Fólkaskúlalóg

 

32  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Álit II
I. Framh. 2. viðgerð
J. 3. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128   frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 48, stk. 1, nr. 1.-3., verða orðað soleiðis:
"1. Talið á fólkavaldum umboðum í skúlastýrið, smb. § 50, stk. 1, nr. 1.
2. Tilnevning av møguligum kommunustýrislimi til skúlastýrið, smb. § 50, stk. 8.
3. Mannagongd viðvíkjandi vali av umboðum fyri foreldraráðini í skúlastýrið, smb. § 50, stk. 1, nr. 2."

2) § 50 verður orðað soleiðis:
" § 50. Í hvørjari kommunu verður valt eitt skúlastýri, og eru limir tess:

  1. 3 ella 5 umboð, ið verða vald samstundis og eftir somu reglum sum kommunustýri.
  2. 2 foreldraráðsumboð fyri hvønn skúla í kommununi, smb. § 56, stk. 2.
  3. Skúlaleiðarin/ -leiðararnir.
  4. 1 umboð fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini fyri hvønn skúla í kommununi, ið skulu verða vald av samstarvsfólkum skúlans.

Stk. 2. Í skúlum, sum hava minni enn 20 næmingar og bara 1 lærara, verða umframt skúlastýrislimirnir smb. stk. 1, nr. 1, vald 1 foreldraráðsumboð og skúlaleiðarin.
Stk. 3. Avgerðir í skúlastýrinum verða tiknar við atkvøðugreiðslu. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 4. Foreldraráðsumboðini, skúlaleiðarin/ -leiðararnir og umboðini fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini hava ikki atkvøðurætt.
Stk. 5. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur í millum tey fólkavaldu umboðini, ið eru vald smb. stk. 1, nr. 1.
Stk. 6. Foreldraráðsumboð, skúlaleiðarar og umboð fyri lærarar og onnur samstarvsfólk møta á fundi í skúlastýrinum, tá ið mál, sum viðvíkja teirra skúla, eru til viðgerðar, og annars eftir tørvi. Foreldraumboðini møta tó í minsta lagi 2 ferðir árliga.
Stk. 7. Valskeiðið hjá foreldraráðsumboðum og lærarum og samstarvsfólki er 1 ár, smb. tó § 51, 1. og 2. stk.
Stk. 8. Kommunustýrið kann gera av, at ein av limum tess er við á skúlastýrisfundi uttan atkvøðurætt.

3) § 51 verður orðað soleiðis:
"§ 51. Landsstýrismanninum er heimilað at taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um val av foreldraráðsumboðum og umboðum fyri lærarar og samstarvsfólk í skúlastýrið.
Stk. 3. Eftir umsókn frá kommunustýri ella skúlastýri kann landsstýrismaðurin loyva, at ein kommuna verður býtt í fleiri øki, hvørt við sínum skúlastýri.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, um tað av serligum orsøkum ikki eydnast at manna eitt skúlastýri, í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum, velja umboð í stýrið.
Stk. 5. Kommunustýrið kann veita umboðunum fundarpening, flutningsendurgjald o.a. eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi."

4) Í § 56 verður sum nýtt stk. 2 sett:
"Stk. 2. Á hvørjum skúla verður stovnað eitt foreldraráð við 2 foreldraumboðum úr hvørjum flokki. Foreldraráðið skipar seg við starvsnevnd, sum fær umboð í skúlastýrið, smb. § 50, stk. 1, nr. 2. "
Stk. 2 verður hereftir stk 3.

5) § 56 stk. 3 verður hereftir stk 4 og verður orðað soleiðis:
"Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir 1., 2. og 3. stk."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Sum víst á í álitinum til løgtingsmál nr. 6/2000, Uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini, var tann stóri spurningurin undir viðgerðini í mentanarnevndini spurningurin um skúlastýrisskipanina, sum ætlanin sambært galdandi fólkaskúlalóg var at seta í verk á nýggjárinum, men sum nú verður útsett til 1. august 2001. Meirilutin í mentanarnevndini – uppskotsstillararnir - ætlaði at gera broytingaruppskot viðvíkjandi skúlastýrunum, men við tað at løgfrøðingarnir hildu, at farið varð út um identitetin í uppskotinum, gjørdi meirilutin av og boðaði eisini frá tí í álitinum, at hann fór at leggja nýtt lógaruppskot um broytingar í skúlastýrisskipanini fyri tingið. Og tað verður við hesum gjørt.

