Trygd á sjónum

 

10  Uppskot til  samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

 

Ár 2000, 10. november, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.

Viðmerkingar
Landsstýrissamgongan, ið varð skipað eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998, hevur í samgonguskjalinum, dagfest 9. mai 1998, ásett, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið.

Í oktober 1998 varð nevnd sett við umboðum fyri Fiskimálastýrið, sjóvinnufeløg og danska Sjóferðslustýrið við tí arbeiðssetningi at lata landsstýrismanninum í fiski- og sjóvinnumálum eina kanning av teimum málsøkjum, sum føroysk løgtingslóg skal gerast fyri, herundir eitt tilmæli um:

  1. Løgtingslóg um skipatryggleikan, løgtingslóg um sigling og merking, og um føroyska sjólóg.
  2. Hvussu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar kunnu skipast, soleiðis at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í IMO og rættindi sum sjálvstøðugt limaland ella í eina tíð saman við Danmark.
  3. Fyrisiting av skipaeftirlitinum, ið verður løgd saman við verandi Sjóvinnufyrisiting sum deild í Fiskimálastýrinum.
  4. Nevndin eigur at leggja dent á, at føroyska lóggávan og umsitingin verður so einkul sum møguligt, herundir at seta fram uppskot um regluverk og tvørgangandi samskipan í regluverkinum.

Nevndin hevur latið landsstýrismanninum hjáløgdu frágreiðing sína tann 12. september í ár við tilmæli og uppskoti til løgtingslóg um trygd á sjónum.

Við tí endamáli at fremja samtyktirnar um yvirtøku av Skipaeftirlitinum sum sermál og seta neyðuga lóggávu í verk í hesum sambandi, mælir nevndin millum annað til:

Skipaeftirlitið og trygd á sjónum eru ríkismál sambært heimastýrislógini og kunnu sostatt eftir upprunaligu tulkingini av lógini ikki yvirtakast av heimastýrinum. Seinnu árini eru kortini yvirtøkur av tílíkum málum gjørdar í semju við ríkisstjórnina, sum eisini í 1988 og 1998 hevur samtykt, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið, tó soleiðis, at samráðingar skulu verða millum ríkisstjórnina og landsstýrið áðrenn yvirtøkuna.

Tað er ætlan landsstýrisins at fáa hesar samráðingar í lag skjótast gjørligt, og so skjótt samráðingarnar eru loknar, at leggja málið aftur fyri Løgtingið, saman við endaligum uppskoti til løgtingslóg um trygd á sjónum.

Sum gjøllari greitt frá í nevndarálitinum, er tað altjóða sjóvinnufelagsskapurin IMO, ið fyrireikar og skipar fyri altjóða sáttmálum um trygd á sjónum, fyribyrging av dálking av havumhvørvinum og øðrum grundleggjandi viðurskiftum, sum hava við altjóða sjóvinnu at gera. Føroyar eru, sum partur av danska ríkinum, bundnar av teimum sáttmálum, sum Danmark staðfestir, um ikki serstøk fyrivarni verða tikin í hvørjum einstøkum føri.

Landsstýrismaðurin heldur tað vera av størsta týdningi, at fult samsvar er millum skyldurnar sambært altjóða sáttmálum og heimildina at fremja og uppihalda lóggávu á økinum, og tekur tí undir við tilmæli nevndarinnar um, at spurningurin um føroyska umboðan í IMO eigur at verða loystur í sambandi við yvirtøkuna.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at við yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum verða øll sjóvinnumál undir føroyskari lóggávu og umsiting, herundir eisini vitaverk, veðurtænasta og farvatnsuppmerking.

Fyrisitingarligar avleiðingar:
Fyrisitingin av málsøkinum trygd á sjónum er ætlað at verða samskipað við verandi sjóvinnufyrisiting undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum.

Tær fyrisitingarligu uppgávurnar vera í høvuðsheitum:

Ætlandi verður ein størri partur av sýnsarbeiðinum enn higartil gjørdur av klassafeløgum sambært serliga avtalu millum Sjóvinnufyrisitingina og feløgini.

