandi minni enn framleišsan į ųšrum vanligum alistųšum. Laksurin er, sum nevnt, trygd ķ kynbótararbeišinum, mešan Hestur er einasti mųguleiki, felagiš hevur til aling av lķvsķlum. Hetta veršur ikki mett sum ein varandi loysn, men henda loysn er vald vegna vantandi betri loysn, sęš ķ stutttķšarhųpi. Ein endalig loysn į hesum trupulleika er helst at byggja ašra lķvfiskastųš.

Higartil hevur fatanin veriš, at Sandoyggin eigur at verša lųgd burturav til aling av lķvfiski, og at vanlig aliloyvi eiga ikki at verša latin har. Eisini hevur veriš fųrt fram, at taš helst įtti at veriš ein lķvfiskastųš afturat stųšini ķ Skopun, tķ um illa vil til, og sjśka ella skaši hendir ķ Skopun, kann ķ ringasta fųri fleiri įra kynbótaarbeiši fara fyri skeyti til stóran skaša fyri fųroysku alivinnuna.

Lķvfiskastųšin er kjarnin undir allari aling ķ Fųroyum. Tżdningurin av virkseminum į stųšini mį tķ undir ongum umstųšum undirmetast. Sum eisini įšur nevnt, var frįstųšan frį ašrari aling ein av orsųkunum til, at Sandoyggin varš vald til aling av lķvfiski. Spurningurin er so, hvussu alingin av lķvfiski ķ Fųroyum veršur skipaš į skilabesta hįtt, og soleišis at hon ķ stųrst mųguligan mun kann verša fųroysku alivinnuni at gagni. Skal ein alternativ lķvfiskastųš byggjast, er Sandoyggin eitt av teimum fįu stųšunum ķ Fųroyum, har onnur aling ikki er tętt viš, samstundis sum oyggin er lętt atkomulig.

Leggjast kann afturat, at oršaš er tilmęli frį Alirįšleggingarnevndini1 um fyrisitingarligt uppbżti av aliųkjum į sjónum, har m.a. veršur męlt til, at aliloyvi verša umsitin į ein slķkan hįtt, at minsta fjarstųša millum tvey aliloyvi veršur 5 km, hetta fyri at gera mųguleikan fyri sjśkuspjašing minni og fyri so vķtt gjųrligt at kunna byrgja fyri, at mųgulig smitta og sjśka annars spjašist gjųgnum sjógv. Har talan er um loyvir til aling av lķvfiski, veršur męlt til, at minsta fjarstųša til nęsta alibrśk er 10 km.

Višvķkjandi Sandoynni męlir Alirįšleggingarnevndin til, at oyggin veršur lųgd burturav til aling av lķvfiski. Hetta inniber samstundis, at nevndin męlir frį, at nakaš vanligt aliloyvi veršur śtskrivaš į Sandoynni og innan tęr frįstųšur, nevndar eru omanfyri.

Višmerkjast kann eisini, at nżggja heilsufrųšiliga avtalan viš ES kemur at hava viš sęr krųv um, at Fųroyar verša bżttar upp ķ sjśkuųki (sonur). Taš er ikki greitt enn, hvussu hetta uppbżtiš veršur, men mangt bendir į, at ųkiš kring Sandoynna veršur įsett sum eitt sjśkuųki. Veršur aling loyvd t.d. į Sands vįg, og sjśka, sum frįlķšur, veršur stašfest ķ ųkinum (t.d. ILA), veršur hetta eitt įlvarsligt bakkast fyri Lķvfiskastųšina og harviš alla alivinnuna, tķ lķtil ivi er um, at ķ slķkari stųšu veršur Sandoyggin og ųkiš har um vegir lżst sum eitt sjśkuųki.

Annaš, sum hevur tżdning, tį stųša veršur tikin til mųgulig nżggj aliloyvi, eru mųguleikarnir fyri skiftisųkjum. Viš atliti at komandi uppbżtinum av ali- og sjśkuųkjum mį stųšan višvķkjandi skiftisųkjunum eisini verša greidd. Mųguleikarnir fyri at kunna skifta ķ millum ųki koma nevniliga at vera avgerandi fyri, hvųrt mųguleikar verša fyri einari skynsamari stżring av umhvųrvis- og smittuįrinum frį alingini, hetta fyri at lęttast kann um dįlkingar- og smittutrżst av framleišsluni ķ millum hvųrja śtseting/įrgang. Ķ hesum sambandi er taš eisini ein avgjųrd fortreyt, at so fį loyvi sum gjųrligt eru ķ hvųrjum ųki.

Onnur višurskifti, sum eisini hava tżdning ķ sambandi viš višgerš av einum mųguligum aliloyvi į Sands vįg, er flutningurin av alifiski, sum mį vęntast at verša fųrdur um Skopunar havn, iš er flutningsvegurin til meginlandiš. Her mį eisini greiša fįast į, um fjarstųšan landvegis eisini hevur tżdning, tį mųgulig avgerš veršur tikin um at lżsa ųkiš sum sjśkuųki.

Viš positivu menningini ķ alivinnuni ķ huga, er taš sannlķkt, at stųša ķ nęstum veršur tikin til, at bygd veršur nżggj lķvfiskastųš. Sum nevnt, er Sandoyggin og leiširnar har um vegir fyribils sett av til hetta endamįliš. Taš er trupult viš vissu at siga, nęr henda bygging veršur framd, og um taš veršur taš almenna ella vinnan sjįlv, sum fer at taka stig til byggingina. Tó er mangt, sum bendir į, at stųša skal takast til spurningin ķ nęstum.

Atlit at omanfyrinevndu višurskiftum tala tķ fyri, at ikki veršur lopiš framav ķ spurninginum um nżggj aliloyvi, og er landsstżrismašurin tķ av teirri fatan, at stųrsta varsemi eigur at verša vķst ķ sambandi viš veitan av nżggjum aliloyvum sum heild.

Samanumtikiš metir landsstżrismašurin tķ, at grundarlag enn ikki er fyri endaligari stųšutakan til umsóknina um aliloyvi į Sands vįg. Vęntandi kann endalig stųša takast til spurningin um aliloyvi į Sands vįg mišskeišis ķ komandi įri.

Landsstżrismašurin stušlar sjónarmišunum hjį spyrjaranum ķ ynski hansara um stųrri vinnuligt alivirksemi ķ Sandoynni. Tķ veršur henda sjįlvsagda stųša spyrjarans tikin viš, tį iš endalig stųša kann takast til mųguligt aliloyvi į Sands vįg.

1 Alirįšleggingarnevndin: Sķmun Joensen, form. – Signar Heinesen – Bjųrn Harlou – Jįkup Pauli Joensen – Hųgni Jacobsen – Ari Johanneson, skrivari

Mįliš avgreitt.