Í sambandi við løgtingsmál nr. 6/2000 lurtaði nevndin eftir sjónarmiðum frá nógvum pørtum, sum hava við skúlaskap at gera, og greitt er, at í sambandi við skúlastýrini er stórur ivi millum nærum allar partar, hvat rættast er at gera, og mong ivast í, um rætt er at seta ta skipanina við skúlastýrum í verk, sum fólkaskúlalógin frá 1997 leggur upp til, og sum landsstýrismaðurin við ávísum broytingum mælir til at seta í verk.

Fleiri ymiskar orsøkir eru til hetta. Millum annað vísa royndir aðrastaðni við teimum skúlastýrum, sum ætlanin er at seta í verk í okkara skúlum, at bara ein lítil partur av foreldrunum møta upp at velja skúlastýri, og hetta kann vera sera óheppið, tí vandi er tá fyri, at t.d. smáir áhugabólkar kunnu taka seg saman og fáa størri ávirkan, enn gott er. Eisini kann verða spurt, um tað ikki er ein samfelagsrættur hjá øllum borgarum at sleppa at velja skúlastýrini í tí almenna fólkaskúlanum. Haraftrat er tað eitt stórt og trupult arbeiði at skula skipa fyri skúlastýrisvali á hvørjum skúla triðja hvørt ár, og einki vísir tað betur enn uppskotið til kunngerð um val av skúlastýri, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur sent út til hoyringar. Tá er ólíka lættari og praktiskari at halda fast við verandi skipan, har skúlastýrini verða vald samstundis og eftir somu skipan sum kommunustýrini.

Tórshavnar kommuna er í eini serstøðu viðvíkjandi skúlastýrum. 7 fólkaskúlar eru í kommununi, og aftan á 1. jan 2001 vera teir 8. Mentamálanevnd Tórshavnar kommunu, Skúlaleiðarafelagið og Skúlaráðið í Havn, ja, í veruleikanum allir partar, eru samd um, at verandi skipan hevur verið ein sera praktisk og góð skipan fyri Havnina, og mælt verður staðiliga til at varðveita eitt felags stýri. Samstarvið ímillum skúlarnar er gott, og vandi er fyri, at hetta fer fyri bakka, um eitt stýri verður valt fyri hvønn skúla í kommununi. Tað verður hildið at vera sera óheppið ikki at hava eitt felags forum, sum ikki minst í sambandi við setan av lærarum og innskriving av børnum er alneyðugt.

Uppskotssetararnir hava tikið hesar viðmerkingar til sín og mæla tí til at gera eina skipan við skúlastýrum, har vit varðveita fólkavald stýri, sum verða vald samstundis og eftir somu reglum sum kommunustýri. Men samstundis fara uppskotssetarnir m.a. eftir uppskoti frá Mentamálanevnd Tórshavnar kommunu at mæla til, at foreldraráðsumboð fyri teir einstøku skúlarnar fáa sæti í skúlastýrunum saman við skúlaleiðarunum og umboðum fyri lærararnar – tó ikki við atkvøðurætti. Við hesum kunnu vit siga, at vit fáa eina millumloysn, har vit, samstundis sum vit varðveita tey fólkavaldu umboðini, fáa stuðlað upp undir foreldraávirkanina á skúlarnar. Hetta verður gjørt á tann hátt, at sett verður í lógina, at foreldraráð verða stovnað á hvørjum skúla, sum síðani fáa umboð í skúlastýrið.

Eisini verður mælt til, at kommunustýrið kann gera av, at ein av limum tess er við á skúlastýrisfundi uttan atkvøðurætt. Hetta er í góðum samsvari við álitið um nýggja fólkaskúlalóg (1996), har m.a. varð sagt: "Tað er týdningarmikið fyri menningina av kommununnar skúlaskapi, at gott samstarv er millum kommunustýrið og skúlastýrið. Við støðugum innliti í málsviðgerðir skúlastýrisins verður kommunustýrið betur ført fyri at fylgja við í virksemi skúlans og dugna skúlans arbeiði sum best."

Nógv verður í dag tosað um kommunusamanlegging, og tí kann hugsast, at tað í framtíðini kann verða neyðugt við heimild at býta kommunur í tvey ella fleiri skúlaøki. Tí mælir mentanarnevndin til at seta inn í lógina, at landsstýrismaðurin eftir umsókn frá býráð/bygdarráð kann loyva, at ein kommuna verður býtt í fleiri øki, hvørt við sínum skúlastýri. Henda grein stendur eisini í verandi lóg um skúlafyrisiting frá 1978.