Roknað verður við, at umframt leiðara verður brúk fyri fólki at taka sær av lógarsmíði og viðlíkahaldi av regluverkinum v.m., til fyrireiking av sýni, at standa fyri kanning av vanlukkum og til útinning av almennum sýnsarbeiði, undir teirri fortreyt, at ein partur av hesum sýnsarbeiði verður gjørdur av klassafeløgum. Harumframt er roknað við skrivstovufólkum.

Fíggjarligu avleiðingarnar:
Mett verður, at árligi kostnaðurin av yvirtøkuni av málsøkinum trygd á sjónum verður 18 mió. kr., herundir vitar, veðurtænastan og farvatnsuppmerking.

Hjálagt skjal
Trygd á sjónum. Frágreiðing um yvirtøku av skipaeftirlitinum.

1. viðgerð 14. november 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 12. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16. og 30. november og tann 7. desember 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Færøernes Kommando, umboð fyri Skipasýnið, umframt landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Nevndin hevur frá Færøernes Kommando fingið avrit av glærum, ið vórðu nýttar til at geva nevndini eina frágreiðing um MRCC-Tórshavn, og avrit av skjølum, ið liggja til grund fyri avtaluni, ið gjørd er millum landsstýrið og forsætismálaráðið um sjóbjargingartænastu í Føroyum. Harumframt hevur nevndin fingið avrit av viðmerkingunum, ið Skipaeftirlitið gjørdi nevndini, ið gjørdi frágreiðingina um yvirtøku av skipaeftirlitinum.

Færøernes Kommando hevur yvir fyri nevndini upplýst, at um føroyingar sjálvir gera eina MRCC-støð, so kemur Færøernes Kommando ikki at leiða bjargingaruppgávurnar, men bara taka lut við sínum "ressourcum", og verða hesar "ressourcurnar" helst tær somu sum í dag, hóast talan tó er um eina politiska avgerð. Færøernes Kommando hevur t.d. eisini brúk fyri skipi og tyrlu til at halda eftirlit. Víst varð á, at um Vaktar- og Bjargingartænastan skal yvirtaka hesa tænastu, so er helst neyðugt, at starvsfólkatalið verður økt. Tær navigatorisku og royndirnar í føroyskum sjógvi hava teir, men neyðugt er, at teir t.d. fáa skeið í bjarging afturat hesum. Upplýst varð, at eitt slíkt skeið tekur einar 3-4 vikur, men at útbúgva ein heilt nýggjan "controller" tekur í Norra einar 6 mánaðir, hóast tíðarskeiðið tó veldst um, hvat man tekur við, t.d. oljuna.

Skipasýnið hevur upp á fyrispurning frá nevndini upplýst, at teir hava kannað, hví 0 tímar eru settir av til ferðamannaskip, men stendur hetta eitt sindur ógreitt. Teir hava spurt seg fyri, hvussu tendensurin er í øðrum norðanlondum, um tendensurin t.d. er tann, at man letur tað yvir til klassan at hava eftirlit, men svarið, ið teir hava fingið, er, at talan er um júst tað øvugta. Tað, man ger í dag, er, at man koyrir tey stóru lastaskipini yvir á klassan, meðan man leggur meira og meira arbeiðsorku í at hyggja at arbeiðsumhvørvinum á ferðamanna- og fiskiskipunum. Politiski hugburðurin viðvíkjandi skipasýnunum í norðanlondum er tann, at tað almenna hevur eina skyldu til at taka sær av ferðamanna- og fiskiskipunum, hesin hugburður er serliga íkomin aftaná tær stóru ferðaskipavanlukkurnar, ið hava verið. Upplýst varð, at Skipasýnið er umborð á ferðamannaskipunum eina ferð um árið til "periodiskt" sýn, harumframt er sýn av arbeiðsumhvørvinum og eisini sýn av klassanum. Ført varð fram, at óansæð, hvussu nógv verður privatiserað, so er neyðugt, at tað almenna hevur eftirlit við klassanum, og skal man hava førleika til at hava eftirlit við serfrøðingunum, so krevur tað, at man er umborð á skipunum eisini. Ført varð harumframt fram, at tað er ein misskiljing, at Arbeiðseftirlitið verður drigið inn í arbeiðsumhvørvið á skipunum, men at orsøkin til hetta kanska er tann, at Skipasýnið ikki hevur gjørt nóg gott vart við, hvat teir gera á Skipasýninum. Víst varð eisini á, at lóggávan viðvíkjandi m.a. arbeiðsumhvørvi ikki er tann sama her sum í Danmark.

