Arbeiðsloysistrygging

 

18  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsloysisávísing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2 viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 28. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi


Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 7 verður sett sum stk. 2:
"Stk. 2. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí at teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.

2) § 8, nr. 1, verður orðað soleiðis:
"1. Fólka- og fyritíðarpensjón".

3) Í § 8 verður sett sum nr. 4:
"4. Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", sbr. § 8a."

4) Sum nýggj § 8a verður sett:
"§ 8a . Undantøka frá gjaldskyldu eftir § 7, stk. 2, og undantøka eftir § 8, nr. 4, verður veitt eftir umsókn til Arbeiðsloysisskipanina. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysiskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku".

5) § 15, stk 1, verður orðað soleiðis:
"Útrokningargrundarlagið er tann í § 8 lýsta gjaldskylduga A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest".

6) § 16, stk. 2, verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn. Frádrigið hesi upphædd verða tey í § 8 nevndu undantøk. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.

7) § 31, stk. 2, verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá stýrinum áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í kap. 3-5 í hesi lóg."


§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Endamál:
Endamálið við hesum uppskotinum er at tillaga nakrar ásetingar í lógini soleiðis, at betri samsvar verður millum hesar ásetingarnar og prinsippið í skipanini og meginreglurnar í lógini annars, t.e. at arbeiðsloysistryggingin er ein trygging móti inntøkumissi vegna arbeiðsloysi soleiðis, at samband skal vera millum gjaldskyldugar persónar og persónar, sum hava rætt til útgjald, og millum gjaldskyldugar inntøkur og inntøkur, sum, um tær verða mistar, arbeiðsloysisstuðul verður rindaður fyri.

Broytingar eftir uppskotinum:
Uppskotið hevur í sær broytingar av reglunum um gjaldskyldu til ALS.

Persónsskarin, sum eftir galdandi § 7 er gjaldskyldugur, verður skerdur til ikki at fevna um persónar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar yvir 60 ár, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, men sum annars hava rætt til hægstu fyritíðarpensjón.

Fleiri inntøkur verða undantiknar gjaldskyldu eftir § 8, t.e. tænastmannapensjónir v.m. og uppihalds- og barnapeningur.

Harumframt verða gjørdar tekniskar broytingar og nágreiningar.

Nú verður sett í lógina, at undantøkan frá gjaldskyldu fyri ávísar persónsbólkar og ávísar inntøkur verður framd eftir umsókn.

§ 31, stk. 2, verður umorðað soleiðis, at ivi ikki verður um, hvørt landsstýrismaðurin, til tess at fremja millumlanda sáttmálar um arbeiðsloysistrygging, kann áseta reglur, sum víkja frá reglunum í lógini, heruppií reglunum um inngjald.


Galdandi reglur:
Eftir lógini verður skilt ímillum gjaldskyldugar persónar og tær inntøkur, sum ALS-gjaldið hjá teimum gjaldskyldugu verður roknað av.

Eftir § 7 eru gjaldskyldug til Arbeiðsloysisskipanina:

- øll, sum hava A-inntøku, sum hava fulla skattaskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
- øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

Eftir § 8 skal rindast ALS-gjald av øllum A-inntøkum, sum tey gjaldskyldugu fáa ella rinda, tó undantikið:

1. fólka- og avlamispensión,
2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka,
3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini.

Umframt tey undantøk, ið nevnd eru í § 7 og § 8, kann landsstýrismaðurin eftir § 31, eftir ummæli frá stýrinum fyri ALS, gera sáttmálar við onnur lond um arbeiðsloysistrygging og áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging fyri persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein.

Fíggjarligar avleiðingar:
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri ALS verða mettar til uml. 700-750.000 kr. í minni inntøkum av ALS-gjaldi, av hesum eru uml. 650.000 kr. minni inntøkur av ALS-gjaldi av tænastumannapensjónum og líknandi pensjónum.