1. viðgerð 21. desember 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 30. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen hava lagt málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. desember 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Mentanarnevndin hevur viðgjørt málið á fundunum 15, 17. og 24. januar. Á fundinum 17. januar var Tórbjørn Jacobsen, landstýrismaður, á fundi saman við umboðum fyri Undirvísingar- og mentamálastýrið.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen) vísir til viðmerkingar sínar í uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

Men meirilutin vil fegin leggja dent á, at ein av orsøkunum til, at fyriliggjandi uppskot frá fimm tingmonnum, sum samstundis eru limir í mentanarnevndini, varð lagt fram, er, at uppskotssetararnir halda, at galdandi løgtingslóg er ikki nøktandi, tá ið tað snýr seg um stýringina av skúlunum, og hetta ger seg ikki minst galdandi í teimum kommunum, har fleiri fólkaskúlar eru.

Meirilutin heldur, at verandi lóg tryggjar ikki, at felags og hægri fyriskipað skúlapolitisk mál kunnu verða viðgjørd á nøktandi hátt – og hetta ger seg sjálvandi serliga galdandi fyri Tórshavnar kommunu, sum ikki hevur færri enn 8 fólkaskúlar. Her er heilt einfalt einki forum, sum hevur myndugleika til at samskipa felags skúlapolitisk mál. Tá ið nú skúlastýrini við teir ymsu skúlarnar bert fara at viðgera mál, sum viðvíkja teirra skúla, so verða felags og yvirordnað mál annaðhvørt ikki viðgjørd ella viðgjørd uttan neyðuga heimild. M. a. tí mæla uppskotssetararnir til at fara aftur til eitt fólkavalt stýri fyri hvørja kommunu.

Sum nevnt í viðmerkingunum til uppskotið, so tykjast allir partar samdir um, at skipanin, sum higartil hevur verið galdandi, hevur verið ein sera praktisk og góð skipan fyri Havnina, og mælt verður tí til at varðveita eitt felags stýri. Samstarvið millum skúlarnar er gott, og vandi er fyri, at hetta fer fyri bakka, um eitt stýri verður valt fyri hvønn skúla í kommununi.

Uppskotssetararnir mæla tí til at gera eina skipan, har vit varðveita fólkavald stýri, sum verða vald samstundis og eftir somu reglum sum kommunustýri. Men samstundis verður mælt til, at foreldraráðsumboð fyri teir einstøku skúlarnar fáa sæti í skúlastýrunum saman við skúlaleiðara og umboði fyri lærararnar – tó ikki við atkvøðurætti. Við hesum kunnu vit siga, at vit fáa eina millumloysn, har vit, samstundis sum vit varðveita tey fólkavaldu umboðini, fáa stuðlað upp undir foreldraávirkanina á skúlarnar. Hetta hevur so við sær, at sett verður í lógina, at foreldraráð verða stovnað á hvørjum skúla, sum síðani fáa umboð í skúlastýrið.

Undir nevndarviðgerðini hava umboð fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið víst á, at eftir uppskotinum verður tað ógreitt eftir § 50, stk. 6, nær mál viðvíkja tí einstaka skúlanum. Meirilutin fer tí í broytingaruppskoti at mæla til, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta nágreiniligari reglur hesum viðvíkjandi.

Tey fólkavaldu umboðini í skúlastýrunum verða eftir uppskotinum í § 50, stk 1 nr. 1 vald samstundis og eftir somu reglum sum kommunustýri. Men sitandi skúlanevndir/ráð, sum vóru vald í desember 1996, hava fingið forlongdar heimildir til 1. august 2001 sambært § 67, stk. 9 í fólkaskúlalógini. Aftan á hetta skulu nýggj skúlastýri taka við, og tey vóru ikki vald á seinasta kommunuvali. Tí verður neyðugt at seta inn skiftisreglur um, nær tey fólkavaldu umboðini skulu verða vald í komandi skúlastýri. Valið má sjálvandi vera í góðari tíð, helst einaferð í vár. Men meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at fáa heimild til at gera av, nær valdagurin skal vera. 

Samsvarandi hesum setir meirilutin tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

a) Í § 1, nr. 2, § 50, stk. 6, verður skoytt upp í sum 3. pkt.:"Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur hesum viðvíkjandi."

b) Sum nýtt nr. 6 í § 1 verður sett: "Í § 67, stk. 9, verður sett afturat sum 2. pkt.: "Hóast ásetingina í § 50, stk. 1, nr. 1, ásetur landsstýrismaðurin valdagin fyri valskeiðið 2001-2004."

Minnilutin (Katrin Dahl Jakobsen og Hildur Patursson) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið. Minnilutin hevur hesar viðmerkingar:

Minnilutin heldur hetta uppskotið vera stórt afturstig í mun til upprunaligu ætlanina og hugburðin við skipan av skúlastýrum.

