Tvískattasáttmáli Føroyar - Grønland

 

34  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Løgtingið góðkennir hjálagda sáttmála dagfestur 30. august 2000 millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøkum og ogn saman við tilhoyrandi protokollatum dagfestum ávíkavist 30. august og 22. november 2000.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógaruppskotinum er at seta í gildi tvískattasáttmálan millum Føroyar og Grønland, og harvið fremja ásetingar sáttmálans í Føroyum, tá treytirnar fyri hesum eru loknar.

Tvískattasáttmálin hevur til endamáls at sleppa undan millumlanda tvískatting í teimum førum, tá bæði londini skatta sama likamliga ella løgfrøðiliga persón av somu inntøku.

Føroyska og grønlendska landsstýrið leggja við tvískattasáttmálanum stóran dent á, at sáttmálin – umframt at loysa skattlig ivamál – er liður í økta samstarvinum og menningini millum londini bæði.

Tvískatting hendir oftast í teimum førum, tá ið ein persónur, sum býr í einum av hesum londunum fær inntøku úr hinum landinum.

Sáttmálin ásetur tí reglur, sum nágreina, hvat land hevur rætt til at skatta tey ymisku sløgini av inntøkum, sum ein persónur í tí eina landinum (bústaðarlandinum) fær frá hinum landinum (keldulandinum). Harumframt eru reglur ásettar um, hvussu bústaðarlandið skal avtaka tvískattingina, tá bæði londini skatta somu inntøku. Tvískattasáttmálin kann tí minka skattingina í Føroyum, sum skuldi verið gjørd eftir innanhýsis føroyskum skattareglum. Hetta er galdandi bæði, tá ein persónur, sum býr í Føroyum, fær inntøku úr Grønlandi, og í tí umvenda førinum.

Sátttmálin fevnir um skattir av inntøku og ogn og kemur í staðin fyri sáttmálan millum hesi bæði londini frá 4. februar 1992. Nýggi sáttmálin víkir í síni heild frá sáttmálanum frá 4. februar 1992, sum einans fevndi um føroyskar navigatørar o.a. við grønlendskum fiskiskipum.

Eyðsýndir fyrimunir fyri Føroyar við nýggja sáttmálanum eru serliga viðvíkjandi fríari vinnu (sakførarar, verkfrøðingar, grannskoðarar v.fl.) og persónligum arbeiði í tænastuviðurskiftum. Í tí fyrra førinum varð løntakari skattaður í Grønlandi, um hann arbeiddi har í meira enn 60 dagar. Men sambært nýggja sáttmálanum er tíðarskeiðið nú víðkað til 183 dagar. Løntakarin verður eftir hesum skattaður í Føroyum, um hann ikki er meira enn 183 dagar í Grønlandi. Tað sama ger seg galdandi í seinna førinum, har ein kann hugsa sær, at t.d. eitt føroyskt vinnuvirki sendir fólk til Grønlands at arbeiða.

Sáttmálin frá 1992 var ætlaður at forða fyri, at føroyskir fiskimenn komu undir fulla skattskyldu bæði í Føroyum og í Grønlandi, eftir at trupulleikar stóðust av, at grønlendsku skattamyndugleikarnir endaálíknaða fiskimenninar, hvørja ferð teir í frítíðini fóru til Føroyar.

Føroyskir fiskimenn verða eftir nýggja sáttmálanum skattaðir í Føroyum (bústaðarskatting). Hetta er í tráð við altjóða skattareglur, ið vanliga siga, at persónur verður skattaður, har ið hann býr, samstundis sum bústaðarlandið frásigur sær rættin til skattin av inntøkuni í tí landinum, har ið arbeiðið verður gjørt.

Í nýggja sáttmálanum er eisini ásett, at avtøkureglan (lempilsi fyri skatt goldin í Grønlandi) fyri føroyskar fiskimenn í Grønlandi verður tann sokallaða exemptión við progressjónsfyrivarni. Tvs. at tann grønlendski skatturin av tí grønlendsku inntøkuni fellur til Grønlands, meðan møgulig føroysk inntøka verður skattað í Føroyum. Skattingin av føroysku inntøkuni fer fram á tann hátt, at báðar inntøkunar verða lagdar saman. Síðani verður samlaður føroyskur skattur roknaður av samlaðu inntøkuni. Avtøka (lempilsi ella lætti) verður síðani givin fyri tann grønlendska skattin, meðan tann føroyski skatturin verður tann lutfallsligi parturin av tí samlaða skattinum, sum tann føroyska inntøkan er í mun til samlaðu inntøkuni. Lýst við einum dømi kann lutfallið av inntøkunum vera 1:4; t.d. grønlendsk inntøka = 400 tkr. og føroysk inntøka = 100 tkr. Í hesum førinum skal 20% av tí samlaða skattinum (skattur av 500 tkr. útroknaður eftir føroyska skattastiganum) gjaldast av tí føroysku inntøkuni uppá 100 tkr.

