Fyrispurningur um almenna fyrisitingarbygnaðin

100-60 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi bygnaðinum í almennu fyrisitingini

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu nógv starvfólk eru sett afturat í miðfyrisitingini í hesum valskeiðnum?
  2. Hvussu nógv størv eru ikki sett í løtuni?
  3. Hvussu nógv er kostnaðurin av miðfyrisitingina dýrkaður í hesum valskeiðnum?
  4. Hvørji stig eru tikin til tess at endurskoða almennu fyrisitingina samsvarandi setninginum í samgonguskjalinum?

Viðmerkingar:

Kjak hevur við millumbilum verið um bygnaðarbroytingar, sum vórðu gjøgnumførdar miðskeiðis í 90´árunum, sum danin Finn Normann Christensen stóð á odda fyri. Kjakið hevur m.a. snúð seg um, um hesar sokallaðu bygnaðarbroytingarnar vóru tær best hóskandi til eina føroyska miðfyrisiting, ella um vit heldur áttu at havt valt eina aðra skipan, sum var meira í samsvari við samfelags-viðurskiftu okkara. Men kjakið hevur eisini snúð seg um, at hesin bygnaðurin gjørdist rættiliga kosnaðarmikil við munandi størri kravi til starvsfólkatal í mun til gomlu skipanina, tó uttan at ávísast kundi, at fyrisitingin gjørdist samsvarandi meira effektiv.

Í samgonguskjalinum, sum henda samgongan gjørdi 9. mai. 1998, stendur um almennu fyrisitingina:

Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur betur í javnvág við vinnuliga sektorin.

Fyristingarliga lógarverkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.

Í samsvari við arbeiði við nýggjum kommunubygnaði, verða partar av almenna sektorinum lagdir nærri borgarunum, har hetta umsitingarliga ber til.

Nú valskeiðið er farið at halla, verður hesin fyrispurningur tí settur løgmanni.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. apríl 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Løgmaður hevur fingið fýra fyrispurningar frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni. Spurningarnir verða svaraðir niðanfyri.

1. Hvussu nógv starvsfólk eru sett afturat í miðfyrisitingini í hesum valskeiðnum ?

Svar: Sett eru 10 starvsfólk í nýggj størv í miðfyrisitingini í hesum valskeiðnum. Setanirnar í alt eru 23,5. Av hesum setanunum eru fleiri størv, sum frammanundan hava verið í fyrisitingini, men eru flutt frá stovni til miðfyrisitingina. Sí viðmerkingarnar.

Størvini býta seg soleiðis:

Størv íalt

Harav nýggj

Løgmansskrivstovan

5 1

4

Fíggjarmálastýrið

1

1

Fiskimálastýrið

1 2

1

Vinnumálastýrið

5 3

0

Mentamálastýrið

3

3

Almanna- og heilsumálastýrið

7 4 játtanin er ikki hækkað samsvarandi.

0

Oljumálastýrið

1,5

1

Íalt

23,5

10

2. Hvussu nógv størv eru ikki sett í løtuni ?

Svar: Farið er frá skipanini við normeringum, og starvsfólk verða nú sett í mun til lønarkarmin, sum fyrisitingarnar hvør sær hava. Í mun til innanhýsisskipanirnar, sum Løgmansskrivstovan og aðalstýrini hvør sær hava, eru 16 størv í løtuni ósett. Býtið sær soleiðis út:

 

Løgmansskrivstovan

0

Fíggjarmálastýrið

2

Fiskimálastýrið

1

Vinnumálastýrið

0

Mentamálastýrið

0

Almanna- og heilsumálastýrið

12

Oljumálastýrið

1

Íalt

16

3. Hvussu nógv er kostnaðurin av miðfyrisitingini dýrkaður í hesum valskeiðnum ?

Svar: Spurningarnir omanfyri snúgva seg um setanir av starvsfólkum, og kostnaðurin er tí roknaður í mun til lønarkarm. Vert er at leggja til merkis, at í hesum tíðarskeiðnum er lønarkarmurin hækkaðar við 6,5 %. Tølini sum nýtt verða, eru roknskapartølini fyri 1999 og 2000 og játtanin fyri 2001.

 

1999

2000

2001

Løgmansskrivstovan, grein 2

8.9

9.0

9.9

Løgmansskrivstovan, grein 105

1.9

1.9

3.5

Fíggjarmálastýrið

5.4

5.2

5.2

Fiskimálastýrið6

4,5

5,6

6,7

Vinnumálastýrið7

4.1

4.9

7.0

Mentamálastýrið

8.7

9.8

10.1

Almanna- og heilsumálastýrið8

10.3

12.2

11.8

Oljumálastýrið

4,5

4.2

5.9

4. Hvørji stig eru tikin til tess at endurskoða almennu fyrisitingina samsvarandi setninginum í samgonguskjalinum ?

Svar: Løgmaður hevur ikki sett nakra heildarkanning í verk, hvørs høvuðsmál er at endurskoða og rationalisera. Løgmaður hevur hinvegin virkað fyri ábøtum og samskipan á ymsum økjum. Harumframt verður støðugt bæði á Løgmansskrivstovuni og í aðalstýrunum arbeitt við fyrisitingarskipanum, sum m.a. skulu tryggja, at einki dupultarbeiði er í fyrisitingini. Víst verður her til svar upp á fyrispurning nr. 100-74 og 100-75/2000 viðvíkjandi almennu fyrisitingini, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni.

1 Tvey størv til kommunumál og tvey til sjálvstýrismál. Harumframt eitt tíðaravmarkað starv sum grundlógarnevndarskrivari.

2 Eitt starv til samskipan av tilbúgvingini.

3 Talan er ikki um nýggj størv. Tvey eru flutt frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Veterinerdeildina í Vinnumálastýrinum, og trý eru flutt frá Skráseting Føroya, sum eisini er løgd undir Vinnumálastýrið í ár.

4 Talan er ikki um nýupprættaði størv, men um umskipan av verandi størvum.

5 Herí er roknað landsfólkayvirlitið, lønir til tvey starvsfólk og grundlógarnevndarskrivara. Stóri munurin millum játtaða og nýtta lønarkarmin kemst av, at tað hvørt ár hevur verið óvist, hvat býtið fór at verða millum tað arbeiði, sum er gjørt í fyrisitingini, tað sum er gjørt í nevndum, og tað sum verður keypt sum veiting frá fyritøkum og stovnum innan- og útlendis.

6 Talan er ikki um nýggj størv, men um innanhýsis umskipan. Íroknað er bert aðalskrivstovan og fiskivinnustovan.

7 Við í hesum yvirliti eru eisini starvsfólk, sum starvast við verkætlanum, og sum verða lønt av høvuðskonto 6.11.1.25. Samferðslu- samferðsluætlanir (Rakstrarjáttan).

8 Broytingin frá 1999 – 2000, stavar fyri meginpartin frá flyting av starvsfólki og játtan frá stovnum til stýrið, harafturat koma 494.000, sum var endurgjald fyri part av lønarvøkstri. Neyðugt var at siga eitt fólk úr starvi vegna skerda játtan. Broytingin frá 2000 – 2001 stavar frá, at játtan til eitt starvsfólk er flutt útaftur á stovn.

Málið avgreitt.