Samstarvið millum skúla og heim er lógarfest. Tí var dentur lagdur á í uppskoti til nýggja fólkaskúlalóg, at hetta samstarvið skuldi verða leitt og fyriskipað gjøgnum skúla-/felagsskúlastýri, har foreldraumboðini vóru í meiriluta, men har eisini einstaki skúlin var væl umboðaður við lærarum, næmingum og leiðara skúlans sum skrivara.

Endamálið var, í góðum samstarvsanda, at skúlastýrini skulu seta sín serstaka dám á tann einstaka skúlan og alt virksemi hansara. Skipanin hevði havt við sær, at foreldur fingu avgerðarmyndugleika og ábyrgd í øllum málum, sum viðvíktu skúlanum. Tíverri duttu næmingarnir burturúr.

Samanborið við upprunaligu ætlanina, víkir fyriliggjandi uppskot so mikið frá, at tað stríðir í móti andanum í nýggju fólkaskúlalógini, heldur enn at stuðla uppundir hana.

Tær uppgávur og tann myndugleiki, sum skúlanevndirnar fyrr høvdu, eru, sum partur í náttúrligu menningini, fluttar út til skúla/leiðara at taka sær av. Frá at hava verið formellar leiðsluuppgávur, er nú talan um reellar leiðsluuppgávur. Tí tykist tað øvugtur vegur at fara at lóggeva hesar uppgávur úr úr skúlanum aftur.

Í lógini stendur greitt, hvørjar uppgávur skúlastýrini hava. Við hesum uppskotinum verða uppgávurnar miðsavnaðar heldur enn tað øvugta.

Eftir uppskoti meirilutans verða tað bara tey 3-5 fólkavaldu, sum einsamøll hava avgerðarrættin, tí hvørki skúlaleiðarar, foreldur ella lærarar fáa atkvøðurætt, men hava bara talurætt og verða bara innkallað, tá teir fólkavaldu limirnir gera hetta av.

Minnilutin setir spurnartekin við, um tað í hesum uppskotinum yvirhøvur er talan um eitt skúlastýri, sum tekur avgerðir, sum lógin sigur, tá tað bara er ein lítil partur av stýrinum, sum hevur avgerðarrætt.

Í uppskotinum verður sagt: "foreldraráðsumboð, skúlaleiðarar og umboð fyri lærarar og onnur starvsfólk møta á fundi í skúlastýrinum, tá ið mál, sum viðvíkja teirra skúla, eru til viðgerðar og annars eftir tørvi". Men spurningurin er, nær mál bara viðvíkja einstaka skúlanum?

Minnilutin heldur ikki, at umsitingarligir trupulleikar eiga at vinna á yvirskipaðum endamálum, uttan so at hesir eru óloysiligir. Her verður havt í huga samskipan av skúlaverkinum, tá talan er um innskriving, starvsetan o.a, sum landsstýrismaðurin kundi gjørt vegleiðandi reglur fyri.

Umsitingarligir trupulleikar eiga ikki at máa støðið undan fólkaræðisligari hugsan.

2. viðgerð 6. februar 2001. Uppskot frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-1-6. Málið beint aftur í mentananrnevndina, sum tann 13. februar 2001 legði fram

Á l i t  II

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. desember 2000 er tað beint mentanarnevndini. Mentanarnevndin legði tann 30. januar 2001 fram álit í málinum, men eftir 2. viðgerð 6. februar 2001 varð málið aftur beint mentanarnevndini.

Undir 2. viðgerð varð víst á, at foreldraráðsumboðini ikki hava atkvøðurætt á fundi. Við hesi grund var mælt til at beina málið aftur í nevnd.

Nevndin hevur viðgjørt málið av nýggjum á fundi tann 7. februar 2001, og er meirilutin í nevndini (Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen) samdur um at broyta uppskotið soleiðis, at foreldraráðsumboðini eisini hava atkvøðurætt í stýrinum. 

Samsvarandi hesum setir meirilutin tí fram, afturat teim broytingaruppskotum, sum eru sett fram í áliti I, soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

c) Í § 1, nr. 2, § 50, stk. 4, gongur út orðið "Foreldraráðsumboðini,"

Minnilutin (Katrin Dahl Jakobsen og Annita á Fríðriksmørk) vísir á viðmerkingar sínar í áliti I.

Framhaldandi 2. viðgerð 14. februar 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, Finni Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen, í áliti I til § 1 samtykt 15-2-9. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, Finni Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen, í áliti II til § 1 samtykt 16-2-8.   Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-2-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 16. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 11-0-14. Málið avgreitt.