Flutningur av fiski

 

61  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Nevndarskjøl
H. Álit II
I. Framh. 2. viðgerð
J. 3. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

§ 1

Í løgtingslóg nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja.
    Stk. 2. Stuðulin fevnir eisini um virkaða livur og rogn.
    Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda upp til 200.000,- kr. í stuðli til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja.
    Stk. 4. Stuðul verður ikki latin til flutning av alifiski."

  3. § 4, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  4. "Stk. 2. § 2 fer úr gildi 31. desember 2001."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001.

Almennar viðmerkingar

Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 4. apríl 2000 fer § 2 úr gildi 31. desember 2000. Skotið verður upp, at flutningsstudningarnir, ásettir í § 2 í galdandi lóg, verða settir í gildi óbroyttir fyri 2001 soleiðis, at heimild verður fyri at rinda stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, og til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja.

Talva 1 vísir uppgerð pr. 13-11-2000 yvir útgoldnan stuðul í 2000, býtt eftir slag av stuðli, nøgd, útgoldnari upphædd og miðal flutningstuðul fyri kilo.

Talva 1: Uppgerð pr. 13-11-2000 yvir útgoldnan stuðul í 2000.

Stuðulsslag

Smb. §

Kilo

Flutnings- stuðul

Stuðul

pr. kilo

Flutningur av fiski frá útróðrarbátum frá økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu.

§ 1, stk. 2

770.625

70.231

0,09

Flutningur av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja

§ 1, stk. 1

8.516.326

2.073.647

0,24

Flutningur av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn, frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja

§ 2, stk. 1

1.303.336

285.977

0,22

Flutningur av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja.

§ 2, stk. 3

590.087

90.432

0,15

11.180.374

2.520.287

0,23

Talva 1 vísir, at størsti parturin av flutningsstuðlinum, umleið 82 prosent, er útgoldin til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja. Talvan vísir somuleiðis, at stuðulin til flutning av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, og til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja, er umleið 15 prosent av samlaðu útgjaldingunum.

Talva 2 vísir stuðul útgoldnan til flutning av virkaðum feskum fløkum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, fyri 2000, eftir uppgerð pr. 13-11-2000, býtt eftir flutningsleið, nøgd, útgoldnari upphædd og miðal flutningstuðli fyri kilo.

Talva 2: Stuðul til flutning av virkaðum feskum fløkum til avskipingarhavn fyri 2000 eftir uppgerð pr. 13-11-2000

Frá

Til

Kilo

Flutn. stuðul

stuðul/kilo

Norðoyggjum Miðøkið

23.495

3.524

0,15

Sandoynni Miðøkið

155.234

23.285

0,15

Suðuroynni Miðøkið

1.124.607

259.168

0,23

1.303.336

285.977

0,22

Talvan vísir, at umleið 91 prosent av stuðlinum til flutning av virkaðum feskum fløkum til avskipingarhavn er útgoldin til virkir í Suðuroynni.

Talva 3 vísir stuðul útgoldnan til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja, fyri 2000, eftir uppgerð pr. 13-11-2000, býtt eftir flutningsleið, nøgd, útgoldnari upphædd og miðal flutningstuðli fyri kilo.

Talva 3: Stuðul til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki fyri 2000, eftir uppgerð pr. 13-11-2000

Frá

Til

Kilo

Flutn. stuðul

stuðul/kilo

Miðøkinum Norðoyggjar

570.893

85.634

0,15

Norðoyggjum Suðuroyar

19.194

4.799

0,25

590.087

90.432

0,15

Talvan vísir, at umleið 95 prosent av stuðlinum til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki er útgoldin til virkir í Norðoyggjum.

Lønjavningarstovan hevur í ár, smb. uppgerð frá 13-11-2000, avgreitt kr. 2.520.287,42 í flutningstuðli. Gjaldstovan hevur bókað meira á fíggjarárið 2000, hetta tal var 13-11-2000 umleið kr. 2.639.000,-. Hesi tøl benda á, at samlaði kostnaðurin av flutningstuðli fyri 2000 verður oman fyri 3 mió. kr. og í ringasta fall kanska rundar 3,5 mió. kr.

Fram til 29. mai 2000 vórðu latin upp til 10 oyru/kilo til flutning av fiski frá útróðrarbátum frá økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu, meðan stuðulin til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja, var upp til 31 oyru/kilo.