Halgir Winther Poulsen, advokatur, ið var á nevndarfundi saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, førdi fram, at hann persónliga var sannførdur um, at ganga danir við til tað, so kunnu vit gerast limir í IMO, men at hetta eisini er ein treyt, um vit skulu hava limaskap. Hann upplýsti, at høvuðsreglan er, at bara sjálvstøðug øki kunnu gerast limir, men at møguleikar eru fyri undantøkum. Tó eru bara tvey lond komin inn eftir hesi skipan, Hong Kong og Macao. Hann vísti á, at um vit yvirtaka lóggávuheimildina á økinum, so kann Danmark ikki seta IMO reglur í gildi í Føroyum, og tí hevði tað verið ein fyrimunur og greiðari, um føroyingar høvdu sjálvstøðugan limaskap í IMO.

Umboð fyri landsstýrismannin í fiskivinnumálum hevur yvir fyri nevndini víst á, at hetta snýr seg um yvirtøku av skipaeftirlitinum, og upplýst, at tað, sum snýr seg um t.d. sjóvinnubrøv og útbúgvingar, longu er yvirtikið og væl skipað frammanundan við samstarvsavtalum, t.d. hava vit eina greiða avtalu við danskar myndugleikar í hesum sambandi. Tað einasta, ið kann broyta hetta, eru viðurskiftini við IMO, við tað at um vit verða sjálvstøðugir limir, so eru hesar avtalur ikki neyðugar, við tað at t.d. føroysk sjóvunnubrøv so verða internationalt góðkend.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka málsøkið "Trygd á sjónum" vanliga nevnt Skipasýnið, og kann minnilutin sum útgangsstøði taka undir við hesum, men leggur tó dent á, at umráðandi er, at farið verður fram við stórum varsemi og umhugsni, tá talan er um trygdina hjá føroyska sjófólkinum. Minnilutin ætlar, tá úrslitið av hesari yvirtøku fyriliggur, at fylgja neyvt við tí lógarsniði og øðrum fyriskipanum, ið ætlanin er at seta í verk, so at ikki verður slakað upp á nøkur trygdarkrøv.

Eftir tí, ið greitt er frá í viðmerkingunum til hetta uppskot, tykist tað, sum um landsstýrismaðurin undirmetir tær fyrisitingarligu og kostnaðarligu fylgjur av at fyrisita hetta stóra málsøkið.

Sagt verður, at hetta kann samanlagt gerast fyri 18 mió.kr. Tað er skeivt at seta ein kostnað á, sum, ein framman undan veit, ikki fer at halda.

Nevnast kann, at yvirtøkan av vitatænastuni, uppmerking og veðurtænastum er sett til 8 mió.kr. Her uppí skal roknast rakstur av Loranstøðini á Eiði umframt GDPS navigasjónsstøð, hesin partur er settur til 5,8 mió.kr., tá er viðlíkahald av øllum vitunum ikki tikið við.

Síðani kemur rakstur av DMI-veðurtænastuni, sum er sett til 2,2 mió.kr., tá er ikki tikið við keyp av tænastum frá útlendskum veðurgranskingarstøðum, sum nú fáast gjøgnum DMI.

Her eru nevnd nøkur dømi um árliga kostnaðin av einum minni parti av hesum málsøki.