Viðvíkjandi tænastumannapensjónum og líknandi pensjónum skal serliga viðmerkjast, at eftir fyrisitingarligari praksis hjá ALS hevur gjald ikki verið kravt av tílíkum pensjónum, men kærunevndin hjá ALS hevur tikið avgerð um, at ALS-gjald eigur at verða kravt av hesum veitingum.

Tí verður fylgjan av uppskotinum, at ALS, umframt eina minni inntøku upp á uml. 75.000-100.000 kr., missir eina meirinntøku av ALS-gjaldi av tænastumannapensjónum v.m. upp á uml. 650.000 kr. Við tað at tænastumannapensjónir og líknandi pensjónir í lógini verða undantiknar ALS-gjaldi, sleppa landskassin og kommunukassarnir undan at fáa ein meirkostnað av at rinda ALS-gjald av hesum, tilsamans uml. 100.000 kr.

Meting av avleiðingum av lógaruppskotinum

 

Fyri landið/ landsmyndugleikar og ALS

Fyri kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/øki Í landinum

Fyri ávísar
Samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/búskaparligar
avleiðingar

ALS-750.000
Landið+50.000

+50.000

Nei

+375.000

+275.000

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Socialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei


Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1:
Fyritíðarpensjón er undantikin ALS-gjaldi eftir § 8, nr. 1. Persónar, sum fáa fyritíðarpensjón, og sum hava aðrar A-inntøkur, ið ikki eru serliga undantiknar ALS-gjaldi eftir § 8, nr. 1-3, (§ 8, nr. 1-4 eftir uppskotinum), skulu eftir verandi lóg rinda ALS-gjald av hesum inntøkum.

Fyritíðarpensjón kann veitast eftir løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.

Hægsta fyritíðarpensjón kann veitast persónum, sum hava fylt 18 ár, men sum ikki hava fylt 60 ár, tá umsóknin verður latin inn, og sum orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni mugu roknast sum varandi óarbeiðsførir í eini og hvørjari vinnu, ella sum einans hava smávegis eftir av arbeiðsføri.

Miðal fyritíðarpensjón kann veitast persónum yvir 60 ár, sum orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni mugu roknast sum varandi óarbeiðsførir í eini og hvørjari vinnu, ella sum einans hava smávegis eftir av arbeiðsføri.

Nevndu persónar hava ikki rætt til stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini, av tí tey ikki verða mett at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum.

Tilvísingin til § 8a er gjørd til tess at gera vart við, at undantøkan frá at rinda ALS-gjald verður framd eftir umsókn.

Til § 1, nr. 2:
Hetta er ein málslig rætting.

Til § 1. nr. 3:
Tænastumannapensjónir, eftirlønir, o.l. og uppihaldspeningur eru ikki beinleiðis fevnd av orðingini í § 8, nr. 1-3. Arbeiðsloysisskipanin hevur tulkað lógina soleiðis, at ALS-gjald ikki skal krevjast av tænastumannapensjónum v.m., men kærunevndin hjá ALS hevur tikið avgerð um, at tænastumannapensjón er gjaldskyldug.

Rætturin til tænastumannapensjónir, eftirlønir o.l. og uppihaldspening er ikki tengdur at eini aktuellari starvs- ella arbeiðssetan, og persónur kann tí ikki missa hesar inntøkur vegna arbeiðsloysi. ALS-gjald eigur tí ikki at verða kravt av hesum inntøkum.

Fevnd av undantakinum eftir nr. 4 eru, umframt tænastumannapensjónir, t.d. eftirlønir frá peningastovnum, eftirlønir rindaðar av stovnum uttanlands og ratupensjónir frá lívstryggingum.

Uppihaldspeningur fevnir um gjøld, sum persónar, ið hava verið í hjúnabandi, og sum eru sundurlisnir ella skildir, hava skyldu at lata ella rætt at fáa sum uppihaldspening eftir hjúnabandslógini, uttan mun til um uppihaldsskyldan og upphæddin er ásett eftir avtalu ella við dómi og fyrisitingarligari avgerð.

