Eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000

 

1-3  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 19. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000  

Innihald

Almennar viðmerkingar *

Høvuðsyvirlit *

§2. Løgmansfyrisiting *
2.11.1. Fyrisiting *
2.11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan) *

2.11.2. Kommunal viðurskifti *
2.11.2.04. Arbeiði av nýggjum kommunubygnaði (Rakstrarjáttan) *

§3. Fíggjarmál o.a. *
3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m. *
3.15.1.19. Umsiting av gjaldføri (Rakstrarjáttan) (Nýggj høvuðskonto) *

§6. Vinnumál o.a. *
6.11.1. Fyrisiting *
6.11.1.25. Samferðslu- og samskiftisætlanir (Rakstrarjáttan) *

6.37.1. Ymsar útreiðslur *
6.37.1.07. Sáttmálaeftirlit (Rakstrarjáttan) *
6.37.1.17. Kappingarráðið (Rakstrarjáttan) *

6.38.1. Vegir og havnir *
6.38.1.11. Vegagerð í Leirvík (Nýggj høvuðskonto) *
6.38.1.17. Asfaltering við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna (Nýggj høvuðskonto) *

6.38.2. Samferðsla *
6.38.2.01. Strandfaraskip Landins (Landsfyritøka) *
6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins (Løgujáttan) *

§7. Útbúgving og gransking o.a. *
7.23.1. Ymsar útreiðslur *
7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan) *

7.23.2. Fólkaskúlin v.m. *
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan) *
7.23.2.07. Læraraeftirlønir (Lógarbundin játtan) *

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar *
7.23.3.14. Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan) *

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking *
7.23.6.02 Føroya Sjómansskúli (Løgujáttan) *
7.23.6.13. Lærararskúlin (Rakstrarjáttan) *
7.23.6.16. Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarjáttan) *
7.23.6.17. Biofar (Rakstrarjáttan) *
7.23.6.19. Granskingarætlanir *
7.23.6.23. Ymiskar verkætlanir (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto) *
7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin – Biofar (Løgujáttan) *

7.24.3. Mentanararvur *
7.24.3.13. Føroya náttúrugripasavn (Rakstrarjáttan) *

§8. Almanna- og heilsumál o.a. *
8.20.3. Sjúkrahúsverkið *
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan) *
8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) *

8.21.3. Barnastuðul *
8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan) *

8.21.6. Eldri og brekað *
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan) *
8.21.6.13. Vardar íbúðir, rakstrarstudningur *

8.21.7. Sosialar skipanir *
8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan) *

8.21.8. Sosialar pensjónir *
8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan) *
8.21.8.05. Fyritíðarpensjón (Lógarbundin játtan) *

§9. Oljumál o.a. *
9.32.2. Jarðfrøði *
9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto) *

§20. Inntøkur *
20.52.2. Millumverandi við tjóðbankan og landsbankan *
20.52.2.04. Aðrar rentur *

20.54.1. Heildarveiting o.t. *
20.54.1.01. Heildarveiting o.t. *

Almennar viðmerkingar

Hjálagt er fimta eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2000.

Samlaði kostnaðurin av hesum uppskoti er 54,6 mió. kr.

Eykajáttanirnar kunnu eisini greinast soleiðis:

Íalt …………………………………………. 54.648 tús. kr.

Samlaðu eykajáttanirnar higartil í ár hava verið 57.512 tús. kr. (íroknað 6.375 tús. kr. til høvuðskonto 8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum).

Sum tað sæst av uppgerðini omanfyri, so eru lógarbundnu útreiðslurnar ein sera stórur partur av umbidnu eykajáttanunum. Undanfarin ár hevur ikki verið biðið um eykajáttan, um lógarbundnu útreiðslurnar ikki hildu. Staðfest bleiv bara í roknskapinum, tá hann einaferð var gjørdur, at budgeteraðu lógarbundnu útreiðslurnar ikki hildu. Sum dømi kann nevnast, at í landsroknskapunum frá 1995 til og við 1998 bleiv staðfest meirnýtsla millum 9 og 30 % av forsorgarútreiðslum.

Játtanarskipanin bleiv broytt seinast í 1999 soleiðis, at frá og við ár 2000 bleiv eisini neyðugt við eykajáttan, um lógarbundnu útreiðslurnar ikki hildu. Tí kann sigast, at umbønin um eykajáttan til lógarbundnar útreiðslur í ár 2000 ikki bert er til meirnýtslu í ár 2000, men eisini til at rætta teir feilir, ið hava verið í metingunum av lógarbundnu útreiðslunum undanfarin ár.

Hóast hetta má ásannast, at talan er blivin um alt ov nógvar eykajáttanir, og samlaða upphæddin, sum árliga verður játtað sum eykajáttan, er eisini blivin alt ov stór. Hetta máar í ein ávísan mun støðið undan teimum fíggjar- og búskaparpolitisku ætlanum, ið liggja aftan fyri sjálva fíggjarlógina. Tað slepst neyvan nakrantíð heilt undan eykajáttanum. Uttanifrá komandi viðurskifti, ið ikki ber til at rokna við, tá fíggjarlógin verður gjørd, koma altíð at taka seg upp, men ásannast má, at sloppið kundi verið undan einum týðandi parti av umbønunum um eykajáttan, um stýringin var betri á teimum ymisku økjunum, og um neyvari útrokningar vórðu gjørdar, tá fíggjarlógin varð gjørd. Fíggjarmálastýrið er farið undir at viðgera henda trupulleika saman við teimum einstøku aðalstýrunum.

Í hesum uppskotinum til eykajáttanarlóg er tað serliga á forsorgar og pensjónsøkinum, at stór frávik frá fíggjarlógini koma til sjóndar. Almanna- og Heilsumálastýrið greiðir í sínum viðmerkingum frá, at frávikini skyldast manglandi tíð, tá pensjónslógaruppskotini vórðu gjørd. Hertil er at siga, at framyvir eigur mannagongdin at verða tann, at um tíð ikki er til at gera eitt lógaruppskot liðugt, eigur at verða bíðað við framløguni, til alt lógararbeiðið er liðugt, herundir eisini neyvar kostnaðarmetingar.

Eisini eru alt ov nógvar umbønir um heilt smáar upphæddir. Hetta virkar órógvandi fyri viðgerðina av størri málum. Fíggjarmálastýrið ætlar at taka stig til, at sleppast kann undan umbønum um eykajáttan undir eina ávísa upphædd.

Hetta uppskot til eykajáttanarlóg kann greinast soleiðis:

Á § 2 verður til Løgmansskrivstovuna biðið um 400 tús. kr. til eina kanning av embætisførsluni hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, í sambandi við nýggju pensjónslógirnar. Harafturat verður til Arbeiði av nýggjum kommunubygnaði biðið um 200 tús. kr. til ein fulltrúa at taka sær av fíggjarligu viðurskiftunum í samskiftinum við kommunurnar.

Á § 3 verður til nýggja høvuðskonto 3.15.1.19 Umsiting av gjaldføri biðið um 596 tús. kr. at gjalda til Føroya Realkredittstovn (Realin) fyri umsiting av gjaldførislánum, sum fyrr varð mótroknað í rentuinntøkunum. Tískil hækkar høvuðskonto 20.52.2.04. Aðrar rentur tilsvarandi.

Á § 6 verður til Samferðslu- og samskiftisætlanir biðið um at sleppa at flyta 270 tús. kr. til 2 aðrar høvuðskonti, nevniliga 100 tús. kr. til Sáttmálaeftirlit og 170 tús. kr. til Kappingarráðið. Til nýggjar høvuðskonti 6.38.1.11. Vegagerð í Leirvík og 6.38.1.17. Asfaltering við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna verður biðið um ávikavist 2.500 tús. til gerð av vegnum frá Leirvík til brennistøðina á Hagaleiti og 800 tús. kr. til asfaltering og uppmerkjing við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna. Til Strandfaraskip Landsins verður biðið um 3,5 mió. kr., harav 1 mió. kr. skal nýtast til 4 radiooperatørar til GMDSS-skipan umborð á Tróndi og 2,5 mió. kr. skulu nýtast til øktar oljuútreiðslur. Til Strandfaraskip Landsins verður harafturat biðið um 2 mió. kr., harav 1,8 mió. kr. skulu nýtast til bjargingarútgerð umborð á nýggja sandoyarskipinum og 0,5 mió. kr. skulu nýtast til projektering av nýggja suðuroyarskipinum, meðan minni nýtsla á 0,3 mió. kr. er til nýggjar motorar á Ternuni.

Á § 7 verður til Ymsar felagsútreiðslur biðið um 87 tús. kr. til tulkatænastu til skúlagongd hjá deyvum næmingi. Til Fólkaskúlan verða spardar 7.812 tús. kr. í lønum í sambandi við læraraverkfallið fyrr í ár, meðan økt virksemi annars kostar 1.700 tús. kr. Til Læraraeftirlønir verður biðið um 1 mió. kr. til javnføring av tænastumannaeftirlønunum, harav 80% verða endurrindað av danska statinum á høvuðskonto 20.54.1.01. Heildarveiting o.t. Til Studning til lærupláss verður biðið um 2,5 mió. kr. orsakað av stórari næmingatilgongd. Til Føroya Sjómansskúla verður biðið um 702 tús. kr. orsakað av prís- og lønarvøkstri, síðan byggisáttmálin varð gjørdur. Til Læraraskúlan verður biðið um loyvi at hava inntøkufíggjað skeiðvirksemi. Til Fróðskaparsetur Føroya verður biðið um 500 tús. kr. til menning og uppbygging av undirvísing og gransking innan jarðalisfrøði og jarðfrøði. Til Biofar verður biðið um loyvi at hava inntøkufíggjaðar verkætlanir. Biðið verður um, at 1.945 tús. kr. verða fluttar av Granskingarætlanum til nýggja høvuðskonto 7.23.6.23. Ymiskar verkætlanir, har tilsamans verður biðið um 2.435 tús. kr. Til Havfrøðiligu royndarstøðina – Biofar verður biðið um 770 tús. kr. til bráðneyðugar hølisbroytingar til at lúka treytir, settar av Arbeiðseftirlitinum. Á høvuðskonto 7.24.3.13. Føroya náttúrugripasavn verður biðið um, at Jarðfrøðisavnið flytur sína játtan til § 9 Oljumál o.a.

Á § 8 verður til Landssjúkrahúsið biðið um 1.970 tús. kr. til bráðfeingis viðlíkahald og til at lúka krøv, sett av Arbeiðseftirlitinum, og til keyp av sjúkrabilum. Til Serviðgerð uttanlands verður biðið um 7,6 mió. kr. orsakað av øktum tali av sjúklingum, sum verða sendir til serviðgerð uttanlands, samstundis sum 2 nýggjar undirkonti verða stovnaðar. Til Barnaforsorg verður biðið um 11.556 tús. kr. til væntandi meirnýtslu. Til Serforsorg verður biðið um 556 tús. kr. til rakstur restina av árinum til autistaheim í Klaksvík. Til Vardar íbúðir, rakstrarstudningur, verður biðið um 146 tús. kr., tí rakstarstudningurin fyri 1999 varð goldin so seint, at tað ikki bar til at bóka hann í fíggjarárinum 1999. Til Vanliga forsorg verður biðið um 8.653 tús. kr. til væntandi meirnýtslu. Til Fólkapensjón verður roknað við eini minni nýtslu á 8.775 tús. kr., meðan til Fyritíðarpensjón verður biðið um 24.454 tús. kr. til væntandi meirnýtslu.

Á § 9 verður játtan flutt frá § 7 til nýggja høvuðskonto 9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið, samstundis sum biðið verður um 355 tús. kr. til serligar jarðfrøðiligar kanningar.

Á § 20 verða Aðrar rentur mettar at verða 1 mió. kr. hægri, í sambandi við at Føroya Realkredittstovnur hevur broytt avrokning frá netto rentu til brutto rentu. Á høvuðskonto 20.54.1.01. Heildarveiting o.t. hækka inntøkurnar við 800 tús. kr. svarandi til 80% av hægru nýtsluni á høvuðskonto 7.23.2.07. Læraraeftirlønir.  