Fiskimenn vórðu eftir tí gamla sáttmálanum skattaðir í Grønlandi eftir tí sokallaða uppihaldskriteriinum. Tað hevði við sær, at grønlendsk og føroysk inntøka varð skattað hvør sær.

Tá ið lætti verður givin í føroyska skattinum fyri skatt goldnan í Grønlandi (í sambandi við avtøkuháttin eftir grein 23, kreditavtøka, og exemptión við progressjónsfyrivarni sambært protokoll til grein 23), er tað sokallaða "nettometodan", ið verður nýtt. Tað merkir, at um skattgjaldari í sambandi við útlandsinntøkuna fær inntøkufrádráttir (t.d. samdøgursfrádrátt), so eiga hesir frádráttir at verða drignir frá í útlandsinntøkuni, tá ið lutfallið (í sambandi við avtøkuna/lættan fyri útlendska skattin) í millum inntøkurnar skal finnast. Víst verður her til skriv frá Fíggjarmálastýrinum, dagf. 23. apríl 1998, sum er svar upp á fyrispurning frá Toll- og Skattstovu Føroya hesum viðvíkjandi.

Nýggi sáttmálin byggir annars á fyrimyndina hjá OECD til ein tvískattsáttmála, men er eisini lagaður til við støði í ásetingum í tvískattasáttmálanum millum Grønland og Danmark og tvískattasáttmálanum millum norðurlond (Grønland er ikki við í norðurlendsku tvískattaavtaluni). Eitt yvirlit hesum viðvíkjandi er á aftasta blað í skjalatilfarinum..

Sáttmálin kemur í gildi 1. januar 2001.

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum
Sáttmálin verður ikki mettur at hava fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunurnar ella vinnuna.

Sáttmálin hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki hevur sáttmálin nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Neyðugt verður tó at gera eina broyting í § 2, stk. 1 í skattalógini, soleiðis at tað her verður ásett avmarkað skattskylda fyri persónar, sum hava inntøku fyri arbeiði innt umborð á flogfari, sum er rikið av einum persóni ella felagið, sum er heimahoyrandi í Føroyum.

Eftir núverðandi skattalóg er ikki heimild at skatta hesir persónar, um teir ikki eru fult skattskyldugir í Føroyum.

Uttan avmarkaða skattskyldu í føroysku reglunum er ikki heimild at skatta, sjálvt um tvískattasáttmáli ásetur, at inntøkan eigur at verða skattað í Føroyum.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

ja

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

ja

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

 

 

Torført er at siga nágreiniliga, hvørjar fíggjarligar avleiðingar sáttmálin fær. Roknast má tó við, at talan verður um ávísar meirinntøkur av skatti við tað, at tíðarskeiðið, ein verður skattaður í Føroyum viðvíkjandi fríari vinnu og persónligum arbeiði í tænastuviðurskiftum, verður víðkað.

Eisini kann verða talan um meirinntøkur av skatti í sambandi við, at fiskimenn í Grønlandi við bústaði í Føroyum – tá ið teir í frítíðini arbeiða í Føroyum – verða skattaðir av føroysku inntøkuni, sum verður løgd oman á ta grønlendsku inntøkuna. Talan er her um, at avtøkuhátturin fyri grønlendska skattin er broyttur frá fullari exemptión til exemptión við progressjónsfyrivarni.

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Grein 1. Persónar, sum koma undir sáttmálan
Sáttmálin fevnir um likamligar og løgfrøðiligar persónar, sum búgva (t.v.s. eru fult skattskyldugir persónar) í einum ella báðum sáttmálabundnu londunum. Mest eyðsýndu førini eru tey, tá ein persónur er fult skattskyldugur í tí eina sáttmálabundna landinum (bústaðarlandinum) og avmarkað skattskyldugur í hinum landinum av inntøku harfrá.

Grein 2. Skattir eftir hesum sáttmála
Greinin nevnir teir skattir, sum eru fevndir av sáttmálanum. Í Føroyum snýr tað seg um skattir til landskassa, kommunur og kirkju, skattir av vinningsbýti, nýtslugjaldi og rentu, og at enda skattir eftir kolvetnisskattalógini.

Skattirnir eftir hesum sáttmála eru allir skattir, ið verða álíknaðir av allari inntøkuni, allari ognini ella av parti av inntøkuni ella ognini. Íroknaðir eru skattir av vinningi við sølu av rakstrargøgnum ella fastari ogn, skattir av øllum samsýningum ella lønum, sum virkir útgjalda, og skattir av ognarvøkstri.

Uttan mun til, hvat aðrar greinar í sáttmálanum áseta, so skal hann ikki nýtast um inntøkur og ognir hjá virkjum, sum røkja virksemi samb. loyvi eftir lóg um mineralsk ráevni í Grønlandi ella løgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

Sáttmálin skal eisini fevna um allar skattir av sama ella nærum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmáli er undirskrivaður, verða álíknaðir sum ískoyti ella í staðin fyri galdandi skattir.

Um broytingar henda í skattalóggávuni í hesum báðum londunum, skulu málsráðandi myndugleikarnir við ársenda á hvørjum ári geva hvørjum øðrum boð um hetta.