Við kunngerð nr. 88 frá 25. mai 2000, sum fekk gildi 30. mai 2000, vórðu stuðulsupphæddirnar broyttar soleiðis, at stuðulin til flutning av útróðrarfiski er 10 oyru/kilo, meðan hinir studningarnir eru minkaðir til ávikavist 25 oyru/kilo og 15 oyru/kilo, ásett eftir flutningsleið.

Haraftrat er ásett, at umsóknir um flutningsstuðul mugu vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at flutningurin er farin fram.

Talva 4 vísir stuðulin til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja, flutning av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, og flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja.

Talva 4: Stuðulin til flutning av fiski til virkingar, til avskipingarhavn og til frystan fisk

 

 

Norðoyggjar

Vágar

Sandoy

Suðuroy

Eysturoy/

Streymoy

Norðoyggjar

0,00

0,25

0,25

0,25

0,15

Vágar

0,25

0,00

0,25

0,25

0,15

Sandoy

0,25

0,25

0,00

0,25

0,15

Suðuroy

0,25

0,25

0,25

0,00

0,25

Eysturoy/Streymoy

0,15

0,15

0,15

0,25

0,00

Stuðulin til flutning av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn, frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, og flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja, hevur alt árið verið ávikavist 25 oyru/kilo og 15 oyru/kilo.

Talva 5 vísir teldutøku avgreiðslurnar hjá Lønjavningarstovuni í 2000 býtt á mánaðir.

Talva 5: Flutningstuðul útgoldin í 2000, smb. uppgerð pr. 13-11-2000, býtt á mánaðir

Mánaði

Kilo

Flutn. stuðul

stuðul/kilo

rest 99

857.909

141.126

0,16

januar 2000

1.218.157

295.468

0,24

februar 2000

1.659.747

458.644

0,28

mars 2000

1.499.245

404.778

0,27

apríl 2000

880.129

236.274

0,27

mai 2000

1.659.203

441.726

0,27

juni 2000

885.410

159.748

0,18

juli 2000

678.916

125.193

0,18

august 2000

796.013

144.851

0,18

september 2000

686.394

108.013

0,16

oktober 2000

26.723

4.468

0,17

10.847.846

2.520.287

0,23

Talvan vísir, at stuðulin, sum varð minkaður seinast í mai mánaði, hevur minkað um útgjaldingarnar av stuðli og kanska eisini nøgdirnar av fiski, sum verða fluttar. Málið er, at útgjaldingarnar av flutningstuðli í 2001 verða innan fyri tær 3 mió. kr., sum játtanin væntandi verður.

Uppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum. Ráðið hevði ongar viðmerkingar.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:

ad. § 1, nr. 1. Heimilar landsstýrismanninum at útgjalda stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, og at stuðulin eisini fevnir um virkaða livur og rogn.

Somuleiðis verður heimilað landsstýrismanninum at útgjalda upp til 200.000,- kr. í stuðli til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja. Stuðulin verður ikki latin til flutning av alifiski.

Ad. § 1, nr. 2. Ásett verður, at lógarbroytingin hevur gildi til 31. desember 2001.

Ad. § 2. Sigur frá gildiskomu, og at lógin hevur virknað frá 1. januar 2001.

1. viðgerð 22. februar 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 8. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 20. februar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. februar 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. mars 2001.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Nevndin vísir tó á, at hon ivast í, um upplýsingarnar í talvu 3 í viðmerkingunum hjá landsstýrinum eru rættir.

Á tingfundi 13. mars 2001 legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

2. viðgerð  

Í § 1 nr. 1 verður eftir orðini "feskum virkaðum fiski" sett "og saltfiski"

2. viðgerð 13. mars 2001.  Uppskot frá Dan R. Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-1-12. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 6. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t  II

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 20. februar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. februar 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin lat Løgtinginum álit í málinum tann 8. mars 2001.

Undir 2. viðgerð av málinum tann 13. mars 2000, setti Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, fram broytingaruppskot til uppskotið, har hann mælir til, at flutningsstuðul eisini verður veittur til saltfisk. Málið varð hereftir beint aftur í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19., 22., 23. og 30. mars og 5. apríl 2001.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Fiskavirking, Eimskip og við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Frá Strandfaraskipum Landsins hevur nevndin útvegað sær yvirlit yvir flutningsprísir fyri flutning av fiski. Frá Eimskip hevur nevndin fingið talvur við dømum um flutningsprísir og flutningsstuðul á ávísum leiðum fyri ymiskar vørur.

Nevndin er framvegis samd um at taka undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið so, sum tað er framlagt av landsstýrinum.