Høvuðsyvirlit

 

§2. Løgmansfyrisiting 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

600

600

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

600

-

2.11.1. Fyrisiting

400

-

2.11.2. Kommunal viðurskifti

200

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

2.11.1. Fyrisiting

2.11.1.01. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

12.974

-

EYJ 2

400

-

2.11.2. Kommunal viðurskifti

2.11.2.04. Arbeiði av nýggjum kommunubygnaði

J

510

-

(Rakstrarjáttan)

EYJ

200

-

Viðmerkingar 

2.11.1 Fyrisiting

2.11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan)

Landsstýrismálanevndin tók hin 17. mai 2000 avgerð um at taka til viðgerðar málið viðvíkjandi heimildargrundarlagnum fyri

Eftir viðgerð av málinum í nevndini heitti nevndin á nevndarskrivaran um at gera eina frágreiðing um málið. Frágreiðingin varð 30. juni 2000 send løgmanni, landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum til kunningar.

Í frágreiðingini verður í níggju førum sett spurnartekin við, um umsitingin av nevndu viðurskiftum er farin fram samsvarandi lóggávuni á økinum. Landsstýrismálanevndin kemur tó ikki til nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi.

Løgmaður hevur eftir hetta spurt landsstýrismálanevndina, um nevndin, grundað á frágreiðingina, hevur illgruna um, at viðkomandi landsstýrismaður hevur borið seg óregluliga at í hesum máli, og um so var, hví landsstýrismálanevndin so ikki hevur nýtt heimildina í stýrisskipanarlógini § 38. stk. 2, at krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra at gera eina niðurstøðu í málinum.

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. svarað løgmanni :

"At landsstýrismálanevndin er av tí áskoðan, at tað ikki er uppgávan hjá landsstýrismálanevndini at taka støðu til spurningin, um Helena Dam á Neystabø hevur borið seg óregluliga at í hesum máli, men hevur latið hetta upp til løgmann og /ella Løgtingið at gera av.

At nevndin ikki metir, tað vera neyðugt at heita á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra, vísandi til at málið er nóg væl lýst í frágreiðing, sum nevndin hevur tikið stig til at fáa gjørt, og sum eisini er send løgmanni, landsstýrismonnum og øllum tingmonnum."

Við tað at landsstýrismálanevndin ikki ynskir at taka støðu til, um nakað óregluligt er farið fram í málinum, og heldur ikki ynskir at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, er løgmaður av tí áskoðan, at tá reistir eru ivaspurningar av landsstýrismálanevndin um, hvørt ein landsstýrismaður hevur borið seg regluliga at í einum málið, eigur málið at fáa eina virðiliga og haldgóða niðurstøðu.

Løgmaður hevur tí gjørt av, at seta ein uttanveltaðan løgfrøðing at kanna, um fyrisitingin av málinum er útint á lógligan hátt. Hetta verður sjálvsagt treytað av, at Løgtingið gongur hesari umsókn um eykajáttan á møti.

Mett verður, at kostnaðurin av kanningini verður uml. kr. 400.000, og verður tískil neyðugt at broyta játtanina til Løgmansskrivstovuna samsvarandi niðanfyristandandi sundurgreining.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ 1

EYJ 2

J+EYJ 2

Nettoútreiðslujáttan

12.974

400

13.374

Útreiðslur

14.835

400

15.235

Inntøkur

1.861

-

1.861

20. Vanligt virksemi

     
       
Nettoútreiðsla

12.639

400

13.039

       
Útreiðslur

14.041

400

14.441

11. Lønir v.m.

9.185

-

9.185

14. Keyp av vørum og tænastum

3.960

400

4.360

15. Keyp av útbúnaði, netto

400

-

400

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

295

-

295

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

201

-

201

       

Inntøkur

1.402

-

1.402

21. Søla av vørum og tænastum

40

-

40

76. Innanhýsis flytingar millum almennar stovn. – innt..

1.362

-

1.362

       

24. Hernaðarkanning

     
       

Útreiðslur

400

-

400

11. Lønir v.m.

100

-

100

71. Innanhýsis flytingar millum almennar stovn. - útr.

300

-

300

       

25. Inntøkufíggjað virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

-65

-

-65

       

Útreiðslur

394

-

394

11. Lønir v.m.

132

-

132

14. Keyp av vørum og tænastum

262

-

262

       

Inntøkur

459

-

459

21. Søla av vørum og tænastum

459

-

459

       

2.11.2. Kommunal viðurskifti

2.11.2.04. Arbeiði av nýggjum kommunubygnaði (Rakstrarjáttan)

Ætlanin er at savna umsitingina av kommununum á einum stað. Í hesum sambandi er fíggjarliga umsitingin av kommununum, sum fyrr hevur verið røkt av starvsfólki í Fíggjarmálastýrinum, flutt til Løgmansskrivstovuna.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

510

200

710

Útreiðslur

510

200

710

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

510

200

710

       

Útreiðslur

510

200

710

11. Lønir v.m.

375

200

575

14. Keyp av vørum og tænastum

135

-

135

       

 §3. Fíggjarmál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

596

596

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Fíggjarmál o. a.......................................................................................

596

-

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m. .................................................................

596

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.

3.15.1.19. Umsiting av gjaldføri (Rakstrarjáttan)

J

-

-

(Nýggj høvuðskonto)

EYJ

596

-

 Viðmerkingar

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.

3.15.1.19. Umsiting av gjaldføri (Rakstrarjáttan) (Nýggj høvuðskonto)

Síðan 1984 hevur Føroya Realkredittstovnur (Realurin) umsitið tey sokallaðu gjaldførislánini sambært løgtingslóg nr. 35 frá 1984 um gjaldførislán.

Tørvurin er broyttur hesi mongu árini, og lógin um Realin er eisini broytt soleiðis, at tørvurin á gjaldførislánum er burtur. Løgtingið samtykti einmælt løgtingslóg nr. 76 frá 5. november 1998 um umsiting av gjaldførislánum, har innafturgoldnu gjaldførislánini kunnu lánast út aftur sum síðustillað 2. veðrættarlán við 2. veðrættarláni úr Realinum.

Samsýningin til Realin fyri gjaldførislánini hevur verið, at Realurin hevur kravt rentuna inn og so lagt eitt ávíst procent omaná sum ómaksløn og síðani avroknað nettotalið við Gjaldstovuna (Landskassan). Tað hevur havt við sær, at ómaksløn Realkredittstovnsins ikki sæst aftur í landskassaroknskapinum.

Nú er hetta broytt soleiðis, at landskassin rindar Realinum 1% av útlánsfænum 59.556.000 kr., tað er 595.560 kr., fyri at umsita lánini, og Fíggjarmálastýrið vil, at ómakslønin sæst aftur í landskassaroknskapinum. Tí verður henda skipan gjørd nú á eykafíggjarlógini. Men á komandi fíggjarlóg skuldi alt verið komið í rættlag.

Í fjør og í ár er eisini ein skiftistíð frá tí gamla slagnum av lánum til tey nýggju. Gjaldførislánini eru umfíggjað, og byrjað varð í fjør at læna út eftir nýggju lógini. Hetta sást aftur í ómakslønini.

Í roknskaparárinum 1999/2000 hjá Realinum sæst, at ómakslønin fyri gjaldførislánini var bert 12.049 kr., og Realurin roknaði sær onga ómaksløn fyri 2. veðrættarlánini hetta fyrsta árið. Í roknskaparárinum 98/99 var ómakslønin 458.000 kr. og í 97/98 619.000 kr. Annars hevur ómakslønin ikki verið eins øll árini.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

-

596

596

Útreiðslur

-

596

596

20. Føroya Realkredittstovnur (Realurin)

     
       

Nettoútreiðsla

 

596

596

       

Útreiðslur

-

596

596

14. Keyp av vørum og tænastum

-

596

596

       

§6. Vinnumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

6.800

6.800

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

2.000

2.000

-

 

Felagsútreiðslur……........................................................................….

-270

-

6.11.1. Fyrisiting……….........................................................................

-270

-

Handil og vinna annars....................................................................….

270

-

6.37.1. Ymsar útreiðslur…......................................................................

270

-

Samferðsla og samskifti........................................................................

8.800

-

6.38.1. Vegir og havnir...........................................................................

3.300

-

6.38.2. Samferðsla..................................................................................

5.500

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.11.1. Fyrisiting

6.11.1.25. Samferðslu- og samskiftisætlanir

J

2.700

-

(Rakstrarjáttan)

EYJ

-270

-

6.37.1. Ymsar útreiðslur

6.37.1.07. Sáttmálaeftirlit (Rakstrarjáttan)

J

200

-

EYJ

100

-

6.37.1.17. Kappingarráðið (Rakstrarjáttan)

J

1.150

-

EYJ

170

-

6.38.1. Vegir og havnir

6.38.1.11. Vegagerð í Leirvík

J

-

-

EYJ

2.500

-

6.38.1.17. Asfaltering við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna

J

-

-

EYJ

800

-

6.38.2. Samferðsla

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

J+EYJ

55.700

-

EYJ 2

3.500

-

6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins (Løgujáttan)

J

41.100

-

EYJ

2.000

-

Viðmerkingar

6.11.1. Fyrisiting

6.11.1.25. Samferðslu- og samskiftisætlanir (Rakstrarjáttan)

Á hesari játtan verða 100.000 kr. fluttar til konto 6.37.1.07. Sáttmálaeftirlit og 170.000 kr. til 6.37.1.17. Kappingarráðið. Samanlagt verða 270.000 kr. fluttar av hesari játtan á aðrar játtanir undir grein 6.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

2.700

-270

2.430

Útreiðslur

2.700

-270

2.430

20. KT-ætlan

     
       

Nettoútreiðsla

1.400

-135

1.265

       

Útreiðslur

1.400

-135

1.265

11. Lønir v.m.

300

-50

250

14. Keyp av vørum og tænastum

1.100

-85

1.015

       

21. Tilbúgvingarætlan

     
       

Nettoútreiðsla

850

-135

715

       

Útreiðslur

850

-135

715

11. Lønir v.m.

300

-50

250

14. Keyp av vørum og tænastum

550

-85

465

       

22. Samferðsluætlan

     
       

Nettoútreiðsla

450

-

450

       

Útreiðslur

450

-

450

11. Lønir v.m.

300

-

300

14. Keyp av vørum og tænastum

150

-

150

       

 6.37.1. Ymsar útreiðslur

6.37.1.07. Sáttmálaeftirlit (Rakstrarjáttan)

Virksemið hjá sáttmálastovninum var størri, enn roknað var við frá ársbyrjan. Tí verður neyðugt við kr. 100.000 soleiðis, at ein eisini restina av árinum 2000 kann hava eitt trygt eftirlit við studningi til at byggja og umbyggja skip, bátar v.m. á føroyskum skipasmiðjum.

Øktu útreiðslurnar verða fíggjaðar við at flyta 100 tús. kr. frá játtanini 6.11.1.25. Samferðslu- og samskiftisætlanir.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

200

100

300

Útreiðslur

200

100

300

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

200

100

300

       

Útreiðslur

200

100

300

11. Lønir v.m.

200

100

300

       

6.37.1.17. Kappingarráðið (Rakstrarjáttan)

Neyðugt er við einari eykajáttan upp á kr. 170.000 til Kappingarráðið. Tvær orsøkir eru til hetta. Onnur er kærunevndin í kappingarmálum, hvørs arbeiði er dýrari, enn roknað varð við. Hin er eitt størri tal av lutfalsliga tungum sakum, enn roknað varð við. Hesar sakir krevja oftani grannskoðarakanningar, sum eru útreiðslutungar.

Øktu útreiðslurnar til Kappingarráðið verða spardar á høvuðskonto 6.11.1.25. Samferðslu- og samskiftisætlanir.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

1.150

170

1.320

Útreiðslur

1.150

170

1.320

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

1.150

170

1.320

       

Útreiðslur

1.150

170

1.320

11. Lønir v.m.

600

50

650

14. Keyp av vørum og tænastum

550

120

670

       

 6.38.1. Vegir og havnir

6.38.1.11. Vegagerð í Leirvík (Nýggj høvuðskonto)

Ætlanin er, at landið asfalterar vegin frá Leirvík til Brennistøðina, og at kommunan góðkennir vegin sum verandi kommunalan veg.
Landsverkfrøðingurin hevur kannað málið, og sagt verður, at vegurin er í ringum standi og tolir neyvan ein vetur afturat, um ikki ábøtur verða gjørdar á hann.
Ein møguleiki er at fyribilsumvæla vegin við skervi og spræning, og kann hetta gerast fyri 500.000 kr., men henda loysnin tekur longri tíð og er illa egnað at fremja um heystið, tá nógv væta vanliga er.