Grein 3. Vanligar allýsingar
Her verður ein røð av almennum málberingum, sum nýttar verða í sáttmálanum, nágreinaðar, og hava í øllum sáttmálanum tann her nevnda týdningin.

Málberingin Føroyar og Grønland merkir ávikavist tað føroyska og tað grønlendska landøkið, eins og sjóøkið og meginlandsstøðið, har londini sambært innanhýsis lóggávu og fólkaræði hava rættindi til at forkanna, leita eftir og framleiða úr náttúrutilfeinginum á havbotninum ella í undirgrundini.

Málberingin land merkir Føroyar ella Grønland soleiðis, sum tað skal skiljast í samanhangi, og verður nýtt í teimum førum, tá vísast skal til fyribrigdi í einum landi, tí eina landinum, í hinum landinum ella í báðum londunum.

Málberingin persónur merkir ein likamligur persónur, eitt felag ella ein samtøka av persónum, har ein samtøka av persónum merkir ein samtøka, sum í skattligum høpi ikki verður viðgjørd sum sjálvstøðugur skattapersónur. Felag merkir ein løgfrøðiligur persónur ella annað samtak, sum í skattligum høpi verður viðgjørt sum ein løgfrøðiligur persónur.

Sáttmálabundið land merkir Føroyar ella Grønland, soleiðis sum tað skal fatast í samanhangi við nágreiningina av málberingunum Føroyar og Grønland, og virki í einum ella hinum sáttmálabundna landinum merkir virki, sum verður rikið av einum persóni, sum býr í einum sáttmálabundnum landi ávikavist í hinum sáttmálabundna landinum.

Altjóða ferðsla skal í hesum sáttmála merkja flutningur við skipi ella flogfari, sum verður nýtt av einum persóni ella virki, har veruliga leiðslan býr í Føroyum ella í Grønlandi. Um skipið ella flogfarið bert verður nýtt millum støð í hinum sáttmálabundna landinum, verður tað ikki allýst sum altjóða ferðsla, men sum innlendis ferðsla, eins og varð skipið ella flogfarið einans nýtt innlendis í tí sáttmálabundna landinum, har tess veruliga leiðsla býr.

Málsráðandi myndugleikin er í Føroyum landsstýrismaðurin í skattamálum, og í Grønlandi landsstýrismaðurin í fíggjar- og búskaparmálum, ella annar myndugleiki, sum hevur fingið heimild at taka sær av spurningum, ið standast av hesum sáttmala. Annars verður avrátt, at tá ið sáttmálin verður nýttur í einum sáttmálabundnum landi, skal málberingin í førum, tá hon er ikki útgreinað í sáttmálanum, hava tann týdning, sum hon hevur í hesum landi um teir skattir, sum sáttmálin viðvíkur. Um málberingin hevur ymiskar týdningar í ymiskum lógum í hesum landi, so skal týdningurin, sum hon hevur í skattalóggávuni í hesum landi, hava fyrimun.

Grein 4. Skattligur heimstaður
Greinin ásetur, nær ein persónur í skattligum høpi verður hildin at búgva í einum sáttmálabundnum landi. Málberingin, persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, merkir ein persónur, sum er fult skattskyldugur til hetta landið orsakað av heimstaði, bústaði, leiðslunnar bústaði ella líknandi eyðkenni. Málberingin skal eisini fevna um heimastýrið, tess politisku deildir og lokalu myndugleikar. Um skattskyldan bert er avmarkað til inntøku frá ella ognir í hesum landinum (keldulandsinntøku undir avmarkaðari skattskyldu), so verður hesin skattskyldugi ikki hildin at hava bústað í hesum landinum. Verður ein ikki-likamligur (t.v.s. løgfrøðiligur) persónur hildin at búgva í báðum sáttmálabundnu londunum, er ásett, at hann skal verða hildin at búgva í tí landinum, har veruliga leiðslan hevur sæti. Tá tað snýr seg um deyðsbúgv, so verða tey hildin at búgva í tí landinum, har hin deyði búði við andlátið.

Ein persónur kann haldast at vera fult skattskyldugur í báðum hesum sáttmálabundnu londunum sambært skattreglunum í hvørjum landi sær. Tá er neyðugt at staðfesta í hvørjum av londunum persónurin, soleiðis sum sáttmálin umrøður hesi viðurskifti, er búgvandi (bústaðarlandið). Tí eru sett upp trý eyðkenni í hesi grein, sum í tí raðfylgju tey eru skrivað, skulu avgera, hvar persónurin skal verða hildin at búgva. Henda avgerð vil verða avgerandi fyri, hvussu rætturin til skatting skal býtast millum bústaðarlandið og keldulandið, tí í sáttmálahøpi ber ikki til at búgva í fleiri enn einum landi. Avgjørt verður tí í tí raðfylgju, eyðkennini eru skrivað, soleiðis at, um hann hevur fastan bústað í báðum londunum, fyrst verður hugt at, hvørjum landi hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin fyri lívsáhugamálini). Um hetta ikki kann staðfestast, verður hugt at, í hvørjum landi miðdepilin fyri lívsáhugamál hansara er. Hevur hann í hesum føri ikki fastan bústað í nøkrum av hesum báðum londunum, verður hann hildin at búgva, har hann vanliga uppiheldur sær. Skuldi so hent, at ikki var gjørligt at gera av, í hvørjum av londunum hann vanliga uppiheldur sær, so skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í hesum báðum sáttmálabundnu londunum gera hetta av við eini sínámillum avtalu.

