44 Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti vid 2. viðgerð
H. Álit II
I. Framhaldandi 2. viðgerð
J. Orðaskifti við fr. 2. viðgerð
K. 3. viðgerð
L. Orðaskifti við 3. viðgerð
Ár 2002, 15. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Kapittul 1
Innflutningur
§ 1. Fyri vørur, ið verða fluttar inn, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett í frumskjali 1, 2 og 3 til Toll- og vøruskránna. Frumskjølini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.
Kapittul 2
Framleiðsla
§ 2. Fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna.
§ 3. Framleiðsluvirki skulu hvønn mánað gera eina avgjaldsuppgerð, har
nøgdin og virðið fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur.
Avgjaldsuppgerðin skal sendast til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi, tá ið
gjaldið fellur til gjaldingar.
Stk. 2. Tey í hesum kapitli umrøddu gjøld falla til gjaldingar 28. í
mánaðinum eftir, at vøran er framleidd.
Skt. 3. Renta verður roknað av ov seint goldnum avgjaldi eftir hesum kapitli við
1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdagin, og til goldið er.
Stk. 4. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við panting.
Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina.
Kapittul 3
Afturrindan
§ 4. Toll- og Skattstovu Føroya kann játta afturrindan av teimum í kap. 1 og
kap. 2 goldnu gjøldunum, tá ið vørurnar verða útfluttar frá tolløkinum ella til
tær í § 8 í løgtingslóg um toll nevndu sølubúðir.
Stk. 2. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya endurrinda ella fráskriva
framleiðsluavgjøld av vørum, sum verða oyðilagdar undir framleiðslu ella á
framleiðsluøkinum, og treytað av at vørurnar verða burturbeindar undir tolleftirliti.
Stk. 3. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya afturrinda øðrum virkjum,
enn skipasmiðjum, innflutningsavgjald, ið er latið fyri rávøru, sum virki hevur nýtt
í framleiðsluni.
Kapittul 4
Vanligar reglur
§ 5. Reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun, tær
ikki stríða í móti hesi lóg.
Stk. 2. Avgjaldsskylduga virðið sambært kap. 1 er tollskylduga virðið
íroknað toll.
Kapittul 5
Eftirlit
§ 6. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild at kanna høli, ið verða nýtt í
sambandi við vinnuliga framleiðslu, og at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og
annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá virkinum.
Stk. 2. Handhavarin og starvsfólkið á virkinum skulu veita Toll- og Skattstovu
Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp, tá kanningar, sum nevndar í stk. 1, verða
gjørdar.
Stk. 3. Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1, skal eftir áheitan frá Toll- og
Skattstovu Føroya latast ella sendast Toll- og Skattstovu Føroya.
Kapittul 6
Revsing
§ 7. Brot á § 1 verður revsað eftir kap. 10 í løgtingslóg um toll.
Stk. 2. Brot á § 2 verður revsað við sekt ella fongsul upp til 1 ár, men
farið verður annars fram eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
Frumskjal 1
til vøruskránna
TS-vøruflokkur |
Avgjald á framleiðslu og innflutningi |
Vøruslag |
Kap. 17: 1704.10.00- |
30% + 12,00 kr. pr. kg. |
Sukurvøra |
|
30% + 12,00 kr. pr. kg. | Sukurvøra |
Kap. 18: 1806.10.00 |
30% + 12,00 kr. pr. kg. |
Kakao |
|
30% + 12,00 kr. pr. kg. | Sjokuláta |
Kap. 22: 2203.00.10 |
10,00 kr. pr. ltr. |
Øl kl. A |
|
7,60 kr. pr. ltr. | Øl kl. I |