Hinvegin ber til heystar til at leggja eitt tunt undirlag á vegin og síðani leggja endaliga slitlagið. Hetta arbeiðið væntast at taka uml. ein mánað.

Vegastrekkið er 2000 m langt og 6 m breitt. Samanlagt er talan um 12.000 fermetrar av vegi.

Kostnaðarmeting av einum tunnum undirlagi verður:
1000 tons asfalt (400 kr/tons) 400.000,-
Álegging (300 kr/tons) 300.000,-
Samanlagt: 700.000,-
Kostnaður av endaliga slitlagnum verður:
2 løg av asfalti, samanlagt 2500 tons (720 kr/tons) 1.800.000,-

Mælt verður til hesa loysn og at játta Leirvíkar kommunu studning til asfaltering í ár samanlagt 2,5 mió.kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

2.500

2.500

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

-

2.500

2.500

77. Flyting til kommunur

-

2.500

2.500

       

 

6.38.1.17. Asfaltering við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna (Nýggj høvuðskonto)

Játtanin verður nýtt til at asfaltera og uppmerkja við ferjulegurnar í Leirvík og Vestmanna. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, at kostnaðurin verður einar 400.000 kr. á hvørjum staði.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

800

800

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

-

800

800

77. Flyting til kommunur

-

800

800

       

 6.38.2. Samferðsla

6.38.2.01. Strandfaraskip Landins (Landsfyritøka)

Søkt verður um 3,5 mió. kr. í eykajáttan til Strandfaraskip Landsins fyri fíggjárið 2000.

Radiooperatørar til GMDSS-skipanina
Í sambandi við at myndugleikarnir kravdu, at GMDSS-samskiftisútgerð skuldi setast í skipini, hevur verið neyðugt at seta tilsamans 4 mans í starv sum radiooperatørar umborð á Dúgvuni og Tróndi. Lønarútreiðslur v.m. til hesar mans, 1 mió.kr., vórðu ikki avsettar í fíggjarætlanini fyri 2000, og er tí neyðugt at fáa játtað pening til hetta sum eykajáttan.

Oljuútreiðslur
Oljuprísurin er í løtuni so høgur, sum hann ikki hevur verið í 10 ár, og útlit eru ikki fyri stórvegis príslækkingum á marknaðinum. Roknskapurin higartil hjá SL og framrokningar fyri árið vísa, at oljuútreiðslurnar gerast 2,5 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2000. Í mun til metta oljuprísin er farin fram ein príshækking uppá 25%. Øll 3 árini frammanundan hevur verið nóg mikið sett av til oljukeyp.

Uppgerð av nettotølum

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Inntøkur

72.070

-

72.070

Felags fyrisiting

800

-

800

Oyggjaleiðir

40.000

-

40.000

Bygdaleiðir

17.300

-

17.300

Farmaflutningur á landi

13.970

-

13.970

Játtan (inkl. Eykajáttan)*

55.700

3.500

59.200

Útreiðslur

127.770

3.500

131.270

Felags fyrisiting

16.110

-

16.110

Oyggjaleiðir

68.950

3.500

72.450

Bygdaleiðir

27.020

-

27.020

Farmaflutningur á landi

15.690

-

15.690

Uttanlandaflutningur

0

-

0

Rentur og avskrivingar

0

-

0

Nettotal

0

-

0

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Nettoútreiðslujáttan

55.700

3.500

59.200

Útreiðslur

127.770

3.500

131.270

Inntøkur

72.070

-

72.070

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

Útreiðslur

127.770

3.500

131.270

11. Lønir v.m.

50.740

1.000

51.740

14. Keyp av vørum og tænastum

52.660

2.500

55.160

15. Keyp av útbúnaði, netto

850

-

850

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

21.670

-

21.670

32. Útvegan av løgu o.ø.

1.850

-

1.850

Inntøkur

72.070

-

72.070

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

72.070

-

72.070

Starvsfólkayvirlit

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Í lønarflokki 36 ella hægri

1

-

1

Onnur

178

4

182

Fulltíðarstørv

179

4

183

Lønarpartur (mió. kr.)

50,7

1,0

51,7

6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins (Løgujáttan)

Sandoyarskip
Í projektinum Sandoyarferja eru settar av 1,5 mió. kr. til bjargingarútgerð. Óvissan um nýggju myndugleikakrøvini frá ES gjørdu, at neyðugt varð at seta eina ávísa upphædd av til hetta í projektinum og síðan biðja um eykajáttan til restina, tá krøvini og harvið upphæddin varð kend. Hetta varð avtalað í sambandi við sáttmálasamráðingarnar við Skipasmiðjuna á Skála. Skipasmiðjan hevur nú upplýst, at útgerðin kemur at kosta 3,3 mió. kr. Neyðugt verður sostatt at fáa eina eykajáttan til Sandoyarferjuna uppá 1,8 mió. kr. til útgerðina, nú endaligu krøvini eru ásett.

Suðuroyarskip
Projekteringin av skipinum verður boðin út fyrst í august mánaði í ár. SL heldur, grundað á fakliga ráðgeving, at tær 400 tús. kr. sum eru settar av til hetta í ár, eru ikki nóg mikið til projektering og kanningar av einari so stórari verkætlan.

Ternan, nýggir motorar
Talan verður helst um eitt avlop á hesi konto, sum so kann flytast til eina av hinum undirkonti.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

41.100

2.000

43.100

01. Sandoyarskip

     
       

Útreiðslur

36.700

1.800

38.500

31. Bygging og løguframleiðsla

36.700

1.800

38.500

       

03. Suðuroyarskip

     
       

Útreiðslur

400

500

900

31. Bygging og løguframleiðsla

400

500

900

       

05. Ternan, nýggir motorar

     
       

Útreiðslur

4.000

-300

3.700

32. Útvegan av løgu o.ø.

4.000

-300

3.700

       

 §7. Útbúgving og gransking o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-6.128

-6.128

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

1.472

1.472

-

 

Útbúgving og gransking........................................................................

-63

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

87

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m...........................................................................

-5.112

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar..................................................................

2.500

-

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking....................................................

2.462

-

Mentan...................................................................................................

-4.593

-

7.24.3. Mentanararvur….........................................................................

-4.593

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.1. Ymsar útreiðslur

7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

1.947

-

EYJ 2

87

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

166.062

-

EYJ 2

-6.112

-

7.23.2.07. Læraraeftirlønir (Lógarbundin játtan)

J+EYJ

22.231

-

EYJ 2

1.000

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.14. Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan)

J

6.390

-

EYJ

2.500

-

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking

7.23.6.02. Føroya sjómansskúli (Løgujáttan)

J+EYJ

9.408

-

EYJ 2

702

-

7.23.6.13. Læraraskúlin (Rakstrarjáttan)

J

11.824

-

EYJ

-

-

7.23.6.16. Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarjáttan)

J

11.905

-

EYJ

500

-

7.23.6.17. Biofar (Rakstrarjáttan)

J

990

-

EYJ

-

-

7.23.6.19. Granskingarætlanir

J

3.625

-

EYJ

-1.945

-

7.23.6.23. Ymiskar verkætlanir (Rakstrarjáttan)

J

-

-

(Nýggj høvuðskonto)

EYJ

2.435

-

7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin - BIOFAR

J

-

-

(Løgujáttan)

EYJ

770

-

7.24.3. Mentanararvur

7.24.3.13. Føroya náttúrugripasavn (Rakstrarjáttan)

J

7.523

-

EYJ

-4.593

-

C. Átekning

Nr. 2. ad. 7.23.6.13. Læraraskúlin (Rakstrarjáttan)
Heimilað verður, at inntøkufíggjað virksemi verður á undirkonto 40. Inntøkufíggjað virksemi, tó uttan at nettoútreiðslujáttanin verður hækkað.

Nr. 3. ad. 7.23.6.17. Biofar (Rakstrarjáttan)
Heimilað verður, at inntøkufíggjað virksemi verður á undirkonto 40. Inntøkufíggjað virksemi, verkætlanir, tó uttan at nettoútreiðslujáttanin verður hækkað.

Viðmerkingar

7.23.1. Ymsar útreiðslur

7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan)

Ein deyvur næmingur byrjaði á HF á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í august 1999. Eykajáttan fyri 1999, kr.175.000, varð fingin til endamálið á heysti 1999. Skúlagongdin verður væntandi tvey ár afturat. Árligu útreiðslurnar til hesa tulkatænastu eru mettar til kr. 350.000 fyri hvørt skúlaárið, og merkir hetta kr. 350.000 í fíggjarárinum 2000 og kr. 350.000 í fíggjarárinum 2001. Á fyrstu eykajáttanarlógini í ár vórðu bert játtaðar kr. 263.000, tí verður her søkt um írestandi upphædd, kr. 87.000.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Nettoútreiðslujáttan

1.947

87

2.034

Útreiðslur

1.947

87

2.034

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

1.947

87

2.034

       

Útreiðslur

1.947

87

2.034

11. Lønir v.m.

1.613

87

1.700

14. Keyp av vørum og tænastum

334

-

334

       

 7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)
Játtanin til fólkaskúlan verður minkað við kr. 6.112.000.

Spardar vóru kr. 7.812.000 í sambandi við læraraverkfallið í vár.

Útreiðslunar til fólkaskúlan koma annars at verða kr. 1.700.000 hægri, enn mett er á fíggjarlógini, og stavar henda eyka útreiðsla frá øktum virksemi til telduvarðaútbúgving, ráðleggingarvirksemi, skúlavegleiðing og meira tíð til flokslæraraarbeiði.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Nettoútreiðslujáttan

166.062

-6.112

159.950

Útreiðslur

166.062

-6.112

159.950

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

160.562

-6.112

154.450

Útreiðslur

160.562

-6.112

154.450

11. Lønir v.m.

160.247

-6.112

154.135

14. Keyp av vørum og tænastum

315

-

315

21. Eftirlønir til sáttmálasettar lærarar

Nettoútreiðsla

5.500

-

5.500

Útreiðslur

5.500

-

5.500

11. Lønir v.m.

5.500

-

5.500

7.23.2.07. Læraraeftirlønir (Lógarbundin játtan)
Eftir at umsókn um eykajáttanarløgtingslóg var send í vár, fekk Undirvísingar- og mentamálastýrið aftur skriv um javnføring av tænastumannaeftirlønum. Útrokningar vísa, at upphæddin til læraraeftirlønir skal vera kr 1.000.000 hægri.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ

Útreiðslujáttan

22.231

1.000

23.231

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

22.231

1.000

23.231

52. Tiskot til einstaklingar

22.231

1.000

23.231

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.14. Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan)
Neyðugt er at hækka studningin til lærupláss munandi orsakað av stóru tilgongdini av næmingum í 1999 og aftur í 2000. Næmingatalið er hækkað frá 180 í 1998 til 241 í 1999.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

6.390

2.500

8.890

01. Stuðul

Útreiðslur

6.390

2.500

8.890

53. Stuðul til vinnu

6.390

2.500

8.890

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking

7.23.6.02 Føroya Sjómansskúli (Løgujáttan)
Umsóknin skyldast prís- og lønarvøkstrinum, sum hevur verið, síðan arbeiðssáttmálarnir vórðu undirskrivaðir í febr. 1999.
Lønar- og prísvøksturin er fyri ein part staðfestur við rokningum frá arbeiðstakaranum og fyri ein part mettur út frá vísitølum, og er hann tilsamans uml. 3,7% av byggiútreiðslunum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ2

J+EYJ 2

Útreiðslujáttan

9.408

702

10.110

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

9.408

702

10.110

31. Bygging og løguframleiðsla

9.408

702

10.110

7.23.6.13. Lærararskúlin (Rakstrarjáttan)
Skúlin rekur skeiðvirksemi sum inntøkufíggjað virksemi, og tí er raksturin dagførdur við hesum. Talan er um nýtt skeiðvirksemi fyri dagrøktarum, serliga hjá Havnar kommunu og annars kring landið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

11.824

-

11.824

Útreiðslur

14.324

600

14.924

Inntøkur

2.500

600

3.100

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

11.824

-

11.824

Útreiðslur

14.324

-

14.324

11. Lønir v.m.

11.494

-

11.494

14. Keyp av vørum og tænastum

2.280

-

2.280

15. Keyp av útbúnaði, netto

200

-

200

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

350

-

350

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

Inntøkur

2.500

-

2.500

21. Søla av vørum og tænastum

1.300

-

1.300

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – innt.