Grein 5. Fastur rakstrarstaður
Henda grein ásetur, nær vinna, sum eitt virki í tí eina landinum rekur í hinum landinum, er av sovorðnum slag, at tað stovnar fastan rakstrarstað i hesum landinum. Tá talan er um ein fastan rakstrarstað, vil keldulandið vera ført fyri at skatta tann vinning, sum hetta fasta rakstrastaðið fær. Annars er meginreglan, at vinningur, sum eitt virki fær av at reka vinnu í einum øðrum landi, bert kann verða skattaður í bústaðarlandinum, jfr. grein 7.

Málberingin fastur rakstrastaður merkir serstakliga eitt stað, haðani virkið verður stjórnað, ein deild, ein skrivstova, ein verksmiðja, eitt nám, ein olju- ella gasskelda, eitt grótbrot ella eitt stað, har náttúruríkidømi, eisini vatn og ísur, verður vunnið ella roynt verður at vinna slíkt.

Tað staðið, har byggi-, nýgerðar- ella uppsetingararbeiði er í gerð, ella har eftirlitsvirksemi í sambandi við hesi verður framt, er at rokna sum fastur rakstrarstaður, um arbeiðið í samnhangi fer upp um 3 mánaðir.

Eisini verður her staðfest, at tá tað snýr seg um hjálpitiltøk, tá stovna hesi ikki fastan rakstrarstað. Tá virksemið verður rikið umvegis eitt óheft umboð í keldulandinum, stovnar tað ikki fastan rakstrarstað. Hinvegin er talan um fastan rakstrarstað, um umboðið heilt ella í størsta mun er knýtt at virkinum.

Tryggingarafeløg, sum eru heimahoyrandi í tí eina landinum, og í hinum landinum krevja tryggingargjøld inn ella tryggja vandar har umvegis eitt starvsfólk ella umboð, sum býr í hesum landinum, verða hildin at hava fastan rakstrarstað í hesum landinum.

Ikki verður mett, at fastur rakstrarstaður er stovnaður í hinum landinum fyri eitt móðurfelag, um móðurfelagið í tí eina landinum bert hevur eitt dótturfelag í hinum landinum.

At enda verður staðfest, at um eitt fastognarlánsfelag (kreditforeining) í tí eina landinum lænir pening út í hinum landinum umvegis eitt starvsfólk ella umboð, sum býr har, so stovnar tað fastan rakstrarstað í hinum landinum.

Grein 6. Inntøka av fastari ogn
Greinin ásetur, at inntøka av fastari ogn altíð kann verða skattað í tí landinum, har fasta ognin liggur. Av nágreiningini av málberingini føst ogn sæst, at málberingin skal hava tann týdning, sum hon hevur sambært lóggávu í tí landinum, har ognin er. Málberingin fevnir tó altíð um tað, sum hoyrir til føstu ognina, so sum innistøðu og amboð, sum nýtt verða í vinnu við landbrúki og rættindi, har borgarligu rættarreglurnar um fasta ogn verða nýttar. Málberingin fervnir eisini um skiftandi ella fastar veitingar, ið goldnar verða fyri at nýta miniralríkidømi, keldur og onnur náttúruríkidømi. Ásett er, at málberingin føst ogn ikki fevnir um skip og flogfør.

Rætturin til at skatta skal verða nýttur um inntøku, ið stavar frá nýtslu, leigu, at lata annan hava í hondum og hvørjari aðrari nýtslu av fastari ogn. Somuleiðis skal hesin rættur nýtast um inntøku av fastari ogn, sum virki eigur, og um inntøku av fastari ogn, sum nýtt verður í samband við fría vinnu.

Grein 7. Inntøka av vinnuvirki
Her verður staðfest sum meginregla, at inntøka av vinnuvirki bert kann verða skattað í bústaðarlandinum, uttan so at virksemið verður rikið frá einum føstum rakstrarstaði í keldulandinum. Um so er, kann keldulandið skatta so stóran part av inntøkuni, sum kann kannast fasta rakstrarstaðnum.

Síðani eru ásettar reglur fyri, hvussu skattskylduga inntøkan frá fasta rakstrarstaðnum skal gerast upp.

Um inntøkurnar frá vinnuvirki eru serstakt viðgjørdar í øðrum greinum í hesum sáttmála, so skulu hesar inntøkur viðgerast eftir reglunum í hesum greinunum.