|
24,00 kr. pr. ltr. | Gosvín |
|
41,00 kr. pr. ltr. | Heitvín |
|
24,00 kr. pr. ltr. | Borðvín |
|
41,00 kr. pr. ltr. | Heitvín |
|
24,00 kr. pr. ltr. | Borðvín |
|
41,00 kr. pr. ltr. | Heitvín |
|
24,00 kr. pr. ltr. | Vín |
|
330 kr. pr. ltr. reint alkohol | Rúsdrekka |
Kap. 24: 2402.10.11- |
100 stk. 100,00 kr. |
Sigarir |
|
100 stk. 90,00 kr. | Seruttir |
|
100 stk. 80,00 kr. | Sigarettir |
|
120,00 kr. pr. kg. | Tubbak |
|
80,00 kr. pr. kg. | Skrá og snús |
Kap. 27: 2710.00.22 |
2,30 kr. pr. ltr. |
Motorbensin, við blýinnihaldi ikki yvir 0,013 g. pr. ltr. |
|
3,50 kr. pr. ltr. | Motorbensin, við blýinnihaldi yvir 0,013 g. pr. ltr. |
|
0,70 kr. pr. ltr. | Olja |
|
0,50 kr. pr. ltr. | Petroleum |
|
0,70 kr. pr. ltr. | Smyrjiolja |
|
0,70 kr. pr. ltr. | Tungar oljur |
Kap. 33: 3303.00.00- 3305.90.00 |
20% |
Luktilsi, vakurleikarøkt, evni til hárrøkt |
|
20% | Smyrsl o.t. |
|
20% | Smyrsl |
Kap. 36: 3604.10.00 |
100% |
Fýrverkarí |
Kap. 48: 4813.10.00 |
0,05 kr. pr. stk. |
Sigarettpappír |
|
0,05 kr. pr. stk. | Sigarettpappír |
Kap. 84: 8418.10.00- |
20% |
Ymisk húsarhaldstól |
|
20% | Deilir til húsarhaldstól |
|
20% | Gassvatnhitarar |
|
20% | Sentrifugur |
|
20% | Uppvaskimaskinur til húsarhaldsbrúk |
|
20% | Vaskimaskinur |
|
20% | Turkimaskinur |
Kap. 85: 8509.10.00- 8509.20.00 |
20% |
Dustsúgvarar v.m. |
|
20% | Húsarhaldstól |
|
30% | Rakimaskinur |
|
30% | Lummalyktir o.t. |
|
20% | Elektriskir vatnhitarar o.t. |
|
30% | Hárturkarar o.t. |
|
20% | Komfýrar o.o. húsarhaldstól |
|
30% | Plátuspælarar |
|
30% | Ljóðendurgevarar av kassettutypu |
|
30% | Bandupptakarar |
|
30% | Videobandupptakarar |
|
30% | Móttakarar til radiotelefoni |
|
30% | Móttakarar til persónkalli- og persónleitianlegg |
|
30% + 300 kr. pr. stk. | Sjónvørp |
|
30% + 300 kr. pr. stk. | Videomonitorar |
|
30% | Lyktir, perur o.t. |
|
30% | Deilir |
Kap. 94: 9405.10.00- |
30% |
Lampur |
|
30% | Ljósskeltir v.m. |
Frumskjal 2
til vøruskránna
Vørubólkar við tollvirði uppá kr.
3.000 og undir,
undantikið tubbaksvørur og rúsdrekka
TS- vøruflokkur |
Vøruslag | Tollur % |
Avgjald á
framleiðslu og innflutningi |
9901.0000 9902.0000 9903.0000
9904.0800 9905.0100 9906.0100 9907.0000 9908.0000 9909.0000 9910.0100
9912.0000 9913.0000
|
DÝR OG ANIMALSKAR VØRUR VEGETABILSKAR VØRUR FEITT- OG OLJUKENDAR VØRUR FRAMLEIDDAR MAT- OG DRYKKJUVØRUR MINERALSKAR VØRUR o.t. KEMISKAR VØRUR o.t. PLASTIKK OG GUMMI HÚÐIR, LEÐUR, SKINN o.t. TRÆ-, KORK- OG STRÁVØRUR PAPPÍR OG CELLULOSUTILFAR TEKSTILVØRUR HØVUÐBÚNI, FÓTBÚNI o.t. STEINUR, SEMENT, GLAS, KERAMIKK o.t. NATÚRPERLUR, GULL, SILVUR o.t. AÐRAR METALVØRUR |
10 10 10
10 10 10 10 10 10 10 10 10 10 10
|
0 0 0
30% + 12 kr pr. kg 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0
|
TS- |
Vøruslag |
Tollur |
Avgjald á framleiðslu |
9916.0100 9916.0200 9917.0000 9918.0000 9919.0000 9920.0100 9921.0000 |
YMISK TÓL MEKANISK OG
ELEKTRISK Ymisk húsarhaldstól Ymisk barber- og hárviðgerðartól Lyktir, perur o.t. Plátu-, band-, video-, útvarpstól Sjónvørp Video, tónleikabond, plátur Innlisnar bøkur BILAR, BÁTAR, FLOGFØR O.T. FÍNMEKANISK TÓL VÁPN OG LÓÐUR YMISKAR VØRUR LISTAVERK, SAVNILUTIR, ANTIKVITETIR |
10 10 10 10 10 10 10 |
0 20% 0 0 0 0 0 |
Frumskjal 3
til vøruskránna
Fyri "L" í Toll- og vøruskránni verður fyri niðanfyri nevndu
vørunummar álagt gjald við innflutningi eftir hesari talvu.