Barnapeningur fevnir um gjøld, sum persónar hava skyldu at lata ella rætt at fáa sum barnapening eftir "lov om børns retsstilling", uttan mun til um skyldan og upphæddin eru ásett eftir avtalu ella við dómi og fyrisitingarligari avgerð.

Tilvísingin til § 8a er gjørd til tess at gera vart við, at undantøkan frá at rinda ALS-gjald verður framd eftir umsókn.

Til § 1, nr. 4:
Eftir pkt. 2 í ásetingini hevur undantøkan týdning fyri tær inntøkur, sum verða rindaðar ella fingnar frá tí degi, Arbeiðsloysiskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku.

Til § 1, nr. 5:
Við at seta "...gjaldskylduga..." inn í tekstin, er eingin ivi um, at útrokningargrundarlagið er A-inntøkan sambært § 8, frádrigið inntøkum, gjaldingum og veitingum, sum ALS-gjald ikki skal gjaldast fyri sbrt. § 8, nr. 1- 4.

Til § 1, nr. 6:
Fyri at eingin ivi skal verða um, hvussu stk. 2 skal lesast, verður skotið upp at býta fyrsta pkt. í tvey pkt.

Til § 1, nr. 7:
Skotið verður upp at broyta orðingina av ásetingini fyri at gera greitt, at sáttmálar við onnur lond um arbeiðsloysistrygging kunnu fremjast við reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eisini soleiðis at hesar víkja frá reglunum í hinum ásetingunum í lógini.

1. viðgerð 30. november 2000. Málið beint í vinnunevndina sum 18. januar 2001 legði fram soljóðandi


Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 30. november 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7. desember 2000, 11. og 18. januar 2001.

Nevndin hevur biðið um og fingið skriv við viðmerkingum til uppskotið frá Arbeiðsloysisskipanini, dagfest 7. desember 2000, og frá Kærunevndini fyri Arbeiðsloysisskipanina, dagfest 6. desember 2000.

Ein samd nevnd heldur, at orðingin av § 8 í lógini er ógreið við tað, at orðini í innganginum standa í mótsøgn til undantakið í pkt. 2, sum ávíst av Kærunevndini fyri Arbeiðsloysisskipanina í skrivi, dagfest 6. desember 2000. Nevndin fær ikki rættað hesa mótsøgn í hesum løgtingsmáli við tað, at § 8 ikki er ein partur av broytingaruppskotinum. Men nevndin hevur møguleika til at bera so í bandi at lata vera við at gera tilvísing til hesa grein í uppskotinum, sum er til viðgerðar. Nevndin samtykti tí at biðja landsstýrið um at lata nevndini uppskot til broyting í § 1, nr. 5 og 6 soleiðis, at tilvísingarnar til § 8 ganga út og í staðin verða lýstar í orðum. Landsstýrismaðurin varð samstundis biðin um viðmerkingar til skrivini frá Arbeiðsloysisskipanini og frá Kærunevndini fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Nevndin hevur umrøtt, hvørt tað er rímiligt, so sum skotið upp, at allar veitingar, sum ikki verða skattaðar sum A-inntøka, verða frádrignar arbeiðsloysisstuðlinum. Hetta heldur nevndin ikki vera rímilgt í teim førum, tá ið tað snýr seg um almennar veitingar til persónligar hjálparlutir ella heilivág.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. § 1, nr. 5, verður orðað soleiðis: "§ 15, stk. 1, verður orðað soleiðis:
    "§ 15. Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað fólka- og fyritíðarpensjón, aðrar skattskyldugar almannaveitingar, A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", í tann mun nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldskyldu sambært § 8 a.""
  2. § 1, nr. 6 verður orðað soleiðis: "§ 16, stk. 2 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn. Frádrigin hesi upphædd verða tey í § 8, nr. 1 og 4, nevndu undantøk, aðrar skattskyldugar almannaveitingar umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka, tó undantiknar almennar veitingar til persónligar hjálparlutir og heilivág. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.""

2. viðgerð 24. januar 2001. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0033/2000
Vms.j.nr. 200000515
Ll. nr. 12 frá 09.02.2001