Grein 8. Inntøka av skipa- og loftferðslu
Greinin ásetur, at inntøka av skipa- og loftsferðsluvirksemi í altjóða ferðslu bert kann verða skattað, har sum veruliga leiðsla virkisins hevur sæti.

Um virki, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum landi, fær inntøku av skipa- og loftferðslurakstri, har raksturin bert fer fram í hinum sáttmálabundna landinum, kann inntøkan verða skattað í hesum seinra sáttmálabundna landinum.

Reglurnar omanfyri eru eisini galdandi, um inntøkurnar stava frá rakstri í pool-arbeiði, handilsfelagsskapi ella í altjóða rakstrarfelagsskapi.

Grein 9. Virki, sum sínamillum eru bundin hvørt at øðrum
Henda grein slær fast, at hugtakið "arm’s length"-hátturin skal nýtast í handilstiltøkum millum feløg, sum eru bundin hvørt at øðrum. Hetta merkir, at um sínámillum bundin feløg sum t.d. móðurfelag í tí eina sáttmálabundna landinum og eitt dótturfelag í hinum sáttmálabundna landinum handla sínámillum, og treytirnar ikki eru tær somu, sum vildu verið galdandi í fríum handli, so kunnu bæði londini rætta inntøkuna og soleiðis eisini skattingargrundarlagið, soleiðis at inntøkan verður ásett til tað, hon vildi verið, um handlað varð til marknaðartreytir.

Grein 10. Vinningsbýti
Málberingin vinningsbýti merkir í hesum sáttmála inntøka av partabrøvum, lutaprógvum ella øðrum rættindum, tó ikki av skuldarbrøvum. Vinningsbýti er eisini at skilja sum lutur í vinningi eins og inntøkum frá rættindum í feløgum. Hetta er tó treytað av, at inntøkurnar eru undir somu skattligu viðgerð sum inntøka av partabrøvum sambært lóggávuna í tí landinum, har útlutandi felagið býr.

Í sáttmálanum er annars avrátt, at vinningsbýti, sum felag, sum býr í tí eina sáttmálabundna landinum, rindar til ein persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í báðum sáttmálabundnu londunum. Eftir vanligu reglunum í grein 23 skal bútstaðarlandið avtaka skattin av teirri inntøku, sum er skattað í keldulandinum, og sum bústaðarlandið eisini skattar.

Hóast grein 4 í sáttmálanum sigur, at løgfrøðiligur persónur, um hann verður hildin at búgva í báðum londunum, skal skattast, har veruliga leiðslan hevur sítt sæti, so er galdandi, tá tað snýr seg um vinningsbýti, at hetta kan skattast í tí landinum, har útlutandi felagið er skrásett, uttan mun til hvar móttakarin av vinningsbýtinum býr. Býr móttakarin av vinningsbýtinum í sama landi, sum útlutandi felagið býr, so kann vinningsbýtið bert skattast har. Útlutandi felagið skal bert halda aftur vinningsbýtisavgjald í tí sáttmálabundna landinum, har tað er skrásett.

Málsráðandi myndugleikarnir í báðum sáttmálabundnu londunum kunnu avráða, at stovnur, sum er frítikin fyri skatting í tí landinum, har hann býr, skal verða frítikin fyri keldulandsskatting av vinningsbýti, um vinningsbýtið verður goldið frá feløgum í hinum sáttmálabundna landinum.

Grein 11. Renta
Málberingin renta merkir inntøka av skuldarbrøvum av einum og hvørjum slag, sum ikki er vinningsbýti samb. grein 10, uttan mun til, um skuldarbrøvini eru tryggjað við veðhaldi í fastari ogn ella ikki. Serstakliga fevnir málberingin um inntøku av ríkisbrævalánum, brævalánum og skuldbindingum, her íroknaður kursvinningur og vinningur, sum stavar frá slíkum virðisbrøvum. Dragurenta, tá ikki er goldið rættstundis, verður sambært hesi grein ikki roknað sum renta.

Renta, sum stavar frá einum landi og verður goldin einum persóni í hinum landinum, kann bert skattast í tí landinum, har rætti ognarin av rentuni býr, uttan so, at renturnar kunnu kannast einum føstum rakstrarstaði ella einum føstum staði í hinum sáttmálabunda landinum. Um so er, verða renturnar skattaðar eftir reglunum í grein 7 ella grein 14, nevniliga í tí landinum, har fasti rakstrarstaðurin ella fasta staðið er.

Um serstøk bond eru millum hann, sum rindar rentuna, og hann, sum fær rentuna, ella triðja mann, og hettar hevur við sær, at rentan ikki er ájøvn við rentu, sum avrádd vildi verið millum óvildugar partar, so skal tann upphædd, sum skal viðgerast eftir reglunum um rentur, rættast samsvarandi.

Grein 12. Nýtslugjald (Royalty)
Málberingin nýtslugjald merkir í hesum sáttmála gjalding av øllum slagi, sum fæst sum gjald fyri at nýta ella hava rættin til at nýta hvønn ein upphavsrætt, einkarrætt, vørumerki, mynstur, tekning, loyniligan formála ella fyri upplýsingar um íðnaðar-, handils- ella vísindaligar royndir.