Vørunummar | Javningargjald á búnaðarvørum |
Kap. 04: 0401.10.00 0402.91.00 0403.10.00 Kap. 19: 1905.20.00 Kap. 21: 2105.00.00 |
20% + 0,60 kr pr. kg Mjólk 20% + 1,20 kr pr. kg Mjólk/Rómi 20% + 2,06 kr pr. kg Jogurt
2,00 kr./kg. Hunangskøkur o.t.
20% + 4,97 kr pr. kg Matarísur |
Almennar viðmerkingar
Fyriliggjandi lógaruppskot um løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er í høvuðsheitum ein dagføring og ein samanskriving av galdandi reglum, tó soleiðis at uppskotið, í mun til galdandi reglur, førir við sær, at tað verður greiðari fyri borgaran at staðfesta, hvat avgjaldið til landskassan er á ávíkavist framleiðslu og innflutningi. Hetta tí at frumskjølini 1 og 2 til Toll- og vøruskránna, ið fastseta avgjaldið, verða hjáløgd hesum lógaruppskoti sum fylgiskjøl.
Við hesum lógaruppskoti verður ásetingin í galdandi lóg um at ein og hvør, sum fer undir vinnuligt virksemi av framleiðsu av teimum vørum, sum hava eitt avgjald, skal hava loyvi frá Toll- og skattstovu Føroya, tikin burtur. Hetta tí, at henda áseting er ein leivd frá gamlari tíð, fyri at tað almenna kundi hava eftirlit við framleiðslu í Føroyum. Henda áseting er ikki tíðarhóskandi í dag. Í staðin fyri hesa áseting verður við hesum lógaruppskoti skotið upp, at framleiðsluvirki hvønn mánað skulu gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgdin fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur. Eftir galdandi skattalóg, mvg-lóg og øðrum lógum skal ein og hvør, sum byrjar vinnuligt virksemi, boða Toll- og Skattstovu Føroya frá, áðrenn viðkomandi fer í gongd. Hetta er eisini galdandi fyri framleiðsluvirksemi. Hvat viðvíkur framleiðslu av rúsdrekka, er tað Vinnumálastýrið, sum, sambært rúsdrekkalógini, skal veita loyvi til hesa framleiðslu.
Sambært galdandi lóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi kunni skipasmiðjur efti r umsókn fáa afturrindað avgjaldið. Við hesum lógaruppskoti verður henda áseting strikað, tí sambært løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur kann landsstýrismaðurin í vinnumálum veita skipasmiðjum studning til afturrindan av innflutningsgjøldum, og játtan er á fíggjarlógini til júst hetta endamálið.
Avleiðingar av uppskotinum
Hetta lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar. Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum.
Fyri landið/ |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar
samfelagsbólkar/ |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
Nei |
Serligar viðmerkingar
Viðmerkingar til § 1
Sambært hesi áseting skal avgjald rindast til landskassan, um talan er um
innflutning av teimum vørum, sum framganga av frumskjølunum 1, 2 og 3 til Toll- og
vøruskránna, ið eru hjáløgd hesum lógaruppskoti. Upphæddin av avgjaldinum er ásett
í frumskjølunum 1 til 3.
Sambært sáttmála frá 1992, sum seinast er broyttur í 1997, millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska felagsskapin hinumegin er í frumskjali 2 til sáttmálan í grein 1 ásett, at sáttmálin ikki forðar fyri, at avgjald verður lagt á landbúnaðarvørur, tá vøran verður flutt inn. Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna, sum er hjálagt sum fylgiskjal til hesa lóg, eru avgjøldini á innfluttum landbúnaðarvørum.
Annars er reglan óbroytt í mun til galdandi lóggávu.
