Innlit í fyrisitingina

 

96  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina

§ 1

Í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina verður § 5, stk. 3 orðað soleiðis:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um atgongd hjá almenninginum at kunna seg við upplýsingar í edv-skráum v.m., ið ikki eru fevndar av lóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Herundir kunnu eisini ásetast reglur um gjald."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Broytingin er ein avleiðing av, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum kemur í staðin fyri lógina um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri land, kommunur ella aðrar myndugleikar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

Serligar viðmerkingar.

Til § 1

Broytingin nágreinar bert, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum kemur í staðin fyri lógina um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

1. viðgerð 13. mars 2001. Tingmálini nr. 96 og 103 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.

Uppskotið er ein avleiðing av uppskotinum, løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og hevur undir nevndarviðgerðini verið viðgjørt saman við hesum uppskoti.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 24. apríl 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0015/2001
Ll.nr. 76 frá 08.05.2001