1.200

-

1.200

40. Inntøkufíggjað virksemi

Nettoútreiðsla

-

0

0

Útreiðslur

-

600

600

11. Lønir v.m.

-

600

600

Inntøkur

-

600

600

21. Søla av vørum og tænastum

-

600

600

7.23.6.16. Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarjáttan)
Í sambandi við umskipanina av Jarðfrøðisavninum varð avgjørt, at játtanin til Fróðskaparsetur Føroya (Náttúruvísindadeildina) verður hækkað við 1 mió. kr. Endamálið er at menna og byggja upp undirvísing og gransking innan jarðalisfrøði og jarðfrøði. Framtíðar samstarvið millum Jarðfrøðisavnið og Nattúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum verður tryggjað við samstarvsavtalu. Í 2000 verður tó ikki neyðugt við meir enn 0,5 mió. kr.
Fróðskaparsetur Føroya hevur inntøkufíggjaðar verkætlanir, tí er játtanin dagførd við inntøkufíggjaðum virksemi. Talan er um fleiri granskingarætlanir, fíggjaðar við peningi uttanífrá. Í løtuni eru verkætlanir við fígging frá donskum granskingarráðum, oljufeløgum, stovnum og øðrum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

11.905

500

12.405

Útreiðslur

12.635

3.063

15.698

Inntøkur

730

2.563

3.293

20. Fróðskaparsetur Føroya

Nettoútreiðsla

11.905

500

12.405

Útreiðslur

12.635

500

13.135

11. Lønir v.m.

10.665

320

10.985

14. Keyp av vørum og tænastum

1.505

180

1.685

15. Keyp av útbúnaði, netto

465

465

Inntøkur

730

-

730

21. Søla av vørum og tænastum

600

-

600

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – innt.

130

-

130

40. Inntøkufíggjað virksemi, verkætlanir

Nettoútreiðsla

-

0

0

Útreiðslur

-

2.563

2.563

11. Lønir v.m.

-

1.736

1.736

14. Keyp av vørum og tænastum

-

440

440

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – útr.

-

386

386

Inntøkur

-

2.563

2.563

63. Vanligar flytingarinntøkur

-

2.563

2.563

7.23.6.17. Biofar (Rakstrarjáttan)
Biofar hevur inntøkufíggjaðar verkætlanir, tí er játtanin dagførd við inntøkufíggjaðum virksemi. Biofar átekur sær fleiri og fleiri verkætlanir, serliga fyri olju- og alivinnuna, ið umbiðarar sjálvir fíggja.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

990

-

990

Útreiðslur

-

1.310

2.300

Inntøkur

-

1.310

1.310

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

990

-

990

Útreiðslur

990

-

990

11. Lønir v.m.

900

-

900

54. Stuðul til annað virksemi

90

-

90

40. Inntøkufíggjað virksemi, verkætlanir

Nettoútreiðsla

-

0

0

Útreiðslur

-

1.310

1.310

11. Lønir v.m.

-

1.310

1.310

Inntøkur

-

1.310

1.310

21. Søla av vørum og tænastum

-

1.310

1.310

7.23.6.19. Granskingarætlanir
Játtanirnar til ávíkavist verkætlanina Økismenningargransking og verkætlanina, sum skal lýsa grundarlagið undir einum økismenningarpolitikki, eru fluttar til serstaka rakstrarjáttan.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

3.625

- 1.945

1.680

01. Stuðul

Útreiðslur

3.625

- 1.945

1.680

52. Tilskot til einstaklingar

1.800

- 320

1.480

54. Stuðul til annað virksemi

1.825

- 1.625

200

7.23.6.23. Ymiskar verkætlanir (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto)
Játtanin verður brúkt til ávísar verkætlanir í stýrinum.

Undirkonto 7.23.6.23.21 er játtan til verkætlanina Økismenningargransking. Játtanin til hesa verkætlan er hækkað við ónýttari játtan, kr. 480.000 frá 1999. Hetta, tí at verkætlanin kom so seint í gongd í 1999, at byrjunarútreiðslur, ið ætlaðar vóru at vera í 1999, ikki komu fyrr enn í 2000. Verkætlanin verður eisini fíggjað við inntøkum frá kommunum og øðrum. Játtanin var við ársbyrjan sett av á 7.23.6.19 Granskingarætlanir, og er hervið flutt til serligt rakstrarstað.

Undirkonto 7.23.6.23.22 er upprunaliga játtanin til verkætlanina, sum skal lýsa grundarlagið undir einum økismenningarpolitikki.
Við ársbyrjan vóru játtaðar 500.000 kr. til eina ítøkiliga verkætlan, sum skal lýsa grundarlagið undir einum økismenningarpolitikki, sum støða skuldi takast til á ólavsøku 2000. Verkætlanin skal taka støði í eini røð av ábótum á størru økini kring landið við atliti m.a. til trygg viðurskifti, samferðslukervi, aldursbýti og íbúgvasamanseting annars, almenn/privat arbeiðspláss, vinnulig kor, nýggjar vinnur, góða útbúgving, samanhildið við avmarkandi, almennum skrivstovuveldi. Játtanin var við ársbyrjan sett av á 7.23.6.19 Granskingarætlanir, og er hervið flutt til serligt rakstrarstað.

Verkætlanin byrjaði ikki fyrr enn í juni 2000 og verður tí væntandi ikki liðug fyrr enn við árslok í ár.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

-

2.435

2.435

Útreiðslur

-

2.935

2.935

Inntøkur

-

500

500

21. Verkætlanin Økismenningargransking

Nettoútreiðsla

-

1.925

1.925

Útreiðslur

-

2.435

2.435

11. Lønir v.m.

-

1.710

1.710

14. Keyp av vørum og tænastum

-

215

215

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

480

480

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

-

20

20

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

10

10

Inntøkur

-

500

500

77. Flyting frá kommunum

-

500

500

22. Verkætlanin økismenningarpolitikkur

Nettoútreiðsla

-

500

500

Útreiðslur

-

500

500

11. Lønir v.m.

-

450

450

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

50

50

7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin – Biofar (Løgujáttan)
Verandi arbeiðshølir hjá Biofar í Kaldbak lúka ikki treytirnar hjá Arbeiðseftirlitinum til handfaring av heilsuskaðiligum evnum og reglugerð hjá Brunaumsjón Landsins um eldfiman løg. Neyðugt er tí at gera bráðneyðugar hølisbroytingar í høllini í Kaldbak fyri at lúka omanfyri settu treytir.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

770

770

10. Havfrøðilig royndarstøð

Útreiðslur

-

770

770

31. Bygging og løguframleiðsla

-

770

770

7.24.3. Mentanararvur

7.24.3.13. Føroya náttúrugripasavn (Rakstrarjáttan)
Játtanin er lækkað, tí Jarðfrøðisavnið er flutt av grein 7 til grein 9 Oljumál o.a.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

7.523

- 4.593

2.930

Útreiðslur

9.235

- 6.189

3.046

Inntøkur

1.712

- 1.596

116

       

22. GEUS/Føroya jarðfrøðisavn

     
       

Nettoútreiðsla

666

- 666

0

       

Útreiðslur

666

- 666

0

11. Lønir v.m.

431

- 431

0

14. Keyp av vørum og tænastum

130

- 130

0

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – útr.

105

- 105

0

23. Náttúrugripasavnið (Djóra- og plantusavn)

Nettoútreiðsla

2.930

-

2.930

Útreiðslur

3.046

-

3.046

11. Lønir v.m.

2.516

-

2.516

14. Keyp av vørum og tænastum

285

-

285

15. Keyp av útbúnaði, netto

200

-

200

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

35

-

35

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – útr.

10

-

10

Inntøkur

116

-

116

21. Søla av vørum og tænastum

116

-

116

24. Jarðfrøðisavnið

Nettoútreiðsla

3.927

- 3.927

0

Útreiðslur

5.523

- 5.523

0

11. Lønir v.m.

3.573

- 3.573

0

14. Keyp av vørum og tænastum

1.430

- 1.430

0

15. Keyp av útbúnaði, netto

360

- 360

0

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

160

- 160

0

Inntøkur

1.596

- 1.596

0

21. Søla av vørum og tænastum

136

- 136

0

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – innt.

1.460

- 1.460

0

§8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

46.160

46.160

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál...............................................................................................

9.570

-

8.20.1. Fyribyrging..................................................................................

0

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m...................................................................

9.570

-

Almannnamál........................................................................................

36.590

-

8.21.3. Barnastuðul.................................................................................

11.556

-

8.21.6. Eldri og brekað............................................................................

702

-

8.21.7. Sosialar skipanir..........................................................................

8.653

-

8.21.8. Sosialar pensjónir........................................................................

15.679

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.1. Fyribyrging

8.20.1.04. Upplýsing og ráðgeving (Rakstrarjáttan)

J

1.205

-

EYJ

-

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

235.005

15.249

EYJ 3

1.970

-

8.20.3.20. Serviðgerð Uttanlands (Rakstrarjáttan)

J

54.584

-

EYJ 3

7.600

-

8.21.3. Barnastuðul

8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)

J

22.507

1.586

EYJ

11.556

-

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

J

74.939

-

EYJ 2

556

-

8.21.6.13. Vardar íbúðir, rakstrarstudningur

J

200

-

EYJ

146

-

8.21.7. Sosialar skipanir

8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

J

93.814

6.332

EYJ

8.653

-

8.21.8. Sosialar pensjónir

8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

J

323.381

21.828

EYJ 2

-8.775

8.21.8.05. Fyritíðarpensjón (Lógarbundin játtan)

J

155.044

10.465

EYJ 2

24.454

-

Viðmerkingar

8.20.3. Sjúkrahúsverkið

8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)
Arbeiðseftirlitið hevur gjørt kanningar av N2O gassi í luftini í sambandi við skurðviðgerðir. Eisini vórðu úttøkini kannað fyri lekar.

Vísandi til úrslitið av kanningunum hevur Arbeiðseftirlitið kravt, at lekarnir verða tettir, og at punktútsúgvingar skulu fáast til vega og nýtast.

Henda punktútsúgving er ikki partur av ætlaðu umbyggingini av skurðdeildini. Heldur ikki kann arbeiðið roknast sum vanligt viðlíkahald.

Vatnleiðingin í tunnli og lendi er so mikið illa farin, at neyðugt verður at umvæla. Eisini verður neyðugt við eini bráðfeingis umvæling av el-høvuðstalvuni.

Eykaútreiðslurnar fyri 2000 av hesum verða mettar til kr. 1.070.000.

Støðan viðvíkjandi sjúkrabilum á Landssjúkrahúsinum er sera trupul. Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið vegna trongar fíggjarligar karmar keypt brúktar sjúkrabilar uttanlands. Hetta hevur verið ein neyðloysn, og tað hevur verið sera kostnaðarmikið at umvæla og at halda viðlíka hesar brúktu sjúkrabilar. Í løtuni rekur Landssjúkrahúsið 8 sjúkrabilar, ein er á Sandi, tveir í Vágunum, ein í Eysturoynni og fýra í Havn.

Av tí at fleiri av bilunum eru gamlir, eru teir alt ov ofta á verkstaði. Sum dømi kann nevnast, at seinast í august mánaði vóru fýra bilar á verkstaði, summir við sera stórum og dýrum breki. Síðani hendi tað, at ein sjúkrabilur steðgaði upp í august í ár, og gjørdist støðan tá so átrokandi, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum noyddist at keypa ein bil fyri kr. 250.000 til sjúkraflutning. Var hesin bilur ikki útvegaður, var støðan viðvíkjandi sjúkraflutningsbilum óforsvarlig. Neyðugt verður at fáa til vega játtan til hesa útreiðslu. Mett verður eisini, at neyðugt er at fáa heimild til at bíleggja ein nýggjan sjúkrabil beinanvegin fyri eina útreiðslu, sum er mett at verða kr. 650.000.