Viðmerkingar til § 2
Í hesari grein eru ásettar reglur um, at avgjald skal rindast til landskassan fyri
vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu. Avgjaldið er ásett
í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna.
Annars er reglan óbroytt í mun til galdandi lóggávu.
Viðmerkingar til § 3
Fyri at Toll- og Skattstova Føroya kann hava eftirlit við avgjaldinum, skulu
framleiðsluvirki hvønn mánað afturút gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgdin og
virðið fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur. Henda avgjaldsuppgerð
skal sendast til Toll- og Skattstovu Føroya.
Avgjaldið er goldið rættstundis, tá ið goldið verður tann 28. í mánaðinum eftir, at vøran er framleidd. Avgjaldstíðarskeiðið er við hesi áseting stytt við 3 vikum. Hetta kemst av, at kunngerð um tollkreditt, sum kemur í gildi frá 1. januar 2002, ásetur, at gjaldsfreistin er stytt við 3 vikum. Av tí, at Føroyar í sáttmála við Europeiska felagsskapin hava bundið seg til ikki at gera mun á innflutningi og framleiðslu, er neyðugt, at reglurnar um rættstundis goldið avgjald eru eins fyri innflutningsvirkini og framleiðsluvirkini. Mánaðarliga rentan, sum skal gjaldast fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið, verður lækkað úr 1,5% niður í 1,0%.
Viðmerkingar til § 4
Sambært § 4 kann Toll- og Skattstova Føroya játta afturrindan av goldnum
innflutnings- og framleiðsluavgjøldum, tá ið vøran verður flutt út v.m. Ásetingin
er óbroytt í mun til galdandi lóggávu, tó er ásetingin í § 7, stk. 2 í
løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 flutt til § 4, stk. 3 í hesum lógaruppskoti.
Viðmerkingar til § 5
Í § 5 er ásett, at reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann
mun, tær ikki stríða í móti hesi lóg. Tað vil siga, at reglurnar um heimild at
kæra, tollvirðið og annað meiri, ið eru ásettar í tolllógini, galda samsvarandi
hesi lóg. Ásetingin er óbroytt í mun til galdandi lóggávu.
Viðmerkingar til § 6
Rætturin til eftirlit fevnir um alt roknskapartilfar, tvs. ársroknskap,
roknskaparbøkur, journalir, leysblaðabøkur við tilhoyrandi fylgiskjølum, kontokort og
annað tílíkt. Herumframt fevnir hetta um kladdubøkur og aðrar hjálpibøkur, t.d.
ordra-, avtalu-, bíleggingar- og goymslubøkur, arbeiðs- og vikuseðlar og
goymslueftirlitskort. Rætturin til eftirlit fevnir eisini um omanfyrinevndu upplýsingar
við meira, sum t.d. eru elektroniskar og digitalar. Eisini fevnir rætturin um
sáttmálar og aðrar skrivligar avtalur. Orðingin "brævaskifti v.m." fevnir
um einhvønn hátt av handilsbrævaskifti, so sum móttikin brøv og avrit av sendum
brøvum.
Ordrabøkur o.t. eru fevndar av rætti til eftirlit, hóast tær ikki innihalda viðmerkingar um innkomnan pening.
Um virkið nýtir grannskoðanarprotokol ella líknandi, er hendan eisini fevnd av rætti til eftirlit.
Í virkjum, ið nýta edv at føra roknskap, fevnir rætturin til eftirlit eisini um skriv, ið lýsa skipanirnar v.m., magnetbond og aðrar dátuberar.
Orðingin "vegleiðing og hjálp" fevnir um skyldu at geva frágreiðing um framleiðsluviðurskifti og at geva upplýsingar um, hvussu roknskapur er lagdur til rættis, hvørjar bøkur, ið eru førdar, hvørjar innanhýsis eftirlitsskipanir eru o.s.fr. Skylda er eisini at upplýsa, hvør ið er grannskoðari hjá virkinum.
Virkið hevur herumframt skyldu til, tá ið Toll- og Skattstova Føroya biður um tað, at gera upp vørugoymslu.
Skyldan at útflýggja er bert galdandi fyri roknskapartilfar v.m. hjá virkinum. Tilfar, sum er gjørt ella fingið til vega av grannskoðara, og sum ikki hevur verið í ognarhaldi hjá virkinum, hevur virkið ikki skyldu at útflýggja.