Nýtslugjøld, sum stava frá tí eina landinum og verða goldin móttakara í hinum landinum, kunnu skattast í hesum seinna landinum, t.e. í bústaðarlandi móttakarans, men tey kunnu eisini verða skattað í tí landinum, haðani tey stava, men tá má skatturin ikki fara upp um 25% av bruttoupphæddini av nýtslugjaldinum. Tað landið, har móttakarin av nýtslugjaldinum býr, og sum eisini hevur rætt til at skatta nýtslugjaldið, skal tá taka av í sínum skatti tann skatt, sum goldin er í tí landinum, har nýtslugjaldið stavar frá.

Ásetingarnar í hesi grein skulu ikki nýtast, um móttakarin av nýtslugjaldinum rekur vinnuligt virksemi frá einum føstum rakstrarstaði ella føstum staði í tí landinum, haðani nýtslugjaldið stavar, og tey rættindi ella ogn, sum eru grundarlagið fyri nýtslugjaldinum, hava beinleiðis samband við henda fasta rakstrarstað ella fasta stað. Tá skulu ásetingarnar í grein 7 og grein 14 nýtast.

Sjálvt um útgjaldarin av nýtslugjaldinum ikki býr í landinum, haðani nýtslugjaldið verður goldið, men í hesum landinum hevur fastan rakstrastað ella rekur fría vinnu fra einum føstum staði har, og nýtslugjaldið verður borið av hesum fasta rakstrarstaðnum ella fasta staðnum, so skal tað roknast at stava frá tí landinum, har fasta rakstrarstaðið ella fasti staðurin liggur.

Um serstøk bond eru millum tann, sum rindar nýtslugjaldið, og móttakarin ella triðja mann, og hetta hevur við sær, at nýtslugjaldið ikki er ájavnt við eina upphædd, sum vildi verið avrádd millum óvildugar partar, tá skal tann upphæddin, sum skal viðgerast eftir reglunum um nýtslugjald, rættast samsvarandi.

Grein 13. Kapitalvinningur
Í hesi grein verður avrátt, at vinningur við sølu av fastari ogn, soleiðis sum henda er nágreinað í grein 6, sum persónur, sum býr í tí eina landinum, hevur í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verða skattað í hesum seinra landinum, t.v.s. í keldulandinum.

Sama er galdandi, tá tað snýr seg um ogn, sum ikki er føst ogn, og henda ogn er partur av vinnufænum í einum føstum rakstrarstaði ella hoyrir til ein fastan stað, sum hevur samband við at reka fría vinnu í hinum sáttmálabunda landinum og tá sjálvur tann fasti rakstrarstaðurin ella tað fasta staðið verður selt.

Um skip ella flogfør, sum nýtt verða í altjóða ferðslu, verða seld, ella ogn, sum ikki er føst ogn, sum er tengd at rakstrinum av slíkum skipum ella flogførum, verður seld, so kann vinningurin bert verða skattaður í tí sáttmálabundna landinum, har veruliga leiðslan hjá virkinum hevur sítt sæti.

Um onnur ogn enn tann, sum nevnd er frammanfyri, verður seld, so kann vinningurin bert verða skattaður í tí sáttmálabundna landinum, har seljarin býr.

Grein 14. Frí vinna
Inntøka frá fríari vinnu sum t.d. sjálvstøðugum virksemi í sambandi við vísind, bókmentir, list, útbúgving ella undirvísing ella sjálvstøðugum virksemi sum lækni, advokatur, verkfrøðingur, arkitektur, tannlækni ella grannskoðari, sum ein persónur, sum býr í tí eina landinum, rekur í hinum landinum, kann bert verða skattað í bústaðarlandinum.

Slík inntøka kann tó eisini verða skattað í tí landinum, har raksturin er (keldulandinum), um tann, sum rekur vinnuna a) í hesum seinra landi hevur ein fastan stað, sum støðugt er til taks at nýta í samband við vinnuna, ella b) dvølur í tí landinum, har raksturin er í einum ella fleiri tíðarskeiðum, ið tilsamans eru longur enn 183 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, sum byrjar ella endar viðkomandi skattaár, men bert í tann mun inntøkan kann kannast hesum fasta staði ella tí virkseminum, sum er innt har í nevnda tíðarskeiði.

Málberingin "fastur staður" er mótvegis málberingini "fastur rakstrarstaður" ikki nágreinað í sáttmálanum, men vil vanliga fevna um eina skrivstovu ella eina viðgerðarstovu, har viðskiftafólk kunnu koma.

Grein 15. Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum
Greinin fevnir um skatting av lønarinntøku. Arbeiðir ein persónur, sum býr í tí eina landinum, fyri løn í hinum landinum, kann hetta annað landið (keldulandið) skatta hesa lønarinntøku, uttan so at løntakarin dvølir í keldulandinum í í mesta lagi 183 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, sum byrjar ella endar í viðkomandi skattaári, og lønin ikki verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum býr í keldulandinum, og lønin ikki verður goldin av einum føstum (rakstrar)staði, sum ein arbeiðsgevari í bústaðarlandinum hevur í keldulandinum, og harafturat skal ikki verða talan um arbeiðsútleigan. Allar fýra treytirnar skullu vera loknar.