Landsstýrismaðurin hevur fingið eina frágreiðing um støðuna viðvíkjandi sjúkraflutningsbilunum í Føroyum. Í frágreiðingini verður greitt frá, at støðan viðvíkjandi sjúkrabilum er trupul alla staðni í Føroyum. Landsstýrismaðurin hevur tí mælt til, at serstøk játtan verður sett á fíggjarlógina til keyp av sjúkrabilum til alt heilsuverkið til tess at tryggja, at sjúkrabilarnir í Føroyum verða endurnýggjaðir regluliga. Ætlanin er at fara undir hesa endurnýggingarskipan í sambandi við fíggjarlógina fyri 2001. Bráðfeingis støðan, sum hevur tikið seg upp á Landssjúkrahúsinum nú, ger tað neyðugt at útvega ein nýggjan sjúkrabil longu nú.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 3

J+EYJ 3

Nettoútreiðslujáttan

219.756

1.970

221.726

Útreiðslur

235.005

1.970

236.975

Inntøkur

15.249

-

15.249

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

219.756

1.970

221.726

Útreiðslur

231.005

1.970

232.975

11. Lønir v.m.

179.543

-

179.543

14. Keyp av vørum og tænastum

43.369

-

43.369

15. Keyp av útbúnaði, netto

3.226

900

4.126

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

4.063

1.070

5.133

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

778

-

778

54. Stuðul til annað virksemi

26

-

26

Inntøkur

11.249

-

11.249

21. Søla av vørum og tænastum

7.529

-

7.529

29. Ymsar rakstrarútreiðslur

158

-

158

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – innt.

3.562

-

3.562

40. Inntøkufíggjað virksemi (Vaskarí)

Nettoútreiðsla

0

-

0

Útreiðslur

4.000

-

4.000

11. Lønir v.m.

2.700

-

2.700

14. Keyp av vørum og tænastum

700

-

700

15. Keyp av útbúnaði, netto

400

-

400

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

200

-

200

Inntøkur

4.000

-

4.000

21. Søla av vørum og tænastum

4.000

-

4.000

8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)
Higartil í ár 2000 hevur verið ein stórur vøkstur í útreiðslunum til serviðgerð uttanlands. Ein samanbering av útreiðslunum fyrra hálvár 1999 við útreiðslurnar fyrra hálvár í 2000 vísir, at bert á Ríkissjúkrahúsinum eru útreiðslurnar øktar við uml. 7,2 mió. kr., úr 11,0 mió. til 18,2 mió. kr. Tað er tí neyðugt at økja um játtanina til serviðgerð uttanlands. Hvussu stór øking er neyðug veldst um bæði tal á sjúklingum, ið verða sendir av landinum til viðgerðar, hvar teir verða sendir, og hvørja viðgerð teir skulu hava. Við grundarlagi í verandi gongd verður biðið um eina eykajáttan til "vanligt virksemi" upp á kr. 3.700.000, til "flutning og uppihald" upp á kr. 3.500.000 og til "Sjúklingahotellið Tórshavn" upp á kr. 400.000. Eykaútreiðslurnar hjá "Sjúklingahotellinum Tórshavn" komast av øktum tali av sjúklingum og avvarðandi, umframt at etableringsútreiðslurnar gjørdust kr. 200.000 hægri enn avsett á fíggjarlógini fyri ár 2000.

Fyri at tillaga fíggjarlógarkontoirnar viðvíkjandi serviðgerð uttanlands til tær broytingar, sum eru hendar viðvíkjandi økingini av sjúklingum, sum verða sendir aðrastaðni enn til sjúkrahús í høvuðsstaðarøkinum í Danmark, er mett rættast at gera ávísar broytingar av undirkontoum. Á henda hátt kunnu m.a. útreiðslurnar til nýggja Sjúklingahotellið Tórshavn vera fyri seg.

Á eykafíggjarlógini fyri mars 2000 vóru flutningsútreiðslur og aðrar uppihaldsútreiðslur ikki settar á undirkonto 21, men á eina nýggja undirkonto 22 við heitinum "Flutningur", meðan útreiðslurnar til Sjúklingahotellið Tórshavn framvegis vóru á undirkonto 21.

Av tí at tað ikki er møguligt at broyta heitið á undirkonto 21 í FSL-skipanini, uttan at tað fær ávirkan á kontoheitið aftur í tíðina, er neyðugt at stovna nýggja undirkonto fyri Sjúklingahotellið Tórshavn (undirkonto 23). Hendan broyting verður framd í sambandi við hetta eykafíggjarlógaruppskot. Undirkonto 21 "Uppihald", skal sostatt ikki nýtast frameftir.

Heitið á undirkonto 22 "Flutningur", sum varð stovnað í sambandi við eykafíggjarlógina í mars 2000, verður samstundis broytt til "Flutningur og uppihald", og verða m.a. útreiðslur til uppihald í sambandi við serviðgerð uttan fyri høvuðsstaðarøkið í Danmark, og í øðrum londum, útreiðsluførdar her.

Í eykajáttanarlógini fyri mars 2000 er býtið millum undirkonto 21 "Uppihald", har Sjúklingahotellið Tórshavn tá hoyrdi undir, og nýggju undirkontoina 22 "Flutningur", av misgávum vorið skeivt. Játtanin til Sjúklingahotellið Tórshavn á undirkonto 21 (nú undirkonto 23) skuldi vera kr. 235.000 hægri, og játtanin á undirkonto 22 "Flutningur" skuldi vera somu upphædd lægri. Henda rætting verður framd í sambandi við hesa eykafíggjarlóg soleiðis, at játtanin til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum nú er á undirkonto 23, verður hækkað við nevndu upphædd.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 3

J+EYJ 3

Nettoútreiðslujáttan

54.584

7.600

62.184

Útreiðslur

54.584

7.600

62.184

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

37.600

3.700

41.300

14. Keyp av vørum og tænastum

37.500

3.700

41.200

52. Tilskot til einstaklingar

100

-

100

21. Uppihald

Útreiðslur

8.953

-8.953

0

14. Keyp av vørum og tænastum

8.953

-8.953

0

22. Flutningur og uppihald

Útreiðslur

8.031

3.265

11.296

14. Keyp av vørum og tænastum

8.031

3.265

11.296

23. Sjúklingahotellið Tórshavn

Útreiðslur

-

9.588

9.588

14. Keyp av vørum og tænastum

-

9.588

9.588

8.21.3. Barnastuðul

8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)
Metingin av barnaforsorgarútreiðslum vísir, at útreiðslurnar verða umleið 11 mió. kr. hægri enn avsett er í ár. Her skal tó gerast vart við, at metingin er sera ivasom. Fyrsta hálvár eru bert goldnar 8 mió. kr., men verður gongdin eins og undanfarin ár, væntast at útreiðslurnar samlað verða 34 mió. kr.

Hetta er eitt øki, sum er sera trupult at hava eftirlit við. Orsøkin er m.a., at tær lokalu barnaverndirnar, á flestu økjum, hava fullan avgerðarrætt í mun til barnaverndarútreiðslur. Harumframt er talið av álvarsomum barnaverndarmálum støðugt vaksandi. Til dømis eru insest-málini og onnur mál, har børn hava sera trupul kor, í vøkstri. Barnaverndirnar kring landið og Almannastovan meta tí, í størri mun enn árini frammanundan, at neyðugt er at seta tiltøk í verk til tess at bøta um umstøðurnar hjá hesum børnum. Alt ov fá hóskandi tilboð t.d. stovnar eru í Føroyum í dag, og tí eru tað heldur ikki altíð tey bestu og bíligastu tilboðini, ið kunnu bjóðast hesum børnum.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og umsitingin eru farin í gongd við at gera eina nýggja barnaforsorgarlóg. Vónandi verður eitt uppskot til nýggja barnaforsorgarlóg lagt fyri tingið síðst í hesi tingsetu.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

22.507

11.556

34.063

Inntøkujáttan

1.586

-

1.586

01. Frípláss

Útreiðslur

5.326

-564

4.762

52. Tilskot til einstaklingar

5.326

-564

4.762

Inntøkur

359

-

359

77. Flyting frá kommunu

359

-

359

02. Tilmæli frá barnaverndarnevndum v.m.

Útreiðslur

17.140

12.120

29.260

11. Lønir v.m.

-

2.689

2.689

14. Keyp av vørum og tænastum

-

7

7

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

28

28

52. Tilskot til einstaklingar

17.140

9.396

26.536

Inntøkur

1.224

-

1.224

77. Flyting frá kommunum

1.224

-

1.224

03. Tilnevndi løgfrøðingurin

Útreiðslur

41

-

41

11. Lønir v.m.

41

-

41

Inntøkur

3

-

3

77. Flyting frá kommunum

3

-

3

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)
Á undirkonto 20 – Serforsorg er tørvur á einari eykajáttan upp á kr. 600.000 til tess at fáa raksturin av stovnunum undir serforsorgini at bera seg. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 varð lagt upp fyri at lata ein stovn upp í Klaksvík. Upplýst varð fyri tinginum, at hetta var ein fyribilsloysn, sum kom at kosta uml. 2 mió. kr. Almanna- og heilsumálastýrið hevði ikki møguleika fyri at játta meira enn kr. 400.000. Harumframt varð mett, at uml. kr. 600.000 kundu flytast frá lógarbundnum útreiðslum til rakstur, um so var, at stovnurin fekst at virka. Løgtingið gjørdi av at játta eina millión afturat til endamálið, og varð tí mett, at farast kundi undir verkætlanina. Í broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2000 vórðu lógarbundnu útreiðslurnar lækkaðar við kr. 556.000 (netto) árliga – kr. 121.000 frá Barnaforsorg og kr. 435.000 frá vanligari forsorg, men rakstararjáttanin varð ikki hækkað samsvarandi. Fyri at stovnurin kann halda áfram við verandi virksemi, er neyðugt, at hesi viðurskifti verða fingin í rættlag.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Nettoútreiðslujáttan

74.939

556

75.495

Útreiðslur

77.196

556

77.752

Inntøkur

2.257

-

2.257

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

57.006

556

57.562

Útreiðslur

59.263

556

59.819

11. Lønir v.m.

47.623

556

48.179

14. Keyp av vørum og tænastum

5.978

-

5.978

15. Keyp av útbúnaði, netto

626

-

626

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

3.026

-

3.026

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

1.455

-

1.455

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. – útr.

555

-

555

Inntøkur

2.257

-

2.257

21. Søla av vørum og tænastum

1.467

-

1.467

77. Flyting frá kommunum

790

-

790

21. Stovnsuppihald o.a. í Danmark

Nettoútreiðsla

16.018

-

16.018

Útreiðslur

16.018

-

16.018

51. Tilskot til útlandið o.a.

16.018

-

16.018

22. Endurgj. av pens. Til føroyingar í Danmark

Nettoútreiðsla

1.512

-

1.512

Útreiðslur

1.512

-

1.512

52. Tilskot til einstaklingar

1.512

-

1.512

23. Ferðaútreiðslur til klientar og avvarðandi

Nettoútreiðsla

100

-

100

Útreiðslur

100

-

100

52. Tilskot til einstaklingar

100

-

100

24. Viðbót til uttanhýsis viðskiftafólk

Nettoútreiðsla

303

-

303

Útreiðslur

303

-

303

52. Tilskot til einstaklingar

303

-

303

8.21.6.13. Vardar íbúðir, rakstrarstudningur
Av misgávum var rakstrarstudningurin á kr. 146.000 fyri 1999 goldin so seint, at tað ikki bar til at bóka hann í fíggjarárinum 1999.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

200

146

346

01. Stuðul

Útreiðslur

200

146

346

54. Stuðul til annað virksemi

200

146

346

8.21.7. Sosialar skipanir

8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)
Metingin av forsorgarútreiðslunum higartil vísir, at knappar kr. 9 mió. verða í meirnýtslu.

Ymisk tiltøk eru sett í verk fyri at tálma tí gongd, sum hevur verið seinastu árini í útreiðslunum. Tað má tó ásannast, at tað tekur tíð at fáa hesi tiltøk at virka til fulnar. Men metingin er tó, at gongdin er vend, og at framhaldandi øking av forsorgarútreiðslunum er steðgað.