Verður roknskapartilfar móttikið frá triðjamanni, fær hann tað aftur aftaná nýtslu.
Greinin ásetur galdandi rætt og er óbroytt í mun til galdandi lóggávu.
Viðmerkingar til § 7
Sambært hesi áseting eru ásettar reglur um revsing. Eingin broyting frá galdandi
reglum.
Viðmerkingar til § 8
Ongar viðmerkingar.
Viðmerkingar til Frumskjølini
Føroyar hava sambært sáttmála frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í
1997, millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska
samveldi hinumegin samtykt at nýta nomenklatur tollsamvinnuráðsins "Harmonized
Commodity Description an Coding System" (Tillagaðu Skipanina) sum Toll- og
vøruskrá.
Toll- og vøruskráin fyri inn- og útflutning er avgerandi fyri tollsatsir og tarifering.
Tey áløgdu punktgjøldini eru ásett eftir Toll- og vøruskránni í frumskjølum.
Frumskjølini 1, 2 og 3 eru partar av Toll-og vøruskránni. Síðani Tillagaða Skipanin kom í gildi, hevur verið ivi um, hvørt frumskjølini til Toll- og vøruskránna skulu lýsast við kunngerð ella við lóg. Frumskjølini hava síðani 1991 viðhvørt verið lýst við lóg og allatíðina við kunngerð (bert avgjaldssatsirnir) sum partur av lýstu Toll- og vøruskránni, seinast við kunngerð nr. 102 frá 22. desember 1999 um toll- , innflutnings- og avgjaldssatsir.
Fíggjarmálastýrið metir, at rættast er at lýsa frumskjølini við lóg.
1. viðgerð 18. januar 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 31. januar 2002 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 18. januar 2002 er málið beint fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið, Toll- og Skattstovu Føroya og landsgrannskoðaran.
Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini fingið rættingarskjal til almennu viðmerkingarnar frá Fíggjarmálastýrinum (Nevndarskjal A). Fíggjarmálastýrið vísir á, at undir 1. viðgerð av málinum varð sagt, at fíggjarligu avleiðingarnar, sum standa í viðmerkingunum til uppskotið, ikki eru rættar. Fíggjarmálastýrið sigur, at talan er um eitt mistak í sambandi við, at fyrisitingin hjá Løgtinginum bað um at fáa rættaðar nakrar málsligar villur soleiðis, at ein eldri útgáva av almennu viðmerkingunum varð send aftur til Løgtingið. Einasti munur millum hesar útgávur er brotið "Avleiðingar av uppskotinum", har eisini fíggjarligu avleiðingarnar eru nevndar. Rætta orðingin skal vera soljóðandi:
Avleiðingar av uppskotinum
Hetta lógaruppskotið hevur ikki stórvegis fíggjarligar avleiðingar, men
fyri føroyskar framleiðarar verður strammað í tollkredittinum við tað, at
avgjaldsuppgerðin verður framskundað. Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar
avleiðingar, umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til
altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar
samfelagsbólkar ella felagsskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur
ella fyri pláss/øki í landinum.
Fyri landið/ |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar
samfelagsbólkar/ |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
(Ja) |
Umsitingarligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
Nei |
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.
Á tingfundi 15. februar 2002 legði Marjus Dam vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til
2. viðgerð
Viðmerkingar:
Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at tá MVG-lógin varð sett í verk í Føroyum, skuldi hetta avgjald koma ístaðin fyri tollin. Tó sær út til, at landskassin hevði tørv á meiri peningi, enn MVG-gjaldið kundi svara fyri. Tí hava føroyingar nú í mong ár havt eina stóra eyka útreiðslu orsakað av m.a. punktgjøldum, ið hava verið at meta sum ein eyka skattur á mangar vanligar brúksvørur.
Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at punktgjøldini á omanfyrinevndu vørum nú eiga at takast av soleiðis, at kostnaðurin á nevndu vørum normaliserast.
Í seinastuni er komið fram, at t.d eitt el-armatur, ið kostar 1.000 kr. í Danmark, orsakað av punktgjaldinum kostar 1.700 kr. í Føroyum. Tá talan er um fleiri tílík viðurskifti, er eyðsýnt, at føroyingar í mongum førum koma at gjalda alt ov nógv fyri vanligar húsarhaldsvørur, um samanborið verður við onnur lond.