Ein arbeiðstakari, sum býr í Føroyum, og sum verður sendur til Grønlands at arbeiða fyri ein føroyskan arbeiðsgevara, sum ikki hevur fastan rakstrarstað ella fastan stað í Grønlandi, kann arbeiða í Grønlandi í upp til 183 dagar uttan at skula gjalda skatt í Grønlandi, men rindar skatt í Føroyum.

Frammanfyri standandi reglur eru ikki galdandi, tá arbeiðið verður gjørt umborð á skipum ella flogførum, tí tá verður lønin skattað í tí landi, har ið felagið, sum eigur ella rekur skipið ella flogfarið er heimahoyrandi.

Hetta seinra merkir, at føroyingar, sum arbeiða umborð á grønlendskum skipum ella flogførum, rinda skatt til Grønlands sum kelduland av hesi inntøkuni, men Føroyar hava tó eisini rætt til at skatta inntøkuna, men skulu avtaka tvískattingina eftir reglunum í grein 23 í hesum sáttmálanum, tvs. eftir "kredittháttinum". Her skal tó viðmerkjast, at londini bæði í eini protokol hava avrátt, at tá tað snýr seg um inntøku, sum nevnd er í grein 15, stk. 3, so skulu Føroyar nýta avtøkuháttin "exemption við progressiónsfyrivarni". Hetta merkir, at Føroyar skulu avtaka tvískattingina við at lækka tann í Føroyum útroknaða skattin av allari inntøkuni við tí parti av tí føroyska skattinum, sum lutfalsliga fellur á nettoinntøkuna frá Grønlandi (sí eisini viðmerkingar til grein 23).

Grein 16. Nevndarsamsýningar
Nevndarsamsýningar til nevndarlim í felag, sum er skrásett í øðrum landi enn har, móttakarin býr, kann verða skattað í tí landinum, har felagið er skrásett (keldulandinum). Bústaðarlandið hjá móttakaranum kann tó eisini skatta hesa samsýning sambært egnari skattalóggávu, men skal tá taka av tvískattingina eftir reglunum í grein 23 í hesum sáttmálanum, tvs. eftir "kredittháttinum".

Grein 17. Listafólk og ítróttarfólk
Lønir og samsýningar til listafólk og ítróttarfólk kunnu skattast í tí landinum, har tey virka fyri samsýningina ella lønina, men um virksemið sum heild verður goldið við almennum peningi úr bústaðarlandinum, kann samsýningin ella lønin bert verða skattað í bústaðarlandinum. Hetta er eisini galdandi, um samsýningin ella lønin legst til annan persón enn lista- ella ítróttarfólkið sjálvt.

Grein 18. Eftirlønir
Eftirlønir og veitingar sambært almennu lóggávuni, sum verða goldnar frá tí eina landinum til persón, sum býr í hinum landinum, kunnu skattast í báðum londunum. Eftir vanligu reglunum í grein 23 skal bútstaðarlandið avtaka skattin av teirri inntøku, sum er skattað í keldulandinum, og sum bústaðarlandið eisini skattar.

Grein 19. Lesandi
Um ein persónur, sum býr í tí eina landinum, vegna lesnað ella útbúgving, dvølir í hinum landinum, skal hann ikki í hesum seinra landinum verða skattaður av upphæddum, sum hann fær fra keldum uttan fyri hetta landið.

Grein 20. Aðrar inntøkur
Henda grein ásetur, at tá tað snýr seg um inntøkur, sum ikki eru nevndar í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, so kunnu tær bert skattast í tí landinum, har móttakarin býr.

Hetta er tó ikki galdandi, um móttakarin av inntøkuni býr í tí eina landinum, og í hinum landinum hevur ein fastan rakstrarstað ella fast staði, og inntøkan kann kannast hesum fasta (rakstrar)stað. Í slíkum førum skulu reglurnar í grein 7 ávikavist grein 14 nýtast. Um føst ogn er knýtt at fasta (rakstrar)staðnum, tá verður inntøkan av tílíkari ogn fevnd av ásetingunum í grein 6.

Grein 21. Ogn
Henda grein snýr seg um skatting av ogn (formue), og er meginreglan tann, at ogn, sum er føst ogn, kann skattast í tí landinum, har hon liggur, sjálvt um eigarin býr í hinum landinum.

Har tað snýr seg um ogn, sum ikki er føst ogn, og hon er partur av virkisogn í einum føstum rakstrarstaði, sum virki í tí eina landinum hevur í hinum landinum, so kann hon verða skattað í hesum seinra landinum, har fasti (rakstrar)staðurin er.

Sama er galdandi, tá tað snýr seg um rakstrargøgn, sum verða nýtt við atliti til at útinna fría vinnu.