Í 1998 var útreiðslan til forsorgina 100.755 mió. kr., í 1999 var útreiðslan 105.566 mió. kr. Metingin nú er, at útreiðslan brutto verður 102.171 mió. kr. Hetta er ikki heilt tað málið, sum sett varð, men vend er tó komin í útreiðslurnar.

Tað er tó sera ymiskt, sum broytingin er. Útreiðslurnar til "Meirútreiðslur til brekað barn" og til "Hjálparamboð" vaksa framvegis, meðan útreiðslurnar til Arbeiðsloysisforsorg minka í stórum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

93.814

8.653

102.467

Inntøkujáttan

6.332

-

6.332

01. Fyribils hjálp § 9

Útreiðslur

12.892

1.490

14.382

52. Tilskot til einstaklingar

12.892

1.490

14.382

Inntøkur

870

-

870

77. Flyting frá kommunu

870

-

870

02. Varandi hjálp § 13

Útreiðslur

1.557

-

1.557

52. Tilskot til einstaklingar

1.557

-

1.557

Inntøkur

105

-

105

77. Flyting frá kommunum

105

-

105

03. Stakútreiðslur § 15

Útreiðslur

2.472

-

2.472

52. Tilskot til einstaklingar

2.472

-

2.472

Inntøkur

167

-

167

77. Flyting frá kommunum

167

-

167

04. Meirútreiðslur brekað barn § 17

Útreiðslur

17.999

3.825

21.824

11. Lønir v.m.

-

10.245

10.245

14. Keyp av vørum og tænastum

-

96

96

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

135

135

52. Tilskot til einstaklingar

17.999

-6.651

11.348

Inntøkur

1.215

-

1.215

77. Flyting frá kommunum

1.215

-

1.215

05. Endurbúgving § 18

Útreiðslur

16.042

303

16.345

11. Lønir v.m.

-

283

283

14. Keyp av vørum og tænastum

-

20

20

52. Tilskot til einstaklingar

16.042

-

16.042

Inntøkur

1.083

-

1.083

77. Flyting frá kommunum

1.083

-

1.083

06. Hjálparamboð v.m. § 18

Útreiðslur

21.456

4.350

25.806

52. Tilskot til einstaklingar

21.456

4.350

25.806

Inntøkur

1.448

-

1.448

77. Flyting frá kommunum

1.448

-

1.448

07. Arbeiðsloysisforsorg § 9,2

Útreiðslur

21.396

-1.315

20.081

52. Tilskot til einstaklingar

21.396

-1.315

20.081

Inntøkur

1.444

-

1.444

77. Flyting frá kommunum

1.444

-

1.444

8.21.8. Sosialar pensjónir

Lógin um almannapensjónir, sum kom í gildi 1. januar 2000, hevur nú virkað í eitt hálvt ár. Við hesum sum grundarlagi ber nú til at gera metingar um samlaðu útreiðslurnar fyri alt fíggjarárið. Sambært hesi meting verða samlaðu útreiðslurnar umleið 3% hægri enn upprunaliga mett.

Fleiri orsøkir eru til hesa útreiðsluhækking. Grundarlagið fyri teimum lógarbundnu útreiðslunum á pensjónsøkinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 var framrokningar av útgoldnum pensjónum fyri apríl 1999 sambært tá galdandi pensjónslóg soleiðis, sum vanliga mannagongdin er. Onki annað útrokningargrundarlag var tøkt tá, tí almannapensjónslógin bleiv ikki samtykt í Løgtinginum fyrr enn í mai 1999. Hóast almannapensjónslógin varð samtykt í Løgtinginum, áðrenn endaliga fíggjarlógaruppskotið fyri 2000 varð lagt fyri Løgtingið, vóru pensjónsupphæddirnar tó framvegis ókendar. Upphæddirnar fyri alt pensjónsøkið eru ásettar í lógini um áseting og javning av upphæddum, og henda bleiv ikki samtykt fyrr enn í desember 1999. Samstundis hendi tað í desember 1999, at tann gamla edv-skipanin á Almannastovuni kláraði ikki ár 2000-trupulleikan, og tí gjørdist neyðugt at skifta skipanina út. Nýggja edv-skipanin bleiv tillagað nýggju almannapensjónslógini, men av tí at pensjónsupphæddirnar ikki blivu samtyktar í tinginum fyrr enn beint fyri jól, vóru ikki stundir til at gera neyvar konsekvensútrokningar og framskrivingar av samlaðu fíggjarligu útreiðslunum fyri ár 2000.

Framrokningar, sum nú eru gjørdar út frá útreiðslunum fyrra hálvár 2000, vísa, at útreiðslubýtið millum fólkapensjónir og fyritíðarpensjónir ikki samsvarar við fíggjarlógina fyri 2000. Útreiðslurnar til fólkapensjónir eru mettar knappar 9 mió. kr. ov høgt, meðan útreiðslurnar til fyritíðarpensjónir eru mettar 24 mió. kr. ov lágt.

8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)
Ein meting av útreiðslunum til fólkapensjón er ein minni útreiðsla upp á knappar kr. 9 mió.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Útreiðslujáttan

323.381

-8.775

314.606

Inntøkujáttan

21.828

-

21.828

10. Fólkapensjón

Útreiðslur

323.381

-8.775

314.606

52. Tilskot til einstaklingar

323.381

-8.775

314.606

Inntøkur

21.828

-

21.828

77. Flyting frá kommunum

21.828

-

21.828

8.21.8.05. Fyritíðarpensjón (Lógarbundin játtan)
Nýggj meting av fyritíðarpensjón vísir, at her verður ein meirútreiðsla upp á góðar 24 mió. kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Útreiðslujáttan

155.044

24.454

179.498

Inntøkujáttan

10.465

-

10.465

10. Fyritíðarpensjón

Útreiðslur

155.044

24.454

179.498

52. Tilskot til einstaklingar

155.044

24.454

179.498

Inntøkur

10.465

-

10.465

77. Flyting frá kommunum

10.465

-

10.465

§9. Oljumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.948

4.948

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Ráevnisvinna..........................................................................................

4.948

-

9.32.2. Jarðfrøði……………................................................................

4.948

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

9.32.2. Jarðfrøði

9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)

J

-

-

(Nýggj høvuðskonto)

EYJ

4.948

-

Viðmerkingar

9.32.2. Jarðfrøði

9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)(Nýggj høvuðskonto)
Tríggjar høvuðsorsøkir eru til umsóknina:

Játtan flutt frá § 7 til § 9
Fyrr í ár varð Jarðfrøðisavnið, ið higartil hevði hoyrt undir Undirvísingar- og mentamálastýrið, flutt undir Oljumálastýrið. Í sambandi við umskipanina verður játtanin á fíggjarløgtingslógini nú at flyta samsvarandi.

Samanlegging av játtanum
Játtanarliga hevur fíggingin hjá Jarðfrøðisavninum verið á tveimum høvuðskonti, 7.24.3.13.24 Jarðfrøðisavnið og 7.24.3.13.22 GEUS/Føroya Jarðfrøðisavn. Játtanin GEUS/Føroya Jarðfrøðisavn, sum í hesum fíggjarlógarárinum er tkr. 666, er til at rinda løn til eitt vísindafólk, kanningar av felags áhuga og part av útreiðslum, GEUS hevur av skrivstovu teirra í Føroyum. Eftir at nýggj samstarvsavtala er gjørd við GEUS, er teirra skrivstova í Føroyum nú niðurløgd, og verður játtanin meira at nýta til at keypa tænastur beinleiðis frá GEUS. Fyrisitingarliga er tí nú lættari, um henda játtan verður løgd saman við vanligu rakstrarjáttanini hjá Jarðfrøðisavninum.

Serligar jarðfrøðiligar kanningar
Í sambandi við spurningin um ásetan av landgrunsmarkinum mótvegis Íslandi og Noregi (uttan fyri 200 fjórðingar) verður í heyst farið undir at gera jarðfrøðiligar kanningar at fáa til vega eitt haldbetri grundarlag at samráðast frá. Kostnaðurin av hesum verður mettur til uml. tkr. 355.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

-

4.948

4.948

Útreiðslur

-

6.544

6.544

Inntøkur

-

1.596

1.596

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

-

4.948

4.948

Útreiðslur

-

6.544

6.544

11. Lønir v.m.

-

4.004

4.004

14. Keyp av vørum og tænastum

-

1.705

1.705

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

360

360

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

-

370

370

71. Innanh. flytingar millum almennar stovnar – útr.

-

105

105

Inntøkur

-

1.596

1.596

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

-

136

136

76. Innanh. flytingar millum almennar stovnar – innt.

-

1.460

1.460

§20. Inntøkur 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-1.800

-

1.800

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Rentur

-

1.000

20.52.2. Millumverandi við tjóðbankan og landsbankan

-

1.000

Ríkisstuðul

-

800

20.54.1. Heildarveiting o.t.

-

800

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.2. Millumverandi við tjóðbankan og landsbankan

20.52.2.04. Aðrar rentur

J

-

6.000

EYJ

-

1.000

20.54.1. Heildarveiting o.t.

20.54.1.01. Heildarveiting o.t.

J

-

972.056

EYJ

-

800

Viðmerkingar

20.52.2. Millumverandi við tjóðbankan og landsbankan

20.52.2.04. Aðrar rentur
Í samband við, at Føroya Realkredittstovnur hevur broytt avrokning frá netto rentu til brutto rentu vísir ein nýggj meting av 2000, at inntøkurnar verða 1 mió. kr. hægri.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Inntøkujáttan

6.000

1.000

7.000

01. Aðrar rentur

Inntøkur

6.000

1.000

7.000

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

6000

1.000

7.000

20.54.1. Heildarveiting o.t.

20.54.1.01. Heildarveiting o.t.
Á høvuðskonto 7.23.2.07. Læraraeftirlønir verður roknað við eini hægri nýtslu á 1 mió. kr. Av hesi hækking verða 800 tkr., svarandi til 80% av læraraeftirlønunum, rindaðar úr Danmark.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 2

J+EYJ 2

Inntøkujáttan

972.056

800

972.856

01. Heildarveiting

Inntøkur

958.000

-

958.000

65. Flytingar frá Danmark

958.000

-

958.000

02. Endurgjøld

Inntøkur

14.056

800

14.856

65. Flytingar frá Danmark

14.056

800

14.856

1. viðgerð 22. september 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 12. oktober 2000 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. september 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. september 2000 varð málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 25., 27. og 28. september og 2. og 5 oktober 2000. Nevndin hevur havt fund við

Anfinn Kallsberg, løgmann
Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum
Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum
Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum og
Eyðun Elttør, landsstýrismann, í oljumálum.

Saman við løgmanni og landsstýrismonnunum hava umboð fyri Løgmansskrivstovuna og avvarðandi aðalstýri verið á fundi við nevndina. Løgmaður og landsstýrismenninir hava greitt nevndini frá teimum eykajáttanum, biðið verður um.

Mælt verður í uppskotinum til at veita tilsamans 54,658 mió. kr í eykajáttan. Av hesum fara 39,388 mió. kr. til lógarbundnar útreiðslur.

Í játtanarskipanini stendur um lógarbundna játtan:

"Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensjónin verða nevnd.

Talan er um lógarbundnar útreiðslur, t.d. tá ið móttakarin sambært lóg hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg.

Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini so neyvt sum gjørligt. Um tað í fíggjarárinum vísir seg, at hesar metingar væntandi ikki koma at halda, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna."

Upplýst er fyri nevndini, at tað er sera torført at meta beint um lógarbundnar útreiðslur. Áður var mannagongdin tann, at um útreiðslurnar til lógarbundna játtan broyttust í mun til metingina á fíggjarlógini, so sást hetta ikki aftur fyrr enn í landskassaroknskapinum.

Nevndin vísir á, at til konto 8.21.3.01. Barnaforsorg eru játtaðar 22,507 mió. kr. á fíggjarlógini, og nú verður biðið um eykajáttan upp á 11,556 mió. kr. Sambært landskassaroknskapunum fyri 1997, 1998 og 1999 sær henda konto soleiðis út:

 

 

Játtan
Útreiðslur
Tús. kr.

Roknskapur
Útreiðslur
Tús. kr.

Munur
Tús. kr.