Seinastu árini hevur gingist væl á fíggjarliga økinum í Føroyum, um hugt verður eftir gjaldsføri landskassans.
Hóast hesa gongd, so hevur viljin skortað hjá núsitandi samgongu at lækka skatta- og avgjaldstrýstið við millum annað at taka av punktgjøldini. Sambandsflokkurin metir, at tíðin nú er komin til, at omanfyrinevndu punktgjøld verða tikin av soleiðis, at MVG-lógin fer at virka á hesum øki, sum upprunaliga ætlað.
Samsvarandi verður hetta broytingaruppskot sett fram.
Minninntøkan fyri landskassan verður gjørd soleiðis upp:
YVIRLIT YVIR YMISK PUNKTGJØLD |
|||||||||
Punktgjald |
Punktgjald |
Punktgjald |
MVG |
Íalt |
|||||
% |
eindir |
íalt |
|||||||
HVÍTVØRUR: | |||||||||
84.18 |
1.357.719,00 |
0,00 |
1.357.719,00 |
339.429,75 |
1.697.148,75 |
||||
84.19 |
582,00 |
0,00 |
582,00 |
145,50 |
727,50 |
||||
84.21 |
27.093,00 |
0,00 |
27.093,00 |
6.773,25 |
33.866,25 |
||||
84.22 |
567.887,00 |
0,00 |
567.887,00 |
141.971,75 |
709.858,75 |
||||
84.50 |
761.845,00 |
0,00 |
761.845,00 |
190.461,25 |
952.306,25 |
||||
84.51 |
224.810,00 |
0,00 |
224.810,00 |
56.202,50 |
281.012,50 |
||||
84 |
Íalt |
2.939.936,00 |
0,00 |
2.939.936,00 |
734.984,00 |
3.674.920,00 |
|||
RADIOTÓL, SJÓNVARP V.M. | |||||||||
85.09 |
539.075,00 |
0,00 |
539.075,00 |
134.768,75 |
673.843,75 |
||||
85.10 |
99.548,00 |
0,00 |
99.548,00 |
24.887,00 |
124.435,00 |
||||
85.13 |
169.584,00 |
0,00 |
169.584,00 |
42.396,00 |
211.980,00 |
||||
85.16 |
1.815.232,00 |
0,00 |
1.815.232,00 |
453.808,00 |
2.269.040,00 |
||||
85.19 |
397.377,00 |
0,00 |
397.377,00 |
99.344,25 |
496.721,25 |
||||
85.20 |
97.357,00 |
0,00 |
97.357,00 |
24.339,25 |
121.696,25 |
||||
85.21 |
796.896,00 |
0,00 |
796.896,00 |
199.224,00 |
996.120,00 |
||||
85.27 |
1.341.582,00 |
0,00 |
1.341.582,00 |
335.395,50 |
1.676.977,50 |
||||
85.28 |
1.835.429,00 |
790.500,00 |
2.625.929,00 |
656.482,25 |
3.282.411,25 |
||||
85.39 |
1.224.452,00 |
0,00 |
1.224.452,00 |
306.113,00 |
1.530.565,00 |
||||
85 |
Íalt |
8.316.532,00 |
790.500,00 |
9.107.032,00 |
2.276.758,00 |
11.383.790,00 |
|||
LAMPUR: | |||||||||
94.05 |
3.269.073,00 |
0,00 |
3.269.073,00 |
817.268,25 |
4.086.341,25 |
||||
94 |
Íalt |
3.269.073,00 |
0,00 |
3.269.073,00 |
817.268,25 |
4.086.341,25 |
|||
Íalt |
14.525.541,00 |
790.500,00 |
15.316.041,00 |
3.829.010,25 |
19.145.051,25 |
||||
Tíðarskeiðið frá 1. januar 2001 til 31. desember 2001. |
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Kári P. Højgaard og Vilhelm Johannesen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til
2. viðgerð
Í frumskjali 1 verður vørunummar "8539.31.00" strikað.
Viðmerkingar:
Uppskotsstillararnir mæla við hesum til at taka 30% avgjaldið á spariperum av.
Hetta verður gjørt ásannandi, at spariperur eru rættiliga dýrar í mun til vanligar perur, og at borgarar tískil halda seg aftur at keypa spariperur, hóast rættiliga fitt av peningi er at spara, tí minni orka verður nýtt. Tí hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gjørt av at taka av punktgjald á spariperum. Á henda hátt verður spariperan lutfalsliga bíligari enn vanliga peran.
Samfelagsliga og umhvørvisliga hevur tað stóran týdning, at fólk eru tilvitað um og hava møguleika til at spara pening og avlasta orkunýtsluna og tilhoyrandi CO2-útlátið við at skifta yvir til spariperur.
Broytingaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, interkommunala felagsskapin SEV, vinnuna og borgaran. Fyri landið verður talan um eina minking í inntøkum frá punktavgjøldum á umleið 600 tús. kr. Fyri SEV verður talan um eina lutfalsliga minking í søluni av streymi. Fyri vinnuna verður talan um eina størri sølu av spariperum og eina meira enn tilsvarandi minking av søluni av vanligum perum, tí livitíðin er nógv longri á spariperunum. Fyri borgaran merkir henda broyting, at møguleiki verður fyri at spara pening, tí el-nýtslan verður minni.
Broytingaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí Toll- og skattstovan skal hava betri eftirlit við, hvussu el-perur verða tollaðar. Fyri vinnuna merkir hetta eisini, at haldast skal eyga við, at rætt verður tollað.
Broytingaruppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar, tí hægri nýtsla av spariperum ger, at samlaða orkunýtslan og tilhoyrandi CO2-útlátið minkar.
Brtoytingarskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum.
Viðmerkingar til broytingar í Frumskjali 1
Við hesi broyting verður skotið upp, at vørunummar 8539.31.00 í kapitli 85 í
Toll- og vøruskránni verður strikað í frumskjali 1. Hetta merkir, at vørunummar
8539.31.00, ið er vørunummari fyri spariperur, við hesi broyting ikki hevur nakað
avgjald við innflutningi.
Sambært kapitli 85 í Toll- og vøruskránni koma ljósevnisrør undir vørunummar 8539.31.00. Ljósevnisrør verða allýst sum spariperur. Sambært hesi broyting í Frumskjali 1 verða tað bara perur, sum eru ljósevnisrør, og tí spariperur, ið ikki skulu hava 30% avgjald við innflutningi.
2. viðgerð 15. februar 2002. Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd samtykt 22-1-7. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi
Málið varð við 2. viðgerð hin 15. februar 2002 við 22-1-7 atkvøðum beint aftur í nevnd. Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Áhugafelagnum hjá elinnleggjarum í Tórshavn. Nevndarskjal B.
Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) vísir á viðmerkingarnar í áliti I og mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins, broytt við broytingaruppskotinum, sum meirilutin setti fram við 2. viðgerð.
Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í áliti I og mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins, broytt við broytingaruppskotinum, sum Marjus Dam, tingmaður, setti fram við 2. viðgerð. Í aðru syftu tekur minnilutin undir við broytingaruppskotinum frá tingmonnunum Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen.
Vilhelm Johannesen hevur harafturat hesar viðmerkingar: Minnilutin Vilhelm Johannesen tekur ikki undir við broytingaruppskotinum frá Marjus Dam, men heldur, at neyðugt er at endurskoða allar avgjaldsskiparnar undir einum. Javnaðarflokkurin mælir til, at ein komandi samgonga setir sær fyri, at henda endurskoðan verður gjørd, og at støða har verður tikin til hvørji punktgjøld møguliga eiga at verða sett úr gildi.
Framhaldandi 2. viðgerð 26. februar 2002. Broytingaruppskot frá Marjus Dam til skjal 1 og skjal 2 fall 11-1-18. Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen til frumskjal 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Á tingfundi 28. februar 2002 løgdu tingmenninir Marjus Dam, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Henrik Old fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til
3. viðgerð
Viðmerkingar:
Eftir uppskotinum verður punktgjaldið á hørðum hvítvørum tikið av. Sparingin
fyri fólkið av uppskotinum er kr. 2.939.936 í punktgjaldi og 734.984 í MVG, ella
tilsamans kr. 3.674.920.
3. viðgerð 28. februar 2002. Broytingaruppskot frá Marjus Dam, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Henrik Old til skjølini 1 og 2 fall 7-2-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 19 frá 12.03.2002