Skattur - áseting

 

12  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Álit II
H. Framhaldandi 2. viðgerð
I. Orðaskifti við framh. 2. viðgerð

Ár 2000, 10. november, løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Lisbeth Petersen og Flemming Mikkelsen vegna Javnaðarflokkin og  Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1, verður "9 %" broytt til "7 %", "20 %" broytt til "18 %" og "25 %" broytt til "23 %".
  2. Í § 2, stk. 1, verður "4.000 kr. " broytt til "6.000 kr."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001. 

Viðmerkingar:
Fyrst í nítiárunum hækkaði samlaða avgjalds- og skattatrýstið rættiliga nógv. Vit fingu lógina um meirvirðisgjald. Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina varð sett til 2,75 prosent. Vit fingu fíggjarognar-avgjald. Vit fingu fyrst eykaskatt og seinni fingu vit eisini eyka-eykaskatt, ið ikki bara rakti tær høgu inntøkurnar, men eisini tær hægru miðalinntøkurnar.

Síðani miðskeiðis í nítiárunum eru nakrar broytingar gjørdar, sum hava lækkað nakað um avgjalds- og skattatrýstið. Inngjaldið til ALS er lækkað. Lógin um fíggjarognaravgjaldið er sett úr gildi. Frá 1. januar 1996 varð tann fyrsti beinleiðis skattalættin givin. Her var talan um ein samlaðan lætta, ið kostaði landskassanum umleið 100 mió. kr. Ávísur skattalætti er eisini givin síðani tá. Reglur um ein serligan frádrátt til sjómenn er settur inn í lógina. Og eftir uppskoti frá andstøðuni er aldurs-markið fyri barnafrádrátt flutt frá 16 upp til 18 ár.

Hóast hetta, so halda uppskotsstillararnir, at lág- og miðalinntøkurnar, eins og húski við børnum, framvegis hava trong kor. Í seinastu tingsetu lækkaðu landsstýrið og samgongan partafelagsskattin, ið var 27 prosent, niður í 20 prosent. Hetta var ein munandi skattalætti til peningastovnarnar, tryggingarfeløgini, advokatskrivstovurnar, grannskoðaravirkini og onnur, sum reka egið virki við einum partafelag ella einum smápartafelag, men tá talan er um at veita skattalætta til einstaklingar, ella løntakarabólkarnar, tykist at skorta við viljanum hjá landsstýrinum og samgonguni.

Vísandi til, at landskassin nú ár um ár hevur stór avlop, sum dúgliga verður reypað um, og at livikorini hjá lág- og miðalinntøkunum og teimum, sum hava børn undir 18 ár, framvegis eru sera trong, mæla Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin til at veita ein skattalætta, ið samanlagt er mettur at kosta landskassanum 84 mió. kr. Skotið verður upp at broyta skattastigan í landskattinum fyri lág- og miðalinntøkurnar. Hetta er mett at kosta 58 mió. kr. Eisini verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum úr 4.000 upp í 6.000 kr. Hetta er mett at kosta 26 mió. kr.

 Niðanfyri er víst eitt dømi um, hvussu stórur skattalættin er, um verandi skattastigi verður lækkaður við tveimum prosentum á øllum, stigum upp til kr. 140.000, og barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður úr kr. 4.000 upp í kr. 6.000. Hjá einum hjúnum, sum eiga trý børn undir 18 ár, og sum hava kr. 150.000 í skattskyldugari inntøku hvør, verður skattalættin sambært uppskotinum:

Landsskattur sambært galdandi lóg   37.140
Landsskattur sambært uppskoti   26.220
Skattalætti   10.920
Útgreining av skatalætta:    
Lækking í stiganum 2.460 x 2 4.920
Hækking av barnafrádrátti 2.000 x 3 6.000
Skattalætti   10.920

Dømi har satsirnir eru broyttir til:

Gl. satsir

Er inntøkan

men minni enn

verður latið

av

og av restini

Kr.

Kr.

Kr.

Kr.

%

17.000

60.000

0

17.000

7,0%

9,0%

60.000

120.000

3.010

60.000

18,0%

20,0%

120.000

140.000

13.810

120.000

23,0%

25,0%

140.000

18.410

140.000

37,0%

37,0%

Harnæst er barnafrádrátturin, sum nevnt, hækkaður frá 4.000 kr til 6.000 kr. 

Í næstum fara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at leggja onnur uppskot fram, sum hava til endamáls at lætta um hjá teimum, sum ringast eru fyri. M. a. er talan um at hækka serliga pensjó-nistafrádráttin í skattinum og at lækka serliga avgaldið á brenniolju.

1. viðgerð 14. november 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin løgdu málið fram tann 10. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin taka stig til at lækka skattatrýstið. Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. desember 2000.Uppskot frá Óla Breckmann um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-0-10. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum sama dag legði fram soljóðandi

Á l i t II

Málið var við 2. viðgerð tann 20. desember 2000 við 21-0-10 atkvøðum beint aftur í fíggjarnevndini

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin upplýsti fyri nevndini, at landsstýrið arbeiðir við øllum skattaspurninginum, eisini spurninginum um at broyta barnafrádráttin. Landsstýrimaðurin kundi tó ikki siga, nær landsstýrið kemur til tingið við nýggjum uppskoti til broytingar av skattalógunum.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) vísir á, at landsstýrimaðurin hevur upplýst, at landsstýrið arbeiðir við at broyta barnafrádráttin. Meirilutin vísir annars á viðmerkingarnar í áliti I.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í áliti I.

Á tingfundi 20. desember løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
2. viðgerð  

Í § 1 verður nr. 1 strikað.

Framhaldandi 2. viðgerð 20. desember 2000. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fall 14-1-16. §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.