Ogn, sum er skip og flogfør í altjóða ferðslu, kunnu bert verða skattað í tí landinum, har veruliga leiðsla virkisins hevur sítt sæti.

Øll onnur ogn, sum ein persónur eigur, kann bert verða skattað í bústaðarlandinum.

Hvørki grønlendska ella føroyska skattalógin hava heimildir til at skatta ogn (formuebeskatning), so henda grein fær bert týdning, um londini fáa skatting av ogn lógarfesta.

Grein 22. Deyðsbúgv
Inntøka, sum verður goldin úr deyðsbúgvi, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verða skattað í hesum landinum, sjávt um móttakarin býr í hinum landinum. Sambært grein 4 verða deyðsbúgv hildin at búgva í tí landinum, har tann deyði búði við andlátið.

Grein 23. Kreditháttur (Avtøka av tvískatting)
Henda greinin ásetur, hvussu tvískatting skal avtakast. Hátturin í hesum sáttmálanum er "kreditthátturin", sum ásetur, at um ein inntøka frá keldulandinum kann skattast har, og bústaðarlandið eisini kann skatta inntøkuna, so skal bústaðarlandi taka av tvískattingina við at minka skattin við tí lægru av tveimum upphæddum, nevniliga antin tí skattinum, sum goldin er í keldulandinum, ella tí partinum av skattinum í bústaðarlandinum, sum fellur á nettoinntøkuna frá keldulandinum.

Her skal tó viðmerkjast, at londini bæði í eini protokol hava avrátt, at tá tað snýr seg um inntøku, sum nevnd er í grein 15, stk. 3, so skulu Føroyar nýta avtøkuháttin "exemption við progressiónsfyrivarni". Hetta merkir, at Føroyar skulu avtaka tvískattingina við at lækka tann í Føroyum útroknaða skattin av allari inntøkuni við tí parti av tí føroyska skattinum, sum lutfalsliga fellur á nettoinntøkuna frá Grønlandi (sí eisini viðmerkingar til grein 23).

Grein 24. Bann fyri mannamuni
Henda grein ásetur, at bannað er skattliga at gera mun á persónum (eisini løgfrøðiligum persónum) frá hinum landinum. Sama er galdandi fyri fastan rakstrarstað, sum virki í tí eina landinum hevur í hinum landinum, í mun til samlíkt virki í tí seinra landinum. Henda áseting skal tó ikki binda tað seinra landið at geva persónum, sum búgva í tí fyrra landinum, fyrimunir og lættar, sum teir vegna persónliga støðu ella uppihaldsstøðu vildu fingið, um teir vórðu skattaðir í bústaðarlandinum.

Tá tað snýr seg um persónar, sum ikki eru sínámillum bundnir at hvørjum øðrum, so skal loyvast frádráttur fyri útgjaldingar til t.d. rentu, nýtslugjald og tílíkt til persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, undir somu treytum, sum um útgjaldið var til ein persón, sum býr í tí seinra landinum. Somuleiðis, skal í ognini skuld kunna dragast frá, sjálvt um hon er til persón í hinum sáttmálabundna landinum.

Hóast grein 2 í hesum sáttmálanum nágreinar, hvørjar skattir sáttmálin skal nýtast um, so skulu avmarkingarnar í hesi grein verða nýttar um skattir av øllum slagi, uttan mun til heiti.

Grein 25. Mannagongd, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
Greinin fyrisetur mannagongd, sum skal nýtast, um ein persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, ikki heldur seg verða viðgjørdan í samsvari við reglurnar í hesum sáttmálanum. Tá er avrátt, at um myndugleikin ikki heldur seg kunna loysa málið sjálvur, so skulu teir málsráðandi myndugleikarnir royna at loysa málið við sínámillum avtalu.

Í ivamálum um tulking av sáttmálanum og tá tvískatting er hend, sum ikki kann avtakast eftir reglunum í sáttmálanum, tá skulu málsráðandi myndugleikarnir eisini við sínámillum avtalu royna at loysa málið.

Sáttmálin áleggur tó ikki teimum málsráðandi myndugleikunum nakra skyldu at semjast, og ongar reglur eru um gerðarrætt. Vanligt er tó í slíkum førum, at partarnir koma fram til eina semju, sum er nøktandi fyri báðar partar, men sáttmálin tryggjar ikki, at allar ósemjur um tvískatting fáa eina loysn.

Grein 26. Gildiskoma sáttmálans
Sáttmálin fær gildi frá og við 1. januar 2001, og samstundis fer sáttmálin millum hesi bæði londini frá 4. februar 1992 úr gildi.

Grein 27. Uppsøgn
Avrátt er millum londini, at sáttmálin skal vera galdandi, til annað av teimum sáttmálabundnu londunum sigur hann upp. Verður hann uppsagdur, so skal boðast frá til hitt landið í seinasta lagi 6 mánaðir, áðrenn álmanakkaárið endar.

Skjalayvirlit:
Skjal 1. Sáttmáli, dagfestur 30. august 2000, millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.

1. viðgerð 14. desember 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. desember 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 20. desember 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0019/2000