1997

12.850

21.065

8.215

1998

17.795

25.534

7.739

1999

21.679

28.650

6.971

Hetta vísir, at rættiliga stór frávik hava verið millum givna játtan og veruliga nýtslu. Í viðmerkingunum í fíggjarlógini til hesa konto stendur m.a., at Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir við at gera nýggja lóg á hesum øki, og ætlanin er, at hetta uppskot verður lagt fyri tingið í hesi tingsetu (Tingsetan 1999). Ætlanin er, at uppskotið skal føra við sær sparingar upp á 1 mió. kr.

Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum hevur upplýst fyri nevndini, at neyðugt er at koma við einum uppskotið afturat í ár til grein 8. Almanna- og heilsumál, tí lógin um býtið av almannaútreiðslum v.m. varð tikin av 1. juli í 2000 soleiðis, at landskassin nú rindar allar tær útreiðslur, sum fyrr, sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum v.m., við einum ávísum prosentbýti vórðu býttar millum land og kommunu. Landsstýrismaðurin upplýsti, at endaliga uppgerðin ikki er liðug, og tí verður neyðugt at koma aftur og biðja um eina eykajáttan til hesa útreiðslu, sum mett verður til umleið 10 mió. kr.

Viðvíkjandi § 2. Løgmansfyrisiting
Løgmaður skjýtur upp, at veitt verður Løgmansskrivstovuni ein eykajáttan upp á 400.000 kr. at nýta hjá løgmanni at seta ein uttanveltaðan løgfrøðing at kanna, um fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í ymsum pensjónsviðurskiftum aftaná ársskiftið 2000, sbr. frágreiðing landsstýrismálanevndarinnar 30. juni 2000, er farin fram lógliga. Nevndin hevur biðið um eina løgfrøðisliga frágreiðing frá løgfrøðingi nevndarinnar, Sjúrði Rasmussen, um hesa eykajáttan við atlitið til grein 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini. Henda frágreiðing verður løgd við álitinum sum fylgiskjal I.

Nevndin er samd um at mæla Løgtinginum til at strika hesa upphædd, tí ivi er um virðið av slíkari kanning. Sett verður fram broytingaruppskot samsvarandi.

Eisini hevur løgmaður biðið um eina eykajáttan upp á 200.000 kr. til kommunal viðurskifti, tí fíggjarliga umsitingin av kommununum, sum Fíggjarmálastýrið røkir, skal flytast til Løgmansskrivstovuna. Løgmaður hevur upplýst, at upphæddin, biðin verður um, er fyri útreiðslur til hetta arbeiðið í 4 mánaðir. Nú talan bara verður um 2 mánaðir av fíggjarárinum 2000, mælir nevndin til, at henda upphædd verður lækkað við 100.000 kr., og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

Viðvíkjandi § 8 Almanna- og heilsumál o.a.
Undir heilsumálum verður skotið upp at játta 0 kr. til fyribyrging. Nevndin hevur fingið upplýst, at talan er um eina tekniska villu. Nevndin mælir til, at hetta verður strikað, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við frammanfyri nevndu broytingum og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t  

§ 2. Løgmansfyrisiting 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

100

100

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

Felagsútreiðslur

100

-

2.11.2. Kommunal viðurskifti

100

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

2.11.2. Kommunal viðurskifti
2.11.2.04. Arbeiði av nýggjum kommunubygnaði

J

510

-

(Rakstrarjáttan)

EYJ

100

-

§ 8. Almanna- og heilsumál

A. Yvirlit

    8.20.1. Fyribyrging..................................................................................

    0

    -

    verður strikað.

B. Játtanir

8.20.1. Fyribyrging
8.20.1.04. Upplýsing og ráðgeving (Rakstrarjáttan)

J

1.205

-

EYJ

-

-

verður strikað.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) hevur hesar viðmerkingar:

Sum áður ført fram, so eru eykajáttanir í sambandi við fíggjarlóg vorðnar meiri reglan enn undantakið.

Sagt verður í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at higartil í hesum fíggjarárinum eru játtaðar 57.512 tús. kr., og um fyriliggjandi uppskot verður játtað óbroytt, verður upphæddin oman fyri 112 milliónir.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin upplýst fyri fíggjarnevndini, at ein onnur útreiðsla í hesum ári er ikki tald við. Roknast skal við eini meirútreiðslu í sambandi við avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslunum. Lógin kom í gildi í juli mánaði í ár, men tølini eru ikki greið enn.

Heldur gongdin fram sum higartil, fara vit ivaleyst upp um tær 120 – 130 milliónirnar í eykajáttanum í ár 2000.

Sagt verður annars í viðmerkingunum, at neyvan slepst undan eykajáttanum, tí viðurskifti uttanífrá ávirka hetta. – Til hetta kann svarast, at tað er einki nýtt ella ókent fyribrigdi, og tað eiga øll at vita, ikki minst politikarar.

Løgtingsnevndir, sum fingu fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 til ummælis, boðaðu skrivliga frá, at innan ávís øki var alt ov lítið sett av, um ikki álvarsligar sparingar vórðu gjørdar. Landsstýrismenn avvístu hesar viðmerkingar og noktaðu at hava undirmett útreiðslurnar. Hetta kemur týðiliga fram í viðmerkingum meirilutans, t.e. landsstýrisflokkarnir, í fíggjarnevndarálitinum: Hesir siga m.a.:

Fíggjarnevndin hevur staðfest, at serstakliga í ummælinum av grein 7 (fólkaskúlin) og grein 8 (m.a. sjúkrahúsverk og forsorg) verður rikið framundir, at ávís rakstrarstøð eru undirmett. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin reist spurningin, tá landsstýrismennirnir hava verið á fundi við nevndina.

Landsstýrismennirnir hava noktað fyri, at talan er um eina undirmeting, og hevur meirilutin tikið upplýsingarnar til eftirtektar við ávísing til, at tað í lógini um ábyrgd lansstýrismanna í grein 6, stk. 2, er ásett ábyrgd fyri tann landsstýrismann, sum gevur Løgtinginum ( og eisini løgtingsnevnd) skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um landsstýrismaðurin tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins metan av málinum.

Minnilutin í fíggjarnevndini (Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin) gjørdi vart við undirmetingarnar og setti fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Samgongutingmenn í nevndini tóku stórt sæð ikki undir við hesum broytingaruppskotum.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) kann tí bara konstatera, tá tikið verður saman um, at vit fingu eina illa smíðaða fíggjarlóg við eini feilmargin upp á 10 til 12 milliónir kr. um mánaðin, sjálvt um flest allir búskaparfrøðingar, sum settir vórðu at stinga út í fullveldiskortið, staðiliga mæltu til, at landsins fíggjarlóg skuldi halda í ikki bara ein ella tveir mánaðir, men alt árið.

Skattaborgarin fær at vita, at stóra, sokallaða avlopið á fíggjarlógini skal nýtast til at byggja borð fyri báru, tá fullveldisbylgjan floymir yvir land og fólk.

Fíggjarlógin er tí ein køld og hørð undirmetan av føroyska skattgjaldaranum!

Út frá tí, ið ført er fram, kann minnilutin stórt sæð taka undir við fyriliggjandi eykajáttanum, sum í veruleikanum er ein spegilsmynd av teim broytingaruppskotum, sum minnilutin setti fram, áðrenn fíggjarlógin varð endaliga samtykt.

Játtanina, kr. 400.000, sum løgmaður biður um í grein 2 í sambandi við kanning av embætisførslu hjá ávísum landsstýrismanni, vísir minnilutin heilt avgjørt frá sær.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) er sannførdur um, at tað, sum skal kannast, er kannað, og tað, sum restar í, er ein støðutakan, og hana hevur løgmaður fingið neyðuga tilfarið til endaliga at taka. Harumframt hevur løgmaður sjálvur á tingsins røðarapalli sagt seg ivast í, hvat henda kanning hevði verið verd!

Minnilutin undrast á, hví so verður biðið um eina eykajáttan til somu kanning. Peningin hevur skattaborgarin goldið í landskassan, og eingin meining er í at brúka hann til ónyttugar kanningar.

Minnilutin Vilhelm Johannesen tekur sum heild undir við uppskoti landsstýrisins við teimum broytingaruppskotum, sum ein samd nevnd setir fram.

Eins og restin av nevndini, kann minnilutin ikki taka undir við, at 400.000 kr. verða játtaðar løgmansskrivstovuni til uttanveltaðan løgfrøðing at kanna, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur umsitið síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Undir viðgerðini í nevndini hevur minnilutin skotið upp, at fíggjarnevndin frá løgfrøðingi nevndarinnar bað um eina løgfrøðisliga meting av hesum máli. Tá hendan meting er hjáløgd hesum áliti sum skjal, skal minnilutin ikki endurgeva metingina alla, sum hon er. Men nøkur brot skulu kortini takast fram. Í metingini sigur løgfrøðingurin m. a.:

"Sum undirstøðutilfar til hesa viðgerð kann greiðast eitt sindur frá teoretiska grundarlagnum undir lóggávuni um ábyrgd landsstýrismanna". Og løgfrøðingurin heldur fram: "Ein og hvør landsstýrismaður virkar undir politiskari og rættarligari ábyrgd mótvegis í fyrsta lagi løgmanni og í øðrum lagi móti Løgtinginum."

Síðani verður sagt: "Politisk ábyrgd merkir, at viðkomandi landsstýrismaður kann verða settur frá av løgmanni ella av Løgtinginum. 17 tingmenn krevjast til at seta landsstýrismann frá. Løgmaður ger einsamallur av, um hann velur at seta landsstýrismann frá. Um politiskar grundir eru fyri at seta ein landsstýrismann frá, er ein rein politisk meting."

Og seinni í frágreiðingini verður sagt: "Tí verður altíð ein óvissa við niðurstøðu løgmans, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki, men sum stýrisskipanarlógin § 33, stk. 3, er orðað, hevur løgmaður skyldu at gera eina niðurstøðu, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki, út frá teimum upplýsingum, hann nú einaferð hevur í málinum. Løgmaður kann ikki kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera eina niðurstøðu. Hann má sjálvur gera eina niðurstøðu um serfrøðingaúrslitið, og um niðurstøða hansara eigur at fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar."

Víðari sigur løgfrøðingurin: "Sum nevnt omanfyri, er uppgáva løgmans eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini at hava politiskt og rættarligt eftirlit við landsstýrismonnunum. Løgmaður má í hesum sambandi tryggja sær, at hann kring um seg hevur eitt embætisverk, sum, í hvussu so er, vanliga er ført fyri at ráðgeva honum í slíkum málum, t. e. at hetta er ein týðandi partur av uppgávunum hjá Løgmansskrivstovuni."

At enda verður sagt: "Spurningurin um, hvørja játtan løgmaður eigur at hava til taks til kanningar sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, er ein politiskur spurningur, sum Løgtingið má gera av, bæði tá ið tað snýr seg um árligu játtanina á fíggjarlógini til Løgmansskrivstovuna, og sum í hesum føri, tá ið løgmaður vil hava arbeiðið gjørt eksternt. Ein manglandi játtan frítekur tó á ongan hátt løgmann fyri ábyrgdina sbr. § 33, stk. 3."

Minnilutin heldur, at løgfrøðiliga frágreiðingin, metingin og niðurstøðan er púra greið. Og niðurstøðan er, at løgmaður hevur skyldu at gera eina niðurstøðu, og at hann ikki kann kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera niðurstøðuna. Út frá hesum kann minnilutin ikki taka undir við, at ein eykajáttan upp á 400.000 kr. verður veitt Løgmansskrivstovuni við teirri grundgeving, at óheftur serfrøðingur skal gera eina niðurstøðu, ið løgmaður sambært stýrisskipanarlógini eigur at gera.

Annars vil minnilutin gera vart við og minna á, hvat meirilutin í fíggjarnevndini segði í álitinum, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri 2000 varð viðgjørt. Ein samd fíggjarnevnd staðfesti, at serstakliga í ummælinum av grein 7 (fólkaskúlin) og grein 8 (m.a. sjúkrahúsverk og forsorg) verður rikið framundir, at ávís rakstrarstøð eru undirmett. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin reist spurningin, tá landsstýrismenninir hava verið á fundi við nevndina. Og síðan sigur meirilutin (umboðini fyri samgonguflokkarnar):

"Landsstýrismenninir hava noktað fyri, at talan er um undirmeting, og hevur meirilutin tikið upplýsingarnar til eftirtektar við ávísing til, at tað í lógini um ábyrgd landsstýrismanna í grein 6, stk. 2, er ásett ábyrgd fyri tann landsstýrismann, sum gevur Løgtinginum (og eisini løgtingsnevndum) skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um landsstýrismaðurin tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum."