Ein nógv størri partur er føroyskur limaskapur í IMO. Her skal ikki komast inn á møguleikan fyri at gerast sjálvstøðugur limur í IMO, men heldur tann stóra umsitingarliga partin av IMO reglum. Roknað er við einum persóni til at hava samskiftið úteftir, m. a. við IMO og aðrar felagsskapir.

Í álitinum "Trygd á sjónum" sigur nevndin um tann fyrisitingarliga partin (á síðu 81). Hyggja vit at uppgávunum, ið komandi sjóvinnufyrisiting fær at umsita, eru tær reiðiliga umfatandi. Víðari verður sagt, at tann, ið er kunnugur við "meddelelser fra Søfartsstyrelsen" hevur ikki torført við at ímynda sær, hvussu stórt arbeiði liggur í at skipa og dagføra eitt tílíkt regluverk, ið er ein sáttmálabundin skylda hjá teimum statum, ið hava staðfest galdandi altjóða sáttmálar á økinum.

Vit seta spurnartikin við ætlanina um, at klassafeløgini skulu yvirtaka so at siga allar sýnsuppgávur. Royndirnar av einstøkum klassafeløgum hava verið ræðandi.

Eisini verður víst á, at neyðugt verður at gera avtalur við antin Danmark ella Ísland, tá talan er um skipan av kanningarnevnd, ið skal staðfesta orsøkirnar til vanlukkur á sjónum. Her vísir nevndin á, at sera trupult verður at finna serkøn fólk, sum eru óheft av myndugleikunum, til at manna hesa nevnd. Eisini skal nevnast, at eingin peningaupphædd er sett av til hesa nevnd.

Annað øki, sum ikki skal gerast so nógv burturúr, er Havnaeftirlitið, har IMO limir frameftir skulu kanna 25% av teimum farma- og ferðamannaskipum, ið koma í havnir hjá limalondunum, og kanningarúrslitið skal skrásetast í datagrunni í Haag.

Umframt hetta kemur so allur umhvørvisspurningurin. Tað, sum her skal ráðast allar mest frá, er punkt 3 í viðmerkingunum til uppskotið, har sagt verður, at fyrisitingin av skipaeftirlitinum verður skipað sum deild í Fiskimálastýrinum, og tá líka mikið um Sjóvinnufyrisitingin liggur ímillum.

Sera umráðandi er, at Skipasýnið verður ein stovnur, sum er leysur og óheftur av øðrum, serliga Fiskimálastýrinum.

Minnilutin heldur tað vera neyðugt við hesum drúgvu viðmerkingum, tí skilligt er, at landsstýrismaðurin í sínum uppskoti ger so stutt av sum møguligt, eisini hvat kostnaði viðvíkur, helst fyri so lætt sum møguligt at fáa hetta uppskot at glíða niður hjá tingmonnum, tí greitt er, at hetta málsøkið er nógv størri, enn lagt er upp til í landsstýrisuppskotinum.

Ein annar minniluti í nevndini (Alfred Olsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin viðmerkir, at ein ørgrynna av spurningum enn standa ósvaraðir, m.a. viðvíkjandi fíggjarligu og fyrisitingarligu avleiðingunum av eini møguligari yvirtøku. Minnilutin vísir á, at tað er uppgávan og ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at fáa hesi viðurskifti lýst, og at landsstýrismaðurin sambært stýrisskipanarlógini § 52, stk. 1, eisini hevur fulla heimild til at fáa til vega tað neyðuga grundarlagið soleiðis, at Løgtingið sambært stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2 og 3, kann taka støðu til eina endaliga fyrireikaða avtalu, ið Løgtingið hervið hevur møguleika at kenna avleiðingarnar av. Minnilutin sær uppskotið sum eina roynd frá landsstýrismanninum at binda Løgtingið til eina støðutakan, áðrenn landsstýrismaðurin hevur givið Løgtinginum neyðuga grundarlagið til at kenna avleiðingarnar av hesi støðutakan.

2. viðgerð 14. desember 2000. Uppskotið til samtyktar samtykt 21-0-5. Málið avgreitt.

Lms.j.nr.522-0022/2000
Fms.j.nr. 20001575-2/110