Nevndin vísir á, at landsstýrismaðurin á fundi í nevndini hevur upplýst, at Fiskimálastýrið arbeiðir við at gera broytingar í kunngerðini til lógina fyri á hendan hátt at fáa eina so rættvísa skipan sum gjørligt.

Nevndin metir, at ein støðutakan til spurningin um, hvørja ávirkan flutningsstuðulin hevur á kappingarstøðuna millum ymisku fiskaframleiðsluvirkini, tá tey bjóða á uppboðssølu, krevur, at øll skipanin verður endurskoðað, og sær nevndin seg ikki føra fyri at gera hetta. Sambært upplýsingunum, ið nevndin hevur fingið, hevur tað t.d. stóran týdning, hvussu fiskaframleiðararnar leggja sín innkeyps- og avskipingarpolitikk til rættis. Nevndin vísir á, at við tað, at skipanin aftur hesaferð er tíðaravmarkað til bara at galda árið út, so hevur landsstýrismaðurin áðrenn 1. januar 2002 stundir at kanna og møguliga endurskoða skipanina við atliti til hendan spurning. Nevndin metir, at fortreytirnar fyri at koyra málið aftur í nevnd vóru sera ivasamar.

Nevndin ynskir harumframt at gera vart við sína ónøgd við, at málið aftur í ár er komið í Løgtingið so seint, at neyðugt er at lóggeva afturvirkandi.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old) viðmerkir tó harumframt, at tað er trupult at fá eitt neyvt yvirlit yvir, hvussu tey ymsu virkini skulu gjalda fyri flutning til avskipingarhavn, hetta tí at ymiskt er, hvør skipanin er frá einum sølufelag til annað, og har t.d. eitt virki sjálvt selur fiskin.

Størsti ójavnin kemur í, har eitt virki í útjaðaranum framleiðir saltfisk (saltflak) til ein marknað, sum ger tað neyðugt at senda framleiðsluna til Havnar til avskipingar, men her er trupult neyvt at siga munin á kostnaðinum, tí sum omanfyri nevnt, er munur á frá sølufelag til sølufelag, og har tann einstaki sjálvur stendur fyri søluni.

Tá talan er um flutning á landi, verður flutt bæði við farmarutum hjá Strandferðsluni og privatum flutningsfeløgum.

Til fyri stuttum hevði tað eina flutningsfelagið (Eimskip) eins prísir fyri flutning til avskipingarhavn, hvaðani úr landinum fiskurin kom, men góvust teir við hesum hátti, tí felagið á tann hátt ikki var nóg kappingarført á miðjuni á landinum. Fyri flutning hjá Strandsferðsluni er prísurin t.d. á eini 40 fóts bingju Vág-Tórshavn kr. 4.200, Klaksvík-Tórshavn kr. 3.600, Drelnes-Tórshavn kr. 2.600, Toftir-Tórshavn kr. 2.230.

Er talan um kg flutningsprís millum oyggjar, hevur Strandferðslan hesar prísir ávikavist fekst flak – saltfisk/flak 41 oyru pr. kg og 35 oyru pr. kg sama prís.

Sami prísur er galdandi á leiðini Klaksvík-Tórshavn, meðan flutningur t.d. Sørvág-Tórshavn er ávikavist 24 oyru fyri fekst flak, og 20 oyru pr. kg saltfisk/fryst flak. Túrurin Sørvág-Tórshavn er líka langur, sum túrurin Drelnes-Tórshavn. Harumframt skal bilførari vera við allan túrin Sørvág-Tórshavn, meðan hetta ikki er neyðugt á túrinum Drelnes-Tórshavn.

Orsøkin til henda ójavna sigur Strandferðslan vera, at prísurin á frakt fylgir ferðaseðlaprísunum. Hetta leiðir so aftur til uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eins prísir á øllum ferðaleiðum, sum sostatt hevði útjavnað tann prísmun, ið er í dag.

Hevði landsstýrismaðurin heimild til at givið flutningsstudning til avskiping av saltfiski, kundi hann møguliga við eini minni upphædd tikið burtur tann prísmun, sum t.d. er millum ávikavist Suðuroy/Klaksvík - Tórshavn og Sand/Sørvág – Tórshavn.

Framh. 2. viðgerð 18. apríl 2001. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen til § 1 tikið aftur av uppskotsstillaranum. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0006/2000
Fms.j.nr. 20000251-11/110
Ll.nr. 63 frá 27.04.2001