Minnilutin (umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin) tók ikki upplýsingarnar frá landsstýrismonnunum til eftirtektar. Tí setti minnilutin fleiri broytingaruppskot fram á nevndu økjum. Á sjúkrahúsøkinum mælti minnilutin til at hækka játtanina við 11 mió. kr. (5 mió. kr. meira til Landssjúkrahúsið, 4 mió. kr. meira til Klaksvíkar Sjúkrahús og 2 mió. kr. meira til Suðuroyar Sjúkrahús).

Viðvíkjandi almannapensjónum mælti minnilutin til at hækka játtanina við 25 mió. kr., og nú mælir landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum til at hækka somu játtan við sløkum 22 mió. kr. Nú minnir samlaða játtanin rættiliga nógv um broytingaruppskotið frá minnilutanum. Minnilutin mælti til at hækka játtanina til bjálvingarstuðulslán til pensjónistar við 1,5 mió. kr. Í september í ár var neyðugt hjá Løgtinginum at hækka hesa játtan við 6,4 mió. kr.

Í álitinum til fíggjarlógina fyri 2000 segði minnilutin (Vilhelm Johannesen) m. a.: "Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri ár 2000 er komið fram, at landsstýrið hevur undirmett bæði ávísar rakstrar- og lógarbundnar útreiðslur. Hóast meirilutin í fíggjarnevndini er vitandi um hesar undirmetingar, velur hesin ikki at seta neyðugu pengar-nar av. Hetta er galdandi t. d. innan sjúkrahúsøkið, forsorgar- og barnaforsorgarøkið. Harafturat kemur, at á øðrum økjum sum t. d. í skúlaverkinum ber ikki til at liva upp til krøvini í lógini við tí játtan, ið landsstýrið mælir til."

Minnilutin átalar, at landsstýrið hevur undirmett fleiri útreiðslutøl á fíggjarlógini fyri 2000, og at landsstýrið hevur givið fíggjarnevndini skeivar upplýsingar, tá nevndin viðgjørdi uppskotið. Minnilutin harmast um, at meirilutin í fíggjarnevndini ikki kom til somu niðurstøðu sum minnilutin, og mælti til at hækka fleiri upphæddir, serliga á almanna- og heilsuøkinum.

Annars er minnilutin (Vilhelm Johannesen), sum nevnt, samdur við meirilutan og hin minnilutan (umboðini fyri Sambandsflokkin) og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000, við teimum broytingaruppskotum, sum eru sett fram í hesum áliti.

+ skjal.

Fylgiskjal I.

Eitt sindur av teori um ábyrgd landsstýrismanna 

Í uppskoti til eykajáttanarlóg fyri september 2000 skjýtur løgmaður upp fyri Løgtinginum, at tað við eykajáttanarlóg verður veitt løgmansskrivstovuni kr. 400.000 at nýta hjá løgmanni at seta ein uttanveltaðan løgfrøðing at kanna, um fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í ymsum pensjónsviðurskiftum aftaná ársskiftið 2000, sbr. frágreiðing landsstýrismálanevndarinnar 30. juni 2000, er farin fram lógliga.

Málið er eftir 1. viðgerð 21. september 2000 beint fíggjarnevndini til viðgerðar.

Sum undirstøðutilfar til hesa viðgerð kann greiðast eitt sindur frá teoretiska grundarlagnum undir lóggávuni um ábyrgd landsstýrismanna.

Ein og hvør landsstýrismaður virkar undir politiskari og rættarligari ábyrgd mótvegis í fyrsta lagi løgmanni og í øðrum lagi í móti Løgtinginum.

Politisk ábyrgd merkir, at viðkomandi landsstýrismaður kann verða settur frá av løgmanni ella av løgtinginum. 17 tingmenn krevjast til at seta landsstýrismann frá. Løgmaður ger einsamallur av, um hann velur at seta landsstýrismann frá. Um politiskar grundir eru fyri at seta ein landsstýrismann frá, er ein rein politisk meting. Landsstýrismenn kunnu frá Løgtinginum ella løgmanni hava eitt ógvuliga stutt band at ganga í, ella eitt sera vítt band, har teir kunnu loyva sær nærum alt tað, ið teir hava hug til, uttan at tað fær nakra politiska avleiðing. Tað kann eisini henda seg, í tí veruliga politiska lívinum, at tann politiska og rættarliga ábyrgdin verður tvinnað saman soleiðis, at løgmaður ella Løgtingið ger av, at tey gera politisku og rættarligu ábyrgdina til eitt, soleiðis at skilja, at teir ikki vilja, at mál fáa politiska avleiðing, fyrr enn tað fær rættarliga avleiðing, tvs. at kravt verður, at tað er sligið fast, at landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at, fyrr enn hann verður settur frá. Tann margháttliga hugsanin hevur verið hoyrd í seinastuni, at ein landsstýrismaður skal hava eina rættartrygd, tá ið umræður støðuni um, hvørt hann skal verða sitandi í sessinum ella ei. Her tykist "begrebsforvirringur" at vera íkomin. Politisk ábyrgd er politisk og einki annað. Øll sjónarmið telja, bara tey eru nóg sterk. Landsstýrismaðurin skal sjálvsagt hava rættartrygd sum øll onnur, men hetta er bara galdandi, tá ið umræður viðurskifti, sum hava samband við krav um revsing í móti honum fyri at hava borið seg ólógliga at.

Rættarlig ábyrgd merkir, at viðkomandi landsstýrismaður av løgmanni ella Løgtinginum kann verða settur fyri eitt nevningating, har viðkomandi av 12 av vanligu borgarum landsins undir umsjóns sorinskrivarans verður dømdur/frídømdur fyri brot á § 5 í løgtingslógini um ábyrgd landsstýrismanna, tí at hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, lóggávuni annars, ella annars eftir starvsinnihaldi sínum. Sama er, gevur hann Løgtinginum villeiðandi ella skeivar upplýsingar ella tigur við upplýsingum.

Løgmaður hevur eftir stýrisskiparlógini § 33, stk. 3, skyldu til at hava eitt politiskt og rættarligt eftirlit við landsstýrismonnunum. Hann skal eftir hesi grein hava eftirlit við, at hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Útinnir løgmaður ikki eftirlitsskylduna at syrgja fyri, at fullgott verður umsitið, kann hetta hava við sær, at Løgtingið ger av at lata tað fáa politiskar avleiðingar soleiðis, at hann noyðist frá løgmansembætinum. Tekur løgmaður ikki stig til

kann hetta fáa rættarligar avleiðingar fyri løgmann soleiðis, at hann av Løgtinginum verður settur fyri nevningating við kravi um revsing sbr. lógini um ábyrgd landsstýrisins í § 5, tí at hann ikki hevur hildið eftirlitsskyldu sína í stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3. Í hesum sambandi er at viðmerkja, at løgmaður ikki kann kenna seg tryggan, hóast meiriluti beint nú í Løgtinginum ikki fer at gera rættarliga ábyrgd galdandi. Eitt løgting, sum kemur til aftaná komandi val og hevur eina øðrvísi samanseting, kann nevniliga eisini gera av at reisa ákæru móti honum, tí sbr. lógini um ábyrgd landsstýrisins er fyrningarfrestin sbr. § 8 ongantíð styttri enn 5 ár.

Løgtingsmenn hava onga rættarliga ábyrgd at syrgja fyri, at landsstýrismenn fyrisita lógliga, heldur ikki tá teir sita sum nevndarlimir í landsstýrismálanevndini og sbr. stýrisskipanarlógini § 38 hava eftilit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. § 38 ásetir, at teir skulu hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt, men tað fær ongar rættarligar avleiðingar fyri løgtingsmenn, halda teir seg ikki til hesa eftirlitsskyldu. Løgtingsmenn kunnu ikki revsast fyri tað, at teir bera seg ólógliga at, tá teir starva sum løgtingsmenn (heruppií eisini í nevndarstarvi), teir hava bara eina ábyrgd í hesum sambandi, og tað er, at teir við næsta val eru í vanda fyri ikki at verða afturvaldir. Sjálvsagt er hetta bara galdandi í tí, teir gera í starvi sum løgtingsmenn, sum privatmenn kunnu teir revsast sum øll onnur fyri brot á lóggávuna.

Men hvørjar gerðir landsstýrismansins eru lógligar ella ikki, vita vit ikki við vissu, fyrr enn 12 nevningar aftaná rættarviðgerð hava svarað spurninginum, um ein landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at ella ikki. Tá ið løgmaður skal meta um, hvørt landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at, má hann seta seg niður við teirri serfrøðingahjálp, sum nú einaferð er tøk, og gera eina forsøgn (prognosu), sum sigur: Hvørja støðu er væntandi, at eitt nevningating kemur til í hesum føri?

Tí verður altíð ein óvissa við niðurstøðu løgmans, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki, men sum stýrisskipanarlógin § 33, stk. 3, er orðað, hevur løgmaður skyldu at gera eina niðurstøðu, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki út frá teimum upplýsingum, hann nú einaferð hevur í málinum. Løgmaður kann ikki kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera eina niðurstøðu. Hann má sjálvur gera eina niðurstøðu um serfrøðingaúrslitið, og um niðurstøða hansara eigur at fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar.

Sum nevnt omanfyri, er uppgáva løgmans eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini at hava politiskt og rættarligt eftirlit við landsstýrsismonnum. Løgmaður má í hesum sambandi tryggja sær, at hann kring um seg hevur eitt embætisverk, sum, í hvussu so er, vanliga er ført fyri at ráðgeva honum í slíkum málum, t.e. at hetta er ein týðandi partur av uppgávunum hjá Løgmansskrivstovuni.

Spurningurin um, hvørja játtan løgmaður eigur at hava til taks til kanningar sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, er ein politiskur spurningur, sum Løgtingið má gera av, bæði tá ið tað snýr seg um árligu játtanina á fíggjarlógini til Løgmansskrivstovuna, og sum í hesum føri, tá ið løgmaður vil hava arbeiðið gjørt eksternt. Ein manglandi játtan frítekur tó á ongan hátt løgmann fyri ábyrgdina sbr. § 33, stk. 3. 

Á skrivstovu Løgtingsins
4. oktober 2000 
Sjúrður Rasmussen

2. viðgerð 18. oktober 2000. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 2 og 8 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi løgdu tingmenninir Finnbogi Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

46.160

46.160

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál...............................................................................................

9.570

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m...................................................................

9.570

-

Almannnamál........................................................................................

36.590

-

8.21.3. Barnastuðul.................................................................................

11.556

-

8.21.6. Eldri og brekað............................................................................

702

-

8.21.7. Sosialar skipanir..........................................................................

8.653

-

8.21.8. Sosialar pensjónir........................................................................

15.679

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

235.005

15.249

EYJ 3

1.970

-

8.20.3.20. Serviðgerð Uttanlands (Rakstrarjáttan)

J

54.584

-

EYJ 3

7.600

-

8.21.3. Barnastuðul
8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)

J

22.507

1.586

EYJ

11.556

-

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

J

74.939

-

EYJ 2

556

-

8.21.6.13. Vardar íbúðir, rakstrarstudningur

J

200

-

EYJ

146

-

8.21.7. Sosialar skipanir
8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

J

93.814

6.332

EYJ

8.653

-

8.21.8. Sosialar pensjónir

8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

J

323.381

21.828

EYJ 2

-8.775

8.21.8.05. Fyritíðarpensjón (Lógarbundin játtan)

J

155.044

10.465

EYJ 2

24.454

-

Viðmerking:

Uppskotið, soleiðis sum tað er samtykt viðvíkjandi § 8 við 2. viðgerð, kann geva ávísan tulkingariva. Fyri at beina henda iva burtur, verður sett broytingaruppskot fram við teirri orðing, sum øll § 8 skal hava.

3. viðgerð 20. oktober 2000. Broytingaruppskot frá tingmonnumnum Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.

Ll.nr. 111/2000 frá 31.10.2000