Avgjald av framleiðslu og innflutningi

 

8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 24. oktober, legði Henrik Old, løgtingsmaður,  fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

§ 1

Í løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald av framleiðslu og innflutningi verður í frumskjali 1, Kap. 27: 2710.00.22, Motorbensin, við blýinnihaldi ikki yvir 0,013 g. pr. ltr. "3,05" broytt til "2,25".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Ætlanin við hesum uppskoti er at lækka avgjaldið á bensini. Prísurin frá bensinsølunum er í dag kr. 9,23 fyri vanligt bensin, kr. 9,10 fyri blýfrítt og kr. 5,61 fyri diesel.

Í uppskotinum verður avgjaldið lækkað við 80 oyrum. Tá mvg av 80 oyrum er roknað við, verður príslækkingin av bensini 1 króna.

Sum gongdin hevur verið seinastu árini, so økist sølan av dieselbilum sera nógv í mun til bensinbilarnar – sí niðanfyri talvu, sum bara fevnir um vanligar persónbilar

 

Tal av skrásettum privatum persónbilum um árið síðan 1980
útgreinað eftir brennievni(Bensin/Diesel)
Bileftirlit Føroya, tann 10/10-2000


ÁR

BENSIN
(tal)

BENSIN
(%)

DIESEL
(tal)

DIESEL
(%)

ÍALT
(100 %)

1980

1030

99,32

7

0,68

1037

1981

885

98,12

17

1,88

902

1982

1146

98,54

17

1,46

1163

1983

1542

97,90

33

2,10

1575

1984

1743

96,35

66

3,65

1809

1985

1442

94,74

80

5,26

1522

1986

1904

93,75

127

6,25

2031

1987

2148

93,23

156

6,77

2304

1988

1507

93,31

108

6,69

1615

1989

1064

92,44

87

7,56

1151

1990

402

85,90

66

14,10

468

1991

441

82,12

96

17,88

537

1992

438

78,64

119

21,36

557

1993

114

69,09

51

30,91

165

1994

106

58,24

76

41,76

182

1995

710

72,15

274

27,85

984

1996

927

72,25

356

27,75

1283

1997

802

67,00

395

33,00

1197

1998

810

61,69

503

38,31

1313

1999

1028

64,21

573

35,79

1601

2000

674

64,62

369

35,38

1043

Býti millum bensin og diesel fyri allar tilmeldaðar privatar persónbilar, tann 10/10-2000:

BENSIN
(tal)

BENSIN
(%)

DIESEL
(tal)

DIESEL
(%)

ÍALT
(100 %)

11040

76,99

3300

23,01

14340

Sum øllum kunnugt er hægri árligt vektgjald á flestu støddum av dieselbilum í mun til bensinbilar.

Í dag er vektgjaldi pr. ár á vanligastu bilstøddunum ávikavist:

Vekt
kg.

bensinbilar
kr.

dieselbilar
kr.

Upp til 600

1.060

1.060

601 til 800

1.330

1.760

801 til 1100

1.590

2.120

1101 til 1300 1.970 2.690

Í 2000 verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 13.900.000 litrar. Hetta gevur eina inntøku til landskassan uppá (13.900.000 x 3,05) = 42.395.000 kr. í 2000.

Í sambandi við inntøkuframskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum 2001, verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 14.300.000 litrar í 2001. Hetta gevur eina inntøku til landskassan uppá (14.300.000 x 3,05) = 43.615.000 kr. í 2001.

Verður avgjaldið broytt til 2,25 kr. liturin frá 15. november 2000 at rokna, verða inntøkurnar í 2000 og 2001 broyttar soleiðis:

Í 2000 verður inntøkan ((13.900.000/12 x 10,5 x 3,05) + (13.900.000/12 x 1,5 x 2,25)) = 41.005.000 kr.

Í 2001 verður inntøkan (14.300.000 x 2,25) = 32.175.000 kr.

Í mun til mettu inntøkuna fyri 2000 og framskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum í 2001 kemur ein broyting av avgjaldinum úr 3,05 kr. niður í 2,25 kr. frá 15. november 2000, at síggjast soleiðis út:


Ár

Avgjald 3,05
Avgjald broytt til 2,25
frá 15/11-2000

Munur
2000:

42.395.000 kr.

41.005.000 kr.

1.390.000 kr.

2001:

43.615.000 kr.

32.175.000 kr.

11.440.000 kr.

1. viðgerð 31. oktober 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Henrik Old, løgtingsmaður, løgdu málið fram tann 16. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 24. november 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at stig verða tikin til at lækka skatta- og avgjaldstrýstið. Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á, at sambandsflokkurin hevur havt uppskot í tinginum um at lækka avgjaldstrýstið, og tekur minnilutin tí í prinsippinum undir við málinum.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við málinum.

2. viðgerð 20. desember 2000. §§ 1 og 2 fullu 